Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 237 - 9. desember 2008 Jón Dahl Joensen úr Vági hevur siglt í nógv ár sum maskin­ meistari, men júst nú er hann á landi í Finnlandi. Hann hevur nevniliga eftir­ lit við byggingini av heimsins størsta ferða­ mannaskipi, har hann eisini skal mynstra við sum annar maskin­ stjóri Sigling Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurn.fo Í mong ár sigldi Jón Dahl Joensen í Grønlandi, men fyri nøkrum árum síðani skifti hann, og fór at sigla við stórum ferðamannaskipi í Caribia. Og henda yrkisleið hevur ført til, at hann nú er á landi í Finnlandi, har hann er eftirlitsmaður, og ger ymsar tøkniligar skipanir, nú reiðaríið byggir heimsins størsta ferðamannaskip. Jón skal eisini mynstra við sum einasti føroyingur, og hann mynstrar sum annar maskin­ sjtóri. Luksus Reiðaríið eitur Royal Caribbean International Ltd. ­ Kjølurin til heimsins størsta ferdamanna skip, Oasis of the Seas, var lagdur fyri just einum ári síðani, og hon bleiv dokkað ut fríggjadagin 21. novem­ ber á skipasmiðjuni STX i Turku i Finlandi. Oasis er nu gott 65% liðug, sigur Jón Dahl Joensen. ­ Oasis siglir fra skipa­ smiðjuni i Finnlandi til Ft. Lauderdale i Florida fyrst i november 2009, og skal í sigling i Caribia um eitt ár, har hon skal bjóða 7 daga cruis við ómetaligum og óhugsandi undurhaldi, sigur Jón Dahl Joensen. Óhugsandi støddir Oasis of the Seas er fyrsta skip av tveimum av Genesis klassanum, sum er heimsins nógv størsta og er 220.000 BRT, 360 metur long, 47 metur breið og hevur 18 dekk. ­ Hon hevur 3 Azipod skrúvur, hvør a 20 MW sum íalt geva góðar 81.000 hestar til framdrift, og 4 bógskrúvur, hvør uppa 5,5MW, uml 7500HK, greiður Jón Dahl Joensen frá. ­ Hon skal taka 5400 gestir, og hevur eina mann­ ing uppá góð 2200 mennisk­ ju. Hitt skipið kemur at eita Allure of the Seas, og skal vera liðugt seint i 2010, sigur Jón Dahl Joensen. Tá skipað varð flotað 21. november, var hátíðarhald. ­ "Float out" hátídarhald­ ið byrjaði á skipasmiðjuni, har m.a hornorkestur, røður, kanónskot og ventilarnir til dokkina vóru latnir upp, so sjógvurin streymadi inn, sigur Jón. Aftaná var døgurði og undirhald í Kongsins Høll á tí 700 ára gamla slottinum i býnum. ­ Turku, á svenskum Aabo, er ein sera hugna­ ligaligur, søgurikur, áhuga­ verdur og vakur býur og folkið er sera vinarligt, sigur Jón. ­ Mitt arbeiðið her i Turku er m.a programmering av tekniskum skipanum, og uppsyn við arbeiði, til skip­ ið siglur, har eg verði einasti føroyingur av allari mann­ ingini, og skal eg mynstra sum annar maskinstjóri, sigur Jón Dahl Joensen. Til ber at vitja (www. oasisoftheseas.com) Føroyingur yvirmaður á heimsins størsta ferðamannaskipi Jón Dahl Joensen frammanfyri eini Azipod skrúvu, vektin er á skrúvui er eini 235 tons Oasis of the Seas Oasis of the Seas Independence og the Seas, soleiðis kemur Oasis of the Seas eisini at taka seg út Danska sethúsasølan steðgar Leingi hevur verið greitt, at sethúsasølan í Danmark hevur verið fallandi. Nú er komi fram, at sethúsasølan er fullkomiliga steðga í ávísum húsasølum. Við epn sigur Thomas Torp, varastjóri í dansk ejendomsmeglerforening, at sethúsasølan hjá summum er ongin søla, meðan tað hjá øllum hinum eru metlág sølutøl fyri novembur og desembur. Um gongdin heldur fram, verður talan um lægsta talið av seldum húsum í 20 ár. 1991 var ringasta árið higartil, men heldur verandi gongd fram verður enn verri enn tá.