Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 239 - 11. desember 2008 Vantandi vegleiðing ella hjálp frá læknum vóru orsøkin til, at ein 18 ára gomul kvinna kendi seg noydda at taka málið í egnar hendur og taka 63 p-bollar fyri at beina fyri óynskta fostri sínum. Hetta er sam- bært kvinnuni, eitt vanligt fyribrigdi mill- um ungar føroyskar kvinnur Graviditetur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo - Eg var hjá trimum lækn- um, og eingin kundi hjálpa mær, so eg var noydd at taka málið í egnar hendur, sigur 24 ára gamla føroyska kvinnan, sum tá var 18 ár. Føroyska fosturtøkulóg- gávan er torfør hjá ungum kvinnum at skilja. Summar fáa játtað fosturtøku frá læknunum, meðan aðrar fáa noktandi svar. Hetta hev- ur ført við sær, at føroysku kvinnurnar taka málið í egn- ar hendur og gera alt sum til ber, til tess at fáa fostrið burtur. Orsøkirnar kunnu verða nógvar, men hava eitt til felags. Barnið er óynskt. Sosialurin hevur prátað við eina føroyska kvinnu ið ynskir at verða dulnevnd, og vit kalla hana fyri Anna. Anna fór til læknan fyri seks árum síðani, tá hon var við barn og ikki ynskti at føða tað. Hon fekk noktandi svar, og áðrenn hon tók mál- ið í egnar hendur, hevði hon verið hjá trimum ymsum læknum, men eingin hjálp var at heinta. - Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera, tí eg var slett ikki klár at fáa barn, og eingin kundi hjálpa mær, sigur Anna. Við sex fylgir ábyrgd Mamma Onnu var rús- drekkamisnýtari, og Anna varð send á barnaheim sum ung genta. Hon hevði onga familju ið kundi stuðla hen- ni, og svarið læknarnir góvu, var als ikki henni til hjálpar. - Eg fekk at vita frá læknunum, at var eg gomul nokk at fara í song við onkr- um, var eg eisini gomul nokk at taka avleiðingarnar av tí, sigur Anna, ið als ikki er samd við læknarnar. - Ein kann fara í song við onkrum bert 13 ára gamal, og eg skilji als ikki, hvussu læknarnir kunnu siga, at tað hongur saman við slíkari ábyrgd, sigur Anna. Trupli uppvøksturin var orsøkin til, at Anna kendi seg noydda at beina fostrið burtur. - Eg hevði einki álit á vaksnum fólkum og føldi, at eg ikki kundi útseta eitt barn fyri tað sama, sum eg hevði verið í gjøgnum. Eg var ikki før fyri at verða ein fyrimynd hjá barninum, sig- ur Anna. Anna greiddi læknunum frá trupla lívi hennara, men hetta tóktist tó ikki verða nóg góð grundgeving fyri fosturtøku. - Eg hevði ynskt, at eg hevði fingið bjóðað sálar- liga hjálp, soleiðis at eg ikki kendi meg so einsamal- la, sigur Anna. Ráð frá vinkonunum Anna kendi seg verða í einari truplari støðu og ven- di sær til eina vinkonu við vón um at fáa hjálp hagani. - Eg hevði ikki ráð at fara til Danmarkar at fáa fostur- tøku, so eg gjørdi sum ein vinkona ráddi mær til, nevniliga at taka tríggjar pakkar av p-bollum og fáa fosturtøku á hendan hátt, sigur Anna. Hetta er sambært Onnu ikki eitt óvanligt fyribrigdi í Føroyum, og vit nærmast tvinga okkara ungu kvinnur í hesa støðuna sigur hon. - Eg eri ikki tann einasta sum havi gjørt hetta, og tá eingin annar møguleiki er, so eru p-bollarnir vanligi útvegurin, sigur Anna. P-bolla royndin eydnaðist Nakrar dagar aftan á Anna tók hesar p-bollar, eydnaðist tað henni at missa fostrið. - Eg fór at bløða nakrar dagar aftaná, og tók síðani eina graviditets test ið vísti, at eg ikki longur var við barn, sigur Anna í samrøðu við Rás2. Fostutøkulóggávan letur avgerðina liggja hjá hvørj- um einstøkum lækna, og avgerðin er mangan tengd at ymsum viðurskiftum í lívinum hjá kvinnuni. - Eg havi als ikki verið sálarliga væl fyri um tað mundið, eg gjørdist við barn, so eg skilji ikki, hví læknarnir ikki kundu játtað mær fosturtøku, tá eg var so mikið óstabil, sigur Anna at enda. Ovurnýtsla av p- bollum ikki hættisligt Formaðurin í Kommunu- læknafelag Føroya, Jaspur Petersen, sigur tað vera óheppið at taka ov nógvar p-bollar. Tó metir hann tað ikki vera beinleiðis hættis- ligt fyri likamið hjá kvinnunum. Jaspur Petersen heldur tað vera óheppið, at kvinnur taka meira p-bollar, enn ávíst er. - Tað er sjálvandi ongantíð gott at taka ov nógvar av slíkum tablettum. Ein annar lækni váttar yvir fyri Sosialinum niður- støðuna hjá formanninum í kommunulæknafelagnum. Jaspur Petersen sigur, at tað ikki er møguligt hjá hon- um at svara nágreiniligt upp, júst hvussu skaðiligir p-bollarnir kunnu vera, um ov nógvir verða tiknir. Tó ger hann vart við, at ovur- nýtslan ikki er hættislig fyri likamið hjá kvinnuni. Hetta verður eisini vátta hjá donsku giftlinjuni, ið mugu metast at vera ser- frøðingar á økinum. Føroys- kir læknar nýtja júst gift- linjuna, tá ivi kann setast við, um ymisk evni eru vandamikil fyri likamið ella ikki. Uppsagnir á donskum blaði Søndagsavisen, sum kemur ókeypis út í Danmark eina ferð um vikuna, kennir nú eisini sviðan av teirri fíggjarligu kreppuni. Leiðslan hevur boðað frá, at 26 starvsfólk verða koyrd til hús. Um grundgevingina verður sagt, at blaðið fær munandi færri lýsingar um leys størv nú enn fyrr, so at hesin parturin av lýsingainntøkunum er minkaður eina helvt. Ein talsmaður fyri leiðsluna hjá Søndagsavisen sigur, at fleiri av hinum donsku bløðunum hava mist uppaftur meiri pengar av vantandi starvslýsingum. Ósunn fólk eru lukkuligari Fólkasløg, sum liva ósunt, liva styttri, men tey eru lukkuligari. Hetta er niðurstøðan í nýggjari kanning, sum Christian Bjørnskov, lektari á Handilsháskúlanum í Århus, hevur gjørt. - Vilja vit liva lukkuliga, so mugu vit eisini góðtaka, at vit ikki liva so leingi, sum vit kundu, sigur granskarin Christian Bjørnskov við Rás2. - Fólk í okkara parti av heiminum vita væl, hvat er sunt, og hvat er ósunt. At vit kanska áttu at eti minni og sunnari, drukkið minni og íðka meira ítrótt. Kortini velja vit viðhvørt at verða ósunn, tí tað ger okkum lukkuligari, og tað skulu vit ikki hava ringa samvitsku av, sigur hann við Rás 2. Ungar kvinnur brúka p-bollar til abort Læknar eru á einum máli um, at p-bollar ikki eru vandamiklir í størri mongdum, ið er ein máti, sum ungar kvinnur gera brúk av til at fremja abort Modellmynd: Polfoto Lætt at fáa fosturtøku Ein 20 ára gomul føroysk kvinna, ið gjørdist við barnið, merkti onga mótstøðu frá læknunum, tá hon ynskti fosturtøku, hóast hon sambært lóggávuni, ikki hevði nóg góðar grundgev- ingar fyri at fáa framt hetta Fosturtøka Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Sosialurin hevur tosað við eina 20 ára gamla føroyska kvinnu, ið ynskir at verða dul- nevnd, so vit kalla hana Kristina. Fyri okkurt um einum ári síðani, gjørdist 20 ára gamla Kristina við barn. Hon var liðug við Hægri Handilsskúla, og hevði tá verið saman við maka sínum í okkurt um tvey ár. Tey høvdu hús saman, og høvdu fíggjarliga góðar um- støður. Kristina hevði fast starv hjá einari fyritøku, og maki hennara var sjálvstøðug- ur vinnurekandi, og fyritøka hansara var sera væl fyri fíggjarliga. Kristina og maki hennara tóku tó avgerð um, at tey ikki vildu hava barn júst tá, og valdu tí at venda sær til lækn- an við ynski um fosturtøku. - Eg minnist, at eg hevði eina langa frágreiðing klára, um hví eg vildi hava fostur- tøku, tí eg hevði tað fatan, at læknarnir vóru sera strangir við at loyva kvinnum at fáa fosturtøku, sigur Kristina. Grundgevingar óneyðugar Kristina fór til læknan, og hon gjørdist ikki sørt bilsin. - Eg fór inn til læknan, og segði at eg vildi hava fostur- tøku. Hann segði bara, at tað var í lagi, og eg skuldi ikki geva nakra frágreiðing, um hví eg ynskti hetta. Læknin hjá Kristinu helt tað ikki verða neyðugt við grundgevingum ella frágreiðingum og játtaði henni tað, hon vildi hava. - Hann segði, at tað var upp til mín at taka avgerð um, og at hansara hugsan var, at kvinnur skuldu ráa yvir egnum kroppi. Nakrir dagar aftaná skuldi eg møta á Lands- sjúkrahúsinum, har eg kundi fremja fosturtøku, greiður Kristina frá.