týsdagur 9. desember 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 237 - 9. desember 2008
Tollvaldið hevur
seinnu árini merkt
eina broyting í rús
evnisbrúkinum í Før
oyum. Higartil í ár
eru fleiri smuglarar
tiknir, enn vanlig ár,
og samstundis eru tað
meira sterk rúsevni
og minni hassj, ið
verður smuglað
Rúsevni
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Turru tølini vísa ikki at tað
verður smuglað meira til
landið nú, enn tað hevur
verið áður. Hinvegin bendir
alt á at tað eru fleiri sterk
rúsevni, ið koma til landið,
samstundis sum at eftir
spurningurin av hassji er
minkaður.
Tølini vísa ikki nakra
ógvusliga broyting, sigur
Kjartan D. Joensen, yvir
tollari.
Tollvaldið hevur tikið
fleiri smuglarar higartil í ár,
enn teir vanliga gera í eitt
heilt ár, men samstundis
eru nøgdirnar minni nú,
enn tær hava verið áður.
Vit síggja oftari at fólk
royna at smugla innvortis,
og tá er tað ofta verri at fáa
fatur á. Rúsevnini verða
vanliga koyrd í hítir ella í
Kindaregg, og tá kunnu tey
svølgja tað ella koyra tað
uppí seg, greiðir yvirtollarin
frá.
Sterk rúsevni
meira útbreidd
Tollvaldið fekk í fjør ein
nýggjan servandan hund,
og hava teir tískil tveir hund
ar nú. Tað hevur effektivi
serað arbeiðið hjá Tollvaldi
num í samband við rúsevni
sera nógv. Hesir hundar,
vanliga kallaðir hassjhund
ar, eru eisini vandir til at
lukta onnur rúsevni, og
tískil eru líkindini fyri at tú
verður fangaður í tollinum
størri. Fleiri eru eisini fang
að í ár.
Vit síggja at nøgdirnar
eru minni, men at tað oftari
eru sterkaru rúsevnini, ið
roynt verðu at smugla. Vit
síggja meira av amfetamin,
kokain og ecstasy, sam
stundis sum hassj sjáldnari
kemur fyri. Men heroin
síggja vit næstan einki til,
sigur Kjartan D. Joensen.
Meira at gera
um jóltíðir
Sambært
tollvaldinum
verða fleiri smuglarar tiknir
um jólini, enn aðrar árs
tíðir.
Tað eru ofta fólk, sum
búgva í Danmark og sum
ferðast í hasum umhvørvi
num nirði, ið koma heim at
halda jól. Tey hava ofta
okkurt uppi á sær. Vit hava
altíð eitt vakið eyga við
ferðafólkunum, men tá hava
vit eitt serliga vakið eyga, tí
erfaringin frá undanfarnum
árum sigur okkum, at tá eru
fleiri fólk, ið royna at smug
la eitthvørt til landið, for
telur Kjartan D. Joensen,
yvirtollari.
Samanumtikið verða tað
ikki smuglaði fleiri rúsevni
til landið, men heldur sterk
ari rúsevni, enn fyrr.
Sterk rúsevni meira vanlig
K R E A
Jassur
hvørt týskvøld kl. 21
5. Grønland ikki tvingast
til veðurlagsavtalu
Í Grønlandi ávara fakfeløg og onnur politikararnar ímóti at
staðfesta eina veðurlagsavtalu, sum fer at seta Grønlandi so
strong krøv um CO2útlátið, at tað fer at darva
vinnumenningini. Nú kemur fólkatingsmaðurin Lars Emil
Johansen upp í sama kórið. Við KNR sigur hann, at tað ber
ikki til at tvinga grønlendingar til at fylgja einari tílíkari
avtalu, um onnur lond sleppa undan. Lars Emil Johansen
sigur, at Grønland fer júst nú undir at byggja sín búskap
upp, og tí eiga slík krøv ikki at forða menningini.
Við gummigeit í bankan
Nakrir mmenn, sum tíðliga í morgun brutu inn á ein
banka í danska býnum Gjerlev nærhendis Randers, tóku
sær eingi óráð fyri.. Teir høvdu stolið eina gummigeit,
sum teir rendu inn ígjøgnum bankaveggin. Síðani fóru
teir avstað við tveimum bankaboksum, skrivar Ritzau.
Løgreglan heldur, at menninir tóku tær báðar boksirnar
upp í kjaftin á gummigeitini, sum so setti tær upp á ein
lítlan lastbil. Fyrrapartin var ikki heilt greitt, hvussu
nógvar pengar tjóvarnir fingu við sær, men helst er talan
millum eina hálva og eina millión krónur.
Innvortis rúsevnis
smugling er blivin alt
meira vanlig, og sam
stundis verða fleiri og
fleiri ungar gentur og
kvinnur útnyttaðar til
at smugla rúsevni til
landið
Rúsevni
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Ecstasy, amfetamin, kokain
og tablettir. Tað er alsamt
vanligari fongur hjá Toll
valdinum. Men samstundis
er ein annar trendur við at
stinga seg upp. Tað er nevn
liga at alsamt fleiri ungar
gentur og kvinnur verða
brúktar til at smugla rús
evni.
Fyrr í ár vórðu tvær ungar
gentur dømdar fongsuls
revsing fyri rúsevnissmugl
ing, og sambært narkopoliti
inum er hetta ein trend á
veg upp.
Vit síggja oftari nú at
ungar gentur verða brúktar
til smugling. Tær verða
brúktar sum kurerarar fyri
bakmenn, og tað eru ungar
gentur og kvinnur generelt.
Ofta eru tær í forvegin í
trupulleikum av rúsevnum
og sjálvar brúkarar. Psykan
hjá kvinnum í slíkum trupul
leikum er eisini nemmari at
manipulera, og tær verða
útnyttaðar til at flyta rúsevni
til landið, greiðir Brynjer
Johannesen
frá
Narko
politiinum frá.
Samstundis er innvortis
smugling vorðin alt meira
vanlig, og tá hava kvinnur
eisini fyrimun í mun til
menn við tað, at tær fáa
smuglað meira, um tær
koyra pakkarnar uppundir
seg.
Sambært Brynjer Johan
nesen eru bæði narkopolitiið
og Tollvaldið blivin meira
tilvitað um hetta slag av
smugling, og tí verður
meira eisini gjørt við at
kanna fólk, um hundarnir
vísa serligan áhuga fyri
fólki, og einki er at finna
uppi á teimum.
Brúka unga kvinnur
til at smugla
Innvortis smugling er alt meira vanlig. Vanliga verða hýtir ella
Kinder egg brúkt sum hylki