mikudagur 10. desember 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 238 - 10. desember 2008
tíðindi
Ulrike Sych er fødd í Salzburg í Eysturríki.
Sangútbúgving fekk hon á Mozarteum
í Salzburg, í New York og í Italia.
Hennara songskrá røkkur frá oratorium
og kirkjutónleiki annars um klassiskan
liedsong og operu til operettu og musical.
Umframt hópin av konsertum, solistiskari
luttøku í TV-Eurovision og luttøku á
festivalum í Eysturríki, Italia, Luxemburg,
Týsklandi, Grikkalandi, Turkalandi,
Kasachstan og U.S.A. (New York
International Fringe Festival) hava upptøkur
og sendingar í sjónvørpum og útvørpum við
Ulrike Sych verið í Bayrische Rundfunk,
RVTU (Hollandi), CCTV (China Central
TV í Beijing), TRT (Istanbul Radyosu &
TV), NTV Istanbul og í ORF.
Ulrike Sych undirvísir bæði á Universität
für darstellende Kunst í Wien og á Anton
Bruckner Privatuniversität í Linz og er
dosentur á altjóða meistaraskeiðum í sangi:
Wiener Meisterkurse, Austrian Master
Classes, Aristoxenes (Grikkaland).
Altsangarin Elsa Súsanna Dalsgaard
er vælkend í klassiska tónleikaheimnum
her á landi. Hon leyk prógv sum sangari
á Det kgl. Danske Musikkonservatorium
í Keypmannahavn og hevur síðan 2000
havt fast tilknýti sum kórsangari í norsku
operuna í Oslo.
Í hesum starvi hevur hon mangan eisini
havt solistuppgávur eitt nú í Requiem eftir
A. Schnittke, S. Rachmaninoffs Vesper,
Stabar mater eftir G.B. Pergolesi, La
Traviata hjá G. Verdi og Dido & Aeneas
eftir H. Purcell. Og nú seinasta vár sang
Elsa Súsanna 1. Norn í gitnu Wagner-
operuni „Götterdammerung“.
Heima í Føroyum hava vit upplivað
Elsu Súsonnu bæði á egnum konsertferðum
og sum luttakandi í Summartónum. Í
samarbeiði við Havnarkórið hevur hon
eisini sett sín ljómandi dám á sum solistur í
verkum sum Magnificat og Jólaoratoriinum
eftir J.S. Bach, Händels Messias og Elias
eftir Mendelssohn-Bartholdy
Ernst Sondum Dalsgarð hevur útbúgving
sum sangari frá Det Kgl. Danske Musik-
konservatorium í Keypmannahavn. Í 1995 fekk
hann fast starv í Operakoret á Det Kgl.Teater
og hevur síðan eisini havt stórar tenorleiklutir
innan operuna. Soleiðis sang hann í 2003 Mario
Cavaradossi í „Tosca“, í 2004-2005 Rodolfo í „La
Bohéme“ og Prinsin í „Kærleikin til tær tríggjar
appelsinurnar“ eftir Prokofjiev. Seinasta ár (2007)
var hann Edgardo í Lucia di Lammermoor“.
Ernst hevur júst verið á konsertferð í USA
og hevur annars í ár við stórum fagnaði havt
høvuðsleiklutin í „Cavallerina Rusticana“.
Umframt sítt starv á kongaliga leikpallinum í
Keypmannahavn og sínar konsertferðir í onnur
lond hava tað javnan verið boð eftir Ernst S.
Dalsgarð til onnur operustøð í Danmark.
Ernst hevur eisini vunnið sær navn burturi
og heima sum evangelistur og solistur í
kirkjuligum verkum sum Händels „Messiasi“,
„Jólaoratoriinum“ eftir J.S.Bach, „Requiem“
Verdis o.fl. Somuleiðis hevur hann frumframført
mangt nútíðarverkið – soleiðis t.d. sum solistur
í tónleikaverkinum „Ferðin“ hjá Sunleifi
Rasmussen til tekst eftir og heiðrandi minni um
Jørgen Frantz Jacobsen.
Sum viðurkenning fyri sítt tónlistarliga virksemi
hevur Ernst Sondum Dalsgarð fingið fleiri
heiðursveitingar.
Ágúst Ólafsson, bassbariton, fekk sína
byrjandi sangútbúgving í heimbýnum
Reykjavík. Framhaldandi lærdi hann í Sibelius
Akademiinum í Helsinki hjá Jorma Hynninen
og Sauli Tillikainen. Samstundis søkti hann sær
lærdóm í Týsklandi á skeiðum hjá heimsgitnu
sangarunum Elisabeth Schwarzkopf og Dietrich
Fischer-Diskau.
Ágúst hevur havt solokonsertir í Íslandi,
Noreg, Svøríki, Finlandi og Týsklandi. Í altjóða
sangkapping á Hugo Wolf Akademiinum í 2004
vann hann aðru virðisløn saman við pianistinum
Izumi Kawakatsu.
Í operusangi hevur Ágúst Ólafsson havt gitnar
leiklutir sum Don Giovanni og sum greivin í
Brúdleipi Figaros í hesum operum Mozarts og
sum Don Carlos í operu Verdis.
Annars er Ágúst javnan solistur í oratorium
Bachs og Händels, og seinasta vár upplivdu
vit hann sum bass-solist í Mozarts Requiem í
Norðurlandahúsinum og í Christianskirkjuni
saman við Føroya Symfonikóri og –orkestri, sum
Bernharður Wilkinson stjórnaði.
Leygardagin og
sunnudagin kl 16
skipar Havnarkórið
fyri konsert í
Fríðrikskirkjuni og
í Vesturkirkjuni.
Solistar verða Ulrikke
Syss, Elsa. Súsanna
Dalsgaard, Ernst
Sondum Dalsgarð
og Ágúst Olafsson.
Leiðari er Ólavur á
Heyum Hátún
KONSERT
Tíðindaskriv
MESSIAS er sokallað orat
orium, kirkjuligt tónaverk,
sum hevur sínar røtur í kat
ólsku
mótreformatiónini.
Fólk møttust tá til uppbyggi
lig møtir í sokallaðum orat
orium, sum merkir biðisalur.
Hetta gav navn til bíbilskar
tónleikaframførslur í hesum
sambandi, sum løgdu støði
undir hesa nýggju, mátt
miklu tónleikagrein. Ikki er
tað ov nógv sagt, at týsk
føddi og tónleikaliga italskt
uppaldi onglendingurin Ge
org Friedrich Händel (1685
1759) meira enn nakar hevur
skrivað oratoriir, sum saman
við passiónunum hjá samtíð
armanninum J. S. Bach
verða standandi eftir í tón
leikasøguni, tá ið tíðarinnar
tonn hevur gnagað so mangt
annað burtur.
Heppið var tað fyri tey
kirkjuliga tónleikaáhugaðu,
at bretlandskongur í 1732 av
pietistiskum ávum setti for
boð fyri teatralskum fram
førslum av bíbliuhendingum.
Händel, sum frammanundan
hevði
verið
operukom
ponistur fram um allar, varð
nú av umstøðunum noyddur
til at geva sjálvari frásøgnini
meira tyngd og persónunum
eina djúpari lýsing.
Í flestøllum av hesum
kirkjuligu verkum er tað søga
Ísraels, sum verður lýst, so
sum heitini eisini geva til
kennara; „Esther“, „Debor
ah“, „Samson“, „Joshua“,
„Saul“, „Judas Makkabæus“
og fleiri onnur. Men „Mes
sias“ hevur sína serstøðu. Her
snýr tað seg ikki um at lýsa
trupulleikar hjá einstøkum
persónum, ella um hvussu
eitt einstakt fólk, Ísraels fólk,
verður fríað úr trongd og
neyð; men um, hvussu øll
mannaættin verður loyst frá
synd og trega og reist upp á
evsta degi. Teksturin og við
honum musikalska íklæðingin
lýsir søgu Krists frá fyrijáttan,
føðing, lívi, deyða og fram til
uppreisn.
Drúgt er verkið, eisini
um, sum í hesum føri, ikki
allir partar verða tiknir við.
Men neyvan í allari tónleika
søguni er verk skrivað, sum
soleiðis eins og ein perlurøð
við sínum resitativu frásøgn
um, sínum undurføgru solo
sangum (arium) og sínum
mongu máttmiklu, ljómandi
kórpørtum hongur organiskt
saman frá byrjan til enda.
Händel skrivaði Messias,
hetta, í fullari longd, tríggja
tíma tónaverkið, í musik
alskari og religiøsari ekst
asu eftir bert trimum vikum,
eitt bragd, sum tónleikasøg
an ikki kennir makan til.
Og um enn verkið var skriv
að mitt í hansara virkistíð, í
1741, so gjørdist hetta verk
ið yvir øllum verkum, hann
lat úr hondum. ár eftir ár
varð tað framført undir tóna
skaldsins leiðslu fyri stúgv
andi fullum kirkjum og kon
serthølum, og 8 dagar, áðr
enn hann doyði, var tann
blindi og likamliga avmakt
aði meistarin við til at fram
føra hetta sítt yndisverk.
Verkið hevur varðveitt
sín tokka millum fólk, og
ongantíð man hátíðarstundin
kennast
onglendingum
sterkari, enn tá ið Halleluja
kórið enn í dag lyftir mann
fjøldina ár sæti, eins og tað
gjørdi á fyrsta sinni fyri ná
meira enn hálvtriðja hundr
að árum síðan.
Messias oratoriið
á Nesi og í Havn
Um solistarnar
Pedagogur/hjálparfólk
til Frítíðarskúlan í Vági
Søkt verður eftir avloysara fyri starvsfólk í
farloyvi, at byrja 2. januar 2009 í tíðaravmarkað
starv.
Starvið umfatar:
At arbeiða 25 tímar um vikuna.
Vit ynskja, at tú dugir at skapa ein tryggan og
fjølbroyttan gerandisdag saman við børni
num:
• Dámar væl at verða úti
• Ert kreativur
• Hevur gott foreldra og starvsfólkasamstarv.
Lønarviðurskifti:
Starvið er lønt sambært sáttmálanum millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Føroya Pedagogfelag.
Meir fæst at vita
um starvið við at venda sær til Sørin Richardt,
leiðara tlf. 374036/229482.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um
útbúgving og royndir, skal vera býráðsskriv
stovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 23.
desember 2008 kl. 12.00. Merk umsóknina
“pedagogur/hjálparfólk”.
Um eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk
sett ístaðin.
Vágs Kommuna
Mentunarnevndin
Vágs Kommuna