týsdagur 9. desember 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2008
27
Stutt Sagt
Kinesisk for-
eldur fáa ikki
endurgjald
Ein dómstólur í Kina nokt
aði í gjár at viðgera eitt
mál, har foreldur krevja
endurgjald, tí teirra børn
gjørdist sjúk ev eitraðum
mjólkarpulvuri fyrr í ár.
Foreldrini kravdu at fáa 14
milliónir kinesiskar juarar
ella umleið 12 milliónir
krónur í endurgjaldi frá ein
um almennum, sum hevði
gjørt pulvurmjólkina.
Hildið verður, at umleið
300.000 kinesisk pinku
børn gjørdust sjúk av tí
eitraða mjólkarpulvurin
um, og sambært myndug
leikunum
doyðu
seks
børn. Kanningar staðfestu,
at evnið melamin var í
pulvurinum.
Tann almenna grund
gevingin hjá dómstólinum
fyri at vísa endurgjalds
kravinum burtur var, at
myndugleikarnir arbeiða
við málinum. Men sakfør
ararnir hjá foreldrunum
halda, at hetta er bara eitt
skálkaskjól fyri at sleppa
undan einari gølu afturat
um ta eitraðu mjólkina.
Nýggj val-
samgonga
í Svøríki
Í Svøríki hava sosialdemo
kratarnir skipað valsam
gongu saman við umhvørv
isflokkinum og vinstra
flokkinum. Ætlanin er so,
at teir tríggir flokkarnir
skulu í felag bjóða teirri
borgarligu
stjórnarsam
gonguni av, tá næsta rík
isdagsvalið verður í 2010.
Sosialdemokratarnir,
sum hava sitið við valdið í
Svøríki í 65 av teimum sein
astu 76 árunum, hava ong
antíð skipað valsamgongu
fyrr. Men avgerðin nú er
helst ein avleiðing av valúr
slitinum
fyri
tveimum
árum síðani, tá sosialdemo
kratiskir flokkurin fekk
35,3 prosent av atkvøðun
um, sum var floksins ring
asta úrslit í mong ár.
Sosialdemokratiski
floksformaðurin,
Mona
Sahlin, segði við svenska
ríkisútvarpið í gjár, at teir
tríggir flokkarnir, sum nú
hava skipað valsamgongu,
eru munandi meiri samdir
um ymisk viðurskifti nú,
enn teir vóru fyrr.
Mona Sahlin tók við
sum formaður hjá svensku
sosialdemokratunum eftir
Göran Persson, sum legði
frá sær í fjør.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Menningarlæran hjá Darwin er áhugaverd, men eg
haldi ikki, at hon greiðir lívsins loyndarmál
George W. Bush
útlond
Danski rækjutrolarin
Atlantic Enterprise
bjargaði tveimum
monnum, sum noydd
ust at neyðlenda á
ísinum við Baffin
Island
Teir báðir menninir vóru á
veg av meginlandinum til
oynna Baffin Island, tá tað
lítla Cessnaflogfarið fekk
trupulleikar við motorinum.
Flogfarið var tá nakað sunn
an fyri Baffin Island í Eyst
urkanada, og tað eydnaðist
monnunum at seta tað á ein
stóran ísflaka.
Kanadiska
bjargingar
tænastan fór alt fyri eitt at
leita eftir teimum báðum
monnunum, men tá einki
var at síggja til teirra, kunn
gjørdi svenska uttanríkis
ráðið fyrrapartin í gjár, at
báðir menninir vóru deyðir.
Men seinnapartin í gjár
fekk eitt flogfar hjá kanad
isku
bjargingartænastuni
eygað á menninar niðri á ísi
num. Næsta skip var danski
rækjutrolarin Atlantic Enter
prise, og tað eydnaðist hon
um at taka teir báðar menn
inar av ísinum. Tá høvdu
menninir verið á ísinum í
17 tímar.
Ein tyrla kom seinmni eft
ir monnunum og flutti teir á
sjúkrahús. Danin er mið
skeiðis í tjúgunum, og sviin
er í fimmtiárunum.
Teir vóru sera hepnir at
sleppa livandi frá hesum,
og teir grótu av gleði, tá vit
komu til teirra, sigur skipar
in á Atlantic Enterprise, Bo
Mortensen við fjølmiðlar
nar. Hann sigur, at menninir
høvdu tað gott eftir umstøð
unum, men at teir høvdu
frostsár á beinunum.
Barrack Obama væntar, at
støðan í amerikanska bú
skapinum verður verri enn,
áðrenn vend kemur í
Okkara búskaparstøða
fer at versna, so hon verður
verri enn, áðrenn tað aftur
fer at ganga tann rætta veg
in, segði komandi amerik
anski
forsetin,
Barrack
Obama, í samrøðu við sjón
varpið NBC gjáranáttina.
Leygardagin segði haqnn,
at stjórn hansara fer at gera
risastórar íløgur samferðslu
kervið. Talan er um ta størstu
íløguna síðani 1950árini, tá
amerikanska
motorvega
kervið bleiv bygt, og verk
ætlanin fer at geva fleiri
milliónir arbeiðspláss.
Hinvegin vildi hann ikki
siga, hvussu nógvar pengar
verkætlanin fer at kosta, og
hann vildi heldur ikki geva
nakað boð uppá, hvussu
stóra hjálp teir illa trongdu
húsaeigararnir fáa. Haraft
urímóti lovaði hann at taka
tað neyðuga stigið fyri at
hjálpa húsaeigarunum, um
núverandi stjórnin ikki ger
tað, áðrenn hon fer frá.
Vit fara at geva sjúkling
inum blóð, so viðurskiftini
gerast meiri støðug. Tað ber
í sær, at vit noyðast at góð
taka hall í landshúsarhaldin
um eina tíð, tí tað avgerandi
er, at hjálpartiltøkini fáa
ferð aftur á búskapin, segði
Obama við NBC. Hann
nam við støðuna hjá teimum
stóru bilverksmiðjunum og
segði, at tær eiga at fáa
hjálp, men samstundis hart
aði hann leiðslurnar á verk
smiðjunum fyri at hava sitið
hendur í favn alt ov leingi.
Sótu 17 tímar á ísinum
Atlantic Enterprise hoyrir heima í Nexø á Bornholm
Mynd: Polfoto
Nógv bendir á, at Caroline
Kennedy fer at taka við
sætinum hjá Hillary Clin
ton í Senatinum
Tá Hillary Clinton verð
ur uttanríkisráðharri, noyð
ist hon at siga sætið í
Senatinum frá sær. Hillary
er vald í New York, og
sambært borgarstjóranum
har, Michael Bloomberg,
er lítið at ivast í, at tað
verður Caroline Kennedy,
sum skal loysa Hillary
Clinton av sum senatorur.
Michael
Bloomberg
segði í gjár, at Caroline
Kennedy hevur drúgvar
royndir, og at „allir vegir
liggja opnir fyri henni“,
sum hann tók til.
Caroline Kennedy er
útbúgvin løgfrøðingur og
hevur eisini roynt seg sum
rithøvundur.
Enn ein Kennedy
á veg í Senatið
Caroline Kennedy er dóttir John F. Kennedy, fyrrverandi
forseta
Mynd: AP
Búskaparliga aftur-
gongdin í USA
fer at halda fram
Barrack Obama í sjónvarpssendingini „Meet the Press“
Mynd: NBC