Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 28 nr. 238 • 10. des. 2008 Komandi partur Komandi Miðvika verður um eini fiskimannahjún sum í næstum hava verið gift í 65 ár Tað finst ein stuttlig frásøgn um hvussu “fínt” tað var at vera limur í reiðarafelagnum í skaldsøguni “Drømme der brast” eftir Richard B. Thomsen. Hann visti eisini hvat hann skrivaði um, tí hann var sjálvur reiðari og abbasonur tann fyrsta Tummas F. Thomsen á Tvøroyri. Søgan snýr seg um tveir grannar í bygdini Riddarhøfn Óli og Viljálmur. Óli var sera jarðbundin, meðan Viljálmur var meira háfloygdur. Hann droymdu um at fáa handil, og tað fekk hann eisini. Handilin gekk væl, og hetta gjørdi Óla sjúkan av øvundsjúku. Ikki minst østi tað hann at síggju Viljálm ganga í svartaskóm, sum var eitt eyðkenni fyri teir “fínu.” Tí vildi Óli gerast reiðari. Eina ferð frættir hann um eina slupp, Oklahoma, sum er til sølu í Aberdeen. Hann fer til Aberdeen við øllum sínum pengum vekslaðar til 300 pund. Hesi peninganøgd reypar hann yvirfyri tí, sum vil selja sluppina. Og hesin setir prísin til júst 300 pund, hóast Óli kundi sloppið minst 100 pund bíligari. Men nú var Óli blivin reiðari og kundi meta seg sum størri mann enn Viljálmur, sum “bert” var handilsmaður. Og hann kundi enntá gerast limur í reiðara­ felagnum. Um hetta sigur skaldsøgan: Fundir í reiðara­ felagnum í flippu og svartaskóm Kort tid derefter begyndte de sædvanlige generalforsam­ linger, hvor rederne drøftede forholdene indbyrdes og for øvrigt fik tiden til at gaa med at prøve på at klemme sjælen ud af livet på fiskerne og skipperne. Man så det særsyn, at Ole í Upplandi mødte op i Tórshavn med flip om halsen og de tidligere forhadte fjedersko på benene. Ingen af disse af menneskehedens standardiser­ ede symboler på kultur og økonomisk position huede dog Ole. Flippen var ved at kvæle ham, og skoene klemte som bare fanden; men det gik altså ikke an at møde til generalforsamling med lange, rummelige gummistøvler på benene. Ole sukkede mangt suk og måtte erkende, at her i verden er intet fuldkomment. Sandt at sige, så havde han lige så gerne stået en hel hundevagt fremme ved klyverbommen i snesjap, end at sidde her og pines i de danske futteraler, men han bar dog lidelserne med fatning og tapperhed, så længe de stod på. Hævnens søde drik ventede ham jo hjemme i Ridderhøfn. Dér måtte Vilhjálmur nemlig sidde og kukkelure. Han var ikke værdig til at komme med blandt rederne, der sad sammen i ugevis og gjorde ihærdige forsøg på at skære fiskernes andel af fangsten fra en trediedel til 30%. Og Ole sympatiserede fuldt ud med idéen. De mange pund han var blevet snydt for i Aberdeen, skulle helst komme ind igen i en fart. Da Ole kom tilbage, talte han vidt og bredt og med høj røst om al den gæstfrihed og ærbødighed, der blev vist ham fra andre rederes side. Man bestilte næsten ikke andet end at sidde i dybe, bløde stole, ryge lange cigarer og nippe til whisky­sodaen, medens problemerne diskuteredes. Rederne bar på større ansvar end udenforstående anede! Der hvilede tunge byrder på redernes skuldre – det burde småmanden ikke glemme” – sagde Ole og så vist på lytterne. Det var utroligt, hvor hurtigt Ole var faldet ind i rollen som reder. Han fik for vane at lægge hovedet lidt bagover, holde hænderne på ryggen og tale i en affejende tone, som mindede lidt om rederen Hermansson. “Vi redere er rygraden i det færøske samfund; af skibene og fiskeriproduktionen lever alle – også disse små legetøjs­ købmænd, der snylter på næringslivet,” glammede han udenfor Vilhjálmurs nye butik, så alle kunne høre det. Hjemme i Upplandsgården tordnede og dominerede hann værre en nogensinde før. Man gjorde vel i ikke at glemme, at Ole var bleven reder. Vannlukkan: Koyrdur úr reiðarafelagnum Men við skipinum gekk ikki væl. Skipið var eitt vánaligt keyp og tað endaði eisini við at Óli misti skipið og varð koyrdur úr reiðarafelagnum. Harvið misti hann alla sína tign. Verri kundi ikki gangast. Tá ið tað var fínt at vera limur í reiðarafelagnum Richard B. Thomsen, skrivaði nógvar søguligar skaldsøgur, millum annað um, hvussu tað var at vera limur í reiðarafelagnum fyrst í hini øldini. Hann visti hvat hann skrivaði um. Hann var sjálvur reiðari kortini til 30%, men avgjørt ikki meira enn tað. Í januar 1919 gera FF og Skiparafelagið eina samstarvsavtalu fyri at styrkja seg til tað stríð, sum nú aftur stóð fyri framman. Tá tekur nýggi amtmaðurin Stahlsmith tað stig at fáa Valde­ mar Lützen til semingsmann. Hetta kann tykjast løgið, tí Valdemar var reiðari og ein tann størsti arbeiðsgevarin í Havn. Men hann var kendur fyri at vera ein heiðursmaður út í odd og egg. Partarnir møtast 8. februar 1919 kl. 9 á kvøldi. Hesin fundur endar morgunin eftir kl 6, men tá var reinur triðingur eisini vunnin aftur til fiskimenn. Nú var so friður fram til 1929. Í 1927 høvdu so nógv skip fingið motor, at avtalað varð løn til motorpassara frá 80 til 150 kr. um mánaðin eftir støddini á motorinum. Í 1929 hildu fiskimenn, at parturin hjá teimum skuldi fara upp á 35%. Hetta søgdu reiðarar nei til. Í 1928 var komin nýggj semingslóg, og semingsmaður var Hans Olaf Hansen, sonur Hansinu og Tummas í Fjósi. Teir fundaðust fyrst í 3 dagar frá 15. Februar 1929 uttan at fáa semju. Men 28. februar tóku amtmaðurin og løgtings­ formaðurin sær fyri at fáa partarnar saman. Tá eydnaðist at fáa 35%, men sáttmálin kom at galda í trý ár eftir kravi frá reiðarafelagnum. Fiskimannafelagið klovnar Nú var friður á sáttmálaøkinum fram til 1934. Nú var heimskreppa og hon sveið hjá báðum pørtum. Reiðarafelagið vildi ikki vita av øðrum sáttmála enn tí frá 1933. Eitt høvuðsmál var, at fiskimenn vildu hava loyvi til at sigla við “sínum” skipi til aðra havn at landa sín part av fiskinum, tá ið teir býttu frá. Hesum vístu reiðarar aftur, og tá gjørdist verkfall, sum vardi í tríggjar vikur. Tá varð samtykt eitt semingsuppskot, sum ikki gav fiskimonnum nakað á hesum økinum, men nakrar aðrar batar. Hetta skapti klovning í fiski­ mannafelagið. Fiskimenn norðan­ fjørðs góðtóku semingina, men ikki teir í Suðuroy. Úrslitið gjørdist Suðuroya Fiskimannafelag, og ikki rann saman aftur millum feløgini fyrr enn í 1957. Hetta er so ein samandráttur av søguna hjá Reiðarafelagnum fyrstu um 25 árini. ­ Ynskt verður tillukku við teimum 100 árunum. Tey eru fleiri, sum hava víst áhuga fyri dagbókini hjá Petur Alberg, sum vit hava endurgivið. Eitt er studentavitjanin úr Danmark í 1900, sum Petur Alberg ger nógv burtur úr. Vart er gjørt við, at henda vitjan eisini er umrødd í Fuglaframa og Føringatíðindi. Eins áhugavert er tað, at í 1902 verður givin út ein bók við frásøgn frá ferðini. Her er eisini nøvnini á teimum 100 luttakarunum. Ein av hesum er tann 21 ára gamli stud. mag. Knud Rasmussen, sum gjørdist ein av teimum mest kendu grønlandsgranskarunum. Eisini hevur tekningin hjá Petur Alberg av lognbránum í 1901 vakt ans. Rógvi Mouritsen hevur hoyrt um hetta umvegis pápan frá abba sínum Jacob Mouritsen, sum var ein av teimum, sum eisini sá hetta lognbrá. Hildið var, at tað kundi vera Jan Mayen, sum teir hava sæð. Rógvi hevur sent okkum hesa myndina av Jan Mayen. Ásannast má, at myndirnar líkjast