Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 237 - 9. desember 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 9. desember. Rólvur. Teir vita einki halgimenni at navni Rólvur ella Rudolf. Komið upp í álmanakkan í 1727. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Seinasta sunnudag (2. sunnudag í advent) hevur Óli Debes verið klokkari í Gjáar kirkju í 25 ár. Gjáar kirkja varð vígd trinitatis sunnudag 1929, og hesi árini síðani hava ver­ ið tríggir klokkarar. Sofus Debes (pápi núverandi klokkara) var klokkari frá fyrsta degi til 1935, Bena­ dikt Johannesen var klokk­ ari í nærum 50 ár, árini frá 1935 til 1983, og tá tók Óli Debes so við, og hann er klokkari enn. Mest sum øll árini hevur verið ringt upp á gamla máta, men í fjør heyst varð automatisk ringing fingin til vega. Hóast kirkjuklokkan er tann sama, so ringir hon nú mest sum av sær sjálv­ ari. Klokkari í 25 ár Óli Debes hevur verið klokkari í Gjáar kirkju í 25 ár Mynd: Sofus Johannesen 50 ára føðingardagur Týsdagin 9. desembur verður Annfinn Danielsen, venjari og fótbóltskonsulentur, Skúlagøta 4, Tórshavn, 50 ár. Hann er burturstæddur føðingardagin. Mynd frá ”Realskúlafram­ sýningini 1916­66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skip­ aði fyri í Kommunuskúlan­ um í Havn í 2007. Myndin er tikin í 1930 av realskúla­ næmingum framman fyri gomlu fimleikahøllina. Aftara rað f.v.: Gunhild Evensen (dóttir provst Even­ sen), Esta í Funningsstovu, Jona Jacobsen, Fía Debes (Berg), Torbjørg Winther (Holm), Anna Alberg, Ása Mortensen (Vágsheyg), Helma Rubeksen (Michel­ sen), Ella Rubeksen og Helena Dam Fremra rað f.v.: Tina (Mikk) Jacobsen, Ebba Kamban, Gunhild Michel­ sen, Ingebeth Højgaard og Inger Højgaard Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er við­ komandi vælkomin at venda sær til Jórun Dánjals­ dóttir á telefon: 226024 (mynd nr. 279) Myndaeigari: Fornminnissavnið Realskúlamynd frá 1930 Andlát og jarðarferðir Mathilda Joensen, vanliga nevnd Matilda í Líðini í Vági, andaðist á Eldrasam­ býlinum í Vági leygardagin, 82 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju miku­ dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Mathildu, kunnu lata eina gávu til Eldrasam­ býlið í Vági, konta í peninga­ stovnunum. Karstin Danielsen, Strend­ ur, andaðist á Landssjúkra­ húsinum sunnudagin, 35 ára gamal. Kistan fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum miku­ dagin kl. 17.30. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju hós­ dagin kl. 13. Tey, ið vilja minn­ ast Karstin, kunnu lata nýggja Missiónshúsinum á Strondum eina peningagávu, konta í Eik ella Føroya Banka. Joen Karl Antoniussen, van­ liga nevndur Karl á Morkra­ nesi, andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi 7. desember, 88 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi týsdagin kl. 18 heim í Kristianskirkjuna. Jarðarferðin verður mikudag­ in kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá mamma, vermamma, omma og langomma okkara Ragnhild Hansen Miðvági doyði og var jarðað. Takk til prest fyri hennara góðu orð. Og takk til tykkara, sum hjálptu til við jarðarferðina. Takk til starvsfólkið á Sýnuni fyri umsorgan. Somuleiðis takka vit tykkum øllum, sum fylgdu henni til seinasta hvíldarstaðin, og ikki minst tykkum, sum mintust hana við at senda gávu til Miðvágs kirkju. Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur Filip. 1.21. Fyri tey avvarðandi Ólavur og Akku við familjum Góða mamma – og ei gloymi, alt tú var fyri meg. Stigini tey aldri kámast, Men skína rein og skær. Góða mamma eg teg ei gloymi, Hvar enn so leið mín ber, Hvar eg so á foldum ferðist, Tú við mína síðu er. Nú ert tú í himnalandi - og klødd í brúðarskrúð, ein dag vit aftur hittast, har heima í himnabúð. Dóttir tín Finngerð Til minnis um mína elskaðu mammu Jacobinu Sørensen