týsdagur 9. desember 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2008
11
Kringvarpið er eftir
hondini vorðið synonymt
við narkomani. Kring
varpið hevur altíð verið
bundið av peningaligum
innspræningum. Og eins
og við narkomanum, so
má pengafixið økjast við
jøvnum millumbilum,
men tað ger hvørki til
ella frá, tí næsta árið er
tørvurin aftur vaksin og
Kringvarpið má aftur
hava eina størri innspræn
ing. Ein skrúva uttan
enda. Stutt sagt, so er
Kringvarpið er vorðið til
ein irriterandi lógar
tengdan parasitt, sum
skal til avvenjingar!
Eins og ein junkie, sum
ikki fær sítt fix hóttir við
at gera dit og dat, um
viðkomandi ikki fær sín
rús, somuleiðis sleingir
Kringvarpið um seg við
hóttanum. Hesaferð er
talan um beinleiðis black
mail hjá Kringvarpinum
(segði nakar Smyril Line?).
"Um vit ikki fáa eina størri
peningaligt fix frá tær, so
verður tú noydd/ur at
veittra Dagur og Vika, 32
og gudstænastuna farvæl",
ljóðar fráboðanin.
Øgiliga elegant, gjøgnu
hugsað og vøkur orð frá
einum stovni, sum framm
anundan gevur flestu føroy
ingum magasár, alboga
stoyt, migrenu og neytaøði.
Tað, sum kann tykjast
løgi, er, at krøvini koma
frá Kringvarpinum, heldur
enn fólkinum. Tí ein kann
spyrja seg sjálvan, tá tað
nú eri eg sjálv/ur, sum eri
arbeiðsgevari hjá Kring
varpinum og gjaldi teirra
løn, er tað tá ikki eg,
heldur enn Kringvarpið,
sum eigi at seta krøvini?
Teir tríggir trumfarnir
Fyrsti trumfurin er Dagur
og Vika, sum rakar flest øll
tey tilkomnu.
Annar trumfurin er 32,
sum vendir sær til tey við
áhuga fyri ítrotti.
Triðji og seinasti trumf
urin er gudstænastan, sum
rakar øll, ið eru trúgvandi.
"Um tit ikki gera eftir
okkara boðum, so..." ulti
matumið fevnir sostatt
rættiliga víða, men tonk
yvir tað, eru hesar send
ingarnar veruliga neyð
ugar? Fer Føroya fólk at
fella frá hvørjum øðrum og
detta sundir, um tey ikki
fáa sína D&V, 32 ella
gudstænastu dosis?
Neyvan!.
Tað er serliga hóttanin
við gudstænastuni, sum eg
irriterist inn á, tí tað er eitt
rættiliga skitið trekk frá
kringvarpinum. Tí sann
leikin er tann, at Dagur og
Vika og 32 við tíðini hava
mist sítt virði. Dagur og
Vika og 32 eru ikki eins
týdningarmikið, neyðugt
og maktfult, sum tað eina
ferð var. Tey bæði megna
ikki at standa mát við Rás
2, parabol/televarp og
internetið, sum saman
nøkta sama øki nógv betri
og bíligari. So at brúka
Dagur og Vika og 32 sum
"terrorvápn", tá mann skal
gíslataka Føroya fólk, er
ikki serliga effektivt, men
hinvegin er Jesus og er eitt
fínt vápn, sum altíð riggar í
Føroyum.
Tá talan er um átrúna í
Føroyum, so veit mann, at
fólk fáa gummibein, tí nú
er talan knappliga um sam
vitskuna, himmal og helvi
ti, heldur enn Kringvarpið.
Uhadada... tað man nokk
vera best at gjalda kring
varpsgjaldið, heldur enn at
liva í óvissuni, um at mann
kanska noktaði Jesusi at
finna vegin til eitthvørt
mannahjarta. Vit vita
hvussu ófatiliga lítið skal
til fyri at yvirtala føroyskar
politikarar, tá mann bland
ar átrúna uppí eitthvørt. Og
hetta veit Kringvarpið óiva
av, men hvussu nógv hald
er í pástandinum, um at
KVF má niðurleggja
gudstænastuna, um tað ikki
fær eitt nøktandi
peningafix?
Fyri tað fyrsta, so hevur
fólkið bíbliuna, útvarpið,
bløðini, trúðboðan, Rás 2,
Lindina, Iktus, kirkjuna og
eitt ótal av ymiskum sam
komum, har tey kunnu fáa
sín Jesus tørv nøktaðan, so
um ein ikki líðir av tvangs
tankum, so skuldi tað als
ikki verið neyðugt við
gudstænastu í SVF.
Nakað annað er so tað,
at tá gudilig fólk megna at
fáa bygningar sum Keld
una upp at standa, so skulu
tey nokk klára at taka sær
av eini gudstænastu eina
ferð um vikuna. So spyrji
tykkum fyri har, áðrenn tit
fara út í bløðini at kæra
tykkara neyð... tað ber
eisini til at samstarva við
Iktus.
... nakað heilt annað er
so tað, at gudstænasta ikki
ein uppgáva hjá Kringvarp
inum at taka sær av. Kring
varpið eigur ikki at virka
sum trúboðari. Tað hevur
mann prestar, trúboðarar
og prædikantar til.
Hvussu kann
Kringvarpið spara?
Eftir øllum at døma, so er
Dagur og Vika eitt av pro
blembørnunum hjá Kring
varpinum, so eg tonkti, at
tað var uppá sítt pláss, at
deila nøkur hugskot við
víkjandi, hvussu tit kunnu
minka um útreiðslurnar hjá
m.a. D&V.
Tit kunnu brúka eitt
kamera!. Harvið spara tit
fólk, umframt at hyggjarin
faktiskt fær eygnakontakt
við vertin, heldur enn at
verturin ferð eftir ferð leitar
eftir rætta kameranum.
Tað eru 101 starvsfólk
hjá Kringvarpinum!, um
framt fleiri, sum arbeiða
sum freelance. Hvat gera
øll hesi fólkini? Øll hesi
fólkini kunnu ógjørligt
vera lívsneyðug. Hetta
hevur freelance manningin
handan Mús (sum er tað
besta, sum er hent í nýggj
ari tíð) prógvað.
Gekkapengarnir! Tit
settu met og skovlaðu
pengar inn... hvar eru
pengarnir endaðir?
Haldi konsertir/fyrilestr
ar o.s.fr. ? útvarpshøllini!
Tað er stór synd, at hon
ikki verður brúkt meir.
Kringvarpið: ein
kroniskur steinur í
skógvinum
Eg liggi spyrjandi. Hvat er
tað, sum ger SVF so dýrt
at reka? Eru tað DR endur
sendingarnar? Filmarnir,
sum øll longu hava sæð?
Er tað deyvatulkurin í
D&V? Dubbaðu ræddirnar,
sum eru í teimum avoldaðu
teknifilmunum? Hvat er
tað? Eg fái so ikki tingini
at hanga saman. Eg skilji
ikki, hví tað skal vera so
dýrt, tí prísurin fyri vøruna
stendur als ikki mát við tað
mann fær fyri pengarnar..
og tó, gomlu mentanar
tíðindini, ymisk lív og Mús
eru alt góðar sendingar,
men tað er bara aaaaaaalt
ov langt millum gullkorn
ini. Hvat við at droppa alt
tað útlendska og bara satsa
uppá føroyskt tilfar? Eini
tríggir dagar um vikuna,
har mann BARA sendi
føroyskt tilfar í nakrar
tímar. Tað hevði verið
nakað av tí.
Eitt annað irritatións
moment er aldurin og tón
leikurin. Hvat man miðal
aldurin vera á manningini
hjá ÚF? Eg giti um 50 ár,
tí konservativari útvarpi
skal mann leita leingi eftir.
Hvussu ber tað til, at t.d.
tónleikurin í ÚF er so
ófatiliga tilvildarligur og
afturútsigldur? Har eru
nøkur gullkorn sum t.d.
sendingin hjá Rúna Jákup
son, har teir ummæla fløg
ur, rokkstovan og Vráin,
men hetta er alt alt ov lítið.
Mín erfaring sigur mær,
at orsøkin till hetta er, at
tey somu fólkini hava
starvast í ÚF alt ov leingi,
og teirra persónliga tón
leika stagnatión smittar av
uppá teirra val av tónleiki.
Tað nyttar lítið at hava
fingurin á pulsinum, um
viðkomandi er deyður...
mann kann ikki blíva við at
liva uppá Elvis, tíðirnar
broytast... ikki sannheit?
Tað minnir øgiliga nógv
um "Horton Sagaen" ella
"Days of Our Lives", tá
mann kemur aftur til Før
oyar, eftir at hava búð í
úttanlanda. Alt stendur í
stað og í bussinum heim
frá flogvøllinum hoyrir
mann forbannilsið: "Jag
trodde englana fanns bara,
bara i himmelen lalalala".
Og tað kann vera líka
mikið, um tað er eitt ? ár
ella 5 ár síðani tú vart í
Føroyum, tí tónleikurin er
tann sami. Akkurát sum
við Days of Our Lives...
um tú ikki hevur sæð
seriuna í 1 ár og síðani
sært ein part aftur, so
leggur tú til merkis, at onki
er broytt og tú onki hevur
mist. Hvussu ber tað til at
tónleikurin er presis tann
sami, sum eitt ljósár
frammanundan. Er tað
ongin tónleikapolitikkur?
Hetta svarar til at fólk
gjalda fyri eina ferð til
Belgia, tí tey vilja hyggja
at formel 1, men tá tey
koma til staðið, so eru
formel 1 bilarnir skiftir út
við kassabilar hjá teimum
lokalu... ella at mann fer
ein túr til Onglands at
uppliva premier league,
men piltarnir hjá HB fara á
vøllin, heldur enn Premier
League manningin hjá
Liverpool og Arsenal.
Hvussu kann mann vera so
líkaglaður? Er tað mangl
andi sjálvsvirðing? Og nei,
tað eri ikki bara eg, sum
eri við at sálast av tónleik
inum hjá ÚF, hóast eg
møguliga eri tann fyrsti,
sum ger vart við tað. Og
nei, talan er ikki um grenj,
men um at seta nøkur
rímilig krøv. Krøv til eina
vøru, sum fólk gjalda fleiri
1000. kr. fyri um árið,
hóast eg ikki fái brúkt hana
til tað stóra. Sig mær ein
persón, sum ár eftir ár
tímir at gjalda fyri eina
vøru, ið mann ikki vil
hava?
Nulsen bulsen tú, lat
heldur evolutiónina ganga
sína leið... eisini í Kring
varpinum. Lat tey veiku
falla frá, og lat nýtt og
frískt blóð koma til. Lat
kometina falla og útrudda
dinosaurarnar, sum hava
rátt alt ov leingi. Tíðin er
farin frá dinosaurunum.
Dømi um hesar n©ggju
ungu kreftir eru t.d. Elin í
Stórustovu og hennara
sending Zip, Barbara
Samuelsen og ymisk lív og
serliga fólkið handa Mús,
sum eru tey einastu, so
leingi eg minnist, ið hava
gjørt nakað fyri ungdómin.
Vælsignaða Kringvarp
vakna nú úr zombie
tilveruni og fái fingurin úr
einum ávísum stað.
Kringvarpið til avvenjingar!
hrgar@hotmail.com
Hergeir
StakSberg
Hvussu ynskja landsins
myndugleikar, at Føroyar
skulu síggja út í framtíð
ini? Eri vís í, at teir ynskja
lív yvir alt landið og
góðtaka ikki, at útjagarin
bara spakuliga følnar.
Fyri okkara viðkomandi
her norðuri er tað júst nú,
at farast skal í gongd við at
gera íløgur í Klaksvíkar
Kommunu.
Trygdarmiðstøðin skal
byggjast út. Hví ikki seta
skjøtil á nú? Hvørjum
verður bíðað eftir? Er tað
ikki júst í niðurgangstíðum
, tá ið tað privata ikki er so
væl fyri , at landið skal
traðka til ? Tað sigur okk
ara búskaparfrøðingur. Tað
er ikki stuðul, sum Klaks
víkar Kommuna er mest
áhuga í. Nei, harafturímóti
er tað íløgur, sum vit hava
krav uppá.
Klaksvíkin er fiskivinnu
høvuðsstaður í Føroyum.
Tað er tí rættast, at alt
innan fiskuvinnuna eigur
at liggja her. Nevnast
kunnu fiskivinnuumsit
ingin, fiskiveiðueftirlitið,
trygdarmiðstøðin,
sjómansskúlin og MRCC
sum nátúrliga hoyra heima
í fiskivinnuhøvuðsstaðn
um. Hettar neyðugt og eitt
krav fyri, at fiskivinnu
høvuðstaðurin skal hava
førleika/kompetancu á
hesum øki, og ikki bara
vera eitt heiti.
Eisini fer allur útflutn
ingur av fiski úr Klaksvík
um bryggjukantin hjá Tórs
havnar Havn, sum fær
ágóðan av hesum. Hetta
hóast vit hava Føroya bestu
havn her norðuri. Hetta má
okkurt gerast við.
Táið vit byrjaðu at tosa
um olju og oljuútgerðar
havn í Føroyum vóru fleiri
havnir í Føroyum, sum bjóð
aðu seg fram til hetta. Minn
ist meg rætt so vóru Runa
vík, Tvøroyri og Havnin á
bananum. Klaksvíkin kom
ongantíð upp á tal og bjóð
aði seg mær vitandi heldur
ikki fram, tí vit løgdu okk
um eftir fiskivinnuni, með
an vit lótu aðrar fáa hendan
stóra møguleikan sum
oljuútgerðarhavn.
So landsins myndugleik
ar, tað er nú, at vit í Klaks
víkar Kommunu hava brúk
fyri, at landið ger íløgur
her norðuri. Byrjast kann t.
d. við Trygdarmiðstøðini,
sum skal útbyggjast. Sum
støðan er í løtuni heldur
trygdarmiðstøðin til í fleiri
støðum í býnum og er
hettar sjálvandi ikki nøkt
andi. Trygdarmiðstøðin
skal mennast og útbyggj
ast. Og tað hastar.
Havi nevnt tað fyrr, og
geri tað aftur, at fólkið í
Norðoya valdømið stóðu
væl saman um at velja
max antal politikarar frá
norðoya valdømi, og tað
eydnaðist. Nú vænta vit, at
okkara politikarar her
norðuri standa saman og
lyfta og toga í felag fyri at
varðveita og menna ver
andi arbeiðspláss og gera
íløgur, sum kunnu føra til
fleiri arbeiðspláss í Norð
oyggjum.
Tað er nú, at landsins myndugleikar skulu gera íløgur í Klaksvíkar Kommunu
elSebetH
gunnleygS
dóttir
HanSen
viðmerkingar