Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 238 - 10. desember 2008 4 3 0 H v a l v í k · t e l 4 2 2 3 9 4 12. des. frá 8.00 til 19.00 13. des. frá 9.00 til 21.00 15. des. frá 8.00 til 20.00 16. des. frá 8.00 til 20.00 17. des. frá 8.00 til 20.00 www.okheilsola.com Tollaksmessudag er opið frá 8.00 til 22.00 18. des. frá 8.00 til 20.00 19. des. frá 8.00 til 20.00 20. des. frá 9.00 til 20.00 21. des. frá 14.00 til 20.00 22. des. frá 8.00 til 20.00 fram til jóla Upp- og afturlatingartíðir Danir fylla seg við tablettum Í meðal eta danir 175 høvuðpínutablettir um árið ella eina tablett annan hvønn dag, og tað er sambært serfrøðingum júst nóg mikið, til at fólk ikki fáa tað linnandi gagn av tablettunum, sum ætlanin er. Tvørturímóti elva tablettirnar til ymisk hjáárin, sum tær upprunaliga vóru ætlaðar til at forða fyri. Tað sigur leiðarin á Dansk Hovedpinecenter, Rigmor Højland Jensen, við Nyhedsbrevet Newspaq. Hon sigur, at taka fólk høvuðspínutablettir annan hvønn dag ella oftari, kunnu tablettirnar fáa øvugta ávirkan. Ársins barnabókagáva 60 ára dagurin hjá ST-mannarættindasáttmálanum verður hátíðarhildin við einari barnabók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Amnesty InternationalÍ samstarva um. Í barnabókini ”Vit eru øll fødd fræls”, verða allar 30 greinirnar í heimsyvirlýsingini lýstar í myndum, sum altjóða viðurkend listarfólk hava gjørt. Marna Jacobsen hevur týtt bókina úr enskum. Mentamálaráðið hevur avrátt at lata øllum fólkaskúlum eintøk av bókini í mun til næmingatalið. Á hendan hátt er vónin, at næmingar verða kunnaðir um mannarættindi. Bókin, sum er 68 síður í litum, verður at fáa í Norðurlandahúsinum í dag og um alt landið. Hvør einasti føroy­ing­ ur brúkar 13 litrar av olju um dagin og tað er meiri enn tey­ brúka bæði í Amerika og niðri í Evropa Oljunýtsla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyingar brúka so nógva olju, sum ongin annar. Tað staðfesti Magni Laks- áfoss, búskaparfrøðingur, á almennum kjakfundi, sum Tjóðveldið skipaði fyri í Miðlahúsinum í gjárkvøld- ið. Hann vísir á, at tað er rættiliga sigur, ymiskt, hvussu nógva olja, tey ymsu londini brúka. Ì Kina brúka hvørt fólk bara ein hálvan litur av olju um dagin. Í Evropa brúkar hvørt fólkið fimm litrar av olju um dagin og í USA er nýtsl- an 11 litrar fyri hvørt fólkið um dagin. - Men hvør føroyingur brúkar 13 litrar av olju um dagin. Ein spurningur, sum mangan er reistur úti í heimi, er, um tað er rættvíst, at tey ríku londini brúka tað mestu oljuna og harvið trýs- ta oljuprísin upp, samstundis sum tey eisini eru tey lond- ini, sum eru best før fyri at granska og leggja um til aðrar orkukeldur. Harafturat er tað júst het- ta, sum forðar teimum fátæku londunum at menna seg. Føroy­ingar hava ongi krøv til, hvussu vit skulu by­ggja hús og tað førir til, at ein stórur partur av okkara oljunýtslu upp í roy­k og bláan himmal, sigur Magni Laksáfoss, búskapar­ frøðingur Oljunýtsla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er heilt neyðugt, at vit seta eina reglugerð í gildi í Føroyum, har krøv verða sett til, hvussu vit skulu byggja okkara hús. Tað staðfesti Magni Laksáfoss, búskaparfrøðing- ur á almennum fundi, sum Tjóðveldi skipaði fyri í Miðlahúsinum í Gjár- kvøldið. Hann vísir á, at í flestu londum stavar eini 40% av orkunýtsluni frá olju og tað verður í mesta mun brúkt til bilar, treylarar og annan flutning. - Ì Føroyum kemur 94% av orkuni frá olju, tí vatn, vindur og orka frá brenni- støðum er bara ein viðfán- ingur. - Sostatt hava vit í Føroy- um ein sera stóran trupul- leika at loysa og tað er rætti- liga grundleggjandi fyri okkum, at vit sleppa okkum burtur frá oljuni, sigur Mag- ni Laksáfoss. Hann staðfestir, at inn- flutningur av olju og prísur- in á oljuni, hangar rættiliga tætt saman og tí verður tað dýrari og dýrari fyri okkum, so hvørt sum oljan dýrkar. - Tí eiga vit at fara burtur frá oljuni, áðrenn hon fer burtur frá okkum, legði hann afturat. Bilar ikki trupulleikin Hann sigur, at tí eiga vit at gera íløgur í varandi orku fyri at sleppa av við oljuna. - Samstundis eiga vit at seta okkum greið mál og reglur fyri, hvussu vit bygg- ja hús fyri at minka um oljunýtsluna til varma. Hann sigur, at hetta hevði gjørt veruligan mun. - Skipaflotin brúkar helvt- ina av oljuni, vit brúka, men 30% av oljunýtsluni fara til at hita hús upp við. Sam- stundis brúkar SEV 15% av oljuni. - Sostatt fara 45% av okk- ara oljunýtslu til at varma hús upp við og til SEV. Hinvegin brúka bilar og flogfør bara 10% av okkara innflutningi av brennievni. Magni Laksáfoss staðfesti sostatt, at skulu vit minka um oljunýtsluna og vakstrar- húsárinið, nyttar lítið at tosa um, hvussu nógv bensin verður brúkt í bilum, tí tað er als ikki har, at trupulleikin er. - Umframt at vit eru í eini fíggjarkreppu, eiga vit at gera íløgur til at minka orku- nýtsluna og til at leggja um til varandi orku, staðfesti Magni Laksáfoss. Og hann heldur, at tað fyrsta, vit eiga at gera, er at fáa orkunýtsluna niður. - Í Føroyum hava vit nógv- an vind og her átti tað ikki at verðið neyðugt at brúkt so nógva olju. - Kanska verður varandi orka eitt sindur dýrari, men við teimum forsagnum, sum eru, fer oljan eisini at dýrka munandi Krøv til sethús Magni Laksáfoss helt, at tað ber til at minka olju- nýtsluna hjá sethúsum munandi. - Vit hava onga byggi- reglugerð og sostatt ongi almenn krøv til, hvussu okk- ara hús skulu bjálvast. Og hann staðfesti, at veru- leikin er, at vit bjálva húsini nógv verri enn tað, sum er krav í okkara grannalond- um. Í øðrum londum verða krøv sett til, hvussu hús skulu bjálvast og eitt vanligt krav er, at hús hava minst 40 sentimetrar av bjálving. Í Føroyum verður sjáldan farið upp um 25 sentimetrar og oftani minni. - Mátin, vit byggja hús upp á, er øgiliga orkukrevj- andi og vit hava ongi krøv til bygging, sjálvt um vit búgva í einum landi við nógvum vindi, sum kølir húsini illa. Føroyar heimsmet í oljunýtslu Land Oljunýtsla fyri hvørt fólk um dagin Kina 0,5 litrar Evropa 5,0 litrar USA 11,0 litrar Føroyar 13,0 litrar Brúka milliónir himmalrúmið