mikudagur 10. desember 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 238 - 10. desember 2008
-Jarðfeingi og vit í
Vinnumálaráðnum
vóna, at vit við tí
virksemi, sum nú
verður sett í gongd
aftrat verandi
virksemi, innan
fyri ikki ov langa tíð
kunnu vera so heppin
at finna kolvetni í
rakstrarverdugum
nøgdum á føroyska
landgrunninum.
Og gera vit tað,
so gagnar tað tí
føroyska fólkinum,
samfelagnum og
teimum feløgum,
sum eru við í
hesi verkætlanini
sigur Johan Dahl,
landsstýrismaður
3. útbjóðing
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
- Eg havi sæð fram til henda
dagin, frá tí eg tók við sum
landsstýrismaður í oljumál-
um. Eg vóni, at hesi loyvini,
sum eg júst havi útskrivað,
kunnu geva føroyska sam-
felagnum gagn uppá sikt og
somuleiðis teimum feløg-
unum, sum hava søkt. Hetta
er sera stórt øki vit hava út-
lutað aftrat. Vit tosa um
góðar 5000 ferkilometrar.
Við hesum víðka vit leiti-
økið úr góðum 11.000 fer-
kilometrum
til
nærum
18.000 ferkilometrar sigur
Johan Dahl, landsstýrismað-
ur í oljumálum.
Hann sigur víðari, at tað
er greitt, at tá hesi fýra
feløgini,
StatoilHydro,
Faroe Petroleum, Atlantic
Petroleum og DONG søkja
um eitt so stórt øki, og har
tey ætla at skjóta seismikk
yvir eitt umráði, sum er
3200 kilometrar, so hevur
hetta stóran týdning fyri
okkum, tí tú fær nógva
vitan um henda partin av
undirgrundini. Men eisini
fyri hesi oljufeløgini hevur
tað alstóran týdning, so tey
kunnu fáa nýggja vitan at
arbeiða við, ið so aftur fer
at gera tey enn meira áhug-
að at fara víðari og loksins
bora.
Selja okkum
ikki ov bíliga
- Er ikki vandi fyri, tá so fá
feløg søkja um leitiloyvi, at
landsstýrið kann detta í ta
grøvina at selja seg ov bí-
liga - at man gevur nøkrum
fáum feløgum ein í so stór-
an bita av undirgrundini?
- Tað haldi eg ikki. Vit
høvdu sjálvandi vónað, at
onnur feløg so sum Chevron
og BP eisini vórðu við í
hesi útbjóðingini, men tey
hava helst ov mikið at gera
aðrastaðni, hinvegin so eru
tey longu við í øðrum út-
bjóðingum. At hesi fimm
feløgini, sum nú hava søkt,
hava fingið nøkur loyvi,
sum m.a. liggja tætt upp at
øðrum áhugaverdum loyv-
um, sum eru áhugaverd, er
bara gott. Vit hava so eisini
nøkur loyvi, sum longu eru
virkin á føroyska landgrunn-
inum, og har boringar
verða gjørdar longu í kom-
andi ári. ENI fer at bora
Anne Marie brunnin í øki
005, sum liggur ikki so
langt frá Cambooljufundin-
um hinumegin markið.
Landsstýrismaðurin held-
ur, at vit skulu bara vera
nøgd við tað, sum hendir. -
Við hesum loyvunum hava
vit tryggjað leitivirksemi í
føroyskum øki í vónandi
seks ár aftrat.
- Hetta eru tíðir við myrk-
um skíggjum á himmalinum.
Ber til at tosa um oljuleiting
sum eitt ljós í endanum á
tunnellini?
- Jarðfeingi og vit í Vinnu-
málaráðnum vóna við tí
virksemi, sum nú verður
sett í gongd aftrat verandi
virksemi, at vit innan fyri
ikki ov langa tíð kunnu vera
so hepnir at finna kolvetni í
rakstrarverdugum nøgdum
á føroyska landgrunninum.
Og gera vit tað, so gagnar
tað tí føroyska fólkinum,
samfelagnum og teimum
feløgum, sum eru við í hesi
verkætlanini.
Avleiðingar
- Nú hevði CHE samgongan
í sínum samgonguskjali
eina grein um at kanna
bæði møguleikar og avleið-
ingar av eini oljuvinnu. Tit
hava ikki nakað slíkt í tykk-
ara ABC samgonguskjali!
- Tað er greitt, at ein olju-
vinna fer at ávirka eitt so
lítið land sum Føroyar. Vit
rokna ikki at sleppa undan
tí finna vit olju. Man kann
altíð seta kanningar í verk,
men spurningurin er, hvat
ger tú við tað. Verður olja
funnin her, so verður hon
neyvan ikki tikin uppá land
í Føroyum, tí tað hava vit
hvørki orku ella kapasitet
til. Vit fara at síggja annað
virksemi á landi, oljuhavnir
og helst fara oljufeløg at
hava fólk á landi í Føroyum
og fer alt virksemi um
føroyskan flogfeløg. Verður
ávirkanin uppaftur størri,
so má man hyggja uppá tað
til ta tíð. Men eg kann ikki
síggja, at tað skal vera ein
trupulleiki fyri føroyska
samfelagið at fáa fleiri fólk
at búgva her enn tað gera í
dag og til at bera byrðarnar
í hesum samfelagnum.
- Men útilokar tú harvið,
at
føroyska
samfelagið,
longu áðrenn oljan er funn-
in, fer út og fyrireikar seg,
soleiðis at man er betri
ílætin til at taka ímóti eini
oljuvinnu?
- Tað geri eg ikki. Men
tað er ikki nakað vit hava
raðfest hægst í okkara sam-
gongusamstarvi. Haldi ikki
slíkt nýtist at standa í einum
samgonguskjali.
Tað
er
meira logikkur í tí, at man
bara gera tað.
Hava tryggjað leiting í seks ár aftrat
Nýtt stýrið fyri Fróð
skaparsetur Føroya
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hevur sett
nýtt stýrið fyri Fróðskaparsetrið. Tey eru: Lis
Mortensen, cand. scient., deildarleiðari á Jarðfeingi,
Tove Bull, professari í norðurlendskari málvísind við
Universitetið í Tromsø, Bogi Davidsen, yvirlækni, dr.
med., Jan Mortensen, stjóri í FT Samskifti.Fyri
starvsfólkini: Winny í Pætursastovu, fulltrúi, Robert
James (Jim) Brown, professari, Ph.D. og fyri tey
lesandi: Anni Djurhuus, B.SC-lesandi í lívfrøði
Jólamarknaðurin umborð
á Norrønu væl vitjaður
1.400 fólk hava higartil vitjað jólamarknaðin umborð á Norrønu,
sum byrjaði í gjár og endar í dag. Hugnaligt er umborð á Nørrønu í
hesum døgum. Snotuligt er jólaprytt, sølubásarnir eru ógvuliga
vakrir, og nógvar forkunnugar vørur eru at fáa. Umborð ganga
jólamenn við karamellum, klovnur og gyklari, góður jólatónleikur er
eisini at hoyra. Nógv at børnunum, sum vitjaðu Norrønu í gjár,
fingu sær andlitsmáling. - Hetta er eitt hugnaligt nýtt tiltak, sum
kundi verði eitt afturvendandi jólatiltak, sigur Jákup Sverri Kass,
marknaðarleiðari á Smyril Line.
Johan Dahl, landsstýrismaður, handar Høgna
Mohr, stjóra hjá Geysir í Føroyum, leitiloyvið
Mynd: Jens Kristian Vang