Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 175 - 12. september 2001 Nr. 175 - 12. september 2001 11 Mikladalur hevur eitt serligt pláss í søguni hjá nýggja ríkisum- boðnum. Tað var har, tað rann saman mill- um hana og mannin RÍKISUMBOÐ Edvard Joensen Hóast tey bæði eru donsk, ríkisumboðið og maðurin, var tað í Mikladali, at tað rann saman teirra millum. Nú eru tey aftur í Føroyum, her Birgit Kleis tekur við sum ríkisumboð tann 1. november í ár. Komandi rikisumboðið, Birgit Kleis, varð útbúgvin juristur í 1985 og hevur síð- an arbeitt í danska løgmála- ráðnum. Tó var hon í tíðar- skeiðnum 1986-1988 hjá ríkisumboðnum í Føroyum og er tí ikki heilt ókend her. Tað var, meðan hon ar- beiddi hjá ríkisumboðnum, at ungur maður, Brian Gronemann, kom úr Dan- mark at vitja kenningar í Føroyum. Felags kenningar teirra Birgits. Og á eini vikuskiftisferð í Mikladali varð so teirra lívsleið løgd. Birgit Kleis og Brian Gronemann hava tvey ætt- leidd børn úr Vitenam. Seks ára gamla Thomas og trý ára gomlu Mariu. Tho- mas fer í skúla í Føroyum, tá tey koma aftur hendan- veg seinni í heyst. Hann skal ganga í fyrsta flokki í Kommunuskúlanum í Havn. Birgit Kleis sigur í tí sambandinum, at tey hava fingið samband við ein før- oyskan lærara, sum skal læra børnini føroyskt. Sjálv dugir hon enn nak- að av føroyskum, síðan hon var í Føroyum í áttatiárun- um. Men tað ætlar hon sær kortini at bøta munandi um, soleiðis at hon skilir hvørt orð. Hvussu tað verður við at tosa føroyskt, er so ein onnur søga. – Tó ætli eg at læra meg at siga øll nøvn og tílíkt rætt á føroyskum, sigur nýggja ríkisumboðið. Birgit Kleis gleðir seg til at taka við starvinum tann fyrsta november. Politiska støðan í løtuni ger tað til eitt sera spennandi starv, sigur hon. Hon ætlar sær at halda somu kós sum undan- gongukvinnan, Vibeke Lar- sen, og hon væntar ikki at gerast arbeiðsleys hesi trý árini, skeiðið varar. Tað eru 10 ársverk nor- merað hjá ríkisumboðnum, og verða tey í dag røkt av 12 starvsfólkum. Møtti manninum í Mikladali Nýggja ríkisumboðið, Birgit Kleis, hevur fyrr arbeitt hjá ríkis- umboðnum í Føroyum Fleiri teirra, sum í dag koyra bussar hjá Bygdaleiðum, eru ónøgdir við útbjóð- ingartilfarið, sum Strandferðslan hevur sent út í samband við útlisitering av leiðun- um. Teir óttast mill- um annað íløgur í nýggjar bussar. Tað stavar í ávísan mun frá misskiljingum, sigur Strandferðslan ÚTLISITERING Edvard Joensen Fleiri bussførarar hjá Bygdaleiðum eru ónøgdir við tilfarið, sum Strand- ferðslan hevur latið út í samband við útbjóðing av leiðunum. Millum annað eru teir, sum eiga gomlu bussarnar, ónøgdir við, at aldursmark verður sett á bussarnar, so teir noyðast at gera stórar íløgur í nýggjar bussar. Og tosið manna millum um útbjóðingina hevur eisini fingið fólk, sum ferðast við Bygdaleið- um, at kenna seg ótrygg. Men tað er eingin grund hjá hvørki bussførarum ella ferðafólki taka útbjóðinga- tilfarið sum nakra endaliga loysn, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutnings- leiðari hjá Strandfaraskip- um Landsins, sum stendur fyri útbjóðingini. Fleiri teirra, sum hava vent sær til Sosialin við viðmerkingum til útbjóð- ingina, hava víst á, at har eru so nógvir feilir í tilfar- inum, at tað kann ikki brúk- ast. Eisini verður víst á, at ferðaætlaninar, sum eru í tilfarinum, als ikki kunnu brúkast av vanligum fólki. Til dømis er ferðaætlanin úr ávísum øki í landinum løgd soleiðis, at ikki ber til hjá fólki, sum arbeiðir í Havn – teimum sonevndu pendlarunum – at fara heiman á morgni og vera í Havn til vanliga arbeiðstíð, sum higartil hevur verið gjørt. Til tað sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutnings- leiðari, at hasar ferðaætlan- inar, sum standa í útbjóð- ingartilfarinum, als ikki eru tær endaligu ætlaninar. – Sjálvandi eru tær ikki tað, sigur hann. Hatta eru bara modell, sum vit hava sett upp fyri at vísa á, hvussu tað møguliga kann gerast. Hann sigur, at hann er greiður yvir, at tað eru fleiri feilir í tilfarinum, men at tað ikki er annað enn van- ligt, tá slíkt tilfar verður latið út. Hinvegin heldur hann, at tað hevði verið rættari, um fólk, sum høvdu atfinning- ar og viðmerkingar, søgdu Strandferðsluni frá hesum, áðrenn tey fóru í pressuna við tí. Óttast íløgur Lagt verður í útbjóðingar- tilfarinum upp til, at buss- arnir, sum fara at koyra rut- urnar í framtíðini, skulu vera rímiliga nýggir og í góðum standi. Tað eru ikki allir, sum koyra í dag, sum hava nýggjar bussar, og tá aldursmark verður sett á bussarnar, vænta fleiri teirra, at teir rísa ikki undan aftur eini íløgu upp á hálva- triðju millión til ein nýggj- an buss. So kunnu teir tað sama bara gevast, verður víst á. Onkur bendir tað tann vegin, at útbjóðingartilfarið er gjørt soleiðis, fyri at fáa so fáar stórar og peninga- sterkar fyritøkur sum gjør- ligt at yvirtaka alla koyring hjá Bygdaleiðum. Harvið verða kanska eini 40 fólk søgd úr starvi, verður víst á. Poul Jákup Thomsen váttar, at ætlanin er at hava koyringina á so fáum hond- um sum gjørligt. Ella í so fáum eindum sum gjørligt, sum hann tekur til. Tað merkir, at eitt nú Suðuroy, Sandoy, Vágar og Norðoyggjar verða bodnar út undir einum. Sum so aftur merkir, at Strand- ferðslan bara skal sam- starva við ein arbeiðstakara í økinum. – Tað vil tó ikki siga, at bara ein av verandi bussfør- arunum kann bjóða upp á koyringina, sigur hann. Tað kunnu allir, um teir bara kunnu samstarva og til dømis stovna eitt felag, sum tekur leiðirnar á seg og síðan letur teimum ymsu bussførarunum leiðirnar aftur at koyra í egnum buss- um. Men støðið á bussunum skal vera i lagi, sigur fólka- flutningsleiðarin. Tað ligg- ur í endamálsorðingini hjá Strandferðsluni og verður ikki gingið frá. Bara summir bussar Gjørt hevur verið vart við, at tað eru bara teir privatu bussarnir, sum skulu privatiserast. Í tí liggur, at Strand- ferðslan fer at hava nakrar bussar eftir, sum stovnurin sjálvur skal reka. Og hesir vera teir bestu bussarnir, sum koyra á rutunum, sum í dag geva yvirksot, verður sagt. – Tað er rætt, at vit fara at hava eitt nú flogleiðina úr Havn vestur á flogvøllin eftir fyrstu tíðina, sigur Poul Jákup Thomsen. Men hon verður boðin út seinni, leggur hann dent á. Helst eftir jól komandi ár. Men tað hevur einki við útbjóðingina annars at gera, sigur hann, tí sáttmálaranir, sum gjørdir verða, fara at vera bruttosáttmálar. Tað vil siga, at tann, sum átekur sær at koyra, ger tað fyri eina ávísa, fasta upphædd, sum verður avroknað við Strandferðsluna. Inntøkur og útreiðslur fara ikki at ávirka sáttmálan, sigur Poul Jákup Thomsen. Fyri at fáa sum mest av ótryggleika og iva burtur, beyð Strandferðslan í sjálv- um útbjóðingartilfarinum teimum, sum ætla at bjóða upp á koyringina, á fund í Havn seinnapartin í gjár. Fundurin skuldi vera, eftir at blaðið var farið til prent- ingar. Misskilt útbjóðing Í útbjóðingartilfarinum viðvíkjandi Bygdaleiðum verður kravt, at bussarnir eru rímiliga nýggir og í góðum standi Mynd: Edvard Joensen Landsstýrismaðurin við skúlamálum tekur fulla ábyrgd av málinum um skúlan á Trøllanesi. Hann fegnast um, at málið verður kannað, so ógrundaðar ákærur ikki hanga í luftini TRØLLANES-TRÆTAN Eyðun Klakstein Óli Holm ger nú greitt, at hann tekur fulla politiska og løgfrøðisliga ábyrgd av málinum um skúlan á Trøllanesi. Hann staðfestir, at hann góðkendi nógv umrødda brævið til Mikladals kommunu, og hann sigur seg fegnast um, at málið verður kannað, so ógrund- aðar ákærur ikki hanga í luftini. – Í fyrsta umfari eri eg endurgivin fyri at leggja ábyrgdina av málinum á undanfarna landsstýris- mann. Og í løtuni stendur eftir ein mynd, har ábyrgd verður løgd á eitt embætis- fólk, ið hevur sent tað nógv umrødda brævið til Mikla- dals bygdaráð. – Tað er mær tí sera um- ráðandi at gera púra greitt, at eg taki alla ábyrgdina av hesum málinum – bæði politiskt og løgfrøðisliga, sigur Óli Holm. Eingin endi Skúlatrætan á Trøllanesi er vorðin ein framhaldssøga, har eingin enn hómar end- an. Umframt óvissuna hjá foreldrunum á Trøllanesi, sum vilja hava skúla aftur í bygdina, hevur landsstýris- maðurin við skúlamálum eisini verið kroystur í mál- inum. Í august mánaði álegði Mentamálastýrið Mikladals kommunu at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur, tí hetta hevði landsstýrismaðurin avgjørt. Eingin heimild var fyri hesum boðum úr Mentamálastýrinum, og tað hevur skapt rumbul. Støðan gjørdist ikki frægari av, at fjøðmiðlar ikki fingu týðandi Trølla- nes-brævið, tá teir bóðu um innlit í málið. Mentamála- stýrið hevur sagt, at talan var um eitt mistak, men fólk í umsitingini og fyrr- verandi landsstýrismaðurin siga seg ivast í hesum. Góðkendi brævið Brævið, sum í august mán- aði varð sent Mikladals kommunu, var ikki undir- skrivað av Óla Holm, og landsstýrismaðurin hevur áður sagt, at hetta var bara ein fráboðan fyri undan- farna landsstýrismann, Tor- bjørn Jacobsen, sum vildi hava skúlan á Trøllanesi tiknan í nýtslu aftur. Løgfrøðingur segði tó við Sosialin, at brævið úr Mentamálastýrinum er formliga avgerðin í málin- um, og tí hevur Óli Holm tikið avgerðina í hesum máli. Ein avgerð, sum eing- in heimild var fyri sambært kommunulógini. Óli Holm viðurkennur nú, at hann hevur ábyrgdina av hesum brævi og málin- um sum heild. – Eg góðkendi at senda bræv til Mikladals bygda- ráð um málið, sigur hann. Óli Holm sigur seg harm- ast um, at politiski parturin av málinum er druknaður í løgfrøðisligum lutum. – Málið átti at verið ein spurningur um vælvild, samstarv og skúlapolitikk í landinum. Og málið eigur at snúgva seg um, hvar er best fyri skúlagongdina hjá næmingunum á Trøllanesi og í Mikladali, sigur lands- stýrismaðurin. Knútur kom á málið Óli Holm hevur í einum skrivi til fjølmiðlarnar sagt sína hugsan um gongdina í Trøllanes-málinum. Hann vísir á, at hann tók undir við avgerðini um, at skúlin á Trøllanesi skuldi lata uppaftur. – Hetta er eftir mínum tykki í tráð við allan andan í okkara skúlapolitikki og útoyggjapolitikki. Bygda- skúlin er ein tann týdning- armesti liðurin í menning barnanna í nærumhvørvin- um og er avgerandi fyri lív og menning kring landið alt, sigur Óli Holm. – Eg mátti tó staðfesta eftir fund við umboð fyri Mikladals kommunu, at tey vildu ikki, at skúlagongd aftur skuldi vera á Trølla- nesi. Harvið var knútur komin á málið. Óli Holm sigur, at hann eftir hetta bað um eitt løg- frøðisligt upprit um, hvørt hann kundi skera ígjøgnum og lata skúlan upp aftur, hóast bygdaráðið var ímóti. – Niðurstøðan var sum kunnugt, at tað kann lands- stýrismaðurin ikki. Hesa niðurstøðu valdi eg at al- mannakunngera, samstund- is sum eg helt fast við, at eg vildi gera mítt til at fáa loyst málið politiskt. Einki trýst ígjøgnum Óli Holm heldur, at eftir hetta byrjaði eitt satt rok um heimildir og løgfrøði í málinum, har støðið verður tikið í tí uppriti, sum hann sjálvur hevði almanna- kunngjørt. – Tað er sjálvsagt eitt mál fyri løgmann, landsstýris- málanevnd og Løgtingsins umboðsmann at kanna, heldur Óli Holm. – Men eftir stendur, at ongin avgerð er trýst ígjøgnum, og skúlin á Trøllanesi er ikki latin upp- aftur. Tann politiski kjarnin í málinum er sostatt júst har, sum hann byrjaði. Landsstýrismaðurin vil, at skúlin á Trøllanesi skal lata uppaftur, men lokali mynd- ugleikin er ikki samdur. Óli Holm vil við síni frá- greiðing hava málið um skúlan á Trøllanesi aftur á beint, sum hann tekur til. Óli Holm góðkendi Trøllanes-brævið Óli Holm sigur seg fegnast um, at málið um skúlan á Trøllanesi verður kannað, so ógrundaðar ákærur ikki hanga í luftini Tíðarfreistin fyri arbeiðið hjá grund- lógarnevndini verður ikki broytt. Nevndin skal lata varaløg- manni úrslitið av sín- um arbeiði við árslok GRUNDLÓG Eyðun Klakstein Tá árið er úti, skal Grund- lógarnevndin lata lands- stýrinum úrslitið av sínum arbeiði, og so skal støða takast til, hvat skal henda meira í málinum. Tað ger Høgni Hoydal, varaløgmaður, greitt, nú formaðurin í Grundlógar- nevndini hevur staðfest, at nevndin klárar ikki at halda tíðarfreistirnar, sum eru ásettar í lógini fyri grund- lógarbeiðið. Jóan Pauli Joensen hevur sent Høgna Hoydal bræv, har hann boðar frá, at nevndin klárar ikki at hava eitt endligt uppskot um før- oyska grundlóg liðugt á nýggjárinum, soleiðis sum ætlanin hevur verið. – Eg fegnist um brævið frá formanninum í Grund- lógarnevndini, tí tað vísir, at nevndin ætlar at gera sítt arbeiði liðugt. Tað er um- ráðandi, at grundlógin ikki verður politisk kastibløka, soleiðis um okkurt tekin er um nú, sigur Høgni Hoy- dal, varaløgmaður. Nevndin neyvan sitandi Fyrsta dagin í oktober mán- aði fer Grundlógarnevndin at lata varaløgmanni eina statusfrágreiðing yvir ar- beiðið hjá nevndini. Tá fer nevndin at gera upp, hvussu langt arbeiðið við føroyskari grundlóg er komið, og hvørjir partar av grundlógini kunnu fáa endaliga viðgerð áðrenn árslok. – Sjálvandi kundi eg hugsað mær, at endaliga uppskotið um grundlóg var liðugt á nýggjárinum, men vit skulu minnast til, at tað týdningarmesta í hesum máli er ikki úrslitið, men tilgongdin. Fyri fyrstu ferð nakrantíð sita føroyskir politikarar og serfrøðingar og viðgera eina føroyska grundlóg, sigur Høgni Hoydal. – Tá vit fáa úrslitið av ar- beiðnum hjá Grundlógar- nevndini, skulu vit viðgera, hvat skal henda víðari. Tá kunnu vit taka støðu til, um málið møguliga er búgvið til viðgerð í politisku skipanini. Varaløgmaður heldur, at uppgávan hjá verandi Grundlógarnevnd er av á nýggjárinum, og nevndin verður neyvan sitandi eftir tað. Almenni leikluturin Høgni Hoydal leggur stór- an dent á, at almenningurin eisini fær høvi at viðgera uppskotið um føroyska grundlóg, men almennu hoyringarnar, sum skipast skal fyri, verða neyvan fyrstu nógvu mánaðirnar. Grundlógarnevndin stað- festir, at hon hevur ikki stundir at skipa fyri hesum hoyringum í ár, og hon vísir eisini á, at valstríð til løgtings- og fólkatingsval kann fáa ávirkan á hesar hoyringar, verða tær hildnar í næstum. – Tað er avgerandi fyri grundlógina, at fólk sleppa at siga sína hugsa um hana. Tí skulu almennar hoyring- ar verða, hóast Grundlógar- nevndin ikki kann skipa fyri teimum, sigur Høgni Hoydal. Arbeiðið at gera uppskot um føroyska grundlóg verður ikki liðugt á nýggj- árinum, men Høgni Hoydal vónar, at arbeiðið er komið væl ávegis, tá árið er úti. Høgni Hoydal heldur fast um tíðarfreistina – Sjálvandi kundi eg hugsað mær, at endaliga uppskotið um grundlóg var liðugt á nýggjárinum, men vit skulu minnast til, at tað týdningarmesta í hesum máli er ikki úrslitið, men til- gongdin, heldur Høgni Hoydal, varaløgmaður C M Y K 11 10