Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 237 - 9. desember 2008 Sigurð S. Simonsen borgarstjóri Vegna Fugla­ fjarðar býráð Í sambandi við, at liðin eru 30 ár síðan íverksetarin Kári Johannesen, sáli, byrj­ aði egna maskinsmiðju, varð boðið til móttøku í Niðaru Lon hjá KJ­ Hydraulik á Kambsdali fríggjadagin 28. november. At her ikki bert var talan um eina lítla smiðju í ein­ um avkróki í Føroyum, ið hevði boðið til móttøku, sást við tað sama, ið komið varð á staðið. Ikki áður havi eg sæð so nógvar bilar í hesum partinum av Kambsdali. Ikki áður havi eg her um leiðir sæð so stóra mannfjøld til eina móttøku av slíkum slag. Nei, her var talan um nakað størri og meira, nakað áhugavert, nakað, ið hevði størri týdning fyri mong. Her er talan um eitt virki, við einari manning, ið telur eini 70 dugnalig fólk, sum veita vinnuni á sjógvi og landi, bæði heima og úti, umvælingar, sølu og tænastu. Her er eisini talan um eitt fram­ leiðsluvirki, ikki færri enn 24 alibátar eru smíðaðir hjá virkinum seinastu árini. KJ­Hydraulik er eisini at líkna við ein lærustovn, ið klekir lært fólk. Ungdómar koma í læru óbúnir og koma útaftur búnir, vaksnir og lærdir. Ikki færri enn 80 maskinsmiðir og 4 skriv­ stovufólk eru útlærd á virkinum síðan 1987. Samfelagsligi týdning­ urin av einum slíkum virki er eyðsýndur og er ikki at taka feil av. Ikki minni eyðsýndur hevur verið tann lokali, samfelagsligi týdn­ ingurin, ið stendst av hes­ um virksemi. Undirritaði skal tí vegna Fuglafjarðar býráð bera fram kvøðu til tykkara, ið eiga og stýra KJ­Hydraulik og øllum tykkum, ið arbeiða á virkinum og ynskja tykkum hjartaliga til lukku við teim higartil 30 virkisárunum. Eisini ynskja vit tykkum alt tað besta og Guðs signing fyri framtíðina. Bókin “Hugur og hegni” Lillian í Lambanum, ið var kona Kára Johannesen, sála, legði henda dagin fram minnisrit á 248 síður. Bókin, ið ber beinrakna heitið “Hugur og hegni,” er um Kára og fyritøkuna, sum hann stovnaði og menti. Lillian, henda gløgga, erliga og dugnaliga kvinnan, hevur við bókini givið okkum ein dýrgrip. Eins og hon sjálv sigur í innganginum: “Tá ið tíðin er liðin, árini farin, er mangt, sum hevði verið áhugavert at minst, farið í gloymkunar hav, um tað ikki verður fest á blað.” Lillian eigur rós og tøkk fyri hesa bók, ið vissuliga er eitt klípi í varðanum yvir Fuglafjarðar virkis­ og vinnulívssøgu. Til sama høvið var portrettmálningur av Kára Johannesen avdúkaður. Listamaðurin Heðin Kambsdal vísir við hesum málninginum, at tað ber til at bjóða Leonardo da Vinci og hansara Monu Lisu av. Tað var sum um at Kári var mitt ímillum okkara, so livandi var myndin. Nú vit eru við tað mentanarliga, er tað áhugaverda, at tað eru bert fáir dagar síðan onnur siðsøgulig bók kom út í Fuglafirði. Ein sera spennandi bók á 277 síður eftir amerikanska fuglfirðing Jennifer Henke, ið ber heitið “Saknaði sonurin.” Jú hendingarríkir dagar, ið liva upp til slagorð kommununar, sum ímillum annað siga: Býurin, har vinnulív og mentan taka lógvatak. Tøkk til KJ­Hydraulik, Lilliuna, Heðin og Jenni­ fer. Hugleiðingar í sambandi við 30-ára dag KJ-Hydrauliks Vit elska góð tíðindi Intra er leiðandi innan Microsoft SharePoint við kundum á privata og almenna økinum, bæði í Føroyum og í Danmark. Vit hava hollar royndir innan Microsoft, .NET, SharePoint og Office 2007. Okkara kundar hava valt SharePoint framum aðrar skipanir innan: Uppgávustýring Skjalasavn Skjalahandfaring Dátu innsavning Workflow Intranet Extranet Internet/heimasíðu Hevur tú fingið røttu ráðgevingina? Stutt sagt so elska vit at loysa uppgávur í SharePoint! Lilliam í Lambanum við bók síni. Aftanfyri málingur, sum starvsfólkið læt fyritøkuni í føðingardagsgávu Mynd Jan Müller