Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 238 - 10. desember 2008 Ekspansivi útláns­ politikkurin hevur ikki rakt føroysku peningastovnarnar í sama mun sum aðrastaðni, men eisini her á landi mugu lánistovnarnir fáa javnvág millum inn­ og útlán, áðrenn teir kunnu lána pening út aftur. Og tað fer at kosta tap, sigur Jørn Astrup Hansen FÍGGJARKREPPA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Vit standa mitt í einari kreppu, sum er nógv øðr- vísið enn nakað, vit hava upplivað fyrr, nógv øðrvísið enn tað, vit minnast frá fyrst í 90-unum, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann sigur, at tað, vit uppliva, er tað, sum bank- unum dáma væl at kalla fyri eina fíggjarliga kreppu, men sum onnur kalla fyri eina bankakreppu. - Og hetta seinna er nokk rættari enn tað fyrra, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann sigur, at tað er av stórum týdningi at skilja, hvat tað er fyri ein kreppa vit hava, áðrenn heilivágur verður givin. - Tað eru longu fleiri ár síðani, at mann uppgav Keynesanismuna, hana uppgav mann longu fyrst í 90-unum. Í staðin fingu vit tað, ið kallast monitarismuna við Friedmann sum fremsta talsmanninum. Hon gekk út upp á, at politikarar skuldu halda seg til at føra pengapolitikk. Teir kundu stýra mongdini og rentuna og harvið ávirka búskapin. Og tað var tað sum hendi í 2001. Eftir 11. september var mann í USA bangin fyri, at allur búskapurin skuldi falla saman, ikki neyðturviliga av fíggjar- ligum ávum, men meiri av sálarligu ávirkanini, sum álopið á World Trade Centre kundi føra til, sigur Jørn Astrup Hansen. Tað, sum kendi tjóð- bankastjórin, Alan Green- span, gjørdi, var at føra ein ógvuliga ekspansivan fíggj- arpolitikk. Peningamongdin øktist ógvusligt og vit fingu eina ógvuliga lága rentu. Hetta førdi til risastór undirskot á fíggjarætlanini og á handilsjavnanum. - Av tí at amerikanski dollarin hevur eina søguliga støðu sum eyka valuta, fleyt hann út um øll mørk og endaði hjá okkum øllum. Vit fingu eina altjóða lága rentu og eina ekspansión í búskapinum, sum vit als ikki høvdu brúk fyri, sigur Jørn Astrup Hansen. Óhoyrdur vøkstur Peningastovnarnir øktu síni útlán almikið, uttan at tað var heimild til tess. - Taka vit donsku peninga- stovnarnar, har eg kenni tølini best, lá útlánsprosentið í 2003 á umleið 4% og í 2004 á 14%. Men so gekk skjótt og fylgjandi trý árini lá útlánsprosentið á 26. Verður roknað við rentu av rentu sæst, at tað hevur gingið veruliga skjótt, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann vísir á, at búskap- urin slett ikki hevur megnað at fylgt við. Hann er bara voksin við 2-4% hesi árini, meðan útlánini vuksu 26%. Hetta gjørdi, at peninga- stovnarnir fingu útlán sum vórðu munandi størri enn innlánini, og teir føroysku peningastovnarnir líkjast jú teimum donsku og tað merkir, at teir hava eitt yvirskots útlán á umleið 33%. - Men hvar skuldi so blíva av øllum pengunum. Tað var eingin vøkstur í bú- skapinum, sum kundi upp- taka hesa peningamongd- ina, so prísirnir máttu geva eftir, og tað gjørdu teir eisini. Teir hækkaðu á parta- brævamarknaðinum og í fastognamarknaðinum og skaptu sonevndar blørður, men tað gekk bara, til blørðurnar brustu, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann sigur, at tá útlánini trý ár á rað vaksa við 26%, meðan búskapurin bara veksur við 3-4%, so skapast blørður. Og tað, sum nú er hent, er bara tað, at tað er gingið upp fyri fólki, at hesar blørðurnar eru til. - Tað byrjaði í USA við teimum sonevndu subprime lánunum, har peningastovn- arnir hava lánt til fólk, sum ongan livandi møguleika hava at gjalda lánini aftur. Onkunstaðni skuldu pengar- nir jú vera, og so fann mann nøkur fólk, sum vildu skriva undir eitt pappír, men sum ongan møguleika høvdu at gjalda lánini aftur. Í dag nevnist tað subprime lán, og tað er tað sama, sum vit kallaðu junklán. Hitt ljóðar betri og minnir um hypo- teksoblikatiónir, sum fólk keypti í stórum tali. Fólk vistu, at tað var til, men tey vistu bara ikki hvar tær vóru, líka til stóru bankarnir við Unibank of Switzerland á odda kunngjørdu milli- ardatap upp á hesi subprime lánini, sigur Jørn Astrup Hansen. Mugu tillaga seg Fyrrverandi bankastjórin sigur, at tað, sum hendi við sonevndu subprime lánun- um var, at tey vórðu um- skipað deild runt í pen- ingaskipanini. Tey komu til Danmarkar og harvið til Føroya, og mann kendi til nøkur lán í havnarøkinum í Keypmannahavn. Men høvdu tey verið betri for- deild, høvdu bankarnir megnað at staði ímóti, um hvør tók sín part. - Trupulleikin var bara, at eingin veruliga visti, hvar hesi lánini vóru. Og tað førdi við sær, at tað gjørdist trupult hjá bankunum at lána á marknaðinum, og tað er jú neyðugt, tá útlánini eru 33% størri enn innlánini, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann sigur, at frá tí at Lehmann Brothers fór í gjaldsteðg í september, hevur ruðulleiki valdað. Nú torir eingin at gera nakað, og lánimarknaðurin er steðgaður heilt upp. - Nær bankarnir hava tillaga seg til støðuna er ilt at siga, men tað verður neyðugt at fáa eina betri javnvág millum innlán og útlán. Og tað vísir seg nú eisini, at peningastovnarnir ikki bert hava ein likviditets trupulleika, men eisini ein solvens trupulleika. So bankarnir skulu ikki bert fáa javnvág í inn- og útlán, men skulu eisini hava tilført nýggjan kapital, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann hevur ikki nakað beinleiðis boð um, hvussu hetta skal gerast, men vísir til, at staturin hevur stillað trygd fyri øllum innlánum hjá donsku og harvið eisini føroysku bankunum. - Hetta hevur hjálp nakað, men langt frá nóg mikið. Tað hevur hjálpt upp á likviditetin, men tað verður so bara í tvey ár, so tað verður ein trong tíð, tá vit koma fram til september, sigur Jørn Astrup Hansen. Nú verður so kjakast um, antin staturin skal skjóta pening beinleiðis inn í bankarnar, tí verandi hjálp- arpakki er ikki nóg mikið. - Tá eg í vár varð spurdur, um landsstýrið ikki átti at stramma eitt sindur í svaraði eg, at tað nýttist ikki, tað fóru bankarnir at gera. Men at tað skuldi ganga so skjótt, hevði eg kortini ikki væntað, sigur Jørn Astrup Hansen. Bankarnir ávirka Í Føroyum eru tað bankarnir, sum hava skapt vøksturin í búskapinum, og tí var tað óheppið, at landsstýrið samstundis valdi at lækka skattin. - Tað kundi havt gingið, um ikki peningastovnarnir høvdu brenni á bálið. Men saman um tikið fingu vit ein alt ov ógvusligan vøkst- ur í búskapinum, og eg eri vísur í, at vit eisini hava fingið tað, sum sæst aðra- staðni, nevniliga blørður í búskapinum, sigur Jørn Astrup Hansen. So hann sær fyri sær, at tað eru nøkur upptøk hjá peningastovnunum og nøkur tap, sum teir mugu taka á seg, áðrenn teir kunnu byrja at lána pengar út aftur. - Tað sigur seg sjálvt, at tá tú fer frá einum út- lánsprosenti á 26 tað eina árið niður á null tað næsta, so er tað ein støða, sum eg í hvussu er ikki havi upplivað áður. Og vit skulu vera greið um, at tað verður ikki í Løgtinginum, at nakað verður avgjørt. Teir kunnu ikki so frægt sum leggja karmarnar, tí tað verður gjørt í Danmark. Tað verða peningastovnarnir, sum í ein óhoyrdan mun fara at ávirka búskapin komandi árini, sigur Jørn Astrup Hansen. Føroyskir peningastovnar eisini tap Jørn Astrup Hansen var millum panelluttakararnar á fundinum í Miðlahúsinum, sum Tjóðveldi skipaði fyri í gjárkvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Myndamaður ger kvetti Svikgølan hjá danska vinnulívsmanninum Stein Bagger hevur kostað bankum, fyritøkum og einstaklingum nógvar pengar, men tað er ein, sum hevur gjørt kvetti. Myndamaðurin Michael Altschu lhevur tikið 13 av teimum lutfalsliga fáu myndunum av Stein Bagger, sum fjølmiðlarnir hava brúkt í sambandi við gøluna. Myndirnar tók Michael Altschul fyri Erhvervsbladet í sambandi við eina lýsing av manninum aftan fyri IT Factory. Tað var, áðrenn gølan bleiv avdúkað. Færri ferðsluóhapp Í hagtalsyvirlitinum hjá føroysku løgregluni sæst, at talið av ferðsluóhappum er minkað nakað seinastu árini. Yvirlitið yvir fráboðað óhapp er soleiðis: 2002: 1.179 - 2003: 1.198 - 2004: 1.089 - 2005: 1.017 2006: 1.056 - 2007: 914