hósdagur 11. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 239 - 11. desember 2008
- Tað er hugvekjandi,
at tað virksemi,
ið lønar seg best í
Føroyum, eru ALS
og Landsbankin.
Hetta eru almennir
grunnar, men tað
finnast eisini aðrir
grunnar, sum eiga
eitt tryggingarfelag
og ein fyrrverandi
sparikassa. Og eg
kann garantera fyri,
at hetta ikki er sunnur
ognarskapur, sigur
Jørn Astrup Hansen
FÍGGJARVIRKSEMI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tá Tjóðveldi týskvøldið
hevði fund í Miðlahúsinum,
var Jørn Astrup Hansen ein
av panelluttakarunum. Og
hann legði ikki fingrarnar
ímillum, tá hann svaraði
spurningum
frá
fundar
fólkinum. Millum annað
nam hann við bankalógina
og tað óhepna í, at grunnar
áttu bankar og fyritøkur.
Tað hevur verið frammi
av og á, at vit áttu at
yvirtikið
fíggjareftirlitið.
Tað er so ikki gjørt enn, og
eg haldi at vit mugu siga, at
tað var gott, at vit ikki
náddu tað innan 10. oktober,
tá stóri trygdarpakkin hjá
donsku stjórnini fyri bankar
kom í gildi, tí hann hevði
verið tungur at lyft einsa
mallir, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Hann sigur, at tað sum vit
síggja í løtuni í vestur
heiminum – eisini í Dan
mark og harvið í Føroyum
– fer at føra til herdar reglur
fyri bankarnar, og tað er tað
eisini brúk fyri.
Tað eru fleiri ting, sum
eru galin. Strangari krøv
mugu setast til likviditetin.
Tað ber ikki framhaldandi
til at dekka útlánini við
lánum frá øðrum bankum,
og tað er hetta, sum hendir í
dag. Reglurnar fyri likvidi
tet ganga aftur til 1920ini,
tá Landmandsbanken fór av
knóranum. Har verður rokn
að við, at likviditetur er
nakað, bankarnir hava í
avlopi,
tá
útlánini
eru
fíggjað. Soleiðis er ikki
longur. Í dag er likviditetur
nakað, mann lænir. Men
samstundis eru somu reglur
framvegis galdandi, og tað
er langt frá nøktandi, sigur
Jørn Astrup Hansen.
Hann leggur aftrat, at í
2005 vórðu altjóða roknskap
arreglur settar í gildi, so
nevndu IASreglurnar, sum
førdu til, at gingið varð burt
ur frá varsemisprinsippinum.
Vit høvdu ein regul sum
segði, at mann skuldi taka
eitt tap, tá tað hótti, og ein
vinning, tá hann var stað
festur. Tað gera peninga
stovnarnir ikki longur, teir
gera tað beint øvugta, sigur
Jørn Astrup Hansen.
Ímóti grunnum
Hann nevndi eisini nógvu
grunnarnar í Føroyum, og
at tað er óheppi, at grunnar
eiga fyritøkur.
Hesir grunnar verða
stýrdir av leiðsluni í fyri
tøkuni, og tað er beint øvugt
at tí, sum skuldi verið, sigur
fyrrverandi bankastjórin.
Hann
heldur,
at
tað
finnast alt ov mangir grunn
ar í Føroyum og tók sum
dømi Framtaksgrunnin sum
ein, ið ikki framhaldandi
kann missa pengar.
Eg eri harðliga ímóti
almennum grunnum, tí tað
er alt ov langt millum teir,
sum taka avgerðir, og tey,
sum merkja sviðan, nevni
liga skattaborgararnir, sigur
Jørn Astrup Hansen.
Hann heldur, at tað í heila
tikið eru alt ov nógvir
grunnar, sum svansa runt
við alt ov nógvum pengum
til onga verðins nyttu.
Tak til dømis ALS. Tað
er hugvekjandi, at tað
virksemi, sum gongur best í
Føroyum, eru ALS og
Landsbankin. Tað eru tey,
ið hava størstu avlopini, og
tað sær út til at verða vorðið
eitt mál í sjálvum sær, sigur
Jørn Astrup Hansen.
Hann heldur, at ALS í
veruleikanum er ein trygd
arskipan, og tað gevur onga
meining at hava eina røð av
grunnum, sum allir skulu
tæna sum buffarar fyri
føroyska búskapin.
Ikki sunt
Men tað mest parodiska
er Landsbankin. Lands
bankin hevur ein regul um,
at 15% av BTÚ til eina
hvørja tíð skal vera bundin
í Landsbankanum. Pengar,
sum til einahvørja tíð eru
bundnir, eru einki verdir
fyri nakran. Tað gevur onga
meining. Talan er jú um
eina tvungna uppsparing,
sum eingin longur hevur
lykilin til, og tað mugu vit
koma burtur frá, sigur Jørn
Astrup Hansen.
Men vit hava eisini fingið
eitt anað slag av grunnum í
Føroyum, nakrar coopera
tivar grunnar.
Vit hava eitt trygging
arfelag, sum ein grunnur
eigur, og vit hava ein fyrr
verandi sparikassa, sum ein
grunnur eigur. Og eg skal
garantera fyri, at tað er ikki
nakar sunnur ognarskapur.
Tí tað merkir, at ognar
skapurin verður skúgvaður
til viks, og verður stýrdur
av leiðsluni í fyritøkuni. Og
tað er avgjørt ikki sunt,
sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann setur spurnartekin
við, hví tað ikki er vorðið
betri hjá tryggingartakarun
um, tí tað eru jú teir, sum
eiga felagið.
Leiðslan skal jú bara
brúka pening til at reka
tryggingarvirksemi
fyri,
ikki til dýnuframleiðslu,
segði Jørn Astrup Hansen á
fundinum hjá Tjóðveldi í
Miðlahúsinum týskvøldið.
Ósunt at grunnar eiga fyritøkur
Teir tríggir fyrilestrahaldararnir í Miðlahúsinum
týskvøldið, Magni Laksáfoss, Jørn Astrup Hansen og
Hjalti í Jákupsstovu
Mynd: Álvur Haraldsen
Oljuinnflutningurin minkaði
í oktobur
Fyrstu 10 mánaðirnar av árinum hava vit innflutt vørur fyri 4,2 mia. kr.
Hetta er 142 mió. minni enn seinasta ár ella ein minking uppá 3%.
Verða skipini ikki tald við, er hinvegin talan um ein vøkstur uppá 1%.
Vørubólkarnir “Tilfar til annan ídnað” og “Brennievni” vaksa í innflutn
ingsvirði, meðan restin minkar. Innflutt er fyri 947 mió. av brennievni
móti 702 mió. síðsta ár, tað er 35% vøkstur. Fyrstu 9 mánaðirnar var
innflutningsvirðið hvønn mánað hægri enn sama mánað í fjør, í juni
nærum tað tvífalda, meðan oktobur gjørdist fyrsti mánaði í ár, har
innflutt er fyri minni enn sama mánað síðsta ár. Kelda: Hagstovan
IKON nýggjan stjóra
Fríggjadagin 12. desember tekur Petur Slyne við sum
nýggjur stjóri í IKON, eftir Árna Arge, sum hevur
verið stjóri síðan fyritøkan varð stovnað 1. november
2007. Petur Slyne er 37 ára gamal og hevur í mong ár
arbeitt sum grafikari og ráðgevi, eitt nú var hann ein
av monnunum handan reklamuvirkið Petur & Petur.
Eisini var hann við til at stovna VikuBlaðið í 2001.
Petur Slyne er parteigari í IKON, og hann hevur
arbeitt fyri fyritøkuna úr útlandinum. Men nú eru
hann og familjan flutt heim aftur til Føroya at búgva.