Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mars 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 45 - 4. mars 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 45 - 4. mars 2000 Útgjald úr Gramex-grunninum Heit verður á øll, ið framleiða føroyskar plátur, bond og ljóm- fløgur, um at senda skjalprógvað tilfar um, hvussu nógvar eindir av LP/MC/CD hvør einstakur fram- leiðari ella virki hevur framleitt í tíðarskeiðnum 01.04.99 til 31.12.99. Upplýsingarnar kunnu vera váttan frá veitaranum um, hvussu nógvar eindir av hvørjum verki eru gjørdar. Avrit av fakturum yvir eindirnar kunnu eisini góðtakast. Framleiðslufelagið • Postboks 1057 • FO-110 Tórshavn Mannagongdin er síðani, at allar eindirnar verða taldar saman í stigum, ið so verða nýtt, tá samlaða upphæddin frá GRAMEX skal býtast. Sjálv útgjaldingin verður í mars 2000. 1. Váttan frá grannskoðara um framleiddar eindir 2. Avrit av faktura 3. Váttan frá studio um tal av eindum ella tvítøkum Minnist til hesar váttanir: GRAMEX Alt tilfar skal sendast til: Seinasta freist fyri innlating er 1. mars 2000 Eru ivamál hesum viðvíkjandi, Kunnu tit ringja til: Kristian Blak, Tutl Tel. 31 48 15, fax 31 48 25 Gissur Patursson, 3-arin Tel. 31 98 20, fax 31 49 55 Hans Pauli Torgarð, H.C.W Tel. 31 45 04, fax 31 89 43 Falkavegur 6 - FO 110 Tórshavn Tel. 314600 - Fax 314601 Teldupostur: sk@post.olivant.fo ANNARS NÓGV GÓÐ TILBOÐ Umfatar allar útsøluvørur: Einans kontant. Vørurnar verður ikki avlagdar, umbýttar ella afturtiknar HAFA KONTRAST Breidd: 90 cm. v/marmorvaski Hvítt Fyrr 4.162,00 NÚ 2.996,- HAFA KONTRAST Breidd: 90 cm. v/marmorvaski Hvítt Fyrr 5.396,75 NÚ 3.865,- IFÖ LITAÐ BAÐIKAR Fyrr 4.118,75 NÚ 499,- VENTILATORAR TIL BAÐIRÚMIÐ Fyrr 1.225,- NÚ 499,- MARMORVØSK ym. støddir Fyrr 3.112,50 NÚ 499,- HAFA KONTRAST Breidd: 90 cm. v/marmorvaski Hvítt Fyrr 5.959,50 NÚ 4.290,- Nr. 3 Nr. 4 Nr. 5 HAFA KONTRAST BAÐIRÚMSMØBLAR ÚTSØLAN HELDUR FRAM ÚTSØLAN HELDUR FRAM Sosialurin - 311820 - enn meiri niðursett IFÖ LITAÐ HONDVØSK Fyrr 862,50 NÚ 100,- IFÖ LITAÐIR BRÚSUBAKKAR Stødd 90x90 cm. og 80x80 cm. Fyrr 3.775,- NÚ 499,- GUSTAVBERG BRÚSUVEGGIR Stødd 90x90 cm. Fyrr 4.812,50 NÚ 1.999,- IFÖ LITAÐIR BIDÉ-KRANAR Frá 99,- Sosialurin - 311820 Tr—ndarg¿ta 23 ¥ Tel. 311705 Útsølan byrjar mánadagin 6. mars kl. 09.00 Í dag er stongt! ÚTSØLA ÚTSØLA ÚTSØLA – Tað eigur at bera til at fáa ein stóran meiriluta fyri broytingun- um, sum ætlanin er at gera í ríkis- rættarligu støð- uni, heldur for- maður Starvs- mannafelagsins ÁKI BERTHOLDSEN –Ístaðin fyri persónligt og politiskt kegl, er tað tað ógvuliga umráðandi, at pol- itikarar tosa saman og royna at finna rætta felagsstevið. Tað heldur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Og tað, hann sipar til, er fullveldismálið. Eins og hjá flest øllum øðrum, hevur fullveldismál- ið stóran áhuga hjá fakfel- øgunum, eisini Starvs- mannafelagnum, sum fylgir gongdini gjølla. Í Sosialinum mikudagin greiddi Gunnleivur Dals- garð frá, at eftir hansara tykki var enn alt ov lítið komið fram um, hvat tær ætlaðu broytingarnar í ríkis- rættarligu støðuni heilt í- tøkiliga bóru í sær, og fyrr- enn tað varð greitt, bar held- ur ikki til at taka støðu til málið. Men samstundis gjørdi hann eisini púra greitt, at Starvsmannafelagið fer ikki at góðtaka, at tær borgarligu kreftirnar brúka fullveldis- málið sum skálkaskjól fyri at styrkja seg politiskt, so at tær fáa slúsa øll tey al- mennu samfelagsvirðini yvir á privatar hendur, so at tað samhaldsfasta samfel- agið syndrast. Og hann helt, at tað var nógv, sum bendi á, at tað var júst hetta, sum var í ferð við at henda. Tað, hann hugsar um, er alt tosið um privatisering og útlisitering, sum er so nógv uppi í tíðini og tað fer sjálv- Breið semja hevur stóran tydning fyri fullveldismálið andi at raka limirnar í Starvsmannafelagnum hart. Breiður meiriluti hevur alstóran týdning Men hevur Starvsmannafel- agið onga ítøkiliga meining um fullveldismálið enn, so hevur felagið eina greiða áskoðan um ymiskt, sum hongur uppí í tí. Eitt nú um fólkaatkvøð- una, sum vera skal um tær broytingar, sum skulu ger- ast. Tá ið úrslitið av samráð- ingunum við donsku stjórn- ina kemur til fólksins dóm, hava ymsar meiningar verið um, hvussu stórur meiriluti skal verða fyri eini broyting, áðrenn hon kann gjøgnum- førast. Landsstýrið hevur alla tíðina ført fram, at bara yvir 50% av atkvøðunum eru fyri, er málið avgjørt. Hin- vegin hava onnur ført fram, at tað er neyðugt við einum stórum meiriluta fyri at vissa, at málið veruliga hev- ur undirtøku hjá fólki yvir- høvur. – Tað er púra greitt, at skulu grundleggjandi broytingar gerast í okkara ríkisrættarligu støðu, er tað av alstórum týdningi, at meirilutin fyri hesum broytingum er so stórur sum gjørligt – bæði í løgtinginum, og í fólkin- um, sigur Gunnleivur Dalsgarð Og tað heldur Starvs- mannafelagið eisini. – Vit mugu halda fast um ta grundreglu, at ein meiri- luti er ein meiriluti. Og tað er vandamikið at pilka við hesa grundregluni og at á- seta onnur krøv til, hvussu stórur ein meirluti skal vera, fyri at eitt mál skal verða samtykt, sigur Gunnleivur Dalsgarð. – Men hinvegin eigur tað at vera púra greitt, at skal ein grundleggjandi broyting gerast í okkara ríkisrættar- ligu støðu, er tað av alstór- um týdningi fyri arbeiðs- lagið framyvir, at meiriluin fyri hesum broytingum er so stórur sum gjørligt – bæði í løgtinginum, og í fólkinum, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Gevist at geglast Formaðurin í Starvsmanna- felagnum leggur afturat, at tað eigur at bera til at finna eina breiða semju, tá ið flest allir partar siga seg vera sinnaðar fyri eini broyting. – Men tíverri hevur orða- skiftið ímillum teir politisku flokkarnar higartil verið alt ov nógv merkt av vanligum persónligum og politiskum kegli og briksli og parta- politiskum markeringum. Hann heldur, at í álvars- málum, sum hesum, hevði tað verið meiri umráðandi at politikarar settu seg niður og funnu rætta, felagsstev- ið. – Tað hevði í síðsta enda gagna okkum øllum , og tað má vera endamálið við broytingunum í ríkisfelags- skapinum, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Starvsmannafelagið: Sosialurin HAR TA‹ HENDIR