mikudagur 12. september 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 175 - 12. september 2001
Nr. 175 - 12. september 2001
13
Clickhaze tók í farnu
viku upp í Lundgaard
Studio, ið hevur
útgerð fyri 25 mió.
krónur, og tað gekk
væl hjá bólkinum.
Tøkningur var bretin
David Hyatt, ið m.a.
stóð sínar lærudagar í
arbeiði við kenda
Allan Parsons
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Tað gekk væl hjá Click-
haze, sum farnu viku tók
upp í Lundgaard Studio.
Hetta er høvuðsvinningurin
til Prix Føroyar finaluna,
sum bólkurin vann. Menta-
málastýrið lat vinningin, ið
var ein vika í upptøkuhøl-
unum við trimum máltíðum
íroknaðum dagliga. Tó
rindar Norðurlandahúsið
ein part.
Dugnaligur tøkningur
Sosialurin prátaði við bólk-
in, meðan hann var í upp-
tøkuhølunum. Jón Tyril úr
Clickhaze sigur úr Lund-
gaard Studio, at umstøð-
urnar eru av teimum allar
bestu.
-– Super! Hetta er gamal
bóndagarður, ið nú er
gjørdur til upptøkuhølir.
Her eru allir hentleikar og
eisini góðir møguleikar til
hvíld og at taka sær av løtt-
um, sigur Jón Tyril væl
nøgdur, og leggur afturat, at
ein kokkur er, ið tekur sær
av matgerðini.
Lundgaard Studios liggja
millum Kolding og Es-
bjerg. Hølini teljast avgjørt
millum tey bestu í Dan-
mark og útgerð er fyri eini
25 milliónir krónur. Tá eru
guitarar, forstyrkjarar og
slíkt ikki roknað við.
Tøkningur hjá Clickhaze
hesa vikuna, ið upptøkurn-
ar fóru fram, var bretski
David Hyatt, ið sigst vera
dugnaligur. Hann var á
yngri árum m.a. í samstarvi
við Allan Parsons, ið er
kendur við sínum Allan
Parsons Projekt. Mong
kenna helst lagið Eye in the
Sky og onnur.
Læra nógv
Jón Tyril sigur, at fleiri av
limunum í Clickhaze hava
ikki royndir í upptøkuhøl-
um. Fleiri hava als ikki
roynt at starva í upptøku-
hølunum áður.
– Í upptøkuhølunum er
ein rættiliga »nakin«, sigur
hann.
Limirnir í Clickhaze eru
vanir at spæla á palli og at
spæla saman, men ikki at
taka upp og at standa hvør í
sínum rúmi og so framveg-
is.
– Vit læra sera nógv, men
fáa eisini okkurt í kassan.
Her fáa vit eisini líkasum
eina aðra mynd av tónleik-
inum, sigur Jón.
Hóast vantandi rutinu, so
vænta limirnir í bólkinum
at fáa minst 3 løg liðug.
Hesi skulu nýtast til eina
demofløgu.
– Kanska vit so fáa onkr-
an at fíggja eina veruliga
fløgu, sigur Jón, ið tó ikki
vísir aftur, at talan møgu-
liga verður um eina single-
fløgu ella EP til jóla.
Góð sambond
Á ferðini í Danmark hava
limirnir í Clickhaze eisini
fingið sambond við fleiri
fólk innan tónleikaheimin.
Eitt úrslit av vitjanini á
Nibe festivalinum, ið eisini
kom við Prix finaluni, var
vinalag við Peter Møller
Madsen frá Nibe festivalin-
um, ið dámar Clickhaze
sera væl. Hann hevur roynt
at geva Clickhaze eina
hjálpandi hond á ferðini
innan danska tónleikaheim-
in. Hann hevur m.a. tosað
um bólkin við fleiri fólk.
Soleiðis hevur ein frá
Agency Group hoyrt Prix
Fløguna og sagt, at Click-
haze er sera áhugaverdur
bólkur.
– Hann helt, at Clickhaze
var feitt, sigur Jón Tyril.
Sostatt er her ein booking
maður, ið hevur áhuga í
Clickhaze og sum bólkurin
skal tosa nærri við. Hvat
víðari hendir við hesum, og
øðrum sambondum, vil tíð-
in vísa.
Clickhaze tók upp í
Lundgaard Studios til og
við sunnudagin.
Clickhaze við útgerð fyri 25 milliónir
Fyribils eru 10
kommunur uppi í
stevningini, sum varð
latin dómaraskriv-
stovuni hósdagin
STEVNING
Áki Bertholdsen
Hevði Landsstýrið heilmild
til at brúka peningin úr
Kommunala
Veðhalds-
grunninum til at niður-
skriva skuld hjá teimum
ringast staddu kommunun-
um í Føroyum, uttan at
kommunurnar høvdu játtað
tað frammanundan?
Ella var tað ólóglig
ognartøka?
Hesin spurningurin verð-
ur nú endaliga svaraður.
Við stuðuli frá sjey
kommunum, hava Sjóvar-
Gjáar-
og
Kirkjubøar
Kommuna nú stevnt Lands-
stýrinum eftir teirri upp-
hæddini, sum tey mistu, tá
ið peningur í Kommunala
Veðhaldsgrunninum varð
brúktur til at hjálpa teimum
mest skuldarbundu komm-
ununum við.
Tey sjey kommunurnar,
sum eru uppi í sakarmálin-
um og sum taka fíggjarliga
ábyrgd av tí saman við
teimum
trimum,
sum
stevna, eru Sumbiar-, Mið-
vágs-, Nes-, Hósvíkar-,
Sunda-, Svínoyar- og Skúv-
oyar Kommuna.
Tær halda at tað var ogn-
artøka, tá ið Landsstýrið
ístaðin fyri at betala teim-
um peningin aftur, brúkti
hann til at niðurskriva
skuldina hjá teimum ring-
ast støddu kommununum
við.
Fáa kommunurnar við-
hald,
fara
helst
fleiri
kommunur eisini at stevna.
Eivind Jacobsen á Strond-
um, ið saman við Sofus
Johannesen við Gjógv og
Anfinni
Brekkstein
á
Velbastað, hevur arbeitt við
málinum fyri kommunurn-
ar, sigur, at tað eru bara
tvær kommunur, sum bein-
leiðis hava boðað frá, at tær
eru ikki sinnaðar at vera
uppi í sakarmálinum og tað
eru Bíggjar- og Viðareiðis
kommuna.
Hann
sigur,
at
hjá
Strondum snýr tað seg um
eina milión, sum tað snýr
seg um og tilsamans er
kravið frá teimum trimum
kommununum
1,2-1,3
millión.
Men tapir Landsstýrið,
noyðist tað eisini at betala
hinum kommununum sín
part og so verður talan um
fleiri milliónir og tær fara
ivaleyst at gera mun í onkr-
um kommunukassa.
Eivind Jacobsen leggur
dent á, at hetta er ikki gjørt,
tí kommunurnar ikki vildu
hjálpa teimum illa støddu
kommununum.
Men hetta er eitt prins-
ippmál, um Landsstýrið
hevur rætt til at taka pening
hjá kommununum.
– Vit vilja hava tað stað-
fest, um tað er loyvt at taka
peningin og tí hava vit lagt
málið fyri dómstólarnar
fyri at vita, hvussu vit skulu
bera okkum at einu aðru-
ferð, sigur hann.
Hava nú stevnt Landsstýrinum
– Vit hava onki ímóti at hjálpa, men vit vilja hava staðfest um tað ber til at taka peningin
uttan víðari, sigur Eivind Jacobsen, borgarstjóri á Strondum
Limirnir í Clickhaze hava
tikið upp í Lundgaard
Studios, ið hevur útgerð fyri
25 milliónir krónur. Eisini er
kendur tøkningur við og
bólkurin hevði kokk, ið hevði
matin til reiðar í góðu
hølunum í gamla
bóndagarðium nærhendis
Esbjerg
(Mynd: D. Olsen)
C
M
Y
K
13
12