Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 175 - 12. september 2001 Nr. 175 - 12. september 2001 3 Syrgilig vóru tey boðini vit fingu tá tú so brádliga varð tikin frá okkum, bert 18 ára gamal. Tað er so ringt at vita, at tú ikki er ímillum okkum meir, men øll tey góðu minnir, vit hava um teg góði Pauli, tey eru góð at eiga. Frá fyrsta degi eg sá teg nýføddan, hvat var tú ikki fittur. So fluttu tit norðureftir at búgva. Omman var fleiri ferðir og ferðaðist hjá tykkum, og sum eg eri so glað fyri. So sendi mamma tín teg at ferðast til ommuna ofta, takk góða Leila fyri tað. Góði Pauli, tað er eitt sár í hjartanum hjá okkum øllum, at tú so brádliga bleiv kallaður heim til Harran. Omman og vit øll lýsa frið um øll tey góðu minnini um teg elskaði. Farvæl farvæl, men ikki ævugt nei ein stokkut stund, eitt lítið tíðarskeið har møtast vit, hvar skilnaður er ei og inntil tá farvæl. Omma tín í Froðba Minningarorð um okkara elskaða Paula Holmsund, Kambsdal Mánamorgunin í næst- seinastu viku komu tey bæðu væntaðu og óvænt- aðu boðini um at Jonhard Dahl-Jacobsen hevði strítt sítt stríð at enda. Hann gjørdist knappliga 58 ára gamal. Tað er ein tung uppgáva at skulla skriva um ein persón, sum ein hevur havt slíkt samband við nærum alt lívið. Jonhard var ættaður úr Syðrugøtu, sonur Hans David á Skansa og konuna Fridu, sum var ættað úr Oyndar- firði. Vit hittust fyrstu ferð á skúlabeinkinum í Gøtu skúla. Lærarinnan, Helga Øregaard, loysti spurn- ingin við hvussu næming- arnir skuldu sita við at lata teir sita saman eftir aldri. Og so javngamlir vóru vit, at vit, føddir í august og september 1943, komu at sita lið um lið og komu at fylgjast øll skúlaárini. Hetta var í teirra tíðini, tá hvør næmingur hevði sítt »hol« í borðininum til blekkglas, har teir í dag hava »teldustikk«! Jon- hard var altíð ein fittur drongur og góður kammeratur. Og hann fekk eisini gott ummæli frá sínum lærarum. Eitt stórt upplivilsi vit høvdu fyri nøkrum árum síðani var, tá vit gomlu skúla- felagar kundu hittast í okkara gamla skúla. Tá var Jonhard í essinum og vit fingu rættuliga mint okkum á hesa tíð, sum lá 40 ár afturi í tíðini. Byrjaði lívsins skúla. Vit fóru báðir úr skúlanum 14 ára gamlir, sum tað var vanligt tá. Eg fór sjálvur til skips, men Jonhard fór í læru sum timburmaður. Fyrst í Gøtu hjá Hanus Pállson, og síðani í Havn hjá Hans Hilmar Dam. Gott 20 ára gamal fann hann saman við Maluna, sum var úr Norðagøtu, og harvið gjørdust vit svágr- ar. Tey giftust í 1966 og fingu nærum 35 ár saman. Tað er sjáldan, at ein hev- ur sæð slíkar mótsetningar funnið saman sum tey bæði, men tað er eisini sjáldsamt, so væl tað hevur riggað millum tey bæði. Við giftarmálinum kom Jonhard inn í eina familja, har handalag ikki er fremsti eginleiki. So Jonhard bæði gjørdi og slapp at gera alt sum kravdi hegni at í síni ver- familju. Men seinni fekk hann sínar avloysarar, tá fleiri handverkarar giftust inn í familjuna. Jonhard vildi ikki »bert« vera timburmaður. So tey bæði fóru niður í nøkur ár, har Jonhard fekk útbúgving sum byggifrøð- ingur. Tey komu aftur til Føroya í 1967 og Jonhard hevur alla sína tíð arbeitt innan hetta økið. Hann hevur m.a. arbeitt á Tele- fonverkinum, Lamhauge & Waagstein og Vest- manna kommunu. Um- framt hevur hann havt sítt egna virki, har hann m.a. hevur arbeitt fyri fleiri kommunur, heilt úr Vági til Gjáar. Tí standa nógvir »minnisvarðar« eftir hann ymsa staðni í landinum. Var eitt lívstykki. Jonhard var í nógvar mátar ein heilt sjáldsamur per- sónur. Hann var eitt lívstykki burturav. Hann var altíð í góðum lag, og har hann kom fylti hann alt upp beinanvegin. Hann kundi undirhalda eitt heilt selskap sum t.d. í einum føðingardegi, so fólk lógu skerfløt í látri. Við slíkum evnum er tað ikki so løgið, at hann fekk nógvar vinir og kenningar. Tað vóru tískil heilt nógv sum kendu Jonhard. Hetta kom eisini rættuliga til sjóndar nú á sjúkraleguni, har vinir heilt frá ung- dómsdøgunum hava vitjað og stuðlað. Evnini hjá Jonhard og Maluni at fáa vinir rakk eisini uttanlands við vina- sambandi í fleiri londum. Ein av hesum er enski bóndin Roy, sum er kend- ur av lesarum okkara. Tað vóru foreldrini hjá Jon- hard, sum tóku Roy upp ein áarførisdag fyri meira enn 30 árum síðani og bjóðaði honum heim. Jonhard helt sambandið viðlíka, og tí er eisini sorg í Onglandi í hesum døg- um. Jonhard hevði evni á nógvum økjum sum tekn- ing, sang, tónleik og skriv- ing. Kanska kundi hann ikki kallast professionell- ur á øllum økjunum. Men hann helt seg ikki aftur, og hann nýtti tey evni hann hevði til gleði fyri mong. Og nevnt kann verða, at hann er umboðaður bæði í Songbók Guds Fólk og í nýggju Missiónssangbók- ini. Hansara áhugamál spreiddu seg eisini vítt. M.a. var hann stigtakari til eitt »høsnafelag«! Bakkaði ikki fyri avbjóðingum. Jonhard bakkaði ikki fyri avbjóðingum. Eitt dømi um hetta er, at sambandið við Roy gjørdi, at alt húskið í 1984 fór til Onglands eitt hálvt ár at búgva og arbeiða, og fingu tey harvið royndir sum er teimum fægstu beskorið og sum tey fegnaðust um til henda dag. Jonhard hevði tekni- stovu, tá kreppan tók seg upp í 90-unum. Jonhard gjørdi ikki vandari enn, at hann søkti og fekk starv som kommunuverkfrøð- ingur í Upernavik, sum er norðasti býur í Grønlandi sunnanfyri Thule. Her gjørdist hann eisini eitt kent andlit, har hann eisini gjørdist vinur við nógv. Annars munnu fleiri minnast Jonhard og Mal- una frá teimum sending- um sum bæði útvarp og sjónvarp høvdu úr Upernavik. Tá kreppan hasaðu av, kom hann heimaftur og hevði nú teknistovu og húsasøluna Protek á Vaglinum í Havn. Tað skal sigast, at tað at fara til Upernavik var meira Jonhard enn Malan. Men hon fór við og Malan syrgdi eisini fyri at fáa nýtt tíðina. Hon arbeiddi á sjúkrahúsinum í Uperna- vik. Og hetta gav henni íblástur til at fara til Nuuk at taka prógv sum lækna- skrivari. Hetta kláraði hon við toppkarakter 50 ára gomul. Neyvan nógv høvdu gjørt henni tað eftir. Fekk ringast hugsandi boðini. Fyri einum knøppum ári síðani fekk Jonhard eini boð, sum má vera marran hjá einum og hvørjum: »Krabbamein«. Og boðini vóru enn verri eftir skurðviðgerð í Keyp- mannahavn: »Einki at gera. Hægst eitt ár eftir.« Hóast skakaður gav Jon- hard ikki skarvin yvir. Hann tók alt fyri eitt stig til at rigga sítt virksemi av fyri at tryggja familjuna. Hetta var eisini gjørt fyri at tryggja, at fyritøka hansara kundi halda fram, hvat ið so hendi. Sum ein og hvør vildi gjørt, kannaði hann altern- ativar møguleikar fyri við- gerð. Hetta førdi til við- gerð í Týsklandi. Fyrst tvær ferðir kemoterapi, sum var harður kostur. Men komin heimaftur var Jonhard tann sami. Hann arbeiddi alt sum hann kundi, tí so nógv var at náa. Tað sá veruliga út, sum hann vildi hava slætt borð. Millum tvær av viðgerðunum fór hann til Suðurgrønlands at skipa fyri bygging av trúboðara- húsum, hagar gávur í samband við jarðarferðina nú kunnu latast. Á grøvini var tikið til hvussu nógv ídni hann legði í hesa uppgávu. Men ikki minst hvussu hent tey sambond, sum hann hevði fingið í Upernavik nú royndust í hesum sambandinum. Jonhard fór triðju ferð til Týsklands 2.páskadag at fáa skurðviðgerð. Men nú gekk ikki so væl. Jonhard kom ongantíð fyri seg aftur. Hvørja ferð hann hevði havt framstig kom eins stórt afturstig. Tað var vónað og trú, at Jon- hard skuldi koma fyri seg. Eingin kundi ímynda sær annað við hesum manni, sum var ein slík ímynd av lívi. Men sum frá leið mátti her ásannast, at her var einki at vænta. Hóast hetta var Jonhard tann sami heilt til endan. Tann positivi og skemtingar- sami. Eins og hann hevði umsorgan fyri, at tey ar- beiði, sum hann hevði undir hond veruliga vórðu avgreidd sum ætlað. Malan hevur verið stuð- ulin. Sum nevnt vóru Jonhard og Malan mótsetningar. Malan er tann friðarliga og umhugsna, sum var trygdin fyri, at jørðfor- bindilsið altíð var til stað- ar. Ofta rigga slíkir mót- setningat best saman. Teirra evni at skapa sær vinir hevur eisini merkt, at tað altíð eru nógv fólk, sum eru komin inn á gólvið í heimi teirra, sum var merkt av einum ser- ligum hugna. Malan hev- ur verið ein heilt avger- andi stuðul hjá Jonhard alt teirra lív saman, og hetta hevur ikki minst verið galdandi hetta seinasta svára árið. Hetta dugdi Jonhard eisini at virðis- meta. Og nú kann føldi, at alt kundi henda legði hann børnunum eina við at taka sær av mammuni. Jonhard og Malan fingu fýra børn: Frida, sum er gift við Stefan Kunoy, Lis, sum er gift við Johan Sørensen, Rói, sum er giftur við Gunn Jacobsen og Jón, sum enn býr heima. Lis býr á Skála, meðan hini børnini búgva í Havn. Abbabørnini eru 4 í tali, og tað var ikki orðið, sum tey vóru góð við abba sín og eisini við ommuna. Tað hava ikki verið nógv børn, sum hava havt ein so stuttligan abba sum tey. Tankarnir fara til Hans David. Í hesi tungu tíð leita tank- arnir eisini til Hans David, pápa Jonhard, sum er 89 ára gamal. Hann hevði ta sorg at missa dótrina Jón- hild fyri trimum árum síðani, og fyri einum 28 árum síðani doyði Eivind. So Hans David hevur mist 3 av sínum 4 vaksnu børnum. Umframt hetta doyðu tvey børn sum smá. Frida doyði, meðan Jon- hard var í Grønlandi. Nú er bert bróðurin Bjarki eftir á lívi. Tað hevur verið ein fragd at kenna Hans David og Fridu, sum hava verið merkisfólk. Tey vóru stak góð við Maluna og tað var týðuligt, at tey vóru stolt av henni, eins og Malan var góð við tey. Tað skal eisini sigast, at samanhaldið í teirri familjuni altíð hevur verið fyrimyndarligt. Tað verður merkiligt, at eingin Jonhard er longur. Tey eru mong sum fara at sakna hann. Hetta kom eisinni rættuliga til sjónd- ar hósdagin við teirri stóru fjøld av fólki sum vildu vísa Jonhard tann síðsta heiðurin. Vit eru øll takksom fyri, at vit hava kent Jonhard. Óli Til minnis um Jonhard C M Y K 3 2 Landsfundur Javnaðarfloksins í Vestmanna 14. og 15. september