týsdagur 9. desember 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 237 - 9. desember 2008
Nýstovnaða Ferðavinnufelagið skipað nevnd
Nevndin í nýstovnaða Ferðavinnufelagnum hevur nú skipað seg við Ásu Johnsdóttir sum forkvinnu og Fríðun
Jacobsen sum næstformanni. Ferðavinnufelagið hevði stovnandi aðalfund 31. oktober og nevndin skipaði seg á fyrsta
nevndarfundinum, ið varð hildin 3. desember. Umframt Ásu og Fríðun, ið starvast hjá ávikavist Hotel Hafnia og
Green Gate Incoming, eru hinir nevndarlimirnir Jákup Sverri Kassi (Smyril Line), Henny á Líknagøtu (Atlantsflog)
og Magni Blástein (Fiskiferðir). Eitt av málunum hjá Ferðavinnufelagnum er at fáa fleiri og betri hagtøl til vegar.
Hetta fellur væl saman við, at SamVit nú ferð undir eina verkætlan, ið skal tryggja betri innsavnan av hagtølum í
ferðavinnuni. Ein bólkur skal setast til at fyrireika hesa verkætlan og hevur Ferðavinnufelagið valt Jákup Sverra Kass
at umboða seg í hesum arbeiði, sigur Vinnuhúsið.
Norski oljurisin Stat
oilHydro setir nú
síni sjónligu fingra
merki á føroyska
landakortið. Við stór
um fetum setir hesin
oljurisin nú kósina
longur norðureftir
og nærkast heimaliga
umhvørvinum, mark
inum millum Føroyar
og Noreg. Stjórin
heldur økini í ein land
nyrðing úr Føroyum
vera sera áhugaverd og
fegnast um, at teirra
umsókn varð gingin á
møti
3. útbjóðing
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað vóru fleiri glað andlit í
Tinganesi mánamorgunin.
Eitt teirra var fuglfirðing
urin, Rúni M. Hansen, stjóri
í StatoilHydro Føroyar og
ein av deildarleiðarunum
hjá stórfyritøkuni, tá talan
er um leiting í altjóða høpi.
StatoilHydro er fyristøðu
felag í bólki, har bara norð
urlendsk oljufeløg eru við.
Tey eru danska DONG og
føroysku feløgini, Atlantic
Petroleum og Faroe Petrol
eum. Samtakið fekk tillutað
ein risastóran bita av før
oyska
landgrunninum
í
nýggjastu útbjóðingini.
Vit hava aftur fingið eitt
gott og stórt leitiøki í Før
oyum, og tað halda vit er
sera positivt sigur Rúni M.
Hansen, sum heldur, at Jarð
feingi og Vinnumálaráðið
hava gjørt eitt gott arbeiði í
sambandi við útbjóðingina.
- Men er hetta ikki eitt
óvanliga stórt øki tit hava
fingið tillutað?
Tað sigur kanska heldur,
hvussu stórt Føroyaøkið
veruliga er. Tað er sera lítið
gjørt á hesum økinum,
sjálvt um vit hava verið her
í nógv ár. Vit halda, at her
er meira at fara eftir.
Positivt fyri
báðar partar
- Hvat er tað, sum ger, at
Føroya landsstýri skal lata
einum samtaki eitt so stórt
øki til leiting?
Eg kann ikki svara
vegna
landssstýrið
men
bara siga, at vit eru sera
fegnir um at hava fingið
hetta økið. Eg gangi út frá,
at landsstýrið hevur mett
tað vera skilagott at lata eitt
so stórt øki, tí vit skulu gera
nógvar seismiskar kanning
ar í hesum økinum, ið sum
heild er sera lítið kannað.
Tað vænti eg verður positivt
fyri báðar partar.
- Hví fara tit so langt norð-
ur eftir, tá vit vita, at verandi
leiting liggur væl longur
syðri, eisini í bretskum
øki?
Í 1. útbjóðing vóru vit
heilt har suðuri, í tí næstu
lógu vit meira í miðjuni
millum 1. og 3. útbjóðing,
men vit halda, at tað er vorð
ið meira og meira áhugavert
tess longur norðureftir vit
flyta okkum. Tað síggja vit
eisini hinumegin markið,
har vit eru við í Rosebank
økinum, sum eisini er væl
norðari enn økini vit fóru
eftir í byrjan. Tí halda vit
eisini, at tað er vert at kanna
hesi norðaru økini enn
meira.
- Men hetta er jú nærsagt
úti á ”preriuni”, í onga-
mannalandi, har eingin
hevur gjørt kanningar fyrr.
Tað má vera okkurt serligt,
sum dregur tykkum so langt
norður í ókent land?
Vit hava eitt sindur av
vitan um økið, frá seismikki,
og tað er hon, sum er drív
megin til at fara víðari. Hví
ikki kanna økið nærri, tí tað
kann blíva áhugavert í fram
tíðini. Tí hava vit lagt okk
um á tað.
- Tað er so langt norðuri,
at tit nærkast markinum
móti Noregi!
Ja, Statoil er væl kent í
Noregi og í Norðsjónum
annars. Og tað er kanska tí
tað er Statoil, sum hevur
eyguni eftir hesum økinum.
Men orsøkin er tann, at vit
vilja kanna hetta økið
nærri.
- Onkur jarðfrøðingur
hevur sagt við Sosialin, at
tað er upp móti norska
markinum, at oljan ella
gassið finnast?
Tað fer tíðin at vísa.
Raðfesta ymiskt
Rúni M. Hansen vísir á, at
Statoil arbeiðir kring allan
heimin. Felagið er virkið í
40 londum. Føroyar er eitt
av teimum londum, har Stat
oil hevur brúkt rættiliga fitt
av peningi til leiting. Tí
vóna tey eisini, at tað fer at
gjalda seg aftur einaferð.
- Hvussu ber til, at tit
raðfesta hetta økið høgt, tá
onnur stór oljufeløg sum
BP og Shell eru við at taka
følihornini til sín?
Tað er ein gongd vit
síggja allastaðni, at onkur
feløg eru meira virkin eina
staðni og minni eina aðra
staðni. Tað er rættiliga van
ligt í einum øki, har man
ikki hevur funnið olju í
rakstrarverdugum nøgdum,
men vit halda framvegis, at
Føroyar kjarnuøki hjá
Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum, og Rúni M. Hansen, stjóri í StatoilHydro, fegnast um
úrslitið av triðju útbjóðing
Mynd: Jens Kristian Vang
Norðurlendskt oljusamtak leitar norðureftir. Loyvið 016, reyði liturin longst norðuri, er ókent leitiøki, sum nú verður kannað
Kelda: Jarðfeingi