Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 238 - 10. desember 2008 Spennandi bók á føroyskum: Believe it or not! Leitingin eftir skorpnaðum høvdum er heiti á bók, sum Bókadeildin gevur út til jóla. Robert Ripley eigur hugskotið til bøkur og søvn um øll heimsins undur. Believe it or not!/Trúgv tí ella ei! er kent brand fyri virksemi, sum byggir á ferðir hansara, har hann hevur lagt seg eftir at finna fram til løgin fyribrigdi um allan heim. Bókin, ið Bókadeildin gevur út á fyrsta sinni á føroyskum, er grundað á dagbók við frásøgn um ferðirnar hjá Ripley í tríatiárunum til fjarskotin støð um allan knøttin. Leitingin eftir skorpnaðum høvdum er 28 bls. umframt at henda sermerkta glitrandi bókin er full av lutum, myndum, tekningum og lýsingum av einum løgnum og mangan óunniligum heimi. Pauli Hansen týddi úr enskum. Transmusicales festivalurin var ikki bert ein sigur fyri føroyska tónleikalist, men fyri føroyska mentan sum heild KONSERT Pól Esper H. Hansen polh@sosialurin.fo Sambært føroysku sendi­ stovuni í Brússel hevur Transmusicales festivalurin havt við sær góð úrslit, tá ið talan er um at geva umheim­ inum eina jaliga ímynd av Føroyum og føroyskari mentan. Jaliga brandingin sæst í víðfevndu umrøðuni, sum Føroyar hava fingið seinastu dagarnar í stórum miðlum uttanlands. Christian Hald Buhl, verk­ ætlanarleiðari á sendistovuni í Brússel, sigur í samrøðu við Sosialin, at tað við stórari vissu kann sigast, at meiri enn 20 milliónir fólk seinastu dagarnar hava lisið, hoyrt og sæð okkurt um føroyska mentan og Føroyar sum heild í sambandi við Transmusical­ es. Hann leggur aftrat, at hetta talið komandi vikurnar fer at vaksa munandi, tí enn verður bíðað eftir meiri djúp­ tøknum blaðgreinum og film­ um, sum stórir miðlar arbeiða við. Stór fjølmiðlaumrøða Spurdur hvønn týdning henda umtalan hevur, svarar Christian Hald Buhl, at brandingvirðið fyri Føroyar er stórt, og at tað nú ræður um at menna tilgongdina, sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur stungið út í kortið. Og ikki minst ræður tað í komandi tíðum um at halda kósina, soleiðis at fleiri føroyskir tónleikarar og onnur listafólk kunnu fáa fótafesti á stóru marknaðunum og við hesum øktar vinnuligar inntøkur. Tónleikavinnan á evrop­ iska meginlandinum hevur nú lagt til merkis, at sera dygdargóð mentunarfram­ leiðsla liggur duld í fjar­ skotna oyggjalandinum. Jaliga umrøðan kann møgu­ liga eisini virka sum mót­ vekt til neiligu brandingina, ið hevur gjørt seg galdandi í sambandi við internet­ kampanjuna móti grinda­ drápi, sum hevur herjað seinastu tíðina. Fyri føroysku tónleika­ bólkarnar Budam og ORKA hevur tað longu fingið stór­ an týdning. Bólkarnir hava fingið útgávusáttmálar gjørdar, og útlit eru fyri øðr­ um avtalum, sum kunnu fáa vinnuligan týdning fyri bólkarnar. ORKA hevur fingið plátusáttmála við eitt stórt plátufelag í Fraklandi. Plátufelagið fer at útgeva seinastu fløguna hjá ORKA í fleiri londum her í millum í Fraklandi, Italia, Týsklandi og Hollandi. Sum dømi um jaliga um­ røðu vísir Christian á journal­ ist frá A­One TV (MTV í Russlandi), ið sigur: „The first things I thought when I left the concert was why was I not here Wednesday, Thurs­ day and Friday“. Útsagnir sum hesar lýsa tað, vinnu­ og miðlafólk høvdu at siga, tá ið tey høvdu upplivað ORKA og Budam “live”. Stóran týdning fyri føroysku bólkarnar Føroysku tónleikabólkarnir Budam og ORKA hava haft fimm framúrskarandi fram­ førslur á Transmusicales festivalinum seinastu dagar­ nar. Sjálvt um ORKA hevur fingið serliga nógva umrøðu, so fangaðu limirnir í Budam veruliga áhoyrarar­ nar. Tekin um hetta var, at umleið fimti hvør áhoyrarin ognaði sær Budam­fløgu, sum var til keyps eftir kon­ sertinar. Allar Budam­ fløgurnar, sum vóru sendar til Transmusicales, vóru við hesum seldar. Í viðmerking til Sosialin sigur Jens L. Thomsen úr ORKA, at Transmusicales hevur verið eitt tað størsta, ið limirnir í bólkinum hava upplivað. ORKA spældi øll kvøld­ ini saman við kenda franska tónleikarinum Yann Tiersen. Jens L. Thomsen sigur, at tað var ómetaliga stuttligt at spæla saman við einum so dugnaligum tónleikara sum Yann Tiersen, og leggur aftrat, at ORKA væntandi fer at hava konsert saman við Yann Tiersen í Norður­ landahúsinum mikukvøldið 10. desembur. Spurdur, hvørjar ætlanir bólkurin hevur í framtíðini, svarar Jens L. Thomsen, at bert tann eina framførslan er eftir í ár, men væntandi verða fleiri næsta ár. Somu­ leiðis er bólkurin farin undir at fyrireika útgávu av live­fløgu og DVD av kon­ sertunum á Tranmusicales festivalinum. Jørgen Niclasen fegnast Tað er landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, sum umsitur tónleikavinnu. Hann sigur í stuttari viðmerking, at tey bæði tónleikatiltøkini, sum Sendistovan í Brússel í ár hevur skipað fyri undir heit­ inum Atlantic Soundscapes, eru prógv fyri, at til ber við góðum samstarvi millum listafólk og tað almenna at branda Føroyar mótvegis 10 tals milliónum íbúgvum í Evropa á effektivan hátt. Stórsigur til føroyska tónleikavinnu Orka og Budam hava havt fimm framskarandi framførslur á Transmusicales festivalinum í Rennes í Fraklandi