Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 238 - 10. desember 2008 ] Sama danska liðið, sum vann 1. hálvleik 12-10, tapti 2. hálvleik 7-21. Við ósigrinum eru donsku hálvfinalu- vónirnar burtur Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Í 1. hálvleiki hildu Jan Pyt­ lick og donsku genturnar orð. Tær søgdu áðrenn dyst­ in, at tær fóru at stríðast, til tær bløddu. Danska verjan, og málverjin, Karin Morten­ sen stóðu væl í 1. hálvleiki. Tað eydnaðist eisini donsku spælarunum at fáa tær norsku niður í leikferð, og Noreg fekk ikki møguleikan at seta nógvar kontrabóltar inn, sum tær annars eru kendar fyri. Danmark legði seg á odda við bæði trimum, fýra og fimm málum, og vónirnar um eitt hálvfinalu­ pláss vóru veruliga sjónlig­ ar. Trine Troelsen varð veru­ liga eyðsýnd í álopsparti­ num, og tá hon skoraði til 12­7 til Danmark, sá tað veruliga gott út, men síðstu løtuna av 1. hálvleiki fekk Noreg samband aftur við danska liðið, so Danmark førdi 12­10, tá liðini fóru til hálvleiks. Alt rapaði Fyrstu 7 minuttirnar av 2. hálvleiki tóku tær norsku og koppaðu dystinum. Tá klokkan vísti 37 minuttir, varð støðan 16­12 til Noreg. Tær norsku skutu nú mál uppá samliband, og vóru tað serliga Kristine Lunde og Kristin Riegelhuth, ið skutu danska liðið í senk. Norski málverjin Terese Pedersen vaknaði nú eisini av álvara, og tað dróg bara meir ímillum liðini. Og tá alt varð liðugt hevði Noreg vunnið 31­19. Noreg er nú tann einasta veruliga norður­ lendska heiðursmerkjavón­ in. Tær hava 5 stig, meðan Danmark bert hevur 1 stig. Og tá Rumenia og Spania hava 4 stig, og Ungarn hev­ ur 3 stig, er ringt at ímynda sær, at Danmark skal kunna enda á tveimum teimum ovastu plássunum. Vónbrot fyri Pytlick Danski venjarin Jan Pytlick varð skelkaður aftaná dyst­ in, at hansara lið kundi vísa so stór útsving. – Tá ein tap­ ir so stórt, so er tað als ikki gott. Vit hava ikki kropsligu megina til at fara allan vegin, og so detta vit púrasta sundur. Vit fáa aftur nakrar býttar útvísingar. Men tað er sjálvandi ikki øll søgan, tí so høvdu vit bara tapt við 5­6 málum, sum sjálvandi hevði verið betri. At tapa við meiri enn 10 málum, er alt ov nógv. Segði Jan Pyt­ lick við danska TV2. Ósportsligir danir Norski liðskiparin, Kristine Lunde, sum hevur stríðst við ein skaða í økslini, varð hóast sigurin, ikki blíð um tað harða danska spælið. Lunde varð fleiri ferðir harðliga tikin í donsku verjuni. Harðastu viðferðina fekk hon frá liðfelaga sínum í Viborg, Lene Lund Niel­ sen, sum gav Lunde eina takkling, sum gav nógva pínu í tí somu økslini, sum Lunde hevur havt stóran skaða í áður. – Teir royna við vøddum, og hava ongan heila. Tær taka bara í tað, sum tær fáa fatur á. Fyrst í økslina, so aftanifrá, og so í mjadnarnar. Men vit yvir­ liva, og knúsa tær. Nú mugu tær bara ferðast heim, og hugsa um tey stigini, tær ikki fingu. Tað kendist gott at banka tær langt niður í gólvið. Segði ein ógvuliga ill og bersøgin Kristine Lunde aftaná dystin. Venj­ arin hjá Noregi, Marit Brei­ vik varð ovurfegin um 2. hálvleik, sum Noreg vann 21­7. Hon helt tó, at Noreg hevði nóg mikið av spæli og møguleikum til at kunna ligið á odda í 1. hálvleiki eisini. Í steðginum fekk lið­ ið justerað verjuspæl og álopsspæl, og Danmark kom ikki til orðanna aftur í dystinum. Fakta Ungarn-Ukraina 26-24 Rumenia-Spania 18-26 Danmark-Noreg 19-31 Markovic skal verja B71-málið Predrag Markovic gjørdi fyrr í vikuni avtalu við B71, sum bindir hann at felagnum komandi kappingarár. Tað verður tískil serbiski málverjin, sum skal loysa av Símin Rógva Hansen millum stengurnar hjá sandoyingum. Tað skrivar heimasíðan hjá B71. 31 ára gamli Predrag Markovic hevur verið í Føroyum í fýra ár. Seinastu trý árini hevur hann leikt við Skála. Undan tí royndi hann seg í TB. Nú verður tað á Sandoynni, har hann ætlandi skal vera við til at lyfta felagið upp aftur í bestu deildina. Schuster fekk sekkin Týski venjarin Bernd Schuster fekk í gjár fótin í spanska stórfelagnum Real Madrid. Úrslitini hjá kongaliga felagnum hava verið vánalig seinastu tíðina, og eftir tapið fyri Sevilla á heimavølli um vikuskiftið, tók leiðslan í Real Madrid avgerðina um at sekkja Schuster. Nýggjur venjari í Real Madrid verður Juande Ramos, sum í heyst varð koyrdur úr starvi sínum í enska felagnum Tottenham. Høvuðsumfarið Bólkur I vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Noreg 3 2 - 1 - 0 85 60 25 5 2 Spania 3 1 - 2 - 0 71 63 8 4 3 Rumenia 3 2 - 0 - 1 72 72 0 4 4 Ungarn 3 1 - 1 - 1 73 77 -4 3 5 Danmark 2 0 - 1 - 1 70 84 -14 1 6 Ukraina 2 0 - 1 - 1 68 83 -15 1 Bólkur II 1 Týskland 3 3 - 0 - 0 90 71 19 6 2 Russland 3 2 - 1 - 0 91 68 23 5 3 Kroatia 3 1 - 0 - 2 99 98 1 2 4 Svøríki 3 0 - 2 - 1 62 73 -11 2 5 Makedonia 3 1 - 0 - 2 77 97 -20 2 6 Hvítarussland 3 0 - 1 - 2 81 93 -12 1 Danmark fór í svart í 2. hálvleiki Karin Mortensen fekk ikki gjørt tað stóra, tá danska landsliðið eftir steðgin fullkomuliga fór niður við nakkanum