týsdagur 9. desember 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 237 - 9. desember 2008
íløgu
gransking
Bogi Eliasen,
Bitland
Í 10 ár hava vit í Føroyum tosað
um at gagnnýta teir ótrúligu
møguleikar ílegransking eigur at
kunna hava við sær í einum
lítlum einsháttaðum samfelagi,
sum eisini hevur góðar sjúkra
journalir og aðra skjalfesta
vitan. Fyri 10 árum síðan vórðu
lunnar lagdir undir at byrja eitt
samstarv við íslendska DeCode.
Av ymsum ávum steðgaði hetta
samstarvið. Síðan hava vit fingið
lógarverk uppá pláss og eisini er
ein stovnur , Ílegusavnið,
gjørdur til at syrgja fyri at alt
gongur rætt fyri seg. James
Watson, kanska størsti úrmæl
ingurin tá talan er um ílegu
gransking, heldur at Føroyar eru
sera væl egnaðar til at gera fystu
heilig? kortleggingina av eini
heilari tjóð, og ein slík verk
ætlanin hevur nógvar fyrimunir
við sær fyri Føroyar.
Ikki kann sigast, at vit hava gjørt
nøkur megnarlop á íleguøkinum
hóast nakrar verkætlanir er
komnar í gongd og fleiri føroy
ingar arbeiða uttanlands við
ílegum.
Fyri 10 árum síðan vóru lond
sum Føroyar og Ísland ógvuliga
áhugaverd, síðan dalaði áhugin
fyri sonevndum isolatum nakað,
men nú eru smá avbyrgd økir
aftur vorðin sera spennandi.
Í 2005 stóð Bitland á odda at
gera eina forkanning fyri at lýsa
potentialið fyri ílegugransking í
Føroyum.
Í 2008 valdi Bitland at fara
undir stig tvey íhesi kanning,
nevniliga nágreiniligari at fáa
greiði á hvussu áhugaverd
vinnulig ílegurgransking í
føroyskum høpi er.
Støðan er broytt seinastu 10
árini
Human Genome Project
Í 2003 var endaliga komið á mál
við Human Genome Project, sum
kortlegði mannaílegurnar. Talan
var um eitt megnartak, sum
skuldu geva vitan um ílegurnar.
Vánirnar til hvussu henda vitan
kundi brúkast vóru ógvuliga
stórar, men enn eru kollvelt
ingarnar ikki hendar. Uppruna
liga vóru 3 milliardir US dollarar
settar av til hesa verkætlan. Fyri
hálvumøðrum árið síðani kostaði
tað eina millión at kortleggja eitt
heilt fólk, nú er tann prísurin
fallin til kanska 75.000 dollarar.
1000 Genome Project
Næsta stóra verkætlanin nú er
The 1000 Genome Project, sum
skjøtil var settur á í januar 2008.
The 1000 Genomes Project
verður mett at kosta millum 30
og 50 milliónir dollarar. The
1000 Genome Project verður
gjørt, tí tað er neyðugt at hava
fleiri fólk at taka støði í, tá
kanningar skulu gerast. Eisini
hevur vísindin lært, at tað er
stórur munur millum fólk og
millum fólkasløg, tí liggur tað
eisini í ætlanina at kanna fólk
ymsar staðir kring heimin.
Ílegukortleggja fólk
Í samband við stig tvey í kann
ingarætlanini hjá Bitland at lýsa
møguleikarnar fyri vinnuligari
ílegugransking í Føroyum, var eg
á eini ráðstevnu um personal
genome. Har varð umrøtt hvussu
langt vísindin og tøknin er komin
ávegis at ílegukortleggja fólk? á
á ein meira kostnaðarskynsaman
hátt Nationwide Genome
Project - NatGem í Føroyum?
Fleiri av fremstu stovnunum og
fyritøkunum vístu á, at tað er
møguligt, at um trý ár ber til at
kanna eina menniskju fyri 1000
dollarar. Í hesum sambandi
gerast Føroyar sera áhugaverdar.
Tí við hesum prísum og møgu
leikum gerst tað knappliga
ógvuliga áhuvert at kanna eina
heila tjóð, sonevnt Nationwide
Genome Project. Úrmælingurin
yvir allar tá talan er um ílegu
gransking, Nobelsheiðurs
lønvinnaran, James Watson
hevur víst áhuga fyri at gera hesa
verkætlan í Føroyum.
Føroyar gerast bert áhuga
verdar, tí vit eru eitt ment sam
felag við einum skipaðum heilsu
verki, sum hevur nógv data um
íbúgvarnar. Samstundis hava vit
verið avbyrgd og tað er eisini
sera áhugavert.
Útlendsk fígging
Fyri at kunna gera eina slíka
verkætlan krevur tað tó nógv. Tað
krevur at fáa bygdar upp førleik
ar á íleguøkinum, bæði kanning
arstovur og greiningarførleikar.
Men tað krevur eisini eitt sera
sterkt KT kerv, tí ein stórur
partur av stórum íleguverk
ætlanum er KT megi. Sostatt
krevur ein slík verkætlan, at vit
eisini byggja upp eitt sera sterkt
KT kerv í Føroyum. Tað góða
við hesi verkætlan er, at hon
kann hava so stóran áhuga
altjóða, at bæði útlendskar
fyritøkur, grunnar og stovnar
vilja vera við at fíggja ein stóran
part av hesum íløgum.
Tora og vilja
Men fyrst og fremst krevur ein
slík verkætlan at vit í Føroyum
vilja hava hana. Talan er um eina
verkætlan, sum veruliga kann
verða ein innspræning í føroysk
ari gransking og menning og tí t
vit hava nakað at bjóða gransk
ingarheiminum, hetta er eitt av
okkara íkastum til altjóða
gransking. Verkætlanin kann
flyta okkum fram í fremstu røð tá
talan er um ílegugransking og
brúk av íleguvitan í
heilsuverkinum.
Ein samfelagsverkætlan
Tað er vist, at tað verða onnur
økir og/ella lond sum eru áhug
aði í at fáa eina slíka verkætlan,
men Føroyar eru kanska tað best
egnaða landið. Í hesum føri er
skotið upp, at Føroyar á heysti
komandi ár skipa fyri eini
ráðstevni, har vit vísa okkum
fram fyri altjóða granskingar
heiminum, sum síðan kann taka
støðu til um Føroyar er rætta
staðið at gera eina kortlegging av
ílegunum hjá eini heilari tjóð.
Hendan verkætlanin er tó nógv
meiri enn bert ílegugransking, tí
hon krevur eisini eina uppfylging
í eini 20 til 50 ár fyri at
samanbera sjúkur sum fólk fáa,
við tað ílegukortleggingin sigur.
Verkætlanin gevur okkum
granskingarførleikar og útgerð
og eina beinagrind til hátøkni
gransking og eitt altjóða gransk
ingarumhvørvi. Men ikki minst
so kann hon leggja lunnar undir
at skipa okkum eitt heilsuverk í
heimsflokki. James Watson
metir, at tað ber til at gjøgnum
føra hesa ætlan um eini trý ár,
um fyrireikingarnar byrja nú.
Heimsins besta heilsuverk
Tá talan er um at gera fyrsta
Nation Wide Genome verk
ætlanina í Føroyum, merkir tað
at vit í Føroyum skullu hava allar
neyðugu førleikarnar fyri at
gjøgnumføra eina tilíka verk
ætlan. Tað merkir, at ættarbands
skráin skal verða klár, at vit hava
neyðugu kanningastovurnar, at
vit hava fólk við neyðugu før
leikunum og ikki minst eina
heilsuskipan, sum tekur hesa
ábyrgd á seg at menna føroyska
heilsuverkið til at fremja eina
slíka verkætlan.
Hetta kann verða eitt beinleiðis
stig fyri at menna eitt universi
tetssjúkrahús í Føroyum, og hetta
kann lyfta okkum til at verða
millum heimsins allar fremstu, tá
talan verður um ílegugransking
og brúk av ílegutøkni og vitan í
sjúkravirðgerð og fyribyrging.
Dirvi
Ein slík verkætlan krevur, at vit
vilja og tora. Hon krevur at
almennu Føroyar vilja fremja
hana. Hon krevur hart arbeiði.
Hon krevur samstarv millum at
kalla allar samfelagspartar.
Verkætlanin kann eisini hava
jalig árin á so stóran part av
samfelagnum, tí hon krevur
breiðar førleikar, so breiðar at
talan er í veruleikanum um eina
samfelagsverkætlan.
Men ikki minst, so krevur hon
samstarv og at vit tola framburð
hjá hvørjum øðrum; hon krevur
at vit unna hvørjum øðrum
viðrák
Gera vit tað, so hava vit enn
einaferð, tíggju ár aftaná at vit
ikki megnaðu at semjast um at
arbeiða við ílegum á fyrsta sinni,
aftur møguleikan at verða eitt av
mest áhugaverdu økjunum í
ílegugransking. Spurningurin er
bert um vit hesa ferð tora at taka
av møguleikanum.
Greinin er bygt á framløgu Bogi Eliasen
hevði á tiltakinum Vinnugransking og
Innovatión í Norðurlandahúsinum fríggja
dagin 5. desember.
Heimsins besta heilsuverk
sum samfelagsætlan
James Watson (vinstrumegin) og Francis Crick í 1953. Tveir av
undangongumonnunum tá talan erum ílegugransking og sum funnu fram
DNA bygnaðin.
DNA
Nobelheiðurslønarvinnari heldur
at Føroyar eru sera spennandi í
íleguhøpi.
Íslendski íleguúrmælingurin, Kári
Stefansson, sum hevur bygt upp
DeCode og sum ynskti samstarv við
Føroyar fyri 10 árum síðan.