mikudagur 10. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 238 - 10. desember 2008
Í dag brúka vit tvær
ferðir so nógva olju,
sum vit finna og vit
mugu seta okkum
sum mát, at sleppa
okkum burtur
frá oljuni, áðrenn
hon fer burtur frá
okkum, sigur Magni
Laksáfoss, búskapar
frøðingur
Oljunýtsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Støðan er so álvarslig at
vit verða noydd til at taka
støðu til, hvussu okkara livi-
støðið skal verða í fram-
tíðini.
Tað var ein boðskapur frá
Magna Laksáfoss, búskapar-
frøðingi, á almennum kjak-
fundi hjá Tjóðveldinum í
einum stúgvandi fullum
Miðlahúsi í gjárkvøldið.
Magni Laksáfoss legði
fleiri daprar spádómar fyri
áhoyrararnar um gongdina í
prísinum og nýtsluni av
olju tey næstu árini.
Hann nevndi, at nógvir
stovnar uttanlands, sum
hava fingurin mitt á olju-
pulsinum, hava gjørt nógvar
frágreiðingar um oljunýtsl-
una og metingar um fram-
tíðina.
-
Orkustovnurin
hjá
OECD hevur gjørt greitt, at
ein vakran dag er oljan uppi
og vit eiga at fara burtur frá
oljuni, áðrenn hon fer burt-
ur frá okkum.
- Tað eigur at verða
okkara herróp, tí við at
granska og menna aðrar
orkukeldur, eiga vit at slep-
pa okkum burtur frá oljuni.
Samstundis sleppa vit
ikki undan at eiga at taka
støðu til, hvussu livistøðið
skal vera í framtíðini og,
hvussu
samfelagið
skal
skipast.
Brúka meiri
enn vit finna
Magni Laksáfoss nevndi
eisini, at fleiri frágreiðingar
frá stovnum og feløgum við
olju sum serfrøði, hava við
olju at gera, hava akkurát
somu niðurstøðu.
- Enntá oljufeløgini sjálvi
siga tað sama, tí tey hava
víst á, at í dag brúka vit
tvær ferðir so nógva olju,
sum vit finna.
Magni Laksáfoss staðfest-
ir, at tá ið vit brúka meiri
olju enn vit finna, kann tað
ikki merkja annað, enn at
oljuframleiðslan fer at min-
ka fyrr ella seinni.
- Hetta er ikki ein meting.
Hetta er tann nakni veru-
leiki, legði hann afturat.
Hann sigur, at spurningur-
in er so, nær hetta fer at
henda.
- Øll eru samd um, at tað
er longu nú, ella í ringasta
føri í allarnærmastu framtíð,
at hetta fer at henda.
- Og ein professari í jarð-
frøði hevur staðfest, at hetta
fer at fáa ávirkan á fleiri
menniskju í fleiri londum á
fleiri hættir enn nakað ann-
að, vit áður hava upplivað í
søgu heimsins.
- So álvarslig er støðan,
sambært serfrøðingum, sig-
ur Magni Laksáfoss.
Prísurin rýkur
upp aftur
Hann vísti á, at í seinastuni
er oljan blivin bíligari, men
tað er fyrst og fremst takkað
verið fíggjarkreppuni, sum
herjar allan heimin.
- Men tað sigur seg sjálvt,
at táið eftirspurningurin er
størri enn framleiðslan, fer
tað at trýsta prísin uppeftir.
Rákið hevur verið at
oljuprísurin er hækkaður so
nógv, at tað hevur ført til, at
stígur kemur í búskapin og
tað er hetta, sum er hent
nú.
- Tað var orkutrupulleikin,
sum prikaði hol á bløðruna
og tað hevur ført til, at olju-
prísurin er kavaður á botn
aftur.
Men Magni Laksáfoss
staðfestir, at tá ið tær ringu
tíðirnar eru av, fer olju-
prísurin at hækka aftur við
rúkandi ferð.
- Sostatt koma vit at skif-
ta ímillum eina fíggjar-
kreppu og eina orkukreppu,
legði hann afturat.
Hann
vísti
til
ein
politikara í Avstralia, sum
staðfesti, at ongin ynskir
sær stóra skuld, tá ið karusel-
lin steðgar.
- Ein stór skuld er nakað,
sum bara kann handfarast í
einum samfelag við stórum
búskaparvøkstri.
Orsøkin
til, at vit hava havt búskapar-
vøkstur, er bara tann, at vit
hava havt atgongd til ríkiligt
av ótrúliga bíligari olju.
- Táið oljan steðgar, steðg-
ar búskaparvøksturin og tá
steðga eisini møguleikarnar
at handfara skuld.
- Sostatt mugu vit stað-
festa, at stór skuld og fallan-
di oljuframleiðsla ganga
illa hond í hond og tað er
akkurát hetta, vit uppliva
nú á døgum.
Spurningurin er so, hvus-
su álvarslig støðan er.
Í hesum sambandi vísti
Magni Laksáfoss til ein
guvernør í Kolorado í USA,
sum long í 2006 segði, at
tað frægasta, hann sá fyri
sær, er ein heimsumfatandi
kreppa og samstarva vit
ikki, kann tað lættliga enda
við kríggi, hunguri, sjúku
og deyða, sum hjá teimum
fýra reiðmonnunum í opin-
beringini.
Á kjakfundinum í Miðlahús-
inum í gjárkvøldið, saknaði
Magni Laksáfoss, búskapar-
frøðingur,
eina
miðvísa
ætlan at leggja allar almenn-
ar bygningar um til varandi
orku og til at seta orku-
sparandi tiltøk í verk.
- Tað almenna eigur eisini
at bjálva almennar bygning-
ar betri og alt Tinganes átti
at fingið hita úr sjónum og
tað ber væl til við tøkni, vit
hava í dag.
Ìstaðin fyri at seta oljufýr
í nýggja fiskivinnuskúlan í
Vestmanna, átti at hann at
verðið hitaður vð sjóvar-
hita.
- Eg haldi, at tað almenna
eigur at seta 150 milliónir
av um árið til at bjálva
almennar bygningar meiri
og at leggja um til varandi
orku, segði Magni Laksá-
foss.
Á kjakfundinum í Miðla-
húsinum í gjárkvøldið varð
eisini nomið við ætlanina
at leggja kaðal úr Føroyum
til Íslands og keypa orku
haðani.
Magni Laksáfoss, búska-
parfrøðingur, staðfesti, at
hann hevði ikki hugsað so
nógv um tann møguleikan.
Men hann segði, at tað er
ein sannroynd, at orka verð-
ur dýrari og dýrari um allan
heimin og tí gera heimsins
lond nógv burtur úr at flyta
orkukrevjandi framleiðslur
til lond við bíligari orku.
Tí er sannlíkt at orkan í
Íslandi eisini fer at verða
dýrari í framtíðini, tí eftir-
spurningurin fer at veksa
nógv tey næstu árini.
Men skulu vit tosa um
orkusparing, vísti hann á,
at hava fiskifrøðingar rætt
í, at vit kunnu fiska somu
nøgd av fiski við einum flo-
ta, sum er nógv minni, er
tað heilt sjálvsagt at seta
tiltøk í verk á hesum øki og
at minka fiskiflotan, tí
hann brúkar helvtina av all-
ari oljuni hjá føroyingum.
Burtur frá oljuni áðrenn
hon er uppi
at hita
Magni Laksáfoss undrast
á, at vit ikki hava krøv til
bjálving, tí tað er eitt sjálv-
sagt stað at seta reglar í
verk.
Hava góðar
møguleikar
- Tað mest positiva er, at vit
hava stórar møguleikar at
minka um oljunýtsluna,
samstundis sum vit hava
góðar møguleikar at leggja
um til varandi orku, tí á
nógvum økjum finst tøknin
longu.
- Serliga er tað sjálvsagt
at brúka vindorku at hita
hús við, tí tað er nógvur
vindur um veturin og tá er
samstundis mest brúk fyri
hita.
Men tað fyrsta, vit eiga at
gera, er at seta eina byggi-
reglugerð í gildi, sum setir
krøv til bygging og isoler-
ing, tá ið vit byggja.
Samstundis eiga vit eisini
at leggja eina landsætlan
fyri bygging, har tað verður
ásett, hvar búsetingar skulu
vera og, hvussu vit skulu
byggja.
Skulu vit framvegis hava
hvør síni sethús, ella um vit
skulu fara yvir til íbúðar-
bygging, sum er munandi
meiri orkusparandi.
Magni Laksáfoss sigur,
at vit eiga at leggja mvg
stuðulin til sethúsabygging
um til ein stuðul til bjálving-
arstuðul til, ella til stuðul til
at leggja um til varandi
orku, so at tað verður lættari
hjá fólki at leggja um.
- Tøknin til alt hetta er
longu til staðar, so tað er
bara at fara til verka, segði
Magni Laksáfoss.
- Tað fyrsta, vit mugu gera, er at seta reglugerð í gildi við
krøvum um, hvussu vit skulu byggja okkara hús, sigur Magni
Laksáfoss, búskaparfrøðingur á almennum kjakfundi hjá
Tjóðveldi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið. Her situr hann
vinstrumegin. Undir liðini á honum stendur Jóannes Hansen,
orðstýrari og síðani er tað Jørn Astrup Hansen, formaður í
búskaparráðnum, Sonja Jógvansdóttir í Samtaki og Marita
Rasmussen í Vinnuhúsinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Grøn orka til
tað almenna
Neyvan kaðal millum
Føroyar og Ísland
7. Fíggjarleiðari settur á Flogvøllinum
P/F Vága Floghavn hevur sett Regin I. Jakobsen í starv sum fíggjarleiðara
Regin er útbúgvin HD í roknskapi og hevur prógv sum cand.merc.aud. Hann hevur
arbeitt sum grannskoðari, sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari og sum búskaparleiðari og
umsitingarstjóri í peningastovnum. Regin, ið er 42 ár og búsitandi í Tórshavn, byrjar í
starvinum beinanvegin.
Grønland og USA avtala samband
Umboð fyri grønlendskar og amerikanskar myndugleikar skrivaðu í gjár undir eina
avtalu um vinnuligt samband loftvegis og sjóvegis millum Grønland og USA. Avtalan
er tann fyrsta landanna millum og er fingin í lag ígjøgnum ta serligu Joint Committee
fyri USA, Grønland og Danmark. Per Berthelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum,
sigur við KNR, at avtalan fer at styrkja tað búskaparliga sambandið millum USA og
Grønland og hevur til endamáls at skapa framburð í økinum.