týsdagur 9. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 237 - 9. desember 2008
Ráðgevingin hjá Barna
bata, sum hjálpir fleiri
hundrað børnum
og ungum í svárari
neyð, er í vanda fyri
at verða niðurløgd, tí
tey mangla 250.000
krónur
BarnaBati
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
- Tað má bara ikki henda.
Alice Simonsen, samskip-
ari hjá Barnabata torir ikki
at hugsa tankan um, at tey
nú kanska verða noydd at
stongja “Tú og Eg” ráðgev-
ingina, sum felagsskapurin
hevur til børn og ung.
Ráðgevingin varð stovnað
fyrst í 2007, og síðan hava
tey hjálpt fleiri hundrað
børnum og ungum at loysa
svárar, sálarligar trupulleik-
ar.
Í
ár
fekk
Barnabati
150.000 krónur, men tað
rakk ikki til og næsta ár hev-
ur l landsstýrið sett 250.000
krónur av til felagsskapin.
- Vit eru takksom fyri, at
játtanin hækkar, men hetta
fer heldur ikki at røkka til,
og tí er vandi fyri, at ráðgev-
ingin fer at verða niður-
løgd.
Alice Simonsen sigur, at
skal tað eydnast Barnabata
at
varðveita
virksemið
óbroytt, fáa tey brúk fyri
573.000 krónum næsta ár,
men so má løgtingið játta
okkum 223.000 krónur aft-
urat teimum 250.000 krón-
unum, landsstýrið ætlar, at
vit skulu fáa.)
- Fáa vit ikki 573.000
krónur næsta ár, fer tað ikki
at bera til at varðveita ráð-
gevingina á tí høga fakliga
støði, hon er á í dag. Og tá
vit ikki kunnu slaka fakliga
støðið og hava minni ráð-
gevingartíð hvørja viku, er
rættiliga óvist, hvussu virk-
semið skal halda áfram í
2009, leggur hon afturat.
Hon sigur, at higartil hev-
ur Barnabati klárað at siglt
ímillum skerini við stuðli
frá privatum fyritøkum og
einstaklingum, Men hetta
er eitt ov ótrygt grundarlag
at byggja víðari á, sam-
stundis sum ein alt ov stórur
partur av okkara arbeiðsorku
fer til at savna pening inn,
heldur enn til at hjálpa børn-
um, har arbeiðsorkan var
nógv betri farin.
- Tað er neyðugt, at vit
umsíðir fáa virksemið hjá
ráðgevingina í eina fasta
legu, staðfestir hon.
Hon vísir á, at ráðgevingin
hjá Barnabata er einasta
óhefta, dulnevnda ráðgeving
til børn og ung í Føroyum.
Og hon leggur afturat, at
tey á Barnabata vænta og
vóna, at politikarar vísa
børnum og ungum í Føroy-
um so mikið av virðing, at
teir vilja tryggja, at ráðgev-
ingin kann halda fram, so at
tey í Barnabata, sum hava
fakligan førleika at ráðgeva
børnum og ungum í trupul-
leikum, fáa vissu fyri, at
ráðgevingin ikki steðgar.
- Frammanundan eru ov
fáa viðgerðartilboð til børn
og ung við trupulleikum,
og tí er eru vit fegin um, at
so nógv føla, at hendan ráð-
gevingin er ein hjálp í teirra
trupla gerandisdegi, sigur
Alice Simonsen.
Krevja høgt støði
Ráðgevingin hjá Barnabata
er dulnevnd, og sostatt er
ikki neyðugt hjá teimum,
sum ringja við trupulleikum,
at avdúka, hvørji tey eru.
- Ráðgevararnir eru øll
fakfólk, ið hava við børn og
ung at gera, sigur Alice
Simonsen.
- Talan er um lærarar,
læknar, sjúkrarøktarfrøðing-
ar, pedagogar og onnur við
barnafakligari
útbúgving,
og Barnabati ger eisini so
nógv sum tilber at skipa
fyri skeiðum og undirvísing,
so at ráðgevararnir altíð
hava dagførda vitan um
børn og ung og dagførda vit-
an um at samskifta við børn
og ung við trupulleikum og
at ráðgeva teimum.
Hon sigur, at tað hevur
avgerandi týdning, at ráð-
gevararnir duga at samskifta
við tey ungu á einum máli,
sum tey ungu skilja, og at
ráðgevararnir eru dagførdir
um teir trupulleikar, børn
og ung hava at dragast við.
- Er fíggjarlig orka ikki
er til útbúgving og skeið, er
tað tórført at halda eitt
nøktandi fakliga.
Alice Simonsen sigur, at
Barnabati hevur sett tað
krav til sín sjálvs, at ráð-
gevingin skal vera á einum
høgum, fakligum støði.
Neyðstødd føroysk børn og
- Tað kann verða ringt hjá børnum og ungum at fortelja fyri øðrum, at tey eru komin so langt
út á eggina, at tey ganga í sjálvmorðstankum, ella meiðsla seg sjálvi, sigur Alice Simonsen,
samskipari hjá Barnabata
Hvønn einasta dag
leggja ráðgevararnar
hjá Barnabata oyr
að til neyðarróp
frá børnum og
ungum, sum hava
tað so ringt av kyns
ligari misnýtslu,
einsemi, happing
og hjartasorg, at tey
hugsa um sjálvmorð
BarnaBati
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Børn og ung, sum hava
roynt at taka lívið av sær,
ella sum hava hugsað um
sjálvmorð
Børn og ung, sum hava
verið fyri kynsligari mis-
nýtslu.
Børn og ung, sum hava
tað ringt, at tey meiðsla seg
sjálvi.
Hetta er dagligur kostur
hjá
ráðgevarunum,
sum
arbeiða í “Tú & Eg” ráðgev-
ingini hjá Barnabata, sigur
Alice Simonsen, samskipari
hjá Barnabata.
Higartil í ár hava 523
børn og ung í svárari sálar-
ligari neyð ringt til “Tú og
Eg” ráðgevingina hjá Barna-
bata at leita sær hjálp.
Í alt fjør vóru tað 749
børn og ung, sum vendu
sær til ráðgevingina.
Nógv álvarsligari í ár
- Hóast tey, sum leita sær
hjálp hjá ráðgevingini hjá
Barnabata, ikki eru vaksin í
tali í ár, aftur ímóti í fjør, er
tað kortini ein týðiligur mun-
ur á 2007 og 2008, sigur
samskiparin hjá Barnabata.
Og tann munurin er, at
tey, sum hava ringt til ráð-
gevingina í ár, hava álvars-
ligari trupulleikar at dragast
við, enn tey høvdu, sum
ringdu í fjør.
- Í ár hava tað verið fleiri,
sum hava leitað sær hjálp, tí
tey hava tað so ringt, at tey
hava hugsað um sjálvmorð,
ella beinleiðis hava roynt at
taka seg av døgum.
- Í ár eru tað munandi
fleiri, sum hava verið fyri
kynsligari misnýtslu enn tað
vóru í fjør og tað sama ger
seg galdandi fyri tey, sum
hava so svárar sálarligar
kvalir, at tey meiðsla seg
sjálvi við at skera seg við
knívi, glasbrotum og øðrum,
hvøssum amboðum, brenna
seg sjálvi, ella hava annan
sjálvskaðandi atburð.
- Tey, sum ringja, hava eis-
ini mangan fleiri ymsar
trupulleikar at dragast við,
og tí er talið á trupulleikum
væl hægri enn talið á teim-
um, sum ringja.
Alice Simonsen sigur, at
av tí, at talan er um so nógv-
ar álvarsligar trupulleikar,
og at trupulleikarnir eru
meiri samansettir í ár, enn
teir vóru í fjør, tekur hvør
ráðgeving í ár eisini mun-
andi longri tíð, enn hon
gjørdi í fjør.
- Har talan er um álvars-
ligar
trupulleikar,
sum
umfata kynsliga misnýtslu,
sjálvmorðstankar og sjálv-
skaðandi atburð, brúkar
hvør ráðgevari í miðal hálv-
an annan tíma upp á hvørt
barn ella hvønn ungdóm,
sum ringir.
Kenna seg trygg
Samskiparin í Barnabata
hevur onga eintýðuga for-
kláring upp á, hvussu tað
ber til, at tey børn og ung,
sum venda sær til ráðgeving-
ina í ár, hava munandi svár-
ari trupulleikar at stríðast
við, enn tey høvdu í fjørð.
- Ein orsøk kann vera, at
børnini og tey ungu eru
vorðin tryggari við ráðgev-
ingina enn tey hava verið
og tí brúka hana meiri.
Alice Simonsen sigur, at
ráðgevararnir, sum sita við
kjattin og telefonina, gera
eisini alt fyri at skapa álit
ímillum seg og tann, sum
ringir.
- Vit taka okkum ta tíðina,
sum krevst, og vit eru nær-
verandi alla tíðina, samrøð-
Nógv hugsa um sjálvmorð
Fíggjarrættur á føroyskar hendur
Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, og danski løgmálaráðharrin, Brian
Mikkelsen, hava avtalað, hvussu málsøkið Fíggjarrættur verður yvirtikið av føroyskum
myndugleikum. Málsøkið Fíggjarrættur fevnir eitt nú um veð, avtalur, endurgjald, keyp
og sølu, fyrning, brúkaravernd, rentur og skrivaðar og óskrivaðar rættarmeginreglur á
hesum økjum. Somuleiðis er semja um, at samráðingarnar um málsøkið
Sakførarastarvssemi og Revsurætt, kunnu enda í januar 2009. Tað fer ikki at kosta
landinum nakað at fremja yvirtøkurnar av Fíggjarrættinum, Sakførarastarvssemi og
Revsurættinum.