týsdagur 9. desember 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 237 - 9. desember 2008
tíðindi
Farna vikuskifti vóru
bøkur í miðdeplinum
í Havn við luttøku
av rithøvundum úr
Føroyum, Danmark
og Noregi. Okkurt
forvitnisligt og
óvæntað kom fram,
sum tá ið Carsten
Jensen fekk eitt
ískoyti til eina av
sínum bókum
Carsten Jensen er ein av
kendastu donsku rithøvund
unum. Hann hevur skrivað
einar 16 bøkur síðan 1981.
Tað sum ger hann áhuga
verdan hjá okkum er, at
hann hevur skrivað nógv
um sjóvinnuumhvørvi. Í
2006 kom út bók hansara
“Vi de druknede”, sum er
um lívið í sjóvinnubýnum
Marstal við monnunum í
býnum, sum støðugt vóru á
langferð. Carsten Jensen er
sjálvur úr Marstal og kennir
tí umhvørvið sera væl. Tað
minnir um føroysk viður
skifti. Sum tað skilst er
hetta orsøkin til, at hann
var boðin við til bókmenta
dagarnar. Bókin hevur fing
ið góð ummæli. Hon er
týdd til fleiri mál og er seld
til 12 lond.
Carsten Jensen kjakaðist
leygardagin í Norðurlanda
húsinum við samskiparan
av bókmentadøgunum Kim
Simonsen um støðuna hjá
nýggja norðurlendska skald
skapinum, umframt at hann
fríggjadagin signeraði bøk
ur í bókhandlinum Rit og
Rák.
Carsten
Jensen
hevur
eisini skrivað hugtakandi
ferðafrásagnir, har hann
rættiliga fær lesaran at liva
seg inn í viðuskiftini í tí
landi, sum hann vitjar. Fram
úr góð er bókin “Jeg her set
verden begynde” frá 1996.
Eitt av londunum hann vitj
aði var Cambodja við síni
ræðuligu søgu.
Síðsta ferðin – eisini
í Føroyum
Seinasta bókin, sum Carsten
Jensen hevur skrivað, kall
ast “Sidste Rejse.”
Hon er um danska málar
an Carl Rasmussen, f. 1841,
og um hansara ferð í Grøn
landi um borð á skipinum
Peru hjá kongaliga handlin
um.
Carl er kendur sum tann
fyrsti málarin, sum fór til
Grønlands at lýsa lívið hjá
teimum innføddu umframt
grønlendsku
náttúruna.
Hetta var í 1870, tá ið hann
var eitt ár í Grønlandi.
Málningarnir vaktu stór
an ans. Eisini tí at Grønland
var tá rættuliga ókent í Dan
mark, og tí komu málning
arnir úr Grønlandi at víkja
sera nógv frá tí, sum danir
vóru vanir við, sum bónda
garðar og slætta landslagið.
Carl Rasmussen varð ser
liga kendur sum marinumál
ari, t.v.s. hann málaði skip
og sjógv, og var hann kend
ur í fleiri europeiskum lond
um. Tað kann nevnast, at
hann gjørdist so viðurkend
ur, at eitt øki á Suðurpólinum
sannlíkt er uppkallað eftir
honum, Cape Rasmussen.
Í 1893 fer hann aftur til
Grønland í somu ørindum.
Hann kendi seg útbrendan
og var tunglyntur, so hann
hevur hug at uppliva hetta
umhvørvi enn eina ferð.
Tað er henda ferðin skald
søgan er um.
Farið verður avstað úr
Keypmannahavn 30. apríl.
Hann hevur alt summarið
verið í Grønlandi og hevur
aftur fingið nógv burtur úr.
Á heimferðini hendur tað
syrgiliga, at hann fer fyri
borð og druknar tann 1. okto
ber, tá ið teir sigla framvið
Orknoyggjarnar. Hetta var í
hampiligum veðri, og tí
hevur tann spurningur verið
reistur, um hann mundi for
gera sær. Hesin spurningur
nívdi eisini konu hansara alt
hennara lív. Men hevur hann
forgjørt sær, so var tað í
hvussu er ikki vegna ringa
fíggjarstøðu ella trupulleikar
í hjúnalagnum. Men Carl
hevði eitt viðkvæmt sinni,
so tað ber ikki til at siga
nakað.
Undir
sjóforhoyrinum
greiddi róðursmaðurin tó
frá, at Carl hevði málað á
dekkinum. Fyri at eygleiða
málningin hevur hann ging
ið aftur og fram kring hann.
Hann er so einaferð farin
eftir hali frá málninginum.
Tá hevur hann helst bakkað
eitt stig ov langt, hevur
verið áhaldsin og er so farin
fyri borð.
Carsten Jensen lýsir Carl
Ramussen sum eina ivandi
sál, bæði hvat viðvíkir hans
ara list og hansara trúarlívi.
Carl málaði eisini altar
talvur. Ein hongur í kirkuni
í Marstal. Hagar plagdi kon
an at fara, tá ið hon trongdi
til ugga og kundi møta Jes
usi andlit til andlit á máln
inginum hjá manninum.
Kona Carl kallaðist Anna
Egidia. Hon sat eftir við
átta børnum. Spurningurin
var, hvussu hon skuldi klára
at missa mann og forsyrgj
ara. Ráðini gjørdust at selja
hansara málningar á upp
boði, nógvar av teimum
vóru úr Grønlandi. Hetta
var sjálvsagt ein trupul
avgerð. Fyrst hevði hon
mist mannin, og nú skuldi
hon selja hansara sál. Men
hon skuldi jú eisini liva.
Fleiri av børnunum doyðu,
áðrenn tey komu til. Men
hon fekk tó 14 ommubørn.
Tískil er ættin stór, og hon
hevur eisini givið íkast til
bókina.
Uppboðssølan gekk sera
væl, og hon gav so mikið av
sær, at einkjan kundi liva
restina av lívinum uttan
fíggjarligar trupulleikar.
Carl gjørdist viðurkendur
í síni samtíð. Longu meðan
hann er á lívi, varð hann
umrøddur í Nordisk Conver
sationsleksikon. Ofta verða
listarmenn jú ikki viður
kendir fyrr enn teir eru
deyðir.
Hansara málningar eru
framvegis sera væl umtóktir,
og teir hava verið til sølu
fyri upp til eina góða milli
ón krónur.
Málningurin endaði
av tilvild í Føroyum
Tað, sum kom fyri ein dag á
bókmentadøgunum, var, at
Carl Rasmussen eisini hev
ur verið í Føroyum og hevur
málað minst ein málning,
meðan hann var her. Hetta
hevur uttan iva verið ta ferð
ina, hann var á veg til ella
frá Grønlandi í 1893. Ein
ábending um hetta er slupp
in á myndini, sum neyvan
vildi verið, um hetta var á
fyrru
grønlandsferðini
í
1870. Er málningurin frá
heimferðini úr Grønlandi,
so kann hetta hava verið
seinasti málningur hjá Carl.
At hesin forvitnisligi máln
ingur endaði í Føroyum er
av eini tilvild. Forsøgan er
tann, at ein søldfirðingur var
og ferðaðist í Danmark í
2000. Tá rendi hann seg
meira ella minni tilvildarliga
seg fram á hendan málning
in, sum var til sølu á máln
ingauppboðssøluni
hjá
Bruun Rasmussen. So lítið
vistu teir um málningin, at í
kataloginum stóð, at hann
lýsti „marine med skibe ud
for den norske kyst.“. Hann
gjørdist hugtikin av málning
inum og helt tað vera spell,
um ein slíkur gamal máln
ingur úr Føroyum skuldi
“hvørva” í Danmark.
Hann fekk at vita, at
eingin hevði bjóðað. Máln
ingurin var mettur at hava
rættuliga stórt virði í mun til
tað, sum vit eru von við, og
hann tók tí kjansin og bjóð
aði nakað væl undir meting
ina. Einki annað boð var, og
hann fekk málningin.
Sum tað sæst er hann mál
aður vesturi í Vágum. Trøll
konufingur sæst jú sera væl.
Eisini síggjast eisini bæði
bátar og skip. Tí er hetta eis
ini ein góð tíðarmynd.
Tískil fekk Carsten Jen
sen á síni føroyaferð stað
fest, at Carl Rasmussen eis
ini hevur verið í Føroyum.
Hetta visti hann ikki, og er
tí ikki nevnt í bókini, men
tað veit hann so nú.
Uttan iva hevur hetta ver
ið eitt gott keyp hjá søld
firðinginum, sum seinastu
prísirnir á málningum hjá
Carl Rasmussen eisini vísa.
At tað er skrivað ein heil
skaldsøga um ferðina hjá
listarmanninum, tá hesin
málningur er málaður, ger
neyvan virðið á honum
minni!
ó.
Bókmentadagarnir:
Carsten Jensen skrivað søguna
um málning úr Føroyum
Málningurin hjá Carl Rasmussen úr Føroyum í 1893
Cartsen Jensen er upprunin til hesa áhugaverdu søgu
Søgan um Carl Rasmussen