týsdagur 9. desember 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 237 - 9. desember 2008
Seinastu trý árini
hevur Dimmalætting
havt undirskot í
milliónaflokki, og
bara við at selja
burtur av ognunum
hevur tað eydnast
at hildið hallinum
nøkurlunda niðri
BLAÐÚTGÁVA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Við
fráboðanini
frá
Dimmusamtakinum í gjár
tódnaði
føroyski
blað
heimurin álvarsliga inn.
Keypið av Vinnuvitan og
Vikublaðnum
var
helst
ætlað at styðja undir inn
tjeningina hjá samtakinum,
og
geva
Dimmalætting
fleiri bein at standa á, sum
tað æt í vár. Men sambært
blaðstjóranum hevur fyri
tøkan rent seg inn í eina
fíggjarkreppu, sum hevur
ført til, at lýsingamarkn
aðurin ikki er til meiri í
sama líki, sum í vár.
Men
spurningurin
er,
hvussu óvart hetta kann
vera komið á leiðsluna í
samtakinum, tí við at skeita
skjótt gjøgnum roknskap
irnar hjá samtakinum sæst,
at undirskotið seinastu árini
hevur verið munandi, um
bert verður hugt at rakstri
num av Dimmalætting.
Seinastu trý árini hevur
undirskotið av beinleiðis
rakstrinum verið 4,3 milli
ónir fyri 2005, 3,674 milli
ónir í 2006 og 3,9 milliónir
í 2007.
Við at selja burtur av ogn
um hjá felagnum – parta
brøvini í Team 85 – seinastu
árini hevur samtakið kortini
megnað at hildi undirskot
inum niðri á ávikavist 1,161,
1,261 og 218.000 krónum.
Tað er starvsfólkakostn
aðurin, sum hesi árini hevur
verið væl størri enn samlaði
umsetningurin hjá Dimma
lætting, og saman við av
skrivingunum hevur hetta
so elvt til stóra undirskotið
hesi árini.
Trimmað
starvsfólkini
Konseptið
var
annars
spennandi
við
einum
»tyngri« analytiskum vinnu
blaði og tí meiri lætta
lýsingarblaðnum. Og orkan
at framleiða hesi bløðini var
eisini stór, tilsamans táttaði
starvsfólkatalið í tey 70
fólkini.
So líðandi hevur verið
trimmað burtur av hesum
stóra tali av fólkum, men
tað hevur so ikki munað
nóg mikið til, at lønandi
rakstur fekst í útgávurnar.
Spurnartekin
kann
so
setast við, hvussu skilagóðar
hesar íløgurnar í Vinnuvitan
og Vikublaðið vóru, men
sambært Árna Gregersen
hevði hann gjørt júst tað
sama umaftur, hevði høvið
býðst av nýggjum.
Men tær synergieffektir,
sum roknað var við, fingust
eftir øllum at døma ongantíð
at virka, og tá Vinnuvitan jú
framman undan gav hall
varð gitt, at tað blaðið end
aði sum eitt innlegg í
Dimmalætting einaferð um
vikuna.
Hví alt so ikki gekk sum
ætlað er verri at gita um.
Vit vildu fegin spurt nevnd
arformannin, Lisbeth L.
Petersen, um talan var um
eina grella feilíløgu, hvør
eigur ábyrgdina og um
nakrar leiðsluligar avleið
ingar standast av, men tað
bar ikki til at fáa orðið á
hana í morgun.
Eingin fer væl av at ein
annar fer illa, verður tikið
til, og vit kunnu bert ynskja
Dimmalætting blíðan byr,
nú tey kendu seg noydd at
sleppa Vikublaðnum og
Vinnuvitan.
Dimma í fíggjarliga tungum sjógvi
Dimmusamtakið hevur slept Vinnuvitan og Vikublaðnum, og skal nú reka Dimmalætting
einsamalla
Danskir næmingar
munandi batnaðir
Danskir næmingar í 4. flokki eru vorðnir eitt heilt floksstig
betri í støddfrøði og náttúru/tøkni seinastu árini. Hetta vísir
altjóða kanningin TIMSS, har førleikarnir í náttúru/tøkni og
støddfrøði í 4. flokki í 37 londum verða kannaðir. Kanningin
vísir, at donsku næmingarnir eru eitt heilt ár dugnaligari nú í
mun til miðskeiðis í nítiárunum, og liggja nú omanfyri
altjóða miðaltalið. Hetta siga umboð fyri Danmarks
Pedagogiske Universitet.
Parkeringsvørðir
skovla pengar inn
Hagtølini frá Løgregluni í Føroyum vísa, at
føroyskir parkeringsvørðir taka uppgávu sína í
størsta álvara. Síðstu árini er talið av útskrivað
um bótum til fólk, sum parkera ólógliga
fleirfaldað. 2002: 2798 2003: 4637 2004:
7147 2005: 7143 2006: 10.531 2007:
13.315
Klokkan gott níggju
í morgun hittust
Jóannes Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharri,
og Jørn Astrup
Hansen, fráfarandi
formaður í Búskapar
ráðnum á fundi í
Fíggjarmálaráðnum
BÚSKAPARFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Seinasti fundur hjá Búskap
arráðnum við Jørn Astrup
Hansden
sum
formanni
varð hildin í Fíggjarmála
ráðnum í morgun.
Evnið á fundinum var
fíggjarkreppan, og formað
urin í Búskaparráðnum var
møttur
einsamallur
at
greiða Jóannes Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharra, frá um
altjóða kreppuna í fíggjar
heiminum.
Spurdur, um hetta nú var
seinaserti
fundurin
hjá
honum sum formanni í Bú
skaparráðnum svaraði Jørn
Astrup Hansen heldur kryp
tiskt, at tað var tað – í
hvussu er fyri jól.
So um nýggj lyftir frá
Jóannesi Eidesgaard um
fleiri pengar til ráðið, saman
við einum lyfti um, at
fíggjarmálaráðharrin fer at
lurta betri eftir ráðunum hjá
Búskaparráðnum,
hava
gjørt, at Jørn Astrup Hansen
fer at umhugsa støðu sína
av nýggjum, er ikki heilt
greitt.
Seinasti fundur hjá Astrup
Petur Alberg Lamhauge, Jóannes Eidesgaard og Jørn Astrup Hansen á fundi í Fíggjarmálaráðnum í morgun
Mynd: Jens Kristian Vang