mikudagur 10. desember 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 238 - 10. desember 2008
óføra væl hesi árini, sigur
Mikkjal Hammer.
Góð manning
Reiðarin vísir á, at Sjaga
klettur hevur eina góða
manning – heilt úr maskin
rúminum um dekkið og upp
á brúnna.
Tað er alt avgerandi fyri
eitt slíkt skip, at manningin
er góð og dugnalig, og her
hava vit verið sera hepnir.
Eingin undantikin, hava vit
sera gott fólk við Sjagakletti,
sigur Mikkjal Hammer.
Níggju mans eru við
skipinum, og skipari er Tór
hallur Randrup úr Hvalba.
Vánaligir stjórar eru dreparar
Ein nýggj svensk kanning vísir, at ein vánaligur stjóri økir vandan
fyri knappligum deyða hjá starvsfólkunum við 25 prosentum.
Granskararnir eru komnir fram til, at fólk, sum finna seg í einum
súrum og illfýsnum stjóra, eru í nógv størri vanda fyri at fáa
heilabløðing, hjartastopp og at doyggja knappliga. 3122 sviar, sum í
miðal vóru 42 ár, og høvdu ymisk størv, inntøkur og lívsstíl luttku.
Kanningin varð kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum "Occupational
and Environmental Medicine".
Jól heima á Garði í Hoyvík
Um vikuskiftið verður jólahugni fyri alla familjuna í úti
savninum hjá Føroya Fornminnissavni í Hoyvík. Inni í
Hoyvíksgarði er vaskað og prýtt sum til jólagestir. Har angar
av bakstri, torvroyki og grønsápu. Vitjandi kunnu keypa sær
ein drekkamunn ella eina heimagjørda jólagávu. Har er
framsýning við gomlum jólakortum og børnini kunnu leita
og vinna jólavættrar. Smiðurin smíðar í smiðjuni, har størru
børnini kunnu royna seg. Eisini verður teymaríðing fyri
børn, meðan ljóst er. Í túninum selur Kiwanis jólatrø. Opið
verður 13. og 14. desember kl. 13 til 18.
Alt bendir nú á,
at tveir av ísfiska
trolarunum, sum
vóru undir hattin
um hjá Jóhan Páll
Joensen í Klaksvík,
enda í Suðuroy
FiskiFloti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Navarin
og
Borgarin,
fyrrverandi gomlu Polar
hav og Stjørnan, eru teir
nýggjastu og størstu av
ísfiskatrolarunum,
sum
Føroya Banki keypti á
tvingsilssølu fyrr í heyst.
Tey seks skipini, sum
bankin keypti í einum
rendi, vóru pørini, Navar
in og Borgarin, Safir og
Smaragd og Nónhamar
og Fjalshamar.
Øll hesi seks skipini
vóru undir hattinum hjá
Jóhan Pálli Joensen og
øðrum í Klaksvík og vóru
soleiðis ein avgerandi
partur av rávørugrundar
lagnum hjá Kósini.
Men ísfiskatrolararnir
bóru seg ikki, og tað
gjørdi ikki støðuna betri,
at oljuprísirnir gjørdust
himmalhøgir í hesum
árinum.
Føroya
Banki,
har
Jóhan Páll Joensen áður
var
nevndarformaður,
keypti skipini á tvingsils
sølu og fer nú at selja tey
útaftur.
Áhugi er
Í samrøðu við Sosialin í
morgun, sigur Uni Arge,
talsmaður
hjá
Føroya
Banka, at tað einasta,
sum bankin kann siga í
løtuni, er, at tey eru í sam
ráðingum við áhugaðar
keyparar um skipini.
Sosialurin
hevur
tó
frætt, at tað bara er ein
spurningur um tíð, nær
tað gerst alment kent, at
tey nýggjastu og størstu
skipini av hesum seks,
Navarin og Borgarin, eru
endað í Suðuroy.
Tað eru fólk á Tvøroyri,
sum standa aftanfyri eitt
nú Delta Seafood og fólk í
Hvalba, sum eitt nú standa
aftanfyri Sjagaklett, ið
hava tikið seg saman um
at keypa skipini.
Júst, hvat felagið verð
ur, sum keypir Navaran
og Borgaran, hevur Sosi
alurin ikki fingið upplýst,
men eitt av feløgunum, ið
sum skilst hevur ein
breiðan eigaraskara, er
felagið TG Seafood, sum
rekur bæði skip og virkir.
Í gjár tosaðu vit við
Marner Lisberg, reiðara,
men hann vísti okkum til
Magnus Jespersen, stjóra.
Tá vit í morgun hittu
Magnus Jespersen, vísti
hann til Mikkjal Hammer,
reiðara
og
skipara
í
Hvalba, sum er talsmaður
í málinum um ætlaða
skipakeypið.
Líður væl
Mikkjal Hammer dylur
ikki, at teir arbeiða við at
keypa Navaran og Borg
aran, og hann væntar, at
ein endalig avtala verður
undir landi ein av fyrstu
døgunum.
Vit kunnu ikki siga
nakað endaligt, fyrr enn
alt er komið uppá pláss,
men vit vænta, at hesi
bæði
skipini
enda
í
Suðuroy.
Sum skilst á Mikkjal
Hammer kann okkurt henda
í dag ella í morgin, men tað
kann eisini draga út.
Einki er liðugt, fyrr
enn alt er liðugt, leggur
hann aftrat.
Tað hevur eisini ljóðað,
at áhugi er í Sandoynni
fyri hesum báðum skip
unum, men henda søgan
stendst helst av, at tað eru
somu fólk, sum reka
Delta Seafood, sum eisini
reka Sandoy Seafood.
Persónarnir, sum her
ganga aftur, eru Marner
Lisberg
og
Magnus
Jespersen.
Navarin og Borgarin
til Suðuroyar
Nú bendir alt á, at Navarin og Borgarin, sum eru fyrrverandi gomlu Polarhav og Stjørn
an, enda í Suðuroy. Hvat verður av hinum fýra skipunum, veit eingin at siga í løtuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jóhan Páll Joensen er dapurskygdur
um endurreising av Maru Seafood