leygardagur 4. mars 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 45 - 4. mars 2000
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað hevur fingið sinnini í
kók, at millumbylgjusend-
ari útvarpsins hevur verið so
svikaligur í seinastuni. Út-
varpið hevur fingið fleiri
klagur um sendaran, men
har fáa tey ikki gjørt stór-
vegis annað við klagurnar
enn at vísa teimum til Før-
oya Tele, sum hevur rakst-
urin um hendi.
Tað eru serliga sjómenn-
inir, sum eru við sviðusoð,
tá Mb-sendarin »dettur út«,
tí hann er tað einasta teir
hava at líta á. FM-sendarin
røkkur nevniliga bara eitt
sindur út frá landi. Men tað
eru ikki bara sjómenninir,
tí tey, sum eru í bili og í
fleiri bygdum hoyrist FM so
illa, at hon ikki kann brúk-
ast.
Gera okkara ítarsta
Á Føroya Tele situr Jens
Julian Reinert við ábyrgdini
fyri sendinetinum og hann
váttar, at tað hava verið
trupulleikar við millum-
bylgjusendaranum.
»Tað er rætt, men tað er
ikki meiri enn náttúrligt, at
trupulleikar stinga seg upp,
tí sendarin er hóast alt tíggju
ára gamal«, sigur Julian
Reinert, »og vit skifta teir
út tá teir fara, men tað eru
ávísar lutir, sum vit hava
havt trupult við at útvega«.
Hann greiðir frá, at ein av
stóru trupulleikunum hjá
Føroya Tele er, at tann fyri-
tøkan, sum sendarin varð
keyptur frá, er løgd saman
við eini aðrari og síðani
samanleggingina eru fleiri
av lutunum tiknir av vøru-
skránni.
»Tað hevur so við sær, at
tað ikki bara er sum at siga
tað at fáa fatur á eykalutu-
num«, sigur Jens Julian
Reinert.
Jens Julian sigur okkum,
at tað eru ávísir lutir, sum
eru farnir við tíðini, og sum
skulu skiftast út. Millum
annað er ein »skiftari«, sum
skal syrgja fyri, at sendarin
koplar upp á netið av sær
sjálvum, tá streymslit hevur
verið, sum ikki virkar, og
tað hevur borið illa til, at
finna ein nýggjan.
»Og tað verður ikki betri
við tíðini«, sigur Jens Julian
Reinert, sum væl skilir, at
fólk gerast í øðini tá send-
arin slóknar. »Men tað hev-
ur verið betri seinastuni«.
Hevur riggað sera illa
Í Útvarpinum situr tekniski
leiðarin, Hans Andor Jo-
hannesen, við ábyrgdini fyri
sendinetinum, men bara tí
dagliga partinum. Viðlíka-
hald og trupulleikar, sum
stinga seg upp tá sendarin
slóknar, er ikki hansara
borð. Men kortini kennir
hann á sín kropp, at fólk eru
ónøgd við tænastuna, tá
sendarin slóknar í heilum.
»Í seinastuni hevur verið
heldur frægari, men eina-
ferð í januar var heilt galið.
Tá vóru bæði Mb-sendarin
og FM-sendarin í ólagi so
tá var ringur standur«, sigur
Hans Andor Johannesen.
Hann skilir væl, at fólk
eru ill um at Mb-sendarin
slóknar, tí á sjónum serliga
og í fleiri bygdum er tað
einasti sendari, sum hoyrist.
FM-netið varð projekterað
í 1970 og tá varð als ikki
hugsað um, at tríati ár seinni
fór ein stórur partur av Før-
oya fólki at lurta eftir Út-
varpinum eitt nú í bili, ella
á flakarvirkjum. »Og tí hava
tey bara Mb-sendarin«, sig-
ur Hans Andor, sum leggur
afturat, at tað eisini í Havn
eru fleiri støð, har fólk
mugu brúka Mb, tí FM
hoyrist so illa.
Ov lítið sett av
Tað, sum teir báðir Jens
Julian Reinert og Hans
Andor Johannesen tykjast
samdir um, uttan at teir vita
av hvørjum øðrum er, at
upphæddin, sum er sett av
til viðlíkahald av sendineti-
num, er heilt burturvið.
»Vit hava fingið fimm
milliónir og vit hava 70
støðir kring landið, sum
skulu haldast í gongd. Av
Tey, sum bara hava millumbylgjusendara útvarpsins at líta
á, eru í øðini, tí tað kemur alt ov ofta fyri, at hann ikki
virkar. Á Føroya Tele siga tey, at tey fáa ikki gjørt stór-
vegis, tí upphæddin til rakstur og viðlíkahald røkkur ikki
Í øðini inn á útvarpssendara
teimum eru sjey høvuðs-
sendarar«, sigur Jens Julian
Reinert. Hann fær ikki sagt
nágreiniliga hvussu stórur
partur fer til Mb-sendaran,
men hann viðgongur, at lut-
falsliga verður nógv mest
brúkt upp á tann eina Mb-
sendaran, enn upp á FM
sendararnar.
Hans Andor Johannesen
sigur, at tað eftir hansara
fatan er sett so lítið av, at
tað ikki røkkur til raksturin
og so er il.t at síggja hvussu
tað skal røkka til viðlíka-
hald.
»Fyri mær tykist tað, sum
tað er ov lítil politiskur vilji
til at veita peningin«, sigur
hann og hetta er júst sama
niðurstøða, sum Jens Julian
Hóast líkindini gjørdust
rættiliga vánalig hósdagin,
fekk løgreglan ikki fráboð-
an um nakað stórvegis ó-
happ.
Onkur bilur fekk smá-
snuddir, og í Kollafirði fór
ein bussur hjá Bygdaleiðum
út av vegnum orsakað av
vindi.
Vakthavandi á politistøð-
Nýggj telefonbók verður
borin út umleið komandi
mánaðarskifti.
Jens Pauli G. Nolsøe á
Føroya Tele sigur, at bókin
í løtuni er til prentingar hjá
prentsmiðjuni
Oddi
í
Reykjavík og verður liðug
seinast í mars. Síðan fer
Postverkið at bera bókina út
til felagarnar.
Telefonbókin fyri ár
2000 er djúptblá á liti og
myndar ta digitalu fram-
tíðina. Bókin, sum verður
prentað í 40.000 eintøkum,
er 564 síður til støddar. 52
síður størri enn tann gamla.
Serliga eru tað GSM fartele-
Bert smávegis óhapp
ini í Havn sigur, at ein av
grundunum til hesi smá-
óhappini er, at fólk lurta ikki
eftir teimum ávaringum,
sum løgreglan sendir gjøg-
num útvarpið. Fólk halda
ofta sum so, at tað man fara
at ganga kortini og fara so
tvassandi í vánaligum lík-
indum við vánaligari út-
gerð.
Av politistøðini verður
sagt, at rættiliga ofta vísir
tað seg, at ferðsluóhapp í
hálku eru beineliðis avleið-
ing av, at koyrt verður við
ov vánaligum dekkum. Og
soleiðis var eisini hendan
dagin, sigur vakthavandi á
politistøðini í Havn.
ej
Nýggj telefonbók á veg
fonkundarnir, sum gerast
fleiri í tali, sigur Jens Pauli
Nolsøe. Men eisini fastnet-
kundarnir gerast feiri í tali.
Og eisini eru tær gulu síð-
urnar fleiri enn seinast.
Sum nakað nýtt, sigur
Jens Pauli Nolsøe, verða tær
gulu síðurnar nú eisini lagd-
ar á Internetið. Hann sigur,
at komandi ár verða allar
fyritøkur í Føroyum at finna
á Internetinum. Internet-
bókin, nummar.fo, verður
dagførd regluliga. Einaferð
um mánan, sigur Jens Pauli
Nolsøe.
Tað er soleiðis, at til ber
hjá fólki at fara inn á Inter-
neti og boða frá broytingum
og rættingum, sum so verða
dagførdar. Til dømis, tá eitt
navn, adressa ella nummar
skal broytast.
Eisini fara el-mail adr-
essurnar at vaksa í tali í tele-
fonbókini. Tær verða tó ikki
settar í uttan fráboðan, hóast
tær eru Olivant adressur.
Felagin skal sjálvur biða um
at fáa adressuna við, á sama
hátt sum gjørt verður við
telefax. Adressan verður
sett sum ein undirupptøka,
sum kostar 57,- krónur fyri
hvørja reglu.
ej
Reinert kemur til.
Tað er Finnbogi Arge,
landsstýrismaður við Vinnu-
málum, sum hevur politisku
ábyrgdina av sendinetinum
hjá
Útvarpinum
og
Sjónvarpinum, men tað bar
tíverri ikki til at fáa eina
viðmerking frá honum, tí
hann var upptikin allan
dagin í gjár.
Fólk leita ofta til fánýtis eftir Útvarpinum á millubylgju. Mynd: Jens Kr. Vang
Mest seldi mini-gravari í Føroyum nakrantíð
Mest selda maskina
6. árið á rað
Sosialurin - 311820
Við eini HANIX maskinu kann tú altíð kenna teg tryggan.
Vit hava royndirnar, vitanina og tænastuna.
Tað sigur ikki einki, at yvir 85% av øllum mini-gravarum
í Føroyum eita HANIX.
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
USA og
deyðarevsing
HESA seinastu tíðina hava vit hoyrt rætti-
liga nógv um uppstillingarvalini í USA.
Heimsins mætasta tjóð skal til at kjósa
sær nýggjan forseta, og hesin kann koma
at stýra landinum og lutvíst øllum heims-
búskapinum næstu 8 árini. Nú kann ein
føroyingur kanska siga, at tað viðkemur
ikki okkum, hvør verður valdur til forseta í
USA. Men tað ger tað í veruleikanum, vilja
vit vera ein partur av heimssamfelagnum
við ábyrgd og skyldum. USA hevur í mong-
um - uppá gott og ilt - virkað sum heimsins
politi. Hetta hevur í einstøkum førum hepn-
ast væl, men í mongum førum hevur tað
verið minni heppið. Dømi um har USA
hevur misbrúkt sítt vald er eitt nú, tá demo-
kratiskt valdi Alliende var tikin av døgum í
Chile. Tá var USA partur av misgerðini,
og í dag vísa skjøl, at amerikanarar høvdu
meira enn ein fingur við í spælinum, tá
chilenski uttanríkisráðharrin doyði - varð
myrdur - í New York - í eini sokallaðari
ferðsluvanlukku.
UM somu tíð sum amerikanarar við røttum
havast at Kina fyri tørvandi mannarættindi,
fremur staturin USA í dag deyðarevsing,
nakað, sum hoyrir diktaturstatum og fortíð-
ini til. Hvussu kann nakar við virðing fyri
mannarættindum hava nakra virðing fyri
einum USA, sum hevur sum almennan
politikk at taka fólk av døgum! Og tað er
júst í hesum sambandi, at komandi for-
setavalið kemur inn í myndina. Og mað-
urin, sum eftir øllum at døma, kann gerast
komandi amerikanskur forseti George
Bush, junior, er ein av heitastu talsmonn-
unum fyri deyðarevsing. Sum guvernørur
í deyðarevsingarstatinum Texas hevur
hann júst nú um dagarnar vrakað ótaldar
áheitanir um ikki at taka ein deyðadømdan
av døgum. Hesin sigur seg vera ósekan,
og tað er mangt, sum talar fyri hesum.
Tað verður vanliga sagt, at ivin eigur at
koma tí dømda til góða. Men so er ikki í
USA. So er ikki í hugaheiminum hjá møgu-
liga komandi amerikanska forsetanum,
sami maður sum skal út at fordøma Kina
fyri brot á mannarættindini.
TAÐ finnast óteljandi dømi um, at fólk eru
dømd til deyða í USA, sum hava verið
ósek ella har prógvini móti teimum ikki
hava verið nóg góð. Hvussu mong eru
ikki eisini dømini um, at politiið pentar
saman skeivt próvtilfar! Vit vita eisini, at
mong av teimum deyðadømdu hoyra til
tey sosialt veikastu í samfelagnum, og tá
USA ger alt ov lítið fyri tey veikastu, so er
staturin eisini samsekur í gongdini. Eu-
ropa eigur at standa sum ein maður og
harðliga átala deyðarevsingina í USA.
Grýlurnar vóru í góðum lag
Í gjár var tunnusláttur ymsa-
staðni kring landið, og vit
tóku eina mynd, tá børnini
í Argja skúla fór at sláa
tunnu fyrrapartin í gjár.
Har var hýrurin sera
góður, og børnini høvdu
rættiliga latið seg í grýlu-
klæði.
Grýlurnar verða sjónligar
um vikuskiftið og fyrst í
næstu viku. Nógv ymisk
tiltøk eru í dag og í morgin,
alt frá dansi til tunnusláttur.
Og mánamorgunin fer
3‘arin í SMS at taka myndir
av grýlum ókeypis.
Hesar myndir verða so
sýndar fram í 3‘aranum
mikudagin, og tá kunnu fólk
keypa myndirnar, hava tey
Soleiðis sóu tey út, tá tey fóru at sláa tunnu á Argja skúla í gjár. Mynd: Jens Kr. Vang
Landsstýrismálanevndin
heldur tað vera so mikið
álvarsamt, at løgmaður
møguliga hevur tagt upp-
lýsingar fyri Løgtinginum,
at nevndin fer at seta ein
kanningarstjóra at kanna
hesi viðurskifti.
Talan er um ein bygning
hjá einum felag, sum lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um, Finnbogi Arge, eigur í.
Bygningin, sum Fiski-
málastýrið heldur til í Yviri
við Strond í Havn, hevur
landsstýrið leigað og sett í
stand.
Átti at sagt frá
Dan R. Petersen, løgtings-
maður, hevur spurt løgmann
um kostnaðin av hesum
leigumáli.
Eftir
langa
biðitíð hevur løgmaður
svarað. Men seinni er komið
upp, at løgmaður ikki hevur
dagt frá, at landsstýrið um-
framt leiguna hevur brúkt
væl av peningi til at seta
bygningin í stand. Talan er
um sama bygning, sum
Toll- og Skattstovan flýddi
úr, tí ikki var inniverandi av
Løgmaður skal kannast
heilsuligum ávum.
Løgmaður hevur ikki sagt
Løgtinginum frá hesum um-
vælingarkostnaði, og tað
Landsstýris-
málanevndin
vil hava ein
kanningar-
stjóra at
kanna, um
løgmaður
duldi upp-
lýsingar fyri
tinginum
hug til tað.
Øll tey, sum framkalla
filmar í føstulávintsvikuni,
eru við í kappingini um eitt
Olympus myndatól.
heldur
Landsstýrismála-
nevndin, at hann átti at
gjørt.
Tí fer nevndin at royna at
fáa greiði á, um alt er farið
fram, sum lógin fyrisetur í
hesum máli.
ej