týsdagur 9. desember 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 237 - 9. desember 2008
18. november
Í dag kom Ocean Tiger inn at landa
gott 200 tons. Teir gjørdu skjótt av og
loystu longu um kl. 22. Kl. 23 kom
Qaqqatsiaq inn. Eldur hevði verið um
borð. Tað var kyknað inni í paknings
rúminum, sum liggur frammanfyri
fabrikkina. Til alla lukku hevði eldurin
ikki fest í pakningin, tá teir varnadust
eldin um kl 0300. Hetta hendi undir tí
fyrsta tóginum hjá nýggja holdinum,
sum var komið umborð. Teir fingu
sløkt eldin sjálvir til alla lukku. Sagt
verður, at roykurin var øgiligur og
kolasvartur. Sum skilst var eldurin
kyknadur av eini kontakt inni í rúmi
num, og tað sum logaði var káplar. Teir
komu inn at taka pakningin upp og
vaska rúmið aftur.
19. november
Qaqqatsiaq loysti seinnapartin til nýggj
an túr. Regina C er inni í Manitsoq og
landar í dag. Polar Princess er inni í
Aasiat og landar. Teir hava rokast við
svartkalva. Teir hava gott 720 tons inni
og hava fiskað í 5 vikur. Tað kann ikki
sigast annað enn at vera ógvuliga gott
fiskarí. Leivur á Rógvi er skipari á
hesum holdinum.
Í gjár varð sagt í pressuni, at Tasermi
ut hevdi siglt á land inni í havnini í
Manitsoq. Tá ið teir komu inn higar,
vildi skipið ikki bakka, men helt á at
sigla fram. Teir rendu á nakrar flóti
brúgvar og tók botn. Tað skuldu koma
nakrir klókir menn at kanna Tasermiut,
tá veðrið bleiv til vildar.
20. november
Akamalik kom inn at landa í morgun og
skifta manning. Teir hava gott og væl
500 tons inni. Hetta tørnið hava teir
fiskað fyri gott 21 mill. Skipari var
Linjohn Cristiansen úr Skálavík. Kanad
iarin Agatian Cail kom inn vid egnari
megi. Teir høvdu fingið um skrúvuna
og sigldu eina míl um tíman. Frosk
menn vóru niðri og skóru av. Har vísti
seg at vera ríkiligt at gera. Teir arbeiddu
í tríggjar dagar við at fáa trolið av skrúv
uni. Teir løgdu um 100 t. av svartkalva
upp her eisini. Sum eg sá, var tað smáur
svartkalvi. Polar Natarnaq hevur verið í
Nuuk, har teir hava landað og skift fólk.
Teir høvdu um 200 tons av sekkjarækj
um henda túrin. Lómur var inni í
Illulisat og legði knapt 100 tons upp.
27. november
Polar Amaroq kom inn í morgun at
landa. Har var alt fult hjá teimum. Manu
er inni í Manitsoq og landar svartkalva.
Tað frættist her uppi í Sisimiut, at
Hanus Hansen hevur keypt eina toska
kvotu uppá 1.000 tons frá einum
reiðara í Illulisat. Hann hevði kvotuna,
men hevði ongan trolara at fiska hana.
Polar Assik er inni í Aasiat og landar
knapt 70 tons.
30. november
Tað dryppar av takskegginum í dag.
Tað er stilli. Lómur kom inn til Illulisat
í gjár at landa. Teir hava knapt 135 tons
inni. Natarnaq kemur inn í morgin at
landa. Teir liggja uttanfyri her og bíða
til Atlantskipið loysur frá kai. Soleiðis
er okkara støða við kaiplássi ár 2008.
Nú er so sjálvstýrið viðurkent her, so
vón er fyri, at vit fáa nýggja kei innan
fyri eina rímiliga tíð.
1. desember
Í dag kom Polar Assik inn til Aasiat at
landa. Teir hava 65 tons inni. Tað sama
gjørdi Natarnaq. Har var alt fult, sum
fyllast kann. Ein óførur túrur hjá teim
um. Við tí, teir løgdu upp í Aasiat
herfyri, hava teir fiskað knapt 600 tons
í alt henda túrin. Tarsermiut, sum tók
botn inni í havnini í Manitsoq herfyri,
er komin í dokk á Akureyri.
2. desember
Polar Nataarnaq er inni í Nuuk og
landar. Har er alt fult hjá teimum. Teir
landa rækjur í sekkum. Teir taka um
200 tons í lastina. Skeljabáturin Sonja
Kiil II kom til Sisimiut at landa í morg
un. Teir hava gott 21 tons inni. Hetta
tørnið hava teir haft nógvar bakkdagar
og trupulleikar av ymiskum slag.
Sisimiut er á veg inn til Nuuk at seta
fólk í land og taka ymiskt umborð so
sum toskatrol. Teir hava havt av
allarringasta veðri á veg inn til Nuuk.
Sum skilst var tað ongin, sum fekk
eyguni saman.
Rokár hjá Sisimiut
Toska og svartkalvatrolarin hjá Royal
Greenland, Sisimiut, er nú á veg til
Føroyar við fullari last. Hetta var tað
síðsta, sum eftir var at fiska í ár.
Sisimiut hevur rættindi at fiska tosk,
hýsu og upsa í Barentshavinum. Í Eyst
urgrønlandi og Vesturgrønlandi fiska
teir svartkalva og tosk.
Skipari henda túrin er Ivan Olsen,
ættaður av Skála. Hann letur væl at
árinum 2008. Hettar er eitt av teimun
allarbestu árum hjá Sisimiut, sídani
skipið bleiv keypt av Royal Greenland
úr Íslandi í 1995. Tá var skipið bert 2
ára gamalt og kalladist Arnar. Henda
seinasta túrin á árinum, sum eisini
gekk gott, fiskaðu teir 612 tons av
svartkalva í 27 dagar. Teir leggja
veiðuna upp í Kollafirði og vera
væntandi á Føroyum 9. desember.
Eftir, at tað er liðugt at landa, fer
Sisimiut til Havnar at gera ymiskar
ábøtur. Farið verður aftur í Barents
havið uppundir árskiftið.
4. desember
Ocean Tiger kom inn her til at landa í
morgun. Teir hava knappa fulla last. Teir
skulla skifta nakað av fólki út. Tað er
komin fløkja í flúgvingini, so teir verða
noyddir at liggja nátt yvir. Polar Aassik
er á veg inn til Aassiat at landa. Teir hava
knapt 70 tons inni. Teir hava fýra tímar á
fiskileið og plaga at fáa uppí skipið eftir
1½ samdøgri.
5. desember
Ocean Tiger fór nýggjan túr í seinna
partin. Nú er komið alment fram, at
Arctic Prime hjá Hanus Hansen og
øðrum hava fingið eina kvotu uppá
1.000 tons av toski. Ætlanin er at
leggja saman við tvey onnur reiðarí,
sum ongan trolara hava. Annað er úr
Eysturgrønlandi og hitt úr Illulisat.
Tað hevur verið frammi í miðlunum
her, at landstýrið hevur lækkað toska
kvotuna við einum triðingi, so hon bert
verður 20.000 tons í 2009. Kvotan uttan
skers verður skorin niður frá 15000 tons
til 10.000 tons. Restin av kvotuni er so
10.000 tons, sum er til fiskarí innanskers,
so sum botngarna línu og garnaveiða.
6. desember
Í dag er lorta veður við nógvun vindi av
suðri og okkurt æli inn í millum. Lómur
verður inni aftaná døgurða. Alt er fult:
Last, fabrikk, paunum og eisinir posar
nir á dekkinum eftir veiðu í trý samdøg
ur. Metið var 138 tons, men tað er longu
farið. Teir meta seg hava um 150 tons
henda túrin. Tað er óført hjá teimun.
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Grønlandstíðindini hjá Kára við Stein hava verið nakað óreglulig í blaðnum seinastu tíðina. Men nú er ætlanini, at tey skulu gerast fastur partur í vinnusíðunum hvønn týsdag. Kári greiðir frá dag fyri dag
mj media
Á Sandvíkarhjalla - tlf. 350830 - Má-frí 8-16
SVARTIR
SEKKIR 9,95 stk.
WC-pappír
50m, 6 rl. 29,95
Køks-
pappír, 4 rl.23,95
Fibur-
klútar 15,-
Arbeiðslampur
Fyrr: 399,-
NÚ: 99,-!
Reingerðarevni
og -útgerð
til húsarhald,
stovnar og
virkir
stk.
úr
HH Frítíðarjakki
590,-
649,-
Fyrr kr. 1000, -
NÚ: 590,-!
TERMODRAKT
Kom niðan á
Hjalla og ger
kvetti!
HELLY
HANSEN
REGNSETT
Mannfólk/konufólk
Toskakvotan skerd ein triðing