mikudagur 12. september 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 175 - 12. september 2001
Nr. 175 - 12. september 2001
7
Ein meiriluti í Tórs-
havnar Býráði mælir
til at gera frávik frá
byggisamtyktini, so at
byggingin av einum
sethúsum úti í Bakka
kann halda fram
BÝRÁÐ
Stefan í Skorini
Fyrr í summar fór ein mað-
ur undir at byggja eini
sethús omaná eina neysta-
grund úti í Bakka í Tinga-
nesi. Løgmansskrivstovan
álegði tó býráðnum at
steðga byggingini, til form-
ligu viðurskiftini viðvíkj-
andi fráviki frá byggisam-
tyktini vóru fingin í rætt-
lag.
Málið hevur nú verið fyri
á býráðsfundi, og ein meiri-
luti í býráðnum samtykkir,
at arbeiðið kann halda
fram. Frávik er soleiðis
gjørt í byggisamtyktini, tí
tað er upprunaliga ikki
loyvi at byggja á hesum
staðnum.
Ein minniluti í byggi- og
býarsamskipanarnevndini,
Súrður Olsen og Bjarti
Mohr, tóku undir við til-
mælinum
frá
tekniska
stjóranum og býararki-
tektinum, um at byggingin
kann halda áfram, og at
útsjóndin verður tillagað
umhvørvinum í samráð við
býararktitektin.
Jógvan Arge og Hildur
Eyðunsdóttir halda ikki, at
loyvi kann gevast til bygg-
ingina, uttan at broytingar
verða gjørdar í byggisam-
tyktini, og tí skal málið fyri
býráðið.
Mánakvøldið 10. sep-
tember varð atkvøtt um
tilmæli frá Sjúrði Olsen og
Bjarta Mohr. Tað var
samtykt við sjey atkvøðum
fyri frá øllum samgongu-
limunum
uttan
Heðini
Mortensen,
sum
ikki
greiddi atkvøðu. Øll and-
støðan atkvøddi ímóti.
Enn er málið tó ikki av-
greitt.
Tað
skal
fyrst
leggjast fyri Løgmansskriv-
stovuna, sum skal góð-
kenna fráviki í byggisam-
tyktini, og tað skal eisini
leggjast fyri almenningin.
Konsert-
røð byrjar
Týsdagin 11. sep-
tember
klokkan
19.30 verður tann
fyrsta konsertin í
Orfeus røðini, sum
verður komandi vet-
ur. Tann fyrsta kon-
sertin er í skúlanum í
Trongisvági.
Mikudagin 12. sep-
tember
somuleiðis
klokkan 19.30 verður
næsta konsertin í
Orfeus røðini. Henda
konsertin er í Norð-
urlandahúsinum
í
Havn.
Skráin fyri báðar
konsertirnar er hin
sama. Tónleikararnir
er tey bæði Guðrún
Jóhanna Ólafsdóttir,
sum spælir mezzo-
sopran, og Víkingur
Heiðar Ólafsson, ið
spælir klaver. Tey eru
bæði úr Íslandi.
Tey fara at fram-
føra verk eftir Sigfus
Einarsson, Jón Ás-
geirsson,
Sigfús
Halldórsson, Mau-
rice Ravel, Hector
Berlioz, Ludvig van
Beethoven, írskt tjóð-
arlag, Richard Hage-
man, Grace Willi-
ams, Frederic Chop-
in, Georges Bizet,
Giacomo Puccini og
Giachino Rossini.
Atgongumerkini til
konsertirnar kosta 80
krónur. Eisini ber til
at ogna sær atgongu-
prógv til allar kon-
sertirnar fyri 275
krónur.
Býráðið mælir til frávik
Drongurin, sum misti
sjónina í øðrum
eyganum leygarnátt-
ina, varð álopin við
einum ólógligum
butterfly knívi, sigur
løgreglan
HARÐSKAPUR
Stefan í Skorini
Ein butterfly knívur er
soleiðis gjørdur, at blaðið
er inni í skaftinum. Skaftið
kann latast upp, so tað fer í
tvíningar og verður heft
saman aftur, og so er
knívurin klárur at brúka.
Hesin knívurin kann ikki
keypast í Føroyum, tí tað er
ólógligt at selja og eiga slík
vápn.
Blaðið á hesum knívin-
um er einar seks senti-
metrar til longdar og kann
tí vera ógvuliga vanda-
mikið.
Knívarnir kunnu keypast
í Danmark og annars í
flestu londum kring okk-
um. Eisini ber til at bíleggja
knívarnar heim til Føroyar.
– Tað er ógvuliga vanligt,
at dreingir í Føroyum ganga
við knívi, men tað er
ógvuliga óheppið, at teir
fara vápnaðir í býin, sigur
Rutt Glerup, sum hevur
hetta málið um hendi.
Meldaði fyrst
Tað var annars drongurin
við knívinum, sum møtti
upp niðri á løgreglustøðini
og meldaði hin drongin fyri
harðskap.
Hann
hevði
fingið eina rivu omanfyri
annað eygað og hevði
fingið okkurt slag í andliti.
Løgreglan fekk einki at
vita um tann álvarsama
skaðan hjá hinum drongin-
um fyrr enn nakað seinni.
Løgreglan fer nú at kanna
málið nærri við at avhoyra
allar partar, sum varða av
málinum.
Rutt Glerup sigur annars,
at eingi sjónlig tekin vóru
um, at rúsevni ella rús-
drekka vóru við í hending-
ini.
Álopni drongurin, sum er
15 ár, hevur mist sjónina í
øðrum eyganum, sum er
illa farið, og var eisini
stungin í økslina og í
beinið. Hann fekk skaðan
inni í badmintonhøllini, tá
hann varð álopin av einum
14 ára gomlum drongi.
Tá talan er um so ungar
dreingir, so skal barna-
verndin vera við, tá teir
verða avhoyrdir. Hon skal
eisini taka neyðugu stigini
aftaná saman við familjuni.
Hetta kann vera at senda
barnið til eitt annað stað at
búgva eina tíð ella at fáa til
vega sálarliga hjálp.
Mikið stríð stóðst av hesum neystunum, har ein maður skuldi byggja eini sethús. Býráðið hevur nú givið grønt ljóst, men
Løgmansskrivstovan og almenningurin skal góðkenna hetta áðrenn
Tað var ein sovorðin knívur, ið varð nýttur í badmintonhøllini leygarnáttina
Ólógligur butterfly
knívur nýttur í álopi
Føroysk og donsk
embætisfólk eru í
løtuni í London á
fundi við IMO um
møguleikan fyri, at
Føroyar fáa atlima-
skap í hesum altjóða
felagsskapi. IMO er
felagsskapurin, ið
ásetir minstukrøvini
fyri trygd umborð á
skipum og dálking av
havinum. Føroyar
ynskja limaskap í
sambandi við
yvirtøkua av
Skipaeftirlitinum
TRYGD Á SJÓNUM
John Johannessen
Komandi føroyska Skipa-
eftirlitið skal seta trygdar-
krøv á altjóða støði.
Hetta
hevur
Jørgen
Niclassen,
landsstýris-
maður við ábyrgdini fyri
trygd á sjónum, sett sær
fyri. Og tí ynskir hann
eisini, at Føroyar fáa sjálv-
støðugan atlimaskap í IMO,
sum er altjóða felags-
skapurin, ið ásetir minstu-
krøvini fyri trygd umborð á
skipum.
Í hesum sambandi eru
føroysk og donsk embætis-
fólk í hesum døgum í
London á fundi við IMO
um møguleikan fyri, at
Føroyar fáa atlimaskap. Á
fundinum eru fýra føroysk
embætisfólk, harímillum
Herluf Sigvaldsson, stjóri á
uttanlandsdeildini á Løg-
mansskrivstovuni, og mill-
um donsku embætisfólkini
frá Uttanríkisráðnum er
føroyingurin, Árni Olafson.
Óvanligur limaskapur
Tað er ikki serliga vanligt,
at lond fáa atlimaskap í
IMO. Í løtu eru tað bara
tvey lond við atlimaskapi í
IMO. Hesi eru Hong Kong
og Makao. Men Jørgen
Niclassen, landsstýrismað-
ur, vónar kortini, at tað fer
at eydnast hjá Føroyum at
fáa hendan atlimaskap.
At fáa atlimaskap í IMO
merkir, at vit fáa øll rætt-
indi og allar skyldur í
felagsskapinum, sum lima-
londini hava, men vit fáa
ikki atkvøðurætt.
Eydnast tað okkum ikki
at fáa atlimaskap í IMO,
hava
vit
ein
annan
møguleika at fáa fótin
innum. Hesin er, at vit
koma upp í sum partur av
danska ríkinum. Verður
hetta støða okkara, eru vit
bert eygleiðarar.
Ætlanin er, at Skipa-
eftirlitið skal á føroyskar
hendur 1. januar í 2002. Og
innan ta tíð skal spurn-
ingurin um støðu okkara í
IMO verða avgreiddur.
Broyta krøvini
Í sambandi við, at Skipa-
eftirlitið verður føroyskt,
roknar Jørgen Niclassen
við, at krøvini, sum vit hava
í dag við danska Skipaeftir-
litinum í Føroyum, verða
eitt sindur broytt – men tó
innan fyri krøvini hjá IMO.
– Við tíðini fara krøvini
helst at verða lagað eitt
sindur til føroysk viður-
skifti. Danska Skipaeftir-
litið setir strong krøv til
ferjur og farmaskip, meðan
tað setur linari krøv til
smábátar. Samstundis eru
krøvini í Íslandi hørð til
smábátar. Hetta kemur av,
at danir hava so nógvar
ferjur og farmaskip og fáar
smábátar. Í Føroyum hava
vit nógvar smábátar, og fer
eitt føroyskt eftirlit tí helst
at seta strangari krøv til
smábátar, enn tað verandi
danska,
greiðir
Jørgen
Niclassen frá.
Samstundis, sum
Tjóðveldisfeløg kring
landið fríggjadagin
minnast 55 ára dagin
fyri fólkaatkvøðuna
14. september í 1946,
heldur Javnaðar-
flokkurin um viku-
skiftið landsfund, har
valskrá til komandi
løgtingsval verður
løgd fram
POLITIKKUR
John Johannessen
Nógvur politikkur er á
skránni fyri komandi viku-
skifti. Fríggjadagin er 14.
september. Og í hesum
sambandi fara Tjóðveld-
isfeløg kring landið og
Unga Tjóðveldi at skipa
fyri tiltøkum í sambandi
við 55 ára dagin fyri fólka-
atkvøðuna í 1946.
Hóast 14. september van-
liga verður settur í samband
við Tjóðveldisflokkin, hev-
ur Javnaðarflokkurin valt at
seta sín árliga landsfund
hendan dagin.
Landsfundurin hjá Javn-
aðarflokkinum verður í
Vestmanna,
og
byrjar
fríggjakvøldið 14. sep-
tember klokkan 20. Tað
áhugaverdasta á landsfund-
inum er tó sett á skránna
fyri leygardagin. Leygar-
dagurin byrjar við, at
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
Javnaðarfloksins,
leggur fram sína formans-
frágreiðing. Men seinni fer
flokkurin at leggja fram
eina nýggja valsrká, sum
flokkurin hevur gjørt til
komandi løgtingsval.
Valskráin skal viðgerast
og góðkennast á lands-
fundinum,
áðrenn
hon
verður almannakunngjørd.
Sosialurin skilir, at hóast
Javnaðarflokkurin
hevur
valt at seta landsfund sín
14. september, er hetta ikki
tí, at flokkurin hevur broytt
støðu í fullveldismálinum.
Sum blaðið skilir, fer
valskráin hjá Javnaðar-
flokkinum at leggja dent á
onnur virði, ið hava meira
við hugsjónina hjá Javn-
aðarflokkinum at gera.
Samráðast um altjóða
trygd á sjónum
Politiskt vikuskifti
í væntu
Í sambandi við ætlaðu yvirtøkuna av Skipaeftirlitinum eru føroysk og donsk embætisfólk í hesum døgum í London og samráðast
við IMO um møguleikan fyri, at Føroyar fáa atlimaskap í hesum altjóða felagsskapi. IMO er felagsskapurin, ið setur
minstukrøvini fyri trygd á sjónum
C
M
Y
K
7
6