Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mars 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 45 - 4. mars 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 45 - 4. mars 2000 Ein ullint søga - Onkur vil vera við, at hetta er ein ullint søga, men so er ikki, segði Árni Brattaberg m.a., tá hann hósdagin beyð vælkomin í nýggju handilshølu- num hja Suðuroyar Ullvirki í Vágs- botni í Havn Hóast søgan ikki er ulint, so er hon um ull, og eisini um eitt virki, ið av mongum varð mett at hava ringar framtíðar vánir, tá tað byrj- aði í 1997, men sum hóast hetta hevur ment seg. Hósadagin var lítil sam- koma í samband við, at Suðuroyar Ullvirki hevur latið upp sølubúð í Havn. Fyri 14 døgum síðani fekk virkið eisini søludeild í hugnaligu handilshúsunum á Gørúnum í Vági. Í gjár klokkan 10 lat sølu- búðin í Vágsbotni í Havn upp. Lidnar vørur Á samkomu hósdagin segði Árni Brattaberg, stjóri, m.a. í vælkomurøðu síni, at tá hann og konan Karin so smátt byrjaðu í 1997, var ikki ætlanin at fara undir at framleiða lidnar vørur. Tey fingu innivist í fiska- kjallaranum á Gørðunum í Vági, ið júst hevði røttu stødd, so maskinur o.a. slapp innar. Men brátt gjørdist greitt, at tað at framleiða tógv var ikki nóg mikið. Lidnar vør- ur máttu til. Og fyri júst einum ári síðani varð fyrsta troyggjan framleidd. Í feb- ruar 1999 var tað, at ein troyggja, sum Karin snið- gav, sá dagsins ljós. Suðuroyar Ullvirki sam- starvar í dag við fleiri av okkara ungu og vónaríku sniðgevum m.a.tær, ið gera merkið Pau og við Guðrun Ludvig. Í dag verða mangar av troyggjunum seymaðar á seymistovu í Sandvík. Eis- ini knapparnir í pløggunum frá ullvikinum verða fram- leiddir í Suðuroynni, nevni- liga hjá Torgerð Suðuroy í Vági. Árni nevndi ullina, sum einki annars verður gjørt við í Føroyum. Mong mettu eis- ini, at slíkt virki fór ong- antíð at ganga, tí tey ungu fóru ikki í ullint pløgg. Alt hetta sær út til at vera mót- prógvað. Selja í Havn Orsøkin til, at Ullvirkið sjálvt letur upp sølubúð í høvuðsstaðnum er, at ynsk- iligt er at fáa vørurnar sjón- ligar uttanfyri Suðuroynna, men tó hevur verið trupult at fáa handlar í høvus- staðnum at leggja ullvør- urnar á sínar hillar. Árni Brattaberg legði dent á, at vøran hjá Ullvirkinum er rein náttúruvøra og skal eis- ini marknaðarførast sum slík. Tó var hann greiður yvir, at slíkt marknaðar- føringstól er ikki til taks, men er vøran góð,so er vón. Hann fegnaðist um und- irtøkuna, ið vørurnar hava fingið. Í gjár klokkan 10 lat Suð- uroyar Ullvirki dyrnar upp niðri í Vágsbotni. Handilin er á 2. hædd, har Jóan Jakku, ella Lei, vóru fyrr. Árni Brattaberg Suðuroyar Ullvirki hevur latið upp sølubúð í Havn – Tað verður spenn- andi at hoyra – Tað verður sera spennandi at hoyra verkið framført og eg gleði meg, sigur Sunnleif Rasmussen SVEINUR TRÓNDARSON Um ein mánað fær Sunnleif Rasmussen sín elddóp, sum symofonitónasmiður. Tað er ikki heilt rætt, men vit siga tað er so, tí fríggjakvøldið 31. marts verður symfoniin »Oceanic Days« frumfram- førd í Norðurlandahúsinum. Tvey og eitt hávlt ár Sum vera mann er Sunnleif sera spentur upp á at hoyra úrslitið av arbeiði sínum, spælt av einum orkestri, sum telur 85 mans. Sunnleif Rasmussen fekk áheitanina frá Norðurland- ahúsinum at gera symfoni- ina í 1994 og hann fór til verka beinanvegin so at siga. Eitt stórverk, sum ein symfoni, er ikki nakað, sum verður gjørt eftir lítlari løtu, og í veruleikanum tók ar- beiði tvey og eitt hálvt ár. – Eg byrjaði í 1994 og arbeiddi til einaferð í 1197 tá hon var liðug. Eg gjørdi nú ikki bara tað, tí eg gjørdi okkurt annað inn í millum, men tvey og eitt hálvt ár tilsamans mundi eg brúka, sigur Sunnleif. At gera eina symfoni var kortini ikki fremmandur tanki fyri Sunnleif, tí hann hevði gingið við tankanum í høvdinum í eina tíð. Grundhugskotini vóru til staðar tá áheitanin kom, og tí var tað kanska ikki so langt frá hugskoti til tað, sum so einaferð gjørdist úrslitið. Ikki øll á pallinum Tað, sum sermerkir sym- foniina hjá Sunnleifi er, at ikki allir tónleikararnir eru á pallinum og so valið av ljóðførum. – Petur gav mær fríar hendur tá tað um ljóðførini ráddi og tað sæst aftur. Har- afturat havi eg latið tveir tónleikarar standa aftast í konserthøllini og tá frum- framførslan verður fara tveir sum spæla upp á slag- verk, at standa aftast við klingruna, greiðir Sunnleif frá. – Eitt annað, sum kanska ikki er so vanligt er at eg havi tvei synthesisarar við. Mær dámar væl at arbeiða við slíkum ljóðførum og tí havi eg teir við, leggur Sunnleif afturat. Møguliga í Japan Sum sagt aðrastaðni ætlaði Fróði Vestergaard, verkætlanarleiðari og Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum rokna við, at tað verður útselt til frumframførsluna fríggjakvøldið 31. marts, og halda tí møguleikan opnan fyri eini eykaframførslu leygardagin 1. apríl Mynd: Álvur Haraldsen Norðurlandahúsið, at verkið skuldi frumframførast í Føroyum og tann ætlanin gongur nú út, men veit Sunnleif um nakra aðra framførslu av verkinum? – Tað er einki greitt beint sum er, men eg havi hoyrt okkurt um, at tað skal fram- førast í Danmark eisini. Harumframt arbeiðir forl- agið hjá mær við at fáa verkið við til eitt tiltak, sum verður í Japan næsta ár, sum hevur havið, sum útgangs- støði. Annað veit eg ikki um í løtuni, sigur Sunnleif. Hóast konsertin verður í Norðurlandahúsinum, so verður kortini møguleiki hjá enn fleiri at síggja hana, tí Útvarp Føroya fer at senda frá konsertini. Um tað verð- ur beinleiðis er ikki vist, men tað verður sent. Somuleiðis er við Dan- marks Radio. Á tíðinda- fundinum í gjár segði stjór- in, Helga Hjørvar, at danska radiostøðin hevði boðað frá, at teir ætla sær at senda kon- sertina, men hon visti ikki at siga, um hon fór at verða send beinleiðis. Til seinast kunnu vit siga, at symfoniin »Oceanic Days« varir í trý korter, so her er í orðsins rætta týdn- ingi talan um eitt rættuligt stórverk. Søkt verður eftir TEKNISKUM LEIÐARA til Skipasmiðjuna á Skála Starvið: Sum tekniskur leiðari fær tú ábyrgdina av øll- um tekniskum spurningum á Skipasmiðjuni. Tekniski leiðarin verður partur av leiðslu fel- agsins við beinleiðis tilvísing til stjóran. Tekn- iski leiðarin skal vera við til at menna virkið tekniskt, somuleiðis sum hann skal viðvirka til at styrkja verandi virksemi og finna nýggjar møguleikar fyri øktum virksemi. Arbeiðspláss- ið er á Skála. Høvuðsuppgávur: • at vera tekniskt tengjulið millum virkið, við- skiftafólk og myndugleikar • at vera við til at leggja ætlanir fyri arbeiði og menning av virkinum • at vera við til at mynda leiðsluna á virkinum bæði dagliga og við framtíðini í huga • at vera formonnum og starvsfólki annars til hjálpar í tekniskum spurningum • at leiða tilboðsrokning og gera metingar av arbeiðum sum heild, bæði fíggjarliga og hvat viðvíkur tíð Førleikar: Vit rokna við at tú: • er maskinverkfrøðingur og/ella hevur víðkað maskinmeistaraprógv • hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir • hevur evnir at greina tekniskar trupulleikar, viðgera møguleikar til loysnir og ert før/ur fyri at taka avgerðir • dugir væl at málbera teg á føroyskum, skandinaviskum og enskum máli, bæði skrivliga og munnliga Vit bjóða: Eitt sjálvstøðugt arbeiði við góðum møgu- leikum fyri persónligari menning. Løn, trygging og eftirløn eftir nærri avtalu partanna millum. Um hetta hevur tín áhuga ella um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, vinarliga set teg í samband við okkum á tlf. 441155. Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til: Skipasmiðjuna á Skála att.: Jón Danielsen FO-480 Skála Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og freistin at lata inn er 10. mars 2000. SKIPASMIÐJAN Á SKÁLA www.faroeyard.fo skala@faroeyard.fo P/f Skipasmiðjan á Skála er dóttirfelag hjá P/f Tórshavnar Skipasmiðju. 75 fólk starvast á Skipasmiðjuni, sum í løtuni hevur sáttmála við Føroya Landsstýri um nýggja Sandoyarferju, ið skal latast um ársskiftið. USA Dollarar Bretland Pund Týskland Markur Svøríki Króna Noreg Króna Frakland Frankur Belgia Frankur Sveits Frankur Holland Gyllin Italia Liri Finnland Markur Ísland Króna Eysturríki Skillingur Spania Pesetas Portugal Escudos Kanada Dollari Grikkaland Drakmur Japan Yen Írland Pund Evra 03.03.00 772,9100 1218,8700 380,8400 87,8900 92,1800 113,5500 18,4640 463,5300 338,0000 0,3847 125,2700 10,5100 54,1300 4,4770 3,7150 531,5000 2,2320 7,1869 945,7600 744,8500 Ultimo februar 764,6400 1219,3200 380,7900 88,2700 92,1300 113,5400 18,4620 463,5600 337,9600 0,3846 125,2600 10,4800 54,1240 4,4760 3,7150 526,3300 2,2300 6,9532 945,6500 744,7600 VALUTAKURSIR Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Hjá okkum fáast vognar og útgerð til allar flutningsuppgávur! Sosialurin - 311820 • Viðfestisvognar sum lasta frá 325 kg. upp til 2.600 kg. –nógv model!' • Eykalutir til viðfestisvognar • Sekkjavognar, hydr. lyftiborð –arbeiðsbord • Vognar til gassfløskur, oljutunnur, kassar, trappir –óteljandi møguleikar! • Gafflar til heisan av plattum, vøru o.a. • Tip - Ruskkonteinarir til trukkar • Spennireimar og lyftistroppar • Sleipikrókar til øll bilmerki! sosialinum Lýsið í