mikudagur 10. desember 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 238 - 10. desember 2008
Danir keypa 30 Ferrari um árið
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Bilradio á Rás2
Bilradio verður sent hósdag kl. 16.05,
fríggjadag kl. 8.00 og leygardag kl. 13.
Sølan av italiensku Ferrari
sportbilunum í Danmark er
tvífaldað seinastu fimm
árini.
Fyri fimm árum síðan
vórðu seldir umleið 15
Ferrari um árið, meðan talið
nú um 30 bilar.
Vit hava havt ein vøkstur
upp á millum 10 og 20
prosent seinastu árini, siger
Theis Gronemann, mark
naðarstjóri
hjá
danska
Ferrari importørinum, For
mula Automobile, við tíð
indastovuna Newspaq.
Bíligasti Ferrari F 430
kann keypast í Danmark
fyri umleið fýra milliónir
krónur, meðan tann dýrasti
Ferrari 620 Scagilietti kost
ar yvir seks milliónir á
donskum nummarplátum.
Hóast fíggjarliga aftur
gongd í Evropa roknar For
mula Automobile við at
selja umleið 30 nýggjar
Ferrari í Danmark í 2009.
mg
Í kappingini um
evropeisku motor
súkklukundarnar eru
Harley Davidson kom
nir á marknaðin við
VRod Muscle, sum
er ein nýggj og meira
sermerkt útgáva av tí
kendu Harley David
son VRod
MC
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nýggjasta modellið hjá Har
leyDavidson er hendan
VRSCF VRod Muscle við
1250 ccm Revolutionmoto
ri, sum Porsche Engineering
í Týsklandi hava verið við
til at designa við støði í
1100 VRod motorinum.
Talan er um eina motor
súkklu
við
tveimum
sylindarum og Vmotori,
sum nú hevur fingið enn
meira hestakreftir og størri
snúningsmoment. Motorur
in er upp á 1250 cc og gevur
súkkluni ta kraftina, sum
skal til fyri at kunna nýta
koyrieginleikarnar fult út.
Ljóðið frá útstoytinum er
eisini sum á eini rættari Har
ley.
HarleyDavidson
hava
við hesi súkkluni gjørt eina
nútímans
»sportstourer«
við øllum tí sum hoyrir til
eina ordiliga Harley. Design
ið
aftan
verður
kallað
»clipped and clean rear
end«, har baklyktirnar eru
bygdar inn í bakskermin,
og nummarplátan er ikki
mitt fyri aftan sum vanligt,
men á síðuni í besta
customstíli. Stórur dentur
er lagdur á, at súkklan skal
vera viðlíkahaldsfrí, tí er
langt millum eftirlitini.
Heimskenda amerikanska
Harley Davidson motor
súkkluverksmiðjan, ið er
yvir 100 ára gomul, varð
stovnað av Bill Harley og
Arthur Davidson í Milwau
kee í Wisconsin í USA í
1903.
Harley
Davidson
vórðu millum tær fyrstu
hópframleiddu
motor
súkklurnar í heiminum.
Tað er Riders.fo í Jónas
Broncksgøtu 33 í Havn,
sum selur Harley Davidson
motorsúkklurnar í Føroyum.
VRod Muscle kostar kr.
247.479, Meira fæst at vita
á heimasíðuni: www.HD.fo
Harley-Davidson V-Rod Muscle
Harley-Davidson VRSCF V-Rod Muscle
við 1250 ccm Revolution-motori
Baklyktirnar eru bygdar inn í bakskermin, og
nummarplátan er á síðuni
Ljóðið frá útstoytinum er
sum á eini rættari Harley
Ferrari Scagilietti