Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 11. desember 2008 5 w w w . h a v s b r u n . f o Vit sóknast eftir góðsku- umhvørvisleiðara Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga mest framkomnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við 90 starvsfólkum og einum umsetningi uppá uml. 600 mill. Kr. Árliga. Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi á mjøldeildini, og alifóður á fóðurdeildini. Vit koma í nærmastu framtíð at hava brúk fyri einum góðsku- umhvørvisleiðara og vilja hervið eggja áhugaðum at søkja hettar starv. Arbeiðsuppgávur: • At umsita góðskukervi á øllum virkinum. • At umsita samskiftið við mynduleikar á ymiskum økjum. • At samskipa og leiða umhvørvisarbeiði hjá virkinum. • Verða leiðari fyri innanhýsis starvstovuna. Vit rokna við at tú hevur: • Fyrisitingarligt hegni. • Áhuga fyri góðsku- umhvørvismálum. • Dugir at tillaga arbeiðsdagin, ið kann verða skiftandi. • Eldhuga og ágrýtni. Tú skal tola ymiskar tillagingar í arbeiðsuppgávum eins og nýggjar uppgávur kunnu koma afturat. Lønina tosa vit um. Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi, har menningin gongur skjótt og avbjóðingarnar broytast alla tíðina. Hevur hettar tín áhuga, so send eina umsókn so skjótt sum gjørligt. Tó seinast 01. Jan. 2009. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í smb. við Harvig Joensen, deildarleiðara ella senda ein teldupost. pf Havsbrún FO-530 Fuglafjørður Tlf 41 44 00 Fax 41 44 01 E-mail: haj@havsbrun.fo Fulltrúar til Kappingareftirlitið Kappingareftirlitið søkir eftir tveimum fulltrúum til fyrisitingina av Kappingarlógini. Tú kemur at starvast í einum óformligum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi. Fulltrúar á Kappingareftirlitinum skulu bæði kunna arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, alt eftir hvør uppgávan er. Á Kappingareftirlitinum verður dentur lagdur á, at tað arbeiði, ið stovnurin letur úr hondum, er á høgum fakligum støði. Tí eggja og stuðla vit starvsfólkum okkara at menna sínar førleikar á øllum økjum. Vit kundu hugsa okkum umsøkjarar við kandi- datútbúgving innan búskaparfrøði, løgfrøði ella samfelagsfrøði. At arbeiða á Kappingareftirlitinum Fulltrúar á Kappingareftirlitinum hava nógvar og ymiskar uppgávur. Ongin uppgáva er heilt eins. Arbeiðsuppgávurnar kunnu t.d. vera: At fyrireika og leggja mál fyri Kappingarráðið At viðgera kærur frá vinnurekandi og borgarum At innsavna og viðgera tilfar um føroyskar marknaðir At skriva frágreiðingar um kapping At menna kunnandi tilfar og vegleiðingar At kunna vinnulív og borgarar um Kappingarlóggávuna Førleikar Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúgving innan løgfrøði, búskaparfrøði ella samfelagsfrøði. Umsøkjarin skal hava góð analytisk evni. Setanartreytir Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála við BLF ella annað avvarðandi fakfelag. Umsókn, saman við prógvum og møguligum um- mælum, skal sendast til: Kappingareftirlitið Skálatrøð 20 Postboks 73 FO-110 Tórshavn og verða stovninum í hendi í seinasta lagi tann 30. januar 2008. Um tú ynskir nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Terje Sigurðsson, deildar- stjóra, á tlf. 35 60 41 og t-post: terjes@kapping.fo ella við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf: 35 60 21 og t-post: director@fse.fo Kappingareftirlitið skal saman við Kappingarráðnum umsita løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping. Lógin hevur til endamáls, við virknari kapping, at fremja fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar. Kappingareftirlitið hevur til uppgávu: at vera skrivstova hjá Kappingarráðnum at fyrireika tey mál sum skulu leggjast fyri Kappingarráðið at útinna avgerðirnar hjá Kappingarráðnum at hava um hendi dagligu umsitingina av kappingarlógini at taka avgerðir vegna Kappingarráðið í málum í samsvari við vanliga siðvenju og vegleiðing frá Kappingarráðnum