leygardagur 4. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 45 - 4. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 45 - 4. mars 2000
stephanssons hús tlf. 314291
Sum dagrøktari í Tórshavnar kommunu fært tú eitt sera sjálvstøðugt og fjølbroytt starv. Starvið er væl
lønt og krevur ein professionellan hugburð til barnauppaling. Frá kommununi fært tú fakligan stuðul,
skeið, ráðgeving frá økispedagogum, atgongd til spælistovur, fimleikahallir, svimjihyl og bókasavn.
DAGRØKTARAR
TIL TÓRSHAVNAR KOMMUNU
TÚ SKALT VERA VAKSIN, MEN EISINI BARN
AT VERA DAGRØKTARI
Er eitt væl lønt starv, ið krevur ein professionellan hugburð til
barnauppaling.
· Tú skalt geva børnunum umsorgan og tryggleika í heimligum
umhvørvi.
· Tú skalt menna tey á øllum økjum.
· Tú skalt læra tey at gerast sjálvstøðug.
FØRLEIKAR
Krøvini til dagrøktarar eru m.a.:
· Tú skalt møta barninum á tess støði
· Tú skalt vera vaksin, men eisini barn
· Tú skalt vera góð/ur við børnini
· Tú skalt hava góð samstarvsevni
· Tú skalt vera skapandi og duga at finna uppá
· Tú skalt vera sjálvstøðug og sjálv leggja dagin til rættis
Fyri at kunna hava børn í dagrøkt er tað neyðugt, at hølini, har
børnini verða ansað, eru egnað, og at møguleikar eru til
uttandura virksemi.
TÓRSHAVNAR KOMMUNA BJÓÐAR:
Sum dagrøktari í Tórshavnar kommunu fært tú eitt sera
sjálvstøðugt og fjølbroytt starv og hollan stuðul frá kommunalu
skipanini.
TÚ FÆRT:
· fakligan stuðul og ráðgeving frá økispedagogum
· grundskeið ætlað dagrøktarum
· samstarvsbólkar, har dagrøktarar hittast
· atgongd til spælistovur, fimleikahallir, svimjihyl og bókasavn
LØNARVIÐURSKIFTI
Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála við Tórshavnar
Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag. Í løtuni er lønin um
dagin fyri hvørt barnið undir 3 ár kr. 160,29 , og barnið yvir 3 ár
kr. 128,23. Ein triðingur av lønini verður roknaður sum
útreiðslur í sambandi við dagrøktina, og er tí skattafríur.
FYRISPURNINGAR OG UMSÓKNIR
Hevur tú spurningar ella ert í iva um eitthvørt viðvíkjandi
starvinum, ert tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. 31 51 60
lokal 223. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu
sendast til:
Tórshavnar kommuna
Dagrøktarskrivstovan
Brynhild Mohr Joensen, leiðara
Kirkjuvegur 1
100 Tórshavn
Býráðið í Fuglafirði til arbeiðis. Frá vinstru sæst Sigurð S. Simonsen, Sigfríður Vørðhamar og aftanfyri hann situr
Martin Simonsen, Jákup Frantz Larsen, býráðsskrivari, Hallbjørg Hansen, býráðsformaður, Dánjal Vang, næst-
formaður, Torfríður Abrahamsen, John Heri Joensen og Símun Abrahamsen.
Skúli, læknamið-
støð og havnaøki
Fuglafjarðar Býráð avgjørdi á fundi týskvøldið at fara undir útbyggingina av
skúlanum og at fara undir at gera nýggj læknahølir alt fyri eitt. Harafturímóti
var ikki tikin endalig støða til kommunuskuldina
SVEINUR TRÓNDARSON
Fuglafjarðar Býráð hevði
fund túskvøldið og ikki
færri enn 12 mál vóru á
skránni.
Flestu teirra høvdu við
havnaøkið at gera, men
onnur stórmál, eitt nú um
skúlan og um nýggj lækna-
høli vóru eisini avgreidd.
Skúlin og læknahølini
Nógvu málini um havna-
økið og Havsbrún góvu
greiðar ábendingar um, at
tað nógva virksemið á
Havsbrún er nakað, sum
gevur nógv av sær til
kommunukassan, og at
kommunan hevur eitt gott
samstarv við stóra ídnað-
arvirkið.
Á fundinum kom eisini
fram, at íløgumarkið, sum
er ásett av fíggjarmálastýri-
num ikki er fallið í góða
jørð í Fuglafirði, tí fleiri av
neyðugu íløgunum í býnum
eru settar á bíðilista, meðan
aðrar verða gjørdar yvir
raksturin ístaðin.
Býráðið hevur kortini
staðfest, at tað ikki nyttar at
ganga ímóti rætningslinj-
unum, sum Fíggjarmála-
stýrið hevur sett, og hevur
tí valt at fylgja teimum.
Skúlaútbyggingin
var
sum nevnt á skránni og bý-
ráðið samtykti, at fara undir
at útbyggja skúlan. Aðra-
staðni á síðuni er greitt
meira nágreiniliga frá við-
gerðini av tí málinum.
Tað sama er galdandi við-
víkjandi nýggju læknahøl-
unum, sum býráðið eisini
samtykti at fara undir eftir
nakað av or-adrátti millum
andstøðu og samgongu.
Júst hetta mál er nær tengt
at íløguloftinum, sum Fugl-
afjarðar Kommuna hevur
fingið, tí nýggja læknamið-
støðin var á íløguskránni
fyri veradi fíggjarár.
Kommunuskuldin
Eins og hinar kommunurnar
í landinum er Fuglafjarðar
kommuna tyngd av skuld
um enn tað ikki er av tí ring-
asta.
Uppskotið um felags-
loysn av kommunuskuldini
var eisini viðgjørt á fund-
inum týskvøldið, men av tí,
at nýggjar upplýsingar eru
komnar frá løgmanni í tí
málinum, valdi býráðið at
senda tað málið aftur í fíggj-
ÓLAVUR Í BEITI
Í farnu viku legði Kristian
Magnussen vegna Javnað-
arflokkurin uppskot fram,
tí mett verður, at neyðugt
er at gera ymsar broyting-
ar í lógini um viðbót til
ávísar pensjónistar.
Í viðmerkingunum til
uppskotið, sigur Kristian
Magnussen, at lógin var
upprunaliga ætlað sum ein
viðbót til teir pensjónistar,
ið lítið og einki annað
hava enn pensjónina at
liva av. Hetta er enn enda-
málið. Lógin ásetir, at ávís
upphædd, ið verður ásett í
kunngerð, verður útgoldin
3 ferðir um árið. Uppruna-
liga var upphæddin ætlað
sum stuðul til útreiðslur av
brenniolju og seinni eisini
til útreiðslur til útvarps- og
sjónvarpsgjald.
– Seinastu 2 árini er
upphæddin á fíggjarlógini
ikki hækkað, hóast út-
reiðslurnar til olju og sjón-
varps- og útvarpsgjald eru
hækkaðar. Útvarps- og
sjónvarpsgjøldini
eru
hækkað kr. 115,- í ár, og
oljuprísurin er hækkaður
munandi síðan t.d. somu
tíð í fjør.
Ikki nøktandi
Og víðari sigur Kristian
Magnussen, at galdandi
skipan at upphæddin verð-
Tilvildin má
ikki ráða
Galdandi skipan ikki nøktandi, sig-
ur Kristian Magnussen, sum vegna
Javnaðarflokkin hevur lagt uppskot
fram um viðbót til pensjónistar
ur ásett í kunngerð, er ikki
nøktandi, tá upphæddin á
fíggjarlógini ikki verður
dagførd samsvarandi øktu
útreiðslunum, ið viðbótin
er ætlað sum endurgjald
fyri.
– Verður lógin ikki
broytt, og/ella hægri játtan
sett á fíggjarlógina, so
verða avleiðingarnar, at
upphæddin til hvønn ein-
stakan gerst minni, tí tað
gerast fleiri pensjónistar,
ið eru fevndir av lógi-
ni.Við øðrum orðum skulu
fleiri til at býta eina upp-
hædd, ið hvørki verður
javnað ella hækkað.
–
Javnaðarflokkurin
metir ikki, at vit framhald-
andi kunnu lata tilvildina
ráða í hesum máli, og
skjýtur tí upp, at viðbótin
verður sett inn í lógina, og
at
upphæddin
verður
hækkað soleiðis, at hon
samanlagt
verður
kr.
5.100,- fyri inniverandi ár.
Hetta er ein hækking uppá
kr. 1.713,- til hvønn av
teimum 3.829 pensjónist-
unum, ið væntandi verða
fevndir av lógini í ár.
Og mett verður, at
kostnaðurin av hækking-
ini verður 6,559 mió. kr. í
ár 2000. Henda upphædd
verður at seta á fíggjarløg-
tingslógina fyri ár 2000,
sigur Kristian Magnussen.
Kristian Magnussen mælir til, at pensjónistar fáa meira
pengar
arnevndina.
Kortini fekst ein greið
mynd av, at býráðið sum
støðan er nú, ikki er sinnað
at taka undir við eini felags
loysn.
Serliga tað, at Tórshavnar
Kommuna hevur valt ikki at
vera við, hevur sína ávirk-
an á støðuna hjá kommu-
nuni, men eisini vitanin um,
at aðrar kommunur, sum eru
í líknandi støðu, sum Fugla-
fjarðar Kommuna er, hava
fingið ábendingar um eina
rímuliga fígging, hevur á-
virkan á støðuna hjá býráð-
num.
Sum sagt, er eingin støða
tikin til hetta málið enn, og
eftir tí, sum vit hava frætt,
kemur tað fyri á býráðs-
fundi aftur í marts mánaði.
Eivør og Hjarnar
til grýludans
Árligi grýludansurin verður
í ítróttarhøllini á Kambsdali
í kvøld.
Høvuðsnavnið á kvøldi-
num er Hjarnar, sum hava
spælt til hendan dansin
hvørja ferð, hann hevur ver-
ið seinastu nýggju árini.
Saman við Hjarnar fer
eisini Eivør Pálsdóttir at
syngja og spæla.
Harafturat verður ymiskt
annað á skránni. Mótashow
við undirklæðum, Dirty
Dancing, føroyskir Chipp-
endales
og
rock‘n‘roll
dansishow.
Fólk hava høvi at fara í
grýluklæði, tí best klædda
grýlan vinnur eina uttan-
landsferð fyri tvey. Numm-
ar tvey og trý fáa eisini virð-
isløn.
Tað er Kom og Dansa,
sum skipar fyri.
ek