týsdagur 9. desember 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 237 - 9. desember 2008
Meðan djúpvatns
trolarin Suðringur
seinastu árini hevur
veitt stinglaks og
langasporl, hevur
gingið verri at manna
línuskipið Hoyvíking
og snelluskipið Kúr
berg. Men nú sigla
øll skipini aftur, og
reiðarin Marner Lis
berg sær batar hóm
ast í havsbrúnni, nú
prísurin á olju er lækk
aður, og líkt er til, at
náttúruviðurviður
skiftini í havinum eru
vend til tað betra
Vinnuprát
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu árini hevur djúp
vatnstrolarin
Suðringur
veitt stinglaks og langasporl
at kalla burtur av. Skipið
hevur fingið lønandi vinnu
burtur úr hesi veiði, sam
stundis sum hetta hevur
verið við til at avlastað
royndina undir Føroyum.
Øll veiðan er landað í
Skotlandi, haðani hon er
flutt niður á franska markn
aðin, sum keypir bæði
fiskasløgini.
Marner Lisberg, reiðari,
sigur, at loyvi hjá Suðringi
at veiða hesi djúpvatns
fiskasløgini er royndarloyvi,
sum verður útskrivað fyri
eitt ár í senn.
Fiskimálaráðið hevur
undanfarin ár givið trý
royndarloyvi
av
hesum
slagi, men í summar gjørdi
Tórbjørn Jacobsen, táver
andi fiskimálaráðharri, av
sínum eintingum av at
skriva út tvey royndarloyvi
eftir stinglaksi og langa
sporli aftrat.
Reiðarin undrar seg yvir
hesa avgerð, sum als ikki
samsvarar við fiskifrøðiligu
ráðgevingina.
Tað tóktist okkum
undarligt, at júst Tórbjørn
Jacobsen tók hetta stigið, tá
hann meira enn nakar annar
landsstýrismaður í fiski
vinnumálum hevur lagt upp
til at fylgja fiskifrøðiligu
ráðgevingini.
Ikki grundarlag
Marner Lisberg sigur seg
als einki at hava ímóti teim
um feløgum og skipum, sum
landsstýrismaðurin læt hesi
nýggju royndarloyvi til.
Eg haldi bara ikki, at
grundarlag er fyri fleiri
nýggjum royndarloyvum, tí
tað vísir seg, at fiskiskapurin
eftir slíkum djúpvatnsfiska
sløgum roynist ikki, um
royndin verður ov stór.
Landsstýrismaðurin seg
ði, at hann hevði útskrivað
hesi loyvi, tí tvey av trimum
skipum, sum høvdu roynd
arloyvi, at kalla ikki høvdu
veitt stinglaks og langasporl
í ár. Tórbjørn vísti eisini á,
at hesi loyvi, sum kortini
bert eru galdandi í eitt ár í
senn, kanska kundu bøtt
eitt sindur um støðuna hjá
djúpvatnsflotanum.
Hini bæði skipini, sum
upprunaliga høvdu hesi
royndarloyvi, vóru Rasmus
Effersøe, sum nú er seldur
og Phoenix, sum er seldur á
tvingsilssølu, og sum Før
oya Banki nú eigur.
Skipini, sum Tórbjørn
Jacobsen gav nýggju roynd
arloyvini, vóru Roc Ama
dour og Niels Pauli.
Fleiri tóvtímar
Marner Lisberg sigur, at
royndin hjá Suðringi eftir
stinglaksi og langasporli
mest hevur verið á leiðunum
vestur av Føroyabanka.
Hetta hevur faktiskt
rigga rímiliga væl í mun til
tað at fiska upsa.
Hann
ásannar
tó,
at
fiskiskapurin eftir stinglaksi
og langasporli kanska ikki
óvæntað er minkaður, sum
árini eru liðin. Hetta er nak
að, sum eyðkennir djúp
vatnsfiskasløg, sum eftir
øllum at døma gerast seint
kynsbúgvin
og
soleiðis
eisini nørast seint.
Í ár hevur Suðringur
fiskað 1700 tons í 240
dagar, og í fjør fekk skipið
eisini 1700 tons, men bert í
208 dagar. Hetta bendir á,
at stinglaksur og langasporl
ikki tola serliga harðaroynd,
leggur reiðarin aftrat.
Einir 1011 mans eru við
Suðringi hvønn túrin, men
annars eru einir 15 mans
knýttir at skipinum.
Skipari í løtuni er Ólavur
Kjærbo, ið er sumbingur,
sum býr í Øravík.
Ikki so dapurt
Marner Lisberg sigur, at
dýra oljan hevur verið ein
tungur burður í hesum ári
num, men hann fegnast um,
at prísirnir eru lækkaðir.
Jú, hetta hevur verið
tungt, men eg haldi ikki, at
vit skulu síggja so dapurt
upp á framtíðina.
Reiðarin heldur, at nú
oljuprísirnir eru lækkaðir
munandi, tó at teir fram
vegis eru høgir, sær betri út
hjá stórum parti av fiski
flotanum.
Fólk gloyma so skjótt,
og eg trúgvi, at tá vit koma
út á várið, hava mong longu
gloymt, hvussu trupult tað
var, meðan oljuprísirnir
vóru í hæddini. Men hetta
hevur virkuliga verið ein
trupul tíð, sigur hann.
Marner sigur, at inntøkan
hjá manningini hevur verið
rímiliga góð, tó at skipar
aksturin hevur verið tungur.
Nú vóna og vænta vit,
at árið 2009 fer at roynast
betri hjá djúpvatnstrolar
unum og hjá fiskiflotanum
sum heild, leggur hann
aftrat.
Øll skipini sigla
Marner Lisberg er eisini
reiðari
á
línuskipinum
Hoyvíkingi og snelluskip
inum Kúrbergi, men hesi
bæði skipini hava ligið ein
stóran part av árinum, tí
trupulleikar hava verið at
mannað tey.
Tað hevur verið trupult
at manna línuskipini, nú so
nógv virksemi hevur verið í
landinum yvir eina longri
tíð. Men eftir at vit fingu
Batar hómast
í havsbrúnni
Ikki treytaleyst upp í ES
Á ráðstevnu í síðstu viku umrøddi íslendska Sjómanna
sambandið kjakið um íslendskan ESlimaskap. Felagið
skipaði fyri einari ráðstevnu, og niðurstøðan av orðaskifti
num um ESlimaskapin var, at felagið tekur ikki undir við
limaskapi, uttan so at íslendingar varðveita ræðisrættin yvir
tilfeinginum í sjónum. Sjómannasambandið setir eisini sum
treyt, at íslendingar skulu varðveita ræðisrættin yvir teimum
stovnum, sum ferðast um teirra mark so sun norðhavssildin
og svartkjafturin.
Eiga at veiða stórhval aftur
Íslendski fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinnsson, heldur, at
íslendingar eiga at taka stórhvalaveiðina uppaftur. Ráðharrin
vísir á, at Havrannsóknarstovnurin hevur mælt politikarunum til
at loyva monnum at veiða nebbafisk og sildreka, og at vinnan
hevur sagt seg vera til reiðar at byrja av nýggjum. Fiskimála
ráðharrin ásarrar tó, at semja er ikki í samgonguni um at taka
stórhvalaveiðina uppaftur, men einstakir samgongumenn hava
tó nevnt møguleikan fyri at leggja málið fyri Altingið kortini,
skrivar Morgunblaðið.