Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 237 - 9. desember 2008 her er nakað at fara eftir. Stóru feløgini raðfesta, og summi ár raðfesta tey øðrvísi. Tað kann eisini henda einaferð, at vit ikki vera við í eini útbjóðing her men at onnur stór feløg vera við. - Undrar tað teg, at BP og Shell eru so lítið við her longur? - Vit hava sæð, at hesi feløgini heldur ikki hava verið so nógv við vestan fyri Hetland í útbjóðingum har. Men hetta kann broyt- ast. Føroyaøkið áhugavert - Hví er Føroyaøkið so áhuga- vert fyri StatoilHydro? - Føroyaøkið er áhugavert. Tað er ymiskt hvørji stigi vit eru í ymsa staðni. Onkun- staðni eru vit í byrjan av leiting, aðrastaðni eru vit í framleiðslu. Føroyar liggja mitt ímillum. Vit hava kann- að nakað, og við tí vitan vit hava fingið halda vit, at Før- oyar framvegis eru áhuga- verdar, tá vit hyggja uppá rímuliga langt sikt. Vit skulu eisini framleiða olju um 20 ár. Í tí samanhangin- um verða Føroyar áhuga- verdar. Vit kunnu ikki bara hyggja til í morgin, hvar vit framleiða, men mugu eisini hyggja frameftir, og har eru Føroyar áhugaverdar. - Hvussu ber tað til, at tit hava fingið bæði tey før- oysku oljufeløgini við í tykk- ara loyvi? - Feløgini hava verið áhugað fyri at vera við, og vit hildu tað eisini vera áhugavert at hava tey við. Tað er positivt fyri okkum og tey. - Hava tit tikið tey við fyri at fáa henda stóran bitan? - Nei, tað er ikki bara tí. Vit halda, at tey feløgini koma eisini at tilføra nakað til okkara bólk. Tað er eisini gott at hava feløg við, sum eru kunnug við lokal viðurskifti. - Hevur landsstýrið verið meira positivt mótivegis StatoilHydro, tí tit hava havt tvey føroysk feløg við? - Eg vænti ikki í hesum førinum. Vit høvdu gjørt nógv burtur úr umsóknini, so eg veit ikki, hvussu lands- stýrið hevur hugsað. - Tað fjóðra felagið er danska DONG, sum er sera virkið á Atlantsmótinum. - Vit arbeiða saman við DONG nógva staðni. Vit hildu tað var áhugavert at halda á fram við hesum samstarvinum. - Føroyar eru partur av fíggjarkreppuni, sum leikar á í heiminum. Er tað skeivt at kalkulera við møguligum oljuríkidømi í undirgrundini longu nú? - Eg trúgvi ikki, at vit kunnu seta tað inn í nakra rakstrarætlan sum nú er. Men tað er altíð gott at vita, at oljutilgongdin er livandi, og at nakað hendir. Soleingi tað er so, so er vón fyri, at her kann finnast okkurt. - Nær setir StatoilHydro borin í aftur undirgrund- ina. - Vit fara nú at fyrireika fleiri seismiskar kanningar til komandi summar, og tá hava vit fleiri øki í Føroyum, sum vit fara at gera klár til boring. Tað nýtist tí ikki at ganga so long tíð, til vit fara at bora aftur, um seis- mikkurin vísir seg at vera positivur. Sosialurin skilur, at tað kann væl henda, at Stat- oilHydro borar í 2010. Vindmyllur draga ferðafólk Tær meiri enn 100 metrar høgu vindmyllurnar, sum standa á sjónum á Horns Rev úti fyri vesturjútsku strondini, eru vorðnar eitt væl umtókt ferðavinnumál. Tað skrivar Jydske Vestkysten. Í ferðavinnuni vóru tey annars ímóti at seta vindmyllurnar upp á sjónum, tí tey hildu, at tær fóru at spilla umhvørvið. Men í dag eru tey fegin, tí ferðafólk í hópatali vilja sleppa at eygleiða tær stóru vindmyllurnar, sum síggjast frá landi, tá sýnið er gott. Skilja skip og virki sundur Íslendska Sjómannasambandið vil hava politikararnar at broyta lógina, so eitt skott verður sett ímillum fíggjarligu áhugamálini hjá teimum, sum eiga skipini, og virkjunum, sum keypa fiskin. Felagið sigur, at soleiðis sum støðan er í dag, kunnu seljari og keypari vera sama felag, og kann viðkomandi áseta fiskaprísin eftir egnum ynski og áhuga. Sjómannasambandið sigur, at broytingin eigur at verða fyrsta stig fram ímóti einari skipan, sum skal áseta, at allur fiskur skal seljast á fiskamarknaði. StatoilHydro Stjórin á Atlantic Supply Base í Runavík, Eli Lassen, peikar á komandi oljubrunnin, Anne Marie, ið verður boraður næsta ár. Her saman við Wilhelm Petersen og Nils Sørensen Mynd: Jens Kristian Vang