mikudagur 10. desember 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 238 - 10. desember 2008
Síðan lemmatrolarin
Sjagaklettur varð
keyptur úr Íslandi
fyri umleið seks
árum síðan, hevur
skipið fiskað samlaðu
íløguna 11 ferðir
aftur. – Skip og
høvuðsmotorur
eru 33 ár, men hetta
hevur ikki verið nakar
bági, sigur reiðarin,
Mikkjal Hammer
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóast gongdin í føroyska
heimaflotanum ikki er ser
liga positiv í løtuni, eru tó
glottar ímillum.
Ein av hesum glottum er
at finna í lemmatrolaranum
Sjagakletti, sum hvalbingar
keyptu úr Vestmannaoyggj
unum fyri umleið seks
árum síðan.
Sjagaklettur telist millum
teir lemmatrolarar, ið hava
minsta høvuðsmotorin, sum
er javngamal við skipið, ið
er 33 ára gamalt.
Meðan flestu ísfiskatrol
arar langt síðan hava fingið
sær kryvjimaskinur, hevur
manningin á Sjagakletti
kruvt fiskin sjálv.
Tað er ikki fyrr enn í ár,
at skipið hevur fingið
kryvjimaskinur.
Góð íløga
Mikkjal Hammer er reiðari
á Sjagakletti. Sjálvur siglur
hann við Steintóri, sum er
ein annar lemmatrolari í
Hvalba. Mikkal siglur sum
skipari og onkuntíð sum
stýrimaður.
Vit kunnu bara lata væl
at gongdini hjá Sjagakletti,
síðan vit keyptu fyri umleið
seks árum síðan.
Reiðarin sigur, at keyps
prísurin var 3,5 miljónir
krónur, og tá klárt var at
loysa, stóð Sjagaklettur í um
leið 11 miljónum krónum.
Tá høvdu vit gjørt ymisk
ar ábøtur á skipið, umframt
at veiðiloyvið hjá Beintu,
fyrrverandi Brimborg, sum
var heimahoyrandi á Tvør
oyri, varð keypt.
Mikkjal Hammer sigur, at
tað hevur gingið væl hjá
Sjagakletti, sum eftirtíðin
hevur víst var ein góð íløga.
Fiskað væl
Skipið hevur fiskað fyri
fleiri ferðir tað, sum vit keyptu
tað fyri, og skipið hevur
soleiðis
fiskað
samlaðu
íløguna fleiri ferðir aftur.
Reiðarin vísir á, at besta
árið var í 2007, tá skipið fisk
aði fyri 24,5 miljónir krónur.
Í ár liggur veiðivirðið um 20
miljónir krónur.
Meginparturin av veiðini
hjá Sjagakletti hevur verið
upsi.
Taka vit øll seks árini,
síðan skipið kom í flotan,
hevur Sjagaklettur fiskað
fyri einar 120125 miljónir
krónur. Raksturin hevur
hingið saman øll árini, sigur
reiðarin.
Hann vísir á, at hóast ald
urin á skipi og høvuðs
motori er 33 ár, hevur felag
ið ikki rent seg í stórvegis
trupulleikar hesi árini.
Nei, eg noyðist at banka
uppundir borðið. Vit hava
verið
hepnir
og
mugu
ásanna, at tað hevur gingið
Sjagaklettur
fiskað seg 11
ferðir aftur
Smíðiár: 1975
Longd:
46,47 m.
Breidd: 9 m
BRT
296
Maskina: M.A.K. 8M 451
Ferð:
11 sjómíl
Eigari:
P/F Sjagaklettur
FAKTA
Kim Simonsen stuðul til verkætlan
Kim Simonsen, mag.art, hevur fingið játtað 1.9 mió. kr. úr danska Granskingarráðnum fyri mentan og samskifti
Forskningsrådet for Kultur og Kommunikation. Játtanin er til verkætlan við heitinum ”At erindre nationen Atlas
over litteraturens rolle som skaber af færøsk erindringspolitik og dens sociale betydning for fremkomsten af
færøsk litterær kulturel nationalisme 18171888. Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvussu bólkar og tjóðir
umskipa og fyrisita teirra minni um fortíðar viðurskifti. Ætlanin er at vísa, hvønn týdning eldri bókmentir hava
havt fyri skapanina av føroyskari minnismentan og fyri minnis og samleikapolitikkin í 20. øld. Verkætlanin fer
fram á Institut for Kultur og Identitet á Roskilde Universitetscenter. Hetta veit Granskingarráðið frá at siga.
- Vit vildu gjarna
verið við til at endur-
reist alt virksemi
av nýggjum, men
soleiðis, sum landið
sær út til at liggja í
løtuni, eru útlitini
døpur, sigur Jóhan
Páll Joensen.
FiskiFloti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sum skilst, telist Kristian
Martin Rasmussen, nóta
skipareiðari, millum áhug
aðu keypararnar av ísfiska
trolarunum, sum áður vóru
heimahoyrandi í Klaksvík,
men sum Føroya Banki nú
eigur.
Jú, eg kann vátta, at vit
hava
tosað
saman
her
norðuri, og at okkara útspæl
er, at Kristian Martin Ras
mussen keypir skipini, sum
kunnu verða við til at
tryggja
okkum
ráfiska
grundarlagið á Kósini.
Jóhan Páll vísir á, at upp
runaliga ætlanin hjá honum
og Maru Seafood, nú Før
oya Banki keypti skipini á
tvingsilssølu, var at keypa
skipini aftur og reisa virk
semið av nýggjum.
Men vit koma eftir
øllum at døma ikki longur,
leggur hann aftrat.
Jóhan
Páll
sigur,
at
hugskotið við at Kristian
Martin Rasmussen keypir
nøkur av skipunum, meðan
Maru Seafood framhald
andi rekur virkini og tey
skip, sum eftir eru, ivaleyst
hevði verið ein gongd leið
burtur úr støðuni.
Men sum vit her norðuri
skilja, liggur alt í óvissu, nú
vit skilja, at stórur áhugi
eisini er aðrastaðni fyri
skipunum, sigur hann.
Virksemið hótt
Jóhan Páll Joensen ásannar,
at alt virksemið hjá Maru
Seafood er hótt, og nú einki
fiskaarbeiði er á Kósini og
Norðís Seafood á Eiði,
verður
helst
bara
ein
spurningur um tíð, nær alt
er farið.
Vit vildu gjarna verið
við til at endurreist alt hetta
virksemi av nýggjum, men
soleiðis, sum landið sær út
til at liggja í løtuni, eru
útlitini døpur, sigur Jóhan
Páll Joensen.
Kristian Martin hevur bjóðað
Sjagaklettur við bryggju í Hvalba. Í seks ár hevur skipið, sum varð keypt úr
Íslandi fyri 3,5 miljónir krónur, fiskað fyri tilsamans 120-125 miljónir krónur
Mynd: Vilmund Jacobsen