leygardagur 4. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 45 - 4. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 45 - 4. mars 2000
ç GlaÝsheyggi ¥ Box 30 ¥ FO-110 Trshavn
Tel. (+298) 31 10 17 ¥ Fax (+298) 31 10 18
E-mail: rasmussen@rasmussen.fo ¥ Http://www.rasmussen.fo
GrannskoÝarafelagiÝ
RASMUSSEN & WEIHE
Statsaut. Revisorar
An associated firm of
Kundi t hugsaÝ t¾r
at veriÝ rvalsliÝi ?
ç virki okkara eru ngvir gÝir leikarar. Men taÝ er fyrst
og fremst gj¿gnum samarbeiÝi, at vit hava skapt eitt sterkt
liÝ. N hava vit plss fyri n¿krum leikarum afturat, og vit
sknast t eftir evnarkum persnum viÝ r¾Ýi, ambitinum
og hugi at vera viÝ einum liÝi, har ngv er at gera, og har
arbeitt verÝur einum gÝum og htÝarligum umhv¿rvi.
Rasmussen & Weihe er eitt grannskoÝara- og rÝ-
gevingafelag, sum varÝ stovnaÝ 1968. Umframt at gera
lgarbundna grannskoÝan rÝgeva vit ymsum ¿kjum, t.d.
viÝvkjandi roknskapi, bkhaldi, stovnan av virkjum,
rakstrar¾tlanum, skattamlum v.m. Umframt h¿vuÝs-
skrivstovuna Trshavn hava vit eisini skrivstovuh¿li
Saltangar.
Ein tbgving hj okkum gevur eisini m¿guleikar
uttanlands. ê altjÝa h¿pi er felagiÝ limur heimsins st¿rstu
grannskoÝarafyrit¿ku PricewaterhouseCoopers, iÝ hevur
meira enn 150.000 starvsflk 150 ymsum londum, og
hetta samstarv gevur okkara starvsflkum m¿guleikar at
fa s¾r arbeiÝsroyndir uttanlands - princippinum alla-
staÝni, har PricewaterhouseCoopers er umboÝaÝ.
Sjlvandi dmar okkum best, at starvsflk, iÝ gera eitt gott
arbeiÝi, ynskja at verÝa verandi virkinum hj okkum. Men
vit mugu sanna, at ngv virki leita s¾r eftir dugnaligum
starvsflki hj okkum. Hevur t viljan og evnini til at
gj¿gnumf¿ra eina tbgving hj okkum, hevur t ivaÝ
ngvar m¿guleikar framtÝini. Hugsar t frammanundan
um vÝari tbgving tlondum, tti t kanska staÝin at
hugsa um at komiÝ liÝiÝ hj okkum.
Sjlvt um vit til¾tlaÝ gera alt fyri at varÝveita okkara gÝa
og htÝarliga arbeiÝsumhv¿rvi, m sannast, at grann-
skoÝan sjlvum s¾r er eitt lvarsml. EndamliÝ viÝ
grannskoÝan er at gera taÝ arbeiÝi, iÝ er neyÝugt fyri at
tekna upplàsingar fr einum virki til umheimin. Ein
tekning, iÝ sigur, um upplàsingarnar eru r¾ttvsandi. ê
hesum sambandi er neyÝugt at l¾ra, hvussu grannskoÝanin
skal tinnast, og hvat krevst fyri at gera eina tekning. ê
okkara arbeiÝi verÝur t eisini ofta neyÝugt at rÝgeva
innan ymisk ¿ki, og hartil krevst eisini teoretisk og
praktisk vitan. Lggvan setir str kr¿v til fakliga st¿ÝiÝ
hj einum grannskoÝara, men innanhàsis setir felag okkara
enn st¿rri kr¿v til dygdina av t arbeiÝi, iÝ gj¿rt verÝur.
Talan er eisini um str kr¿v til persnligu eginleikarnar hj
einum grannskoÝara. Hann skal m.a. vera byrgdarfullur,
ltandi, trverdur og skilja tàdningin av tagnarskylduni.
Fakliga
st¿ÝiÝ
verÝur
uppbygt
gj¿gnum
teoretiska
tbgving og starvsvenjing - sigast m t beinanvegin,
at neyÝugt er, at t sjlv(ur) tekur eitt strt tak.
Vit v¾nta at t hevur tikiÝ ella tekur students-, HF ella
HH prgv summar, og at t ert hugaÝ(ur) eini
bskaparligari tbgving. T var/er eisini millum tey
stinnastu flokkinum hj t¾r og hevur hug at sameina eina
teoretiska tbgving viÝ eina praktiska tbgving. Eisini
heldur t taÝ vera spennandi at sleppa at virka vinnu-
lvinum.
Vit bjÝa t¾r eitt l¾ruplss, har t fyrstu syftu kanst lesa
HD, samstundis sum t vinnur pening. Vit geva t¾r
m¿guleika fyri eini bskaparligari tbgving, iÝ ikki f¾st
betri F¿royum, og sum til fulnar er sama st¿Ýi sum taÝ,
iÝ verÝur bjÝaÝ aÝrastaÝni. Aftan HD hevur t fleiri
m¿guleikar. Velur t at lesa cand. merc. aud. sum full-
tÝarlesandi Danmark, kanst t fa farloyvi, og kanska
kunnu
vit
tvega
t¾r
arbeiÝi
lestrartÝini
hj
PricewaterhouseCoopers Danmark. T kanst eisini velja at
lesa cand. merc. aud. sum sjlvlesandi, samstundis sum t
arbeiÝir F¿royum. Aftan cand. merc. aud. er m¿guleiki
at gerast statsautoriseraÝur grannskoÝari. Hevur t vilja,
evni og r¾ttan hugburÝ, stuÝla vit t¾r sjlvsagt so ngv sum
gj¿rligt at fullf¿ra taÝ, sum t setur t¾r fyri.
St¿rvini skulu setast eftir summarfrtÝina r 2000, men
longu aprl mnaÝi kunnu vit gera eina setanaravtalu.
Ynskir t aÝrar upplàsingar, kanst t ringja til okkara og
seta teg samband viÝ Ole Guldborg Nielsen ella Klaus
Rasmussen.
Skrivlig umskn viÝ prgvum og ¿Ýrum upplàsingum skal
vera okkum hendi seinasta lagi ultimo mars 2000.
Sosialurin - 311820
HANS
PîL
BçRÜUR
KAYSTEN
TURID
JçKUP
Úr Løg-
tinginum
Tómur tingsalur
JOHN JOHANNESSEN
Einans 20 av teimum 32
tinglimunum vóru til 59.
tingfundin hesa tingset-
una, ið varð hildin hós-
dagin. Illveður var, og
helst eru fleiri av tingfólk-
unum ikki sloppin til
Havnar á tingfund í vána-
ligu líkindunum.
Til tingfundin vantaðu
harafturat Helena Dam á
Neystabø,
landsstýris-
kvinna, og ríkisumboðs-
kvinnan, Vibekke Larsen.
Tinglimirnir, ið ikki
vóru á fundi, vóru Eyðun
Viderø, Jógvan á Lakjuni,
Rúna Sivertsen, Ingi Ols-
en, Jógvan við Keldu,
Hans Pauli Strøm, Dan R.
Petersen, Jóannes Eides-
gaard, Alfred
Olsen,
Marjus Dam, Sámal Petur
í Grund og Hergeir Niel-
sen.
Tingfundurin varð kort-
ini hildin, sum vanligt,
hóast trý mál vórðu tikin
av dagsskránni.
Tvær fyrstu
viðgerðir
JOHN JOHANNESSEN
Umframt
atkvøðu-
greiðslu um fyrispuring
nummar 100-25/1999 til
Karsten Hansen, lands-
stýrismann, frá Jóannesi
Eidesgaard,
løgtings-
manni viðvíkjandi sokall-
aðu Demm-skipanini og
innkrevjingardeildini hjá
Tolli og Skatti, vóru tvær
fyrstu viðgerðir á skránni
fyri tingfundin hósdagin.
Tær báðar fyrstu við-
gerðirnar vóru av ting-
máli nummar 53-5/1999,
sum er grannskoðan av
almennum roknskapum,
og var tað í hesum føri
talan um roknskapin hjá
Postverki Føroya fyri
fíggjarárið 1998. Málið
varð beint beinleiðis til
aðru viðgerð.
Seinna fyrsta viðgerðin
var av tingmáli nummar
53-7/1999, sum er grann-
skoðan av almenna rokn-
skapinum hjá Gunninum
fyri vakstrarhús og grøn-
metisframleiðslu
fyri
fíggjarárið 1998. Eisini
hetta málið varð beint
beinleiðis til aðru við-
gerð.
Tingfundurin nummar
59 hesa tingsetuna var
lokin klokkan hálvgum
fimm hósdagin.
Trý mál av
dagsskránni
JOHN JOHANNESSEN
Trý mál vórðu tikin av
dagsskránni fyri ting-
fundin hósdagin. Eitt av
málunum var fyrsta við-
gerð av tingmáli nummar
55/1999, sum er uppskot
til løgtingslóg um vatnið
í Sumbiarbergholinum.
Hetta er mál, ið Finnbogi
Arge, landsstýrismaður,
legði fyri tingið 22. feb-
ruar í ár.
Ein onnur fyrsta við-
gerð varð eisini tikin av
dagsskránni. Hetta var
fyrsta viðgerð av tingmáli
nummar 61/1999, sum er
uppskot til løgtingslóg
um endurgjald til komm-
unur í sambandi við, at
sjóvegis farleiðir hjá
Strandfaraskipum Lands-
ins verða lagdar niður.
Hetta málið legði Finn-
bogi Arge, landsstýris-
maður, fyri tingið 29. feb-
ruar.
Svarið, sum Signar á
Brúnni skuldi geva Jógv-
ani á Lakjuni um summ-
arfrítíðina hjá miðnáms-
skúlunum varð eisini út-
sett.
Tingfundur var aftur í
gjár, og tá vóru øll hesi
mál á skránni.
Eingin meiriluti funnin
Nú uttanlandsnevndin er liðug við álitini í fullveldismálinum, er heilt greitt,
at hon ikki rakk nógv umrøddu breiðu semjuni
JOHN JOHANNESSEN
Hóast landsstýrið fleiri ferð-
ir hevur víst á, at breið
semja fór at finnast í uttan-
landsnevndini fyri full-
veldismálinum, eydnaðist
hetta ikki. Hetta fingu vit
heilt greitt staðfest frá uttan-
landsnevndarlimunum
í
gjár, hóast blaðið fór til
prentingar áðrenn endaligi
fundurin, ið byrjaði klokkan
trý, var liðugur.
Tað hevur nevniliga ikki
eydnast nevndini at fáa gjørt
eitt felags álit í málinum, og
heldur ikki hevur tað eydn-
ast at fáa Miðflokkin at
skriva álit saman við sam-
gonguflokkunum.
Tveir møguleika
Áðrenn seinasta fundin
seinnapartin í gjár, vóru øll
útlit fyri breiðari semju rok-
in. Tá sóðust bert tveir
møguleikar, ið hvørgin gav
breiða semju. Annar var, at
samgonguflokkarnir skriv-
aðu eitt felags álit, meðan
andstøðuflokkarnir hvør í
sínum lagi komu við einum
áliti. Hin møguleikin var, at
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin samdust
um eitt felags álit, eins og
samgonguflokkarnir, með-
an Miðflokkurin framvegis
stóð einsamallur.
Undir øllum umstøðum er
eingin av hesum møguleik-
unum grundarlag fyri breið-
ari semju, hvørki millum
teirra, ið taka undir við ætl-
anum landsstýrissins ella
teimum, ið eru ímóti ætlan-
um landsstýrisins.
Tó ikki svart hvítt
Men málið er kortini ikki
bert svart og hvítt. Tað eru
eisini flokkar, ið ynskja
broytingar í ríkisrættarligu
viðurskiftunum, um ikki á
sama hátt, sum samgongu-
flokkarnir.
Javnaðarflokkurin boðaði
á landsfundi herfyri frá, at
hann ikki tekur undir við
ætlan landsstýrisins, og tí
ikki fór at stuðla henni. Men
flokkurin hevur tó boðað
frá, at hann ynskir meira
sjálvstýri. Hann vil yvirtaka
málini, so hvør føroyingar
eru førir fyri tí, í staðin fyri
at taka yvir øll mál, eins og
landsstýrið vil.
Sambandsflokkurin vil
eisini broytingar, um ikki so
víðgongdar, sum Javnaðar-
flokkurin. Tí sita hesir báðir
flokkar í skrivandi løtu og
arbeiða við at fáa í lag eitt
álit, teir í felag kunnu leggja
fyri uttanlandsnevndina.
Miðflokkurin sigur seg
virða samráðingarrættin hjá
landsstýrinum, men hevur
kortini skrivað sítt egna álit.
Hetta heldur hann vera
skilabest, hóast flokkurin,
eins og samgongan, vil hava
broytingar í ríkisrættarligu
støðuni.
Í sambandi við, at Sam-
bandsflokkurin og Javnað-
arflokkurin hava arbeitt
saman um felags álit, hevur
Jenis av Rana ført fram, at
verður hetta veruleiki, er
breiða semjan longu funnin,
tí tá hevur Javnaðarflokk-
urin togað Sambandsflokk-
in á slálvstýrisleið.
Uppritið
almannakunngjørt
Tað eydnaðist ikki Sosial-
inum at fáa fatur í úrslitin-
um av seinna fundinum hjá
uttanlandsnevndini, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Men væntandi var, at upp-
ritið varð almannakunngjørt
eftir fundin, tá landsstýrið
hevði fingið álitini.
Uttanlandsnevndin seinkað
Landsstýrið fekk ikki, sum vætað, álitini frá uttanlandsnevndini í fullveldis-
málinum fyrrapartin í gjár
JOHN JOHANNESSEN
Seinsta fríggjadagin í farnu
viku vóru ábendingar um,
at uttanlandsnevndin fór at
gerast liðug við viðgerðina
av fullveldismálinum, og tí-
skil fór at handa landsstýr-
inum álit hendan dagin.
Fyrrapartin í gjár, eina
viku seinni, ætlaði uttan-
landsnevndin sær heilt vist
at vera liðug við álit síni, so
tey kundu handast lands-
stýrinum. Men so varð ikki.
Skuldu royna aftur
Uttanlandsnevndin væntaði
í gjár eina skjóta viðgerð,
har álitini vórðu løgd fram
fyri nevndina og síðani latin
landsstýrinum. Tí valdi for-
maður nevndarinnar, Her-
geir Nielsen, at leggja fund-
in klokkan níggju, ein tíma
áðrenn tingfundin.
Men allir flokkarnir vóru
Eyðun Viderø, Jógvan Durhuus og Hans Pauli Strøm tosa í gongini á veg av fundi í
uttanlandsnevndini. Mynd: Álvur Haraldsen
ikki lidnir við álit síni, og
tá klokkan leið móti tíggju
og tað nærkaðist til, at ting-
fundurin varð settur, varð
gjørt av at slíta fundin og
síðani møtast aftur klokkan
trý seinnapartin.
Seinasti fundurin
Tá Sosialurin prátaði við
Hergeir Nielsen, formann í
uttanlandsnevndini, beint
eftir
uttanlandsnevndar-
fundin fyrrapartin í gjár,
segði hann seg vera rímiliga
vísan í, at fundurin seinna-
partin fór at verða tann sein-
asti áðrenn álit verða løgd
fram.
Hergeir Nielsen vísti
kortini á, at hann ikki kundi
vissa um, at álit fóru at
verða løgd fram efir hendan
fundin. Men so var tað tí at
okkurt serligt fór at vera á
skránni.
– Frá mínari síðu er málið
heilt avgjørt avgreitt seinna-
partin, segði Hergeir Niel-
sen eftir fundin fyrrapartin
í gjár.
Kristina
Samuelsen,
skrivari í
uttan-
lands-
nevndini,
og Heir-
geir Niel-
sen, for-
maður.
Mynd:
Álvur
Haraldsen