hósdagur 11. desember 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 239 - 11. desember 2008
Göran Persson tosaði
ókeypis
Síðani Gøran Persson fór frá sum svenskur forsætisráðharri,
hevur hann eins og Bill Clinton ferðast víða og hildið fyrilestr
ar aftur fyri eina munagóða samsýning. Í vikuni var hann í
Reykjavík. Tað var felagið hjá íslendskum íleggjarum, sum
hevði boðið honum til Íslands at halda fyriulestur um fíggjar
kreppuna, og hvat gerast skal. Morgunblaðið skrivar, at Gøran
Persson plagar at taka 20.000 evrur fyri ein tílíkan fyrilestur,
men fyri at vísa vælvild ímóti íslendingum tók hann einki fyri
fyrilesturin. Fyrireikararnir rindaðu tí bara ferð og uppihald.
Múrurin skal ikki
verða innilokaður
Í áliti um Kirkjubømúrin, sum Múrnevndin og Føroya
Fornminnissavn í felag hava gjørt, verður mælt til, at
verndararbeiðið fer fram eftir altjóða etiskum leiðreglum,
og at arbeitt verður fram ímóti, at mentanarminnini í
Kirkjubø verða góðkend av alheimssamfelagnum sum
heimsarvur. Eisini verður mælt til, at varðveitingar
arbeiðið verður skipað soleiðis, at óneyðugt verður at
inniloka Múrin.
Eitt stríð ímillum port
ørarnar í føroyska
heilsuverkinum
harðnar alsamt,
men nú verður tann
endaliga uppgerðin.
Tað er nógv, sum
bendir á, at næstan
allir portørarnir fara
í verkfall og tað fer
at raka sjúklingar og
heilsuverkið meint
FakFelagsstríð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er stórur vandi fyri, at
føroyska heilsuverkið aftur
verður rakt av verkfalli.
Hetta kemur í kjalarvørr
inum á, at stríðið ímillum
portørarnar í heilsuverkin
um alsamt harðnar.
Vandin
fyri
verkfalli
hevur leingi ligið og lúrt.
Men nú er so lagt upp til
eina endaliga uppgerð, har
stórur vandi er fyri, at tað
endar við, at nógv teir flestu
portørarnir fara at leggja
arbeiðið niður.
Stríð um feløg
Hendan støðan er íkomin,
eftir at ósemja fyri nøkrum
mánaðum síðani tók seg
upp ímillum portørarnir
um, hvørjum fakfelag, teir
skulu vera í.
Higartil hava portørarnir
verið limir í Havnar Arbeiðs
mannafelag og tað er eisini
arbeiðsmannafelagið,
sum
hevur havt rættin at samráðst
við fíggjarmálaráðið um sátt
mála fyri portørarnar.
Men fyrr í ár tóku megin
parturin av portørunum seg
úr Havnar Arbeiðsmannafel
ag og meldaði seg inn í
Starvsmannafelagið
og
kravdi harafturat, at Starvs
mannafelagið
fær
sam
ráðingarrættin.
Hótta við verkfalli
Samstundis gjørdi Starvs
mannafelagið greitt, at tað
fór at krevja samráðingar
rættin fyri portørarnar.
Og fyri at seta trumf á síni
krøv,
staðfesti
Starvs
mannafelagið, at tá ið sátt
málin um portørarnar fer úr
gildi, skulu nýggjar samráð
ingar verða við Starvsmanna
felagið og ikki við Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Samstundis gjørdi felagið
greitt, at teir portørar, sum
eru limir í Starvsmannafelag,
fara ikki at kenna eg bund
nar av einum nýggjum sátt
mála, sum er gjørdur við
Havnar Arbeiðsmannafelag
Tað merkir, at so fara allir
portørarnir í Starvsmanna
felagnum at leggja arbeiðið
niður, hevur Starvsmannafel
agið boðað púra greitt frá.
Sáttmálin um portørarnar
fór úr gildi tann 1. oktober í
2007, men hann varð ikki
uppsagdur og siðvenja er,
at so leingi, ein sáttmáli
ikki er uppsagdur, heldur
hann fram.
Síðani
hava
Havnar
Arbeiðsmannafelag
og
Fíggjarmálaráðið samráðst
um at leingja sáttmálan,
men tær samráðingarnar
eru ikki komnar á mál enn.
Men nú hevur Havnar
Arbeiðsmannafelag
sagt
sáttmálan upp frá 1.apríl.
Sostatt skal samráðast
um nýggjan sáttmála, sum
skal fáa gildið frá 1. apríl.
Og nú er tað, at knúturin
kann verða so fastur, at tað
endar við verkfalli.
Virða
samráðingarrættin
Snorri Fjallsbak, leiðari á
fíggjardeildini í fíggjarmála
ráðnum, sigur, at tey hava
spurt Starvsmannafelagið,
um tað stendur fast við krav
ið um, at nýggjur sáttmáli
skal gerast við Starvsmanna
felagið, annars verður verk
fall.
Tann spurningin hava vit
ikki fingið svaraðan enn,
staðfestir leiðarin í lønar
deildini.
Men hann staðfestir sam
stundis, at Havnar Arbeiðs
mannafelagið hevur havt
samráðingarrættin og tað
virðir lønardeildin hjá fíggj
armálaráðnum.
So leingi ein tann einasti
portørur er eftir í Havnar
Arbeiðsmannafelag,
fer
lønardeildin hjá fíggjar
málaráðnum at samráðast
við arbeiðsmananfelag, sig
ur Snorri Fjallsbak.
Tað er eisini staðfest, at
so verða hedur ongar sam
ráðingar við Starvsmanna
felagið, tí leiðarin á lønar
deildini hevur áður staðfest
fyri Sosialinum, at tað kem
ur ikki upp á tal, at samráð
ingar verða við fleiri feløg
um eitt og sama sáttmála
øki.
Taka allir samlir portørar
nir seg úr Havnar Arbeiðs
mannfelag og melda seg
inn í Starvsmannafelagið,
er støðan ein onnur.
So verður tórført at tví
halda um, at Havnar Arbeiðs
mannafelag skal varðveita
samráððingarrættin,
stað
festir Snorri Fjallsbak.
Hinvegin kann eisini stað
festast, at enn eru nakrir
portørar eftir, sum eru limir
í Havnar Arbeiðsmannafelag
og sum ikki vilja skifta yvir
í Starvsmannafelagið.
Verkfalli
hóttir
sjúklingar
Formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
staðfestir, at ósemjan
um portørarnar
má fáa ein enda.
Forkvinnan í Starvs
mannafelagnum
stendur fast við
verkfallshóttan
Portørar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vit standa fast við, at
Starvsmannafelagið
skal
hava samráðingarrættin fyri
portørarnar, annars fara
portørarnar, sum eru limir í
Starvsmannafelagnum, ikki
at kenna seg bundnar av
einum nýggjum sáttmála.
Annars fara portørarnar í
Starvsmannafelagnum
at
leggja arbeiðið niður.
Tað staðfestir Selma Ell
ingsgaard, forkvinna
Hon sigur, at hetta er ikki
eitt stríð við Havnar Arbeiðs
mannafelag.
Her er talan um, at nógv
teir flestu portørarnar hava
sjálvir vent sær til Starvs
mannafelagið og hava biðið
okkum røkja teirra áhuga
mál.
Hon sigur, at sostatt er
hetta ein spurningur um at
lata meirilutan ráða.
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag
staðfestir, at hóast sáttmálin
er sagdur upp, merkir tað
ikki, at felagið handar Starvs
mannafelagnum samráðing
arrættin.
Vit hava framvegis sam
ráðingarrættin
og
hann
halda vit fast um, staðfestir
hann.
Hann sigur, at Havnar
Arbeiðsmannafelag fer ikki
at gera sáttmála fyri ein
stakar portørar, men fyri alt
økið, sum tað er, fyri at fáa
øllum portørum so góðar
sømdir, sum gjørligt.
Men hann staðfestir sam
stundis, at fyrr ella seinni
má ósemjan um portørarnar
fáa ein enda og tí er sátt
málin sagdur upp, so at tað
kann koma til skarpsker
ingar.
Vit kunnu ikki blíva við
at draga hetta út, leggur
hann afturat.
Standa fast við hóttan um verkfall
Nú verður endaliga uppgerðin um portørarnar, og tað kann saktans enda við verkfalli
Savnsmynd