týsdagur 9. desember 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 237 - 9. desember 2008
- Høvdu vit havt
arbeitt meira fisk,
hevði úrslitið eisini
verið betri í ár.
Tá tú virkar upsa,
skal ein ávís nøgd
til av fiski fyri, at
framleiðslan skal
geva avkast, sigur
nevndarformaðurin
í Sandoy Seafood
Virking
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Marner Lisberg, reiðari,
er eisini nevndarformaður
í Sandoy Seafood, har
virksemi
bert
er
á
fiskavirkinum í Skopun.
- Tað er ikki rávøru-
grundarlag undir báðum
virkjunum í løtuni. Virkið
á Sandi hevur verið brúkt
til virking av saltfiski,
men grundarlag er ikki
undir at virka saltfisk úr
upsa, og toski er lítið av,
samstundis sum hann er
eftirspurdur
á
markn-
aðinum.
Um
gongdina
hjá
Sandoy Seafood í hesum
árinum, sigur nevndarfor-
maðurin, at árið fíggj-
arliga hevur staðið so
nøkulunda upp og niður.
- Høvdu vit havt arbeitt
meira fisk, hevði úrslitið
eisini verið betri í ár, tí tá
tú virkar upsa, skal ein
ávís nøgd til av fiski fyri,
at framleiðslan skal geva
avkast, sigur Marner.
Hóast framleiðslan er í
Skopun, er virkið á Sandi
ikki púrasta afturlatið.
Fiskurin,
sum
verður
landaður í oynni, verður
lagdur upp á Sandi og
koyrdur norður til Skop-
unar. Virkið á Sandi virk-
ar tískil sum móttøka hjá
Sandoy Seafood.
Batar í væntu
Nevndarformaðurin vísir
á, at nú fíggjarkreppa rakti
tað mesta av heiminum,
hevur at kalla øll vinna,
sum hevur við sjógvin at
gera, í størri og minni mun
eisini verið rakt.
- Vit hava tó roynt at
skipa fyri sum best, og
við góðari hjálp frá fígg-
ingarstovnum, leverandør-
um, arbeiðsfólki og fiski-
monnum hevur eydnast
okkum at hóra undan. Ein-
asti máti at tjena pening í
vinnuni er at vera virkin
– at vera úti og fiska og
virka á landi, sigur hann.
Væntar uppgongd
Marner Lisberg heldur
ikki, at tað sær verri út í
løtuni, enn tað gjørdi, tá
árið 2009 var hálvrunnið.
- Tað eru tekin um, at vit
fara at fáa eina uppgongd í
fiskiveiðini, sum tíðin líð-
ur. Fiskimenn lata ikki illa
at og halda, at tekin eru um
batar í havumhvørvinum,
sigur hann.
- Fólk gloyma so skjótt, og eg trúgvi, at tá vit koma út á várið, hava mong longu gloymt, hvussu
trupult tað var, meðan oljuprísirnir vóru í hæddini. Men hetta hevur virkuliga verið ein trupul
tíð, sigur Marner Lisberg, reiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen
broyttu útlendingalógina í
summar, hevur í heyst
eydnast okkum at mannað
Hoyvíking aftur.
Reiðarin sigur, at nú er
Hoyvíkingur mannaður við
fólki úr Suðuroy og fýra
litavum. Skipari er Jákup
Lisberg, sum er ættaður av
Økrum.
- Skipið fór í vinnu aftur í
oktober. Fyrsti túrurin var
undir Føroyum, og tað víst
seg, at skipið riggaði væl,
sjálvt
um
Hoyvíkingur
hevur ligið alla hesa tíðina.
Næsti túrur var til Íslands,
og hetta gekk væl, til skipið
var á veg heimaftur og var
komið í føroyskan sjógv. Tá
fekk Hoyvíkingur maskin-
skaða og varð sleipaður á
Havnina, har skipið nú
hevur ligið í einar 14 dagar,
meðan motorurin verður
umvældur.
Marner heldur, at teir í
hesum førinum hava verið
óhepnir við motorinum,
sum annars er rættiliga
nýggjur – frá 2006.
- Vit hava sum nevnt
eisini havt trupulleikar við
at fingið manning til Kúr-
berg. Men hetta hevur nú
eydnast, og verður skipið
rikið úr Sandoynni, haðani
tað eisini er mannað við 4-5
monnum.
Skipari
er
Klæmint
Nicodemussen,
og Kúrberg fer ætlandi at
leggja
veiðina
upp
til
Sandoy Seafood.
Stendur upp og
niður í Sandoy
- Tað er ikki rávørugrundarlag undir báðum virkjunum í Sandoynni í løtuni, sigur
Marner Lisberg
Kreditt-trygging avbjóðing
hjá norskum útflytarum
Hóast fíggjarkreppan herjar, selur norskur sjómatur væl. Kortini merkir vinnan nú, at tað er ilt at
fáa til vega keyparatryggingar. Sverre Søraa frá fyritøkuni Coast sigur, at tað tyngstu marknaðirnir
í løtuni eru í Eysturevropa, serliga Ukraina, og Korea. Vinnuhúsið skrivar, at stjórin fyri marknaðar-
deildina í Eksportutvalget for Fisk (EFF), Egil Ove Sundberd, sigur eisini, at tey nú fáa frágreið-
ingar frá marknaðinum og frá útflytarunum, at fíggjarkreppan ávirkar gjaldsevnini og tryggingar-
nar hjá keyparum. Eftirspurningurin eftir sjómati er tann sami, men tað merkist, at handilsvinnan
og veitararnir til marknaðin hava gjaldføris- og tryggingartrupulleikar. Hetta er tó serliga galdandi í
Eysturevropa, meðan tey vestanfyri eru hava somu trupulleikar.
Nýggjur bankapakki fyri jól
Danska stjórnin boðar frá, at bráðneyðugur tørvur er á einum
nýggjum bankapakka. Ætlanin er, at staturin skal skjóta stórar
upphæddir inn í fíggjarsektorin. Hetta sigur Vinnuhúsið, sum áður
hevur víst á trupulleikarnar við at fáa fígging til vinnuvirksemi og
nýggjar íløgur, umframt at útflutningsvinnan missir tryggingar uppá
keyparar í Evropa. Í eini samrøðu við blaðið “Børsen” rópar Anders
Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, fíggingartrupulleikarna fyri: “ta
mest átrokandi avbjóðingina hjá danska búskapinum í løtuni”. Hann
heldur, at stjórnin og danski fíggjarsektorurin bert hava fáar vikur at
loysa trupulleikan í.