Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað Demich P/F Tórshavn Postboks 378 - Stiðjagøta 2 FO-110 Tórshavn Telefon +298 309 310 demich@demich.fo Demich P/F Vágur Á Marknoyri FO-900 Vágur Telefon +298 37 35 35 demich@demich.fo Demich P/F Runavík Heiðavegur 80 FO-610 Saltangará Telefon +298 445500 demich@demich.fo Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv. Umhvørvisvinarlig orka við hitapumpu frá Demich Størsta loyvi, sum nakrantíð er latið til oljuleiting á føroyska landgrunninum, er L016, sum liggur í ein landnyrðing úr Føroyum, nógv norðari enn leitað hevur verið áður. Tað fer til eitt samtak, sum fevnir um fýra norðurlensk oljufeløg, norska Statoil/Hydro, danska DONG og føroysku Atlantic Petroleum og Faroe Petroleum 3. útbjóðing Jan Müller jan@sosialurin.fo Umboð fyri føroysku feløg­ ini vóru sera fegin um úr­ slitið av 3. Útbjóðingini, nú loyvini vórðu latin mána­ morgunin. Hýrurin á før­ oyska umboðnum fyri danska felagið varð eisini góður, nú feløgini eru farin í samstarv við norska olju­ risan StatoilHydro sum flaggskip í hesum norður­ lendska oljuflotanum. Atlantic Petroleum Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum: ­Vit hava verið saman í øðrum loyvum, og vit síggja fram til at samstarva í hesum sterka samtakinum, har StatoilHydro er fyristøðu­ felag. Tað, sum er sermerkt við hesum samtakinum, er m.a. fyri okkara viðkom­ andi, at tøkniligu fólkini, sum arbeiða hjá okkum í London, hava verið við i leitingini við Føroyar frá byrjan. Tey síggja fram til at arbeiða saman við góðum og royndum fólkum hjá hin­ um feløgunum. Faroe Petroleum Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum: ­ Hetta verður sera spennandi, og hyggja vit eftir útbjóðingini síggja vit, at hetta eru feløg, sum hava verið við frá byrjan. Hóast feløgini fækka, so síggja vit nú, hvørji feløg hava Føroyar sum fokusøki. Og tí er tað eisini náttúrligt, at tey arbeiða meira og meira saman, tí nógv plan­ legging skal til. Vit síggja fram til eitt gevandi sam­ starv. DONG Regin Hammer, stjóri í Dong: ­ Vit eru við í sera nógvum loyvum vestan fyri Hetland og nú eisini í føroyskum øki. Vit eru sera fegin um at vera við í einum norðurlendskum bólki sum hesum. Tað verður spenn­ andi at arbeiða saman við hesum feløgum. Atlants­ mótið, sum fevnir um økini vestan fyri Hetland og Føroyar, eru kjarnuøki hjá Dong. Hóast oljan er gula­ rótin, so sær Dong stórar møguleikar í enn goymdum gassgoymslum millum Før­ oyar og Hetland. Norðurlendsk oljufeløg taka saman hendur Norðurlendsk oljufeløg saman um at finna føroysku oljuna og gassið. Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum, Regin Hammer, stjóri hjá DONG, Rúni M. Hansen, stjóri í StatoilHydro og Wilhelm Petersen, stjóri í Faroe Petroleum Mynd Jan Müller