mikudagur 10. desember 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 238 - 10. desember 2008
Leitistjórin hjá
StatoilHydro fyri
Føroyaøkið, Garreth
Allinson er fegin um
nýggjasta leitiloyvi
í ein landnyrðing
úr Føroyum. Hann
heldur møguleikar
vera fyri at finna
elefantar í økinum,
sum á oljumáli eru
risastórar olju- og
gasskeldur. Ein er
Kúlubøkuleiðin
norðaliga við markið.
3. útbjóðing
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
- Vit eru framvegis sera
bjartskygdir um, at tað
kunnu finnast olju- og gass-
keldur í føroysku undir-
grundini. Tað eru bara bor-
aðir seks brunnar her, með-
an tað eru boraðir fleiri enn
200 brunnar beint í granna-
lagnum, vestan fyri Hetland.
Vit megnaðu at bora gjøg-
num basalt á Brugduleiðini,
hóast vit ikki komu nóg
djúpt. Og heldur ikki BP
megnaði at koma nóg djúpt
niður til møgulig oljuber-
andi løg. Hetta sigur leiti-
stjórin hjá StatoilHydro á
Føroyaøkinum,
Garreth
Allinson.
Sjálvur hevur hann verið
við í oljuleitingini við Før-
oyar frá byrjan. Hann er
jarðfrøðingur og hevur ver-
ið í hesi vinnu í meira enn
30 ár, helvtina av tíðina hjá
BP og helvtina hjá Statoil.
Hann hevur tí sum ein av
teimum fáu jarðfrøðingun-
um kunnað fylgt allari leiti-
tilgongdini bæði vestan fyri
Hetland og eystan fyri
Føroyar øll hesi árini.
Hóast tað ikki eydnaðist
hjá Statoil at gera oljufund
í báðum brunnunum, sum
eru boraðir í føroyskum
øki, so er Garreth næstan
vísur í, at kolvetni finnast
og entá í stórum nøgdum.
Jarðfrøðingar sum Gar-
reth eru komnir til, at tað
finnast
ómetaliga
stórir
strukturar,
sum
kunnu
goyma olju og gass í før-
oysku undirgrundini. Og
Garreth Allinson dylur ikki
fyri, at teir eru í Føroyum
fyri at leita eftir elefantum,
sum er tað orðið í oljumáli,
sum merkir ein risastór
olju- ella gasskelda.
Hóast elefanturin verður
brúktur í oljumáli kring
heim, so hevur StatoilHydro
valt at uppkalla øll økini í
undirgrundini,
har
teir
halda
kolvetni
kunnu
goyma seg (strukturar) eftir
hvalasløgum, í hesum føri
stórhvalum. Í økinum í ein
landnyrðing úr Føroyum,
sum StatoilHydro hevur
fingið tillutað í nýggjastu
útbjóðingini, finst ein slíkur
strukturur,
sum
verður
nevndur Kúlabøkan, ein av
teimum heilt stóru hvalu-
num. Nøvnini StatoilHydro
brúkar eru m.a. Sildrekin,
Brugdan og Døglingurin.
- Hvør veit, kanska ein av
hesum ber eydnuna við sær.
Tað vildi verið fantastiskt
leggur oddajarðfrøðingurin
hjá StatoilHydro aftrat.
–
So
framtíðin
finst
kanska har norðuri?
- Ja hvør veit. Vit hava
eisini loyvi, sum liggja nær-
hendis, ið vit fingu tillutað
í 2. rundu. Har umhugsa vit
at bora í 2010. Vit hava tó
ikki enn avgjørt, hvar vit
skulu bora í hesum loyvun-
um.
Anne Marie brunnurin
hjá ENI, sum verður bor-
aður næsta ár, sær sera
áhugaverdur út. Og verður
olja funnin har, so fer alt
annað eisini at síggja spenn-
andi út. Chevron fer helst at
bora í sínum loyvi á før-
oyskum øki í 2010, har
StatoilHydro er partnari, so
tað sær kanska ikki so galið
út við føroysku oljuframtíð-
ini sigur Garreth Allinson
við Sosialin.
Sony Ericsson G502i
Løtan er tín
kr. 1395
Jólagáva til undirhald
Fartelefon við flest øllum hentleikum, so sum 3G, 2MP
myndatóli, Bluetooth, 32MB minni, møguleika fyri at
byggja minni út við M2 korti, FM-útvarpi og TrackID music
recognition. Battarí: 10 tímar talutíð og 340 tímar standby.
Phonearena gav hesari telefonini 8 stig av 10 møguligum í
test tann 05-06-2008.
Les meira á vodafone.fo
Vit eru eisini til tænastu á 202020.
Vanligur prísur 1.595,-
Umhvørvið í kommununum
á dagsskrá
Fríggjadagin 12. desember skipar Agenda 21 stovan fyri árliga kveik-
ingardegnum á Hotel Hafnia. Fyrrapartin fundast kommunurnar um
framtíðar umhvørvisarbeiði og aftaná døgurða er almennur kunningar-
fundur um Umhvørvisátakið, har umboð fyri fyrireikingar- og
metingarnevndir greiða frá. Tikið verður samanum Umhvørvisátakið 2008
og komið verður inn á, hvussu ein kommuna kann fyrireika seg, um hon í
2010 ynskir at vinna heiðurin fyri at hava best røktu bygd. Tey, sum vilja
luttaka á almenna partinum av kveikingardegnum seinnapartin kunnu møta
á Parnassinum á Hotel Hafnia kl. 13. Á fundinum verður kaffi og ábit.
Milliónir til gransking
Granskingarnevndin hevur játtað næstan 7,4 milliónir krónur í
stuðli til 12 granskingarverkætlanir í 2008. Talan er um Ph.D.
og aðrar verkætlanir innan økini mentan, náttúru og
náttúrutilfeingi og heilsu. Sambært heimasíðuni hjá
Granskingarráðnum, komu tilsamans 39 umsóknir inn, og søkt
varð um tilsamans góðar 30 milliónir krónur. Tilsamans verða
2.629.662 milliónir krónur játtaðar til økið mentan, 3.903.675
milliónir til náttúra og náttúrutilfeingi og til heilsuøkið
tilsamans 834.135 krónur. Játtaðar eru í alt 7.367.472 krónur í
2008.
Seta sítt álit á Kúlubøkuna
Umboð fyri StatoilHydro
bólkin í triðju útbjóðing. Frá
vinstru: Regin Hammer,
DONG, Nils Sørensen, Faroe
Petroleum, Rúni Hansen,
StatoilHydro, Wilhelm
Petersen, Atlantic Petroleum,
og Garreth Allinson, leitistjóri
hjá StatoilHydro í Føroyum
Mynd: Jan Müller