Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 175 - 12. september 2001 Nr. 175 - 12. september 2001 5 Tvøroyrar Býráð er ikki longur sinnað at betala so nógv fyri Almannastovuna í Suðuroy, sum er á Tvøroyri. Verða samráðingar ikki beinanvegin um nýggjan sáttmála fyri Almannastovuna, verður hon søgd upp PRINSIPPMÁL Áki Bertholdsen Nú er Almannastovan í Suðuroy í vanda fyri at vera søgd upp. Tvøroyrar Býráð góðtek- ur ikki longri at vera noytt til at betala fyri at hava Al- mannastovu í Suðuroynni, soleiðis sum støðan nú er. Tí fer kommunan nú at krevja samráðingar við Al- manna- og Heilsumálastýr- ið um nýggjan sáttmála fyri Almannastovuna í Suðuroy. Finnleif Guttesen, borgar- stjóri á Tvøroyri, sigur, at tað var í 1976, at sáttmáli varð gjørdur ímillum lands- stýrið og allar kommunurn- ar í Suðuroy, uttan Vágs Kommunu, um at leggja Almannastovuna í Suðuroy. Í 1995 kom eisini Vágs Kommuna upp í avtaluna. Eftir avtaluni betalir landið lønirnar til starvs- fólkið á Almannastovuni, men kommurnar betala all- ar hinar rakstrarútreiðslurn- ar, eitt nú hølisútreiðslur, ljós, varma, telefon o.s.fr. – Síðani er parturin hjá hvørjari kommunu trektur beinleiðis av kommunu- skattinum, uttan at komm- unan hevur havat nakra sum helst ávirkan. Haraft- urat hevur mannagongdin verið tann, at upphæddin fyri alt árið er tikin beinan- vegin, fyrst í januar á hvørj- um ári. Harafturat eru útreiðsl- urnar ógvuliga nógv hækk- aðar í seinastuni. Í fjør var parturin hjá Tvøroyrar Kommunu av rakstrarút- reiðslunum hjá Almanna- stovuni í Suðuroy 88.000 krónur, men í ár er upp- hæddin meiri enn tvífaldað upp í 174.000 krónur. – Hetta er hent, uttan at kommunan hevur fingið eitt einasta orð at vita um, hví útreiðslurnar eru so nógv hækkaðar. Finnleif Guttesen sigur, at kommunan hevur heldur ikki fingið nakran rokn- skap fyri Almannastovuna so at hon veit hvat hon betalir fyri. – Ikki fyrrenn nú, vit hava rykt eftir tí, hava vit fingið ein heildarroknskap. Hann sigur, at fyrr í ár setti Kommunan seg skrivliga í sambandi við Almanna- og Heilsumálastýrið fyri at taka málið upp. – Men haðani hoyrdust ikki eitt orð aftur, ikki so frægt sum nakrar reglur um, at tey høvdu fingið brævið. Hann sigur, at í august gjørdi býráðið tískil ikki mætari enn at klaga til Løg- mann og tá kom eitt svar. Almannastovan sigast upp Tvøroyrar Býráð góðtekur ikki hesa mannagongd longur og tað góðtekur heldur ikki uttan víðari, at kommunan skal betala fyri at hava almannastovu í Suðuroy. Í hvussu so er vil komm- unan ikki uttan víðari góð- taka at betala so nógv. Kommunan góðtekur held- ur ikki, at tað skal bera til at útreiðslurnar skulu hækkast yvir 100% upp á eitt ár, uttan at kommunan fær nakað sum helst at vita, og at peningurin verður trektur av skattinum, uttan víðari. Finnleif Guttesen sigur, at Býráðið hevur sóknast eftir lógarheimildum fyri hesum, men tað er onki at vísa á, uttan avtalurnar við kommnunurnar. – Eg havi altíð hildið, at tá ið peningur skuldi fylgja við, tá ið almennir stovnar vórðu lagdir út um landið. – Men tað er ikki gjørt í hesum føri og tað góðtaka vit ikki longri. – Vit halda ikki, at vit eiga at betala fyri, at al- mannastovan skal vera í Suðuroy. Heldur ikki góð- taka vit, at vit onki fáa at vita og at vit onga ávirkan skulu hava. Býráðið hevur tí eimælt samtykt at krevja nýggjar samráðingar við Al- mannna- og Heilsumála- stýrið um almannastovuna í Suðuroy. Og tær samráðingarnar skulu vera beinanvegin. Býráðið ásannaði at tað var so trupult at fáa svar frá Almanna- og Heilsumála- stýrinum, at tað kravdi at fáa svar áðrenn 18. septem- ber um samráðingarnar, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár, aftur skal til viðgerar. Hevur Almanna- og heilsu- málastýrið ikki svarað tá, er Tvøroyrar Kommuna til- reiðar at siga sáttmálan um almannastovuna upp. Upprunaliga varð skotið upp at Býráðið skuldi siga sáttmálan upp, men summir býráðslimir stúrdu fyri, at Almannastovan so fór at enda í Vági og tað vildu teir ikki. Tí vildu teir lata møguleikan fyri samráð- ingum standa opnan. Almannastovan í Suðuroy í vanda Býráðið á Tvøroyri er til reiðar at siga sáttmálan um Almannastovuna á Tvøroyri upp, um ikki samráðingar verða beinanvegin um ein nýggjan sáttmála. Frá vinstru eru teir Dan Nielsen, Heri Mortensen, Pauli Einarsson, Kristin Michelsen, Sverre Midjord og Óli Debes, kommunuskrivari. Við borðendan situr Finnleif Guttesen, borgarstjóri. Bergur Bærendsen var ikki á fundi mánakvøldið Øll skeinkiloyvini á Tvøroyri eru í brúki, men tørvur er á fleiri, sigur Býráðið SKEINKING Áki Bertholdsen Tað eru ov fá skeinkiloyvi á Tvøroyri Tað heldur Tvøroyrar Býráð. Býráðið fer tískil nú at søkja um at fáa fleiri skeinkilovyi til Kommun- una. Í løtuni eru fýra skeinki- lioyvi í Tvøroyrar Komm- unu og tey eru øll í brúki. Tað eru hotellini í Øravík og á Tvøroyri, umframt Klubbin og listaskálin, Oyggin, á Tvøroyri, sum hava skeinkiloyvini, sum eru til taks. Tað hjá Oynni er eitt hálvt skeinkiloyvi, tvs, at tey hava bara loyvi at selja vín og øl. Men nú hevur maður á Tvøroyri søkt um at fáa skeinkiloyvi afturat. Málið var fyri á býráðs- fundi á Tvøroyri mána- kvøldið. Har varð mett, at brúk fór at vera fyri einum trimum skeinkiloyvum aft- urat í næstu framtíð, men so leingi kvotan bara eru fýra loyvi, gerst onki Tí samtykti býráðið ein- mælt at søkja landsins myndugleikar um at fáa 10 skeinkiloyvi afturat til Tvøroyrar Kommunu. Onkur býráðslimur helt, at hetta var kanska at taka í so rívan til at biðja um 10 loyvi í einum. Men víst varð á, at hetta var ikki tí, at ætlanin var at brúka øll loyvini beinan- vegin. Tað er heldur ikki Býráðið, sum gevur loyv- ini, men Loyvisnevndin, sum er undir landstýrinum. Tað, einasta Býráðið hevur at gera, er at ummæla tær umsóknir um skeinkiloyvi, sum søkt verður um í kommununi. Og Býráðið heldur, at tað er hent at hava nøkur loyvi niðurfyri, so at tað gerst óneyðugt at søkja um at hækka kvotuna eitt og eitt loyvi, hvørja ferð, ein umsókn kemur. Víst verður m.a. á, at í Tórshavnar Kommuna varð kvotan munandi hækkað í einum, so at tað ikki var neyðugt at søkja um eitt og eitt lovyi, so hvørt, brúk var fyri tí og tað er somu mannagongd, tey nú vilja hava á Tvøroyri Tíggju skeinkiloyvi afturat til Tvøroyrar Á Tvøroyri stendur talið á skeinkiloyvum ikki mát við hugin at skeinkja. Kvotan hjá Tvøroyrar Kommunu er fýra skeinkiloyvi. Nú hava tey rent seg ímóti kvotaloftinum og vilja tí hava fleiri skeinkiloyvir Myndin er tilvildarlig 18 fólk, sum eru deyð í ferðsluni seinastu 14 árini, høvdu komið frá ólukkuni við lívinum um tey høvdu nýtt trygdar- belti HAGTØL Turið Kjølbro Talið á fólki, sum eru deyð av ólukku seinastu tíggju árini, liggur millum 6 og 23 á hvørjum ári. Hetta sæst í heilsulagslýsingini hjá landslæknanum fyri Før- oyar fyri 2000, sum júst er komin. Í fjør doyðu 12 fólk av ólukku, harav trý í ferðsluni. Ein uppgerð yvir nýtsl- una av trygdarbelti millum bilførarar og ferðafólk, sum doyðu í ferðsluni í tíðar- skeiðnum frá 1. januar 1986 til 31. desember 1999 vísir, at átta teirra nýttu trygdarbelti ella hjálm, meðan 37 fólk nýttu hvørki trygdarbelti ella hjálm. Í tíggju førum ber ikki til at ávísa, um trygdarbelti ella hjálmur vóru nýtt. Lands- læknin metir, at umleið helmingurin av teim 37, sum doyðu í ferðsluni hesi fjúrtan árini, uppgerðin umfatar, kundu verðið bjargað um tey høvdu nýtt trygdarbelti. Sostatt kundi trygdarbelti havt bjargað 18 fólkum, í nógv flestu førum ungfólkum. Tí er sera um- ráðandi, staðfestir lands- læknin, at bilførarar og fólk, ið annars ferðast í bili, altíð brúka trygdarbelti - uttan mun til, hvussu lang- ur ella stuttur teinurin er. Í fjør vóru trý andlát orsakað av falli ella om- andøtti. Í fýra førum doyðu fólk av, at luftvegirnir vóru stongdir. Tvey druknaðu og somuleiðis tvey beindu fyri sær. Talið á sjálvmorðum á hvørjum ári seinastu árini liggur um tvey, í fyrraárið var einki sjálvmorð meðan í 1992 vóru seks sjálvs- morð. Vit skulu heilt aftur til 1988, tá ið seinasta drápið varð framt í Føroy- um. Helvtin kundi verið bjargað Á hvørjum ári lata nógv fólk lív í ferðsluni, tey flestu ungfólk. Helmingurin kundi verið bjargaður, um tey nýtt trygdarbelti Savnsmynd Arbeiðsbólkur við samfelagsfrøðingi á odda skal nú kanna, hví lærarar støðast so illa í føroyska fólkaskúl- anum FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Føroyski fólkaskúlin krevur í dag væl brynj- aðar og eldhugaðar lær- arar. Lærarar, sum brenna fyri sínum yrki og børnum ikki minst. Men tað er ein sann- roynd, at nógvir lærarar mistrívast, ónøgdin er stór og fleiri leita eftir øðrum avbjóðingum ella nýggjum íblástri uttan fyri skúlan. Føroya Lær- arafelag tekur hesar álvarsomu ábending- arnar í ramasta álvara. Á nevndarfundi í felagnum í seinastu viku var málið á skránni. Røtt varð um, hvussu farast skal fram í hesum so átrokandi máli. Samtykt varð at seta arbeiðsbólk við ein- um samfelagsfrøðingi sum samskipara, for- manni felagsins og um- boðum fyri ymiskar skúlastøddir millum álitisfólk felagsins. At mistrivnaðurin er vorðin so sjónligur seinnu árini, kemst av eini samanrenning av, at játtanin til undirvísing- ina er ov lítil á hvørjum ári, at skúlarnir ikki fáa fylgt nýggju fólkaskúla- lógini, og at fleiri og fleiri truplir næmingar eru í skúlanum, sum gera arbeiðið hjá lærar- um møtimikið. Onnur viðurskifti gera eisini sítt til, at lærarar ikki støðast væl í lærarayrk- inum, eitt nú at teir í størri og størri mun eru noyddir at átaka sær uppalingarligu uppgáv- una yvir fyri næming- um. - Vánaliga fíggjar- støðan ígjøgnum øll níti- árini hevur gjørt, at øll húka á knøunum. Øll eru í døpurhuga. Vit vita, at nógvir lærarar høvdu stungið í sekkin, um teir ikki brendu fyri fólkaskúlanum. Einasta orsøkin til, at tey eru verandi, er, at hjarta teirra brennur fyri fólka- skúlanum og børnunum, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu umfatandi arbeiðið í bólkinum verður, og nær tað verð- ur liðugt. Mistrivnaðurin mill- um lærarar er ikki ókendur í Mentamála- stýrinum. Í viðtali í blaðnum í síðstu viku segði Óli Holm, lands- stýrismaður í mentamál- um, at tað er sera um- ráðandi at taka hesar ábendingarnar í álvara. - Vit eiga at lurta eftir lærarum og gjølliga um- hugsa, hvat vit eiga at gera fyri at venda gongdina, segði hann. Mistrivnaður kannast Skúlafólk eru nú farin undir at arbeiða fyri, at næmingar við serligum tørvi fáa minst sama stuðul í skúlatíðini sum áðrenn og eftir skúlatíð FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Ein sannroynd er, at nógvir næmingar, sum hava ser- ligan tørv á stuðli, lítlan og ongan stuðul fáa í skúla- árinum, sum júst er farið av bakkastokki. Bert helming- urin av tímunum, skúlarnir kring landið bóðu um, vóru játtaðir av Mentamálastýr- inum. Hetta merkist í hvørji einastu skúlastovu kring landið, og tað, sum undrar lærarar ikki sørt, er, at nógvir næmingar, sum hava serligan tørv, fáa góðan stuðul áðrenn og aftaná skúlatíð. Hendan stuðulin veitir Almannastovan. - Tað sigur seg sjálvt, at hesum næmingum eisini tørvar stuðul í skúlanum, tí tá eru teir saman við nógvum øðrum børnum og skulu virka í skúlahøpi, segði Paulina Poulsen, lærari í Eysturskúlanum í viðtali í blaðnum fyri tveimum vikum síðani. Á aðalfundi hjá Føroya Lærarafelag í vár, varð álagt nevndini í felagnum at arbeiða fyri, at næmingar við serligum tørvi fáa minst sama stuðul í skúlatíðini sum áðrenn og eftir skúla- tíðina. Uppskotið aftanfyri hesa áheitanina eigur Fuglafjarðar skúli. Í við- merking til uppskotið sigur Fuglafjarðar skúli, at Al- manna- og heilsumála- stýrið veitir hesum næm- ingum aðrar og betri sømdir áðrenn og eftir skúlatíð, enn Mentamála- stýrið vil veita teimum í skúlanum til stóran ampa fyri øll, bæði børn, foreldur og lærarar. Skúlafólk, sum hava góð- ar fortreytir málinum við- víkjandi, eru nú farin undir at viðgera málið nærri. Arbeiðsbólkur er settur við Emmy S. Joensen, næst- forkvinnu í Føroya Lærara- felag, sum forkvinnu. Um- framt er bólkurin mannaður av lærarum kring landið. Ætlanin er, at arbeiðið skal verða liðugt um nakrar mánaðir, í seinasta lagi í hesum skúlaárinum. - Lærarar brenna út og verða stressaðir av at síggja, at børn eru fyri van- býti í flokkinum. Teir standa hjálparleysir, tí teir ikki fáa hjálpt, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, for- kvinna í Føroya Lærara- felag. Í viðtøkunum hjá Føroya Lærarafelag stendur, at lær- arar eisini skulu taka sær av námsfrøðiligum viðurskift- um í fólkaskúlanum, og málum, sum hava týdning fyri arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum. - Talið á børnum, sum hava serligan tørv, veksur á hvørjum ári. Skúlin er fyri øll og foreldur í dag eru sera tilvitað um, hvønn rætt børn teirra hava til undir- vísing. - Trupulleikin verður ikki minni av, at lærarar ikki hava eftirútbúgving í at undirvísa næmingum við serligum tørvi. Teir kunnu jú vera rættiliga ymiskir. At skúlaflokkarnir eru so stórir, gera trupulleikarnar størri. Tað er sera óheppið fyri allan flokkin, at nakrir næmingar, sum hava ser- ligan tørv, ikki fáa hjálp, sigur Elsa Birgitta P. Peter- sen. Forkvinnan í Føroya Lærarafelag vónar, at ikki bara landsstýrið, men alt Føroya Løgting, sær álvar- an í hesum máli. Betri sømdir til børn - Lærarar brenna út og verða stressaðir av at síggja, at børn eru fyri vanbýti í flokkinum, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag C M Y K 5 4