týsdagur 9. desember 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 237 - 9. desember 2008
Eingin ísur um seks ár
Hitavøksturin á jørðini fer at hava við sær, at um góð seks
ár verður fyri fyrstu ferð í fleiri milliónir ár eingin ísur í tí
kanadiska oyggjahavinum. Tað sigur David Barber, sum
er granskari á University of Manitoba í Kanada. Hann
sigur, at tað verður framvegis ísur har um veturin. David
Barber hevur staðið á odda fyri umfatandi kanningum,
hvørs úrslit verða løgd fram á einari ráðstevnu í Quebec
hesi vikuni. Niðurstøðan er millum annað, at summarið í
2015 verður tað fyrsta ísfría summarið norðan fyri
Kanada.
Óbroytt kringvarpsgjald
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á
Neystabø, boðar frá, at kringvarpsgjaldið verður ikki
hækkað. Kringvarpið væntar eitt hall upp á 5 milliónir í
2009 og hevur heitt á landsstýriskvinnuna um at hækka
kringvarpsgjaldið fyri 2009. Men sambært landsstýris
kvinnuni, er vánaliga búskaparstøðuna orsøkin til, at tað
hvørki verður hildið ráðiligt at hækka kringsvarpsgjaldið
ella at játta Kringvarpinum eina upphædd á fíggjarlógini.
Í samgonguskjalinum stendur annars, at kringvarpsgjaldið
verður endurskoðað, og hetta arbeiðið eigur at byrja
beinanvegin, sigur landsstýriskvinnan.
At tað eru fleiri hørð
rúsevni á gøtunum
merkist eisini á Blá
krossheiminum. Í alt
13 prosent av samlaðu
viðgerðunum eru fyri
hørð rúsevni, og tey
flestu, ið verða við
gjørd fyri sama, eru
undir 30 ár
Rúsevni
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Higartil í ár eru fimm pro
sent fleiri av teimum, ið
hava fingið viðgerð á Blá
krossheiminum,
viðgjørd
fyri blandingsmisnýtslu av
alkoholi og hørðum rús
evnum. Tey allarflestu av
teimum eru undir 30 ár,
avdúkar Olga Magnussen,
leiðari á Blákrossheimi
num.
Samanlagt av teimum, ið
hava fingið viðgerð á Blá
krossheiminum í ár, eru 57
prosent viðgjørd fyri alko
holismu, meðan 13 prosent
eru viðgjørd fyri alhohol
og hassjmisnýtslu og somu
leiðis 13 prosent fyri alko
hol og rúsevnismisnýtslu
av hørðum rúsevnum.
Av tí at tað ikki er ein
javnur streymur av rús
evnum inn á marknaðin, er
tað sera trupult at vera rús
evnismisnýtari av einum
slagi av rúsevnum. Tí eru
tey flestu blandingsmis
nýtarar, har tey blanda alko
hol og hassj, ella alkohol og
ecstasy, amfetamin, kokain
og
annað,
sigur
Olga
Magnussen, leiðari á Blá
krossheiminum.
Blaðung eisini í
trupulleikum
Tey ungu, sum koma inn á
Blákrossheimið, eru í øllum
aldrum frá 17 til 18 ár og
upp til 30 ár. Tey allarflestu
av hesum eru misnýtarar av
bæði alkoholi og hørðum
rúsevnum. Tað er eisini her,
at økingin er í mun til hvat
viðgjørt verður fyri.
Men samanlagt síggja
vit ikki eina økta nýtslu av
rúsevnum í Føroyum. Lut
víst er talið umleið tað sama
millum alkohol og bland
ingsmisnýtslu. Men fyri tí
um vit ikki síggja tað, merk
ir tað ikki at tað ikki eru
fleiri rúsevni á marknaði
num, vísir Olga Magnussen
á.
Sjálv kallar hon Blákross
heimið fyri eina endastøð,
og greiðir frá at vanliga
tekur tað upp til eini 15 ár
fyri alkoholikarar, áðrenn
teir eru komnir hartil, at teir
mugu fáa serkøna hjálp.
Hjá
rúsevnismisnýtarum
gongur tað nógv skjótari,
og ganga kanska fýra til
fimm ár, frá tí tey byrja, til
tey verða noydd at søkja
hjálp.
Vit síggja tey sum 20 til
25 ára gomul, tá tey kanska
hava verið misnýtarar síðan
tey vóru 15 ár, og tí merkist
tað kanska ikki enn hjá
okkum, at tað eru fleiri rús
evni á marknaðinum, greið
ir Olga Magnussen, leiðari
á Blákrossheiminum, frá.
Lætt at fáa fatur á
Sambært teimum fólkunum,
ið koma inn á Blákrossheim
ið til viðgerðar, er tað lætt at
fáa fatur á rúsevnum í Føroy
um.
Tey siga tað er nemt. Tú
fær tað á gøtuni, og tú fær
tað til dans, men tá er tað
kanska serliga tablettirnar, tí
tær fáast lættliga úr hond í
hond, uttan at fólk varnast
tað. Tey sum ætla sær at fáa
fatur á onkrum, hava ikki ilt
við at finna tað, staðfestir
Olga Magnussen, leiðari á
Blákrossheiminum.
Samanumtikið er tað mest
millum tey ungu, at rúsandi
evni verða nýtt og fara úr
hond í hond, og er tað tí har,
tey ungu dagliga ferðast, at
tey hørðu rúsevnini eru at
finna.
Størri ljós á hørð rúsevni
Hóast samlaða lutfallið
millum alkoholmisnýtslu
og blandingsmisnýtslu er
tað sama, er parturin av
blandingsmisnýtslu, har
akohol og hørð rúsevni eru
íblandað vaksin við fimm
prosentum, sigur Olga
Magnussen. Flest ung nýta
sterk rúsevni
Hvat skal tú hyggja eftir?
Er tú í iva um tíni børn nýta rú-
sevni, eru nøkur ting tú sjálv/ur
kann gera til tess at kanna hetta.
Tá rúsevni verða nýtt eru mest
vanligu teknini:
• Ovurkæti – Eru meira uppstemt enn
vanligt, ella umvent sera ill um okkurt. Ring at koma í samband
við. Ofta tekin um nýtslu av ecstasy, amfetamin ella øðrum ster-
kum rúsevnum
• Útspílaðar pupillur – Standi í sama ljósforholdi og kanna tína
egnu pupillu og hygg so eftir pupilluni hjá honum ella henni,
tú hevur mistanka til. Av sterkum rúsevnum verða pupillurnar
útspílaðar
• Reyð eygu – Av hassji verða eyguni ofta reyð. Men hetta verður
lættliga goymt við nýtslu av serligum eygnadropum. Er verri at
legga merki til
FAKTA