Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 45 - 4. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 45 - 4. mars 2000 Nostalgi í moll: Veðurfastur JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Eg liggi veðurfastur norðuri í Oyndarfirði. Alt samfelagið liggur lamið. Kavaflykrurnar dala so spakuliga beint niður uttanfyri vindeygað. Heitt er innanfyri og stórir dropar hanga á rútinum uttanfyri, teir vita ikki rættuliga hvönn veg teir skulu fara og verða tí hangandi. Eystur- ættin er so góð í Oyndar- firði, vit kunnu slett ikki tosa við og allíkavæl, so er ódn kring landið. Her er stilli. Meðan hann meldar 30 á Akrabyrgi, so siti eg heitur og fjálgur við telduna her norðuri og sleppið nökr- um tonkum soleiðis hissini aftur og fram millum fingr- arnar. Posturin er ikki kom- in fram og vit hoyra Elis hugna bygdakonum í út- varpinum. Niðri í kökinum er farið at reka í dögurða- pottinum. Eg havi júst skrædlað góðan, eitt sindur harðan, ræstan fisk. Hendan skulu vit eta til dögurða í dag og bæði spik og garna- tálgasmelt afturvið. Uttanfyri er alt hvítt, heilt oman í fjörðuna. Kavin hev- ur lagt seg í hvörja veit, om- an á hvönn stein og seyður- in gongur illa hýrdur og roynir at skava. Niðri í kirkjugarðinum, beint nið- anfyri her eg sitið, er alt undirkavað, ja sjálvt tær seinastu gravirnar, tær tríggjar, sum eru grivnar í ár eru klæddar við kava. Tær eru eitt sindur prúðari enn hinar, tí enn liggja kransarnir. Um nakran vikur, so líkjast tær eisini hinum gravunum í kirkju- garðinum, mettaður við minnum um tey farnu. Vit hava júst sagt farvæl í okk- ara familju og tankarnir eru ofta har niðri í kirkjugarð- inum. Men tann farni skumpar teir dúgliga niðanaftur, tí sum hann sjálvur plagdi at taka til: Tey deyðu eru einki at dyrka. Eg havi verið nakr- ar dagar aftur í heimbygd- ini. Og allíkavæl, so var eg um at vera tikin av fótum í morgun, tá mamma segði, at nú lá eg veðurfastur í Oyndarfirði. Eg skuldi til Havnar í dag. Tannlæknin bíðaði ótolin og stöða skuldi takast til kök, gólvbelægn- ing og annað, sum einaferð fer at standa uppi í einum í dag undirkavaðum grund- stykki inni á Götu í Havn. Nútíðar menniskjan hevur ikki so lætt við at lata veður og vind sær ráða. Vit hava eina dagliga ferðaætlan og hon skal helst fylgjast. Men hóast tað, so er tað deiligt, at okkara ætlanir ikki altíð halda og vit verða noydd at geva okkum undir; geva okkum frið og hugsa. Eg liggi veðurfastur í Oynd- arfirði. Nú er rasti fiskurin niður um farin. Rákin av spiki hevur hug at vitja aftur og tann sterki kaffimuðurin saman við smákökunum var ikki nóg mikið til at köva smakkin av hesum góða dögurða. Eg dusi mær í reinari vælveru. Mamma, fastir úr Esbjerg og tann all- ar yngsti í familjuni, Niklas, fáa sær dögurðaslang. Utt- anfyri fer ein dagröktar- mamma við nökrum börn- um heimeftir. Tað eina sitir á eini plastiksleðu og hitt sökkur djúpt í kavanum. Dagröktarmamman er tolin, tá börnini vilja annan veg enn vegurin vísir. Og eg komi at hugsa um hvussu frástöðan broytist í lívinum, so hvört sum vit eldast. Tá eg var smádrongur var tað ögiliga langt úr gomlu bygdini og niðan til okkum. Tað var so langt, at tú fór ikki av egnum vilja aftur til hús at fáa tær ein bita, gekk leikurin fyri seg niðri í bygdini. Nei, teir dagarnar kom breyðbitin frá ommu ella úr onkrum öðrum húsi, sum vit vóru serliga væl við. Tá eg hyggi út aftur nú mill- um flykrurnar, so er fráleik- in púrt einki. Tað er sum bygdin er komin niðan til okkum, ella vit oman. Og tey flestu húsini niðri í bygdini eru tóm, ella býr bert okkurt einstakt menn- iskja í teimum. Tað sær eitt sindur óhugnaligt út og eg gerist eitt sindur keddur. Men hinvegin, so eru nýggir býlingar komnir og haðan streymar ljósið úr um kvöldarnar og barnagangur hoyrist um dagarnar. Í teim nýggju býlingunum er so sprellandi fult av lívi og nýggir oyndfirðingar eru á veg. Hann er framvegis eystan í ættini og hon er so góð hjá okkum. Nú kavar rættuliga av grimd. Flóð er, kanska tað fer at slíta í tá tað fer at fjara. Aldurnar bróta spakuliga um steinarnar niðri í fjöruni, ein leikur, sum hevur hildið fram síðan tíðarinnar morgun. Síðan ísurin slepti bygdini fyri so ögiliga mongum túsund árum síðan. Langt áðrenn nakrar oyndfirðingur var til og langt áðrenn menniskjan á europæiska meginlandinum fór at taka seg norðureftir, fyrst til norðurlond og síðan vestur í hav heilt vestur til okkum í Föroyum. Tað kavar av og á og í dag kavar nógv, men tað fer ongantíð at kava so nógv sum fyrr í tíðini. Tað vita vit og vit kunnu eins væl geva upp at droyma um slík- an kava sum fyrr. Eitt nú í 1947. Tá sást valla skor- steinur í Oyndarfirði og teir sum fortaldu mær frá hesum stórkava liggja allir niðri í kirkjugarðinum, beint nið- anfyri hjá okkum. Teir siga ikki meir frá sögum og minni um teir fúnar sum ár- ini ganga. Kavin slapp at vaksa ímíni barnasál og at enda fjaldi hann næstan högu fjallatindarnar kring okkum. So gevst bara, hvör eysturætt tú enn er, ja, sjálv- asti hvassilandnyrðingur, tú hevur ongan kjans móti 47. Og júst sum eg havi nevnt landnyrðing, so gekk hann upp í landnyrðing. Vindur hoyrist á húsunum. Hann tekur í tekjuna. Ferð er komin á flykrurnar. Ein kráka sveimar yvir kirkju- garðinum og ein likkar sveimar yvir ánni. Hon er högt uppi, kanska finnir hon okkurt til matna. Landnyrðingur var ættin hin tiltikna dagin, tá Gutt- ormur í Múla setti upp í Oyndarfirði. Tá fórust 50 bátar á Norðhavinum. Tað hevur helst verið um hesa tíðina í várróðrinum. Tá hann kom inn um Stongina, norðasti landendin á Oynd- arfirði, segði hann »Nú lívir gamalt grót» Eg hyggi norður á Stong- ina og hóast alt er í einum roki av kava, so er slætt inni við. Eg skilji lættan í sinni Guttorms, hann dugdi meir enn at mæta sær, men veður Oyndfirðingar frammi undir Skarði eftir seyði í seinasta stórkavanum í bygdini fyri tveimun árum síðan, sum sjálvsagt als ikki kann metast saman við tann í 1947, hóast hann var stórur. Mynd: Jón Ingi Ejdesgaard og vindur má sær ráða. Hann lá mettur og veður- fastur í Oyndarfirði, meðan tey í Múla óttaðust hansara lagnu. Í gjárkvöldið fóru nógvir útróðrarbátar norður gjög- num Djúpini. Tað var so hugaligt at síggja. Teir komu undan har suðuri á Boðunum og hvurvu lötu seinni norður um Stongina. Tað vóru línubátar úr Klaks- vík. Klaksvíkingar eru teir bestu við línuni í landinum, ongin ivi um tað,lat so Pól eiga oljuna, sum teir plaga at taka til. Teir fáa ein keði- ligan túr inn aftur í váta- kavanum, men í mun til Guttorm, so fáa teir boð frá sær. Nú ringdi telefonin, tað var ein vinmaður, sum sat og keddi seg í SMS við pannu- kökum, kaffi og fartelefon. Alt var betri fyrr og vit hava hug at gykla fyri okkum um lovaðu barnaárini, tá bygdin varð landið við mjólk og hunangi og ongin trupul- leikar av týdningi slöddust um okkara leiðir. Onkuntíð havi eg hugsað mær, at tá eg einaferð standi frammanfyri Sankta Pæturi, so fer hann at vísa mær ein film um hvussu lív mítt var á jörðini. Ein film, ið vísti alt, mínar góðu gerðir, mín- ar góðu tankar, mínar beistagerðir og hvussu er royndist sum gavstrikkur. Alt fór at koma fram á hend- an himmalska videofilm og eg fór sum eygleiðari at sita og fegnast, rodna og kanska gerast foyur til tíðir. Alt fór at verða nevnt í hesum lívs- langa filmi, tær stóru veiðu- ferðirnar sum smádrongur, tey sötu og pínufullu for- elskilsini, tær góðu og tær miseydnaðu royndirnar sum skribentur. Mínir sigrar og táravættu löturnar, tá tap var í hendi. Og í gjár slapp eg at síggja nakað, sum minti nógv um hendan hugsaða himmalska film, við mær sjálvum sum hövuðsleikara og Sankta Pæturi sum leik- stjóra. Eg var og vitjaði eina skyldkonu og mann henn- ara. Vit hava verið vinir tað eg kann minnast. Maðurin var raskur at taka film í seksti árunum og fyrst í sjeyti árunum og hesir film- ar eru nú savnaðir í ein videofilm. Vit settu okkum væl fyri í hugnaligu stovuni og knappliga vóru vit 30 ár aft- ur í tíðini. Vit eru á fjalli í Ongahaganum. Og har vóru teir allir. Esmar, John, Elias Karl, hesir menn sum ríkað- ur míni barnaár, spilllivandi og sveittir. Sóu teir virku- liga soleiðis út. Eg haldi, at minni hevur fríðkað teir munandi, men líka fittir vóru teir á at líta. Hetta var í várgongu og lítla lötu seinni vóru vit komnir í rætt í Prósthaganum norður í Fjalli. Har stóð omma og lenaði seg at rættini við sín- um fitta snýði og Hjalmar sum prátaði við hana.. Poul Martin roytti ein seyð við felliknívi. Sóu tey virkuliga soleiðis út tá. Og bygdin vaks aftur, fráleikin gjördist tann sami sum í barnaárunum, tí hetta vóru barnamyndir. Og vit komu oman í tún. Har gekk Ella á Breyt, so klön og nett og elligomul og smílandi. Og bróðurdótt- irin hjá henni Jona í Stórustovu stóð so dámlig við síðuna av. Hon plagdi næstan at umbera gomlu fastrina, at hon ikki slapp higani. Hon plagdi at taka til: Moldin rópar eftir henni, men Várharra vil ikki hava hana enn. Og við síð- una av Jonu gekk maðurin Petur Klein, forelskaður við einun stórum smíli og sjarmeraði seg frammanfyri myndamanninum. Hetta vóru öll fólk, sum ríkaðu míni barnaár og sum eg minnist við einum stórum smíli. Og Petur Klein barav öllum. Hann var barnavin- urin stóri, sum eg og mínir javnlíkar bera so góð og heit minnir um. Sóu tey virku- liga soleiðis út. Og so vóru vit í dansi- stovuni. Har var dansur og tey svingaðu, so tað jassaði eftir í. Eg var júst ov lítil til at vera komin upp í part. Dansistovan mátti vikja fyri einum vegi, men hugnin í henni er goymdur í hesum filmi. Og vóru vit knappliga í einum silvurbrúdleypi norðuri í Langagarði. Væl- settir oyndfirðingar í góðum lag. Og oyndfirðingar á veg við Váðakletti til Gjáar at síggja nýggja minnisvarðan. Okkara biskupur gekk í heimbygdini í kjóla. At enda legði Polaris av niðri á kajini. Sá hann virkuliga soleiðis út, eg helt hann verða nógv stórbærari, tá eg var smádrongur. Kunnu vit í heilatikið trygt líta á okk- ara minni. Eg eri veðurfastur í Oynd- arfirði. Hann er framvegis landnyrðingur og kavarokið heldur fram. Seyðurin ger lítið um seg í dag. Skav- ingin er bara viðfáningur, hann veit sum er, at um eina lötu, so fær hann bæði hoyggj og kraftfóður frá mínum bygdarmonnum. Krákan hevur sett seg, hon gongur og hoppar nirði á bakkanum oman móti áardalinum. Likkan sveimar framvegis í kavarokinum, hon hevur ikki mist vónina um okkurt til matna í dag. Men eru farnir út eftir seyði í gamlari föroyskari svartari hettu, termodrakt, litríkum styvlum við re- fleksi og telefon í brósta- lummanum. Vátakavin klakar á teim- um har ættin stendur á. Hús- ið er vaknað aftur. Útvarpið avlýsir og avlýsir og nú varð eisini ein jatzykapping í Parkinsonfelagnum avlýst. Ja, Ja, hatta var einki annað enn ein vits. Blívi nú ikki fornermaði. Spurningurin um hví allir teir allar minstu menninir á Strondum hava Höj til eftirnavn stendur enn ósvaraður. Tað kavar og kavar og kavar. Nú fari eg aftur út at vitja fólk. Eg havi tað veld- igt og stórtrívist í öllum blíðskapinum. Tey roykja á Norðís Á flakavirkinum Norðís á Eiði eru tey farin undir eina nýggja framleiðslu. Tey roykja hýsu, sum skal seljast til Bretlands EDVARD JOENSEN Á flakavirkinum Norðís á Eiði eru tey farin undir at roykja hýsu, sum skal selj- ast til Bretlands. Jóhan Páll Joensen, stjóri á Norðís, sigur, at tey hava gjørt eina íløgu, sum liggur einastaðni millum eina og tvær milliónir krónur í út- gerð til roykivirkið. Jóhan Páll Joensen sigur, at tað sær út til at rigga væl. Royndirnar, sum avskipaðar eru, hava verið í lagi, sigur hann. Jóhan Páll Joensen held- ur, at tá farið verður í gongd av álvara, eiga tey at fara at klára at roykja eini tvey til trý tons dagliga. Hann sigur, at tey eisini umhugsa at roykja aðrar vørur enn hýsufløk. Eitt nú upsa. Marknaður er fyri royktum upsa í eitt nú Frak- landi og Írlandi. Tað er eitt sindur linligt við arbeiði beint nú, sigur stjórin á Norðís. Tað er lítið av hýsu at fáa. Men annars letur hann væl at. Arbeiðið hevur verið rættiliga støð- ugt til eini 50 fólk. Og tað hevur gingið hampiliga væl. Í fjør leyp av, sigur Jóhan Páll Joensen stjóri á Norðís. Á Norðís hava tey lagt seg eftir at arbeiða hýsu mest- sum burturav. Av tí sama verður lítið gjørt við útróðrarfiskin, nú várróður- in fer at nærkast. Men enn er lítil og eingin útróður verður sagt av Eiði. Onkur hendinga bátur er komin til Eiðis at liggja, men tað hevur viðrað illa seinastu dagarnar, so har gerst einki, frættist av Eiði. Á flakavirkinum Norðís á Eiði eru tey farin undir at roykja hýsufløk til bretska marknaðin. -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 TOYOTA CAMRY 2,2 GL Skrás.: 02-04-98 Km.: 24.000 Prísur: 218.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,6 Xli H/B Skrás.: 31-10-96 Km.: 35.000 Prísur: 108.600,- Garanti* TOYOTA YARIS 1,0 SOL H/B Skrás.: 10-08-99 Km.: 8.500 Prísur: 122.600,- Garanti** FORD MONDEO 1,8 Skrás.: 07-05-97 Km.: 12.000 Prísur: 149.600,- Garanti* FIAT PUNTO 60 S Skrás.: 30-01-97 Km.: 42.000 Prísur: 79.600,- Garanti* FORD FIESTA 1,3 Skrás.: 29-04-96 Km.: 104.000 Prísur: 66.600,- TOYOTA CAMRY 2,2 XL Skrás.: 21-12-91 Km.: 80.000 Prísur: 98.600,- Garanti* TOYOTA AVENSIS 2,0 SOLPLUS Skrás.: 23-12-98 Km.: 15.000 Prísur: 208.600,- Garanti** TOYOTA CARINA 1,8 Gli Skrás.: 26-03-96 Km.: 58.000 Prísur: 129.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 GL Skrás.: 01-11-89 Km.: 154.000 Prísur: 49.600,- Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato Sosialurin - 311820 Sýnaður 04-98 Sýnaður 02-00 Sýnaður 08-99 Sýnaður 10-98 Sýnaður 12-98 Sýnaður 10-98 Sýnaður 02-96 Sýnaður 04-96 Sýnaður 10-96 Sýnaður 03-96 NISSAN MAXIMA 3,0 AUT. GEAR Skrás.: 15-12-87 Km.: 135.000 Prísur: 69.600,- MITSUBISHI PAJERO VAN Skrás.: 05-10-95 Km.: 85.000 Prísur: 138.600,- TOYOTA COROLLA 1,6 H/B GINZA Skrás.: 03-04-96 Km.: 34.000 Prísur: 112.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 SEDAN Skrás.: 12-02-96 Km.: 16.000 Prísur: 97.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 Xli H/B Skrás.: 10-05-90 Km.: 105.000 Prísur: 52.600,- Sýnaður 12-99 Sýnaður 01-97 Sýnaður 04-96 Sýnaður 05-97 Sýnaður 10-99 TOYOTA HIACE 10 PERS. BUSSUR Skrás.: 16-06-95 Km.: 160.000 Prísur:138.600,- Garanti* Sýnaður 06-99 SKAL SÝNAST! Sýnaður 12-98 Støkkið inn á gólvið! AVHEINTINGARTILBOÐ VØRUVOGNUR MITSUBISHI GALANT T DIESEL Skrás.: 25-08-89 Km.: 287.000 Prísur: 15.000,- HONDA CIVIC 1,5 Skrás.: 01-06-86 Km.: 175.000 Prísur: 12.000,- Støkkið inn á gólvið!