týsdagur 9. desember 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 237 - 9. desember 2008
Síðan sunnukvøldið
hava fýra ísfiskatrol
arar landað meira
enn 800.000 pund í
Saltangará
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Síðan
sunnukvøldið
er
nógvur upsi landaður í
Saltangará, og landararnir á
landingarmiðstøðini
hjá
Beta hava havt heilt fitt at
gera.
Partrolararnir Bakur og
Stelkur landaðu nevniliga
sunnukvøldið. Teir høvdu
umleið 380.000 pund av
upsa, sum teir høvdu fingið
eystanfyri. Slagið var gott,
og á landingarmiðstøðini
siga tey, at skipini fingu
væl av upsa eystanfyri stutt
fyri vikuskiftið.
- Seinni minkaði fiski-
skapurin nakað aftur, verður
lagt aftrat.
Mánadagin landaðu Rók-
ur og Lerkur. Teir høvdu
eisini ein góðan túr, 440.000
pund tilsamans, sum teir
eisini høvdu fingið eystan-
fyri.
Á
landingarmiðstøðini
siga tey, at onnur skip hava
eisini hava landað í Saltang-
ará í undanfarnu viku. Eitt
nú hava skip úr Havn og
Vágum eisini lagt veiðina
upp í Saltangará.
Klassingar
Leirvíkstrolararnir Polarhav
og Stjørnan, sum eisini
plaga at leggja veiðina upp
í Saltangará, eru í løtuni til
klassingar. Skipini hava
gjørt nakrar upsatúrar, síðan
teir góvust á gulllaksaveiði
seint í heyst.
Nú er ikki væntandi, at
skipini loysa aftur fyri jóla-
høgtíðina, sum stundar til.
Á
landingarmiðstøðini
vænta tey, at nýggjasta
parið hjá Beta, Heykur og
Falkur, koma inn at landa
fríggjadagin komandi.
- Skipini høvdu stívliga
500 kassar í morgun, sum
er eini 300.000 pund, siga
tey í Saltangará.
Nógvur upsi landaður í Saltangará
Sunnkvøldið og mánadagin var nógv landing í
Saltangará, og væntandi koma tveir ísfiskatrolarar
inn at landa aftur fríggjadagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Útróðrarbátar, sum
eru millum 11 og 15
metrar langir, hava
landað sløk 29.000
tons, sum er meira
enn tað tvífalda av
allari toskaveiðini
undir Føroyum í 2008
noreg
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sambært hagtølum hava
norsk fiskifør higartil í ár
landað tilsamans 154.000
tons av toski.
Í bólkinum fyri skip og
bátar, sum eru minni enn
28 metrar til longdar, eru
tað serliga bátar millum 11
og 15 metrar, ið hava landað
tær størstu nøgdirnar. Hesir
hava
nevniliga
landað
29.593
tons
av
toski
tilsamans í ár.
Hetta merkir, um vit siga
tað við øðrum orðum, at
norski útróðrarflotin longu
higartil í ár hevur fiskað
meira enn tvífalt so nógv av
toski, sum øll toskaveiðan
undir Føroyum var í 2007.
Trolaraflotin,
sum
er
størri enn 21 metrar, hevur
landað tilsamans 40.702
tons av toski higartil í ár.
Taka vit øll tølini yvir
toskalandingar í Noregi
higartil í ár og leggja tey
saman, er talan um eina
samlaða nøgd, sum svarar
til 154.000 tons.
Tað
er
Fiskeribladet-
Fiskaren, sum ber hesi
tíðindi á síni heimasíðu.
154.000 tons av toski
landað í Noregi
Toskaveiðan undir
Føroyum, sum í løtuni er
á søguliga lágum støði,
kann ikki samanberast við
norsku toskaveiðina, ið er
fleiri ferðir so stór
Mynd: Vilmund Jacobsen
123.fo fíggjarliga
innspræning
Heimasíðan 123.fo hevur fingið peninga innspræning, sum
Skráseting Føroya hevur skrásett. Upprunaligi partapeningurin
er lækkaður úr 330.000 krónum niður á 0 til at rinda hall við,
meðan nýggjur partapeningur á 450.000 krónur er goldin inn í
felagið. Goldið er kontant til kurs 100. Samstundis er komin í
nevndina í felagnum, sum er heimahoyrandi í Fuglafirði,
Wilmar Højgaard í Rituvík. Hinir nevndarlimirnir eru Rúna
Sivertsen, Streymnes, Kristian Bill Justinussen, Glyvrar, og
Edmund Joensen, Lambi.
Nevndin í Smyril Line mannað
Á eykaaðalfundi í partafelagnum Smyril Line í gjár fekk felagið nýggja
nevnd. Nevndin í Smyril Line hevur fimm limir, og av teimum eru tvær
kvinnur. Formaður í nevndini er danski vinnulívsmaðurin Klaus Kjærulff,
sum landsstýrið hevur valt í nevndina. Hinir nevndarlimirnir eru Jens
Meinhard Rasmussen, Susan K. Gregoriussen, Hendrik Egholm og Linda
Gunnlaugsdóttir. Hon hevur fyrr verið stjóri hjá Eimskipum í Føroyum.
Nýggi nevndarformaðurin Klaus Kjærulff