Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 239 - 11. desember 2008 Krabbamein verri enn hjartasjúkur Altjóða heilsustovnurin WHO sigur í einari nýggjari meting, at um tvey ár fer krabbamein at krevja fleiri mannalív enn hjartasjúkur, og at tað serliga verður tann fátæki parturin av heiminum, sum verður meinari raktur av krabbameinssjúkum. WHO sigur, at í ár verða 12 milliónir tilburðir av krabbameini skrásettir, og at sjey milliónir fólk fara at doyggja av krabbameini í ár. Sambært WHO kemur talið á skrásettum tilburðum upp í 20 til 26 milliónir í 2030, og tá fara ætlandi millum 13 og 17 milliónir fólk at doyggja av krabbameini. Framsýning og tónleikur á Kambsdali Fríggjadagin 12. desember og ein mánað fram verður málningaframsýning við Helga Midjord undir heitinum ”Um gáttuna” í hølunum hjá Leif Mohr á Kambsdali. Til ferniseringina fríggjadagin kl. 17 fer Helgi Midjord sjálvur at spæla gittara og syngja . Afturat sær hevur hann ungu songkvinnuna Nikolinu Midjord, og Lena og Niclas fara eisini at framføra. Framsýningin er opin hvønn dag millum 10–19. Leygardagin 13. desember tó kl. 10–17. Heimasíðan hjá Helga Midjord er www.helgimidjord.com. - Í sínari tíð skyldaði Klaksvíkar kommuna uppí fleiri álíkningar, men soleiðis er ikki í dag. Tí er tað ikki rætt, at kommunan er so illa fyri, sum mong halda. Eg havi átikið mær eina stóra og spennandi uppgávu, og eg fari saman við hinum í býráðnum at gera mítt besta fyri, at vit skulu fáa kommununa í eina trygga og skilagóða legu, sigur Gunvá við Keldu, komandi borgarstjóri í Klaks- víkar kommunu lokalpolitikkur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Klaksvíkar býráð hevur nú skipað seg, og sum avtalað frammanundan millum Fólkaflokkin og Sjálvstýris­ flokkin í nýggju samgong­ uni, verður Gunvá við Keldu nýggjur borgarstjóri. Hon tekur við 1. januar 2009, tá Steinbjørn Ó. Ja­ cobsen leggur frá sær. ­ Vit eru 11 fólk í býráð­ num, harav tey sjey eru nýggj og tað fyrsta, sum vit koma at gera, verður at seta okkum inn í viðurskiftini í kommununi. Hetta er aðru ferð, at Gun­ vá er vald inn í Klaksvíkar býráð, men fyrst í hesum árinum tók hon seg úr samgonguni, tá hon kendi á sær, at hennara sjónarmið um eitt nú fíggjarstýringina og onnur viðurskifti ikki vóru hoyrd. Góður stemningur ­ Eg haldi, at stemningurin í býráðnum at fara undir hesi komandi fýra árini er góður, og tað er við góðum treysti, at eg nú taki við borgarstjórasessinum. Gunvá ásannar, at hetta er ein onnur tíð, enn tá hon varð vald í býráðið fyri fýra árum síðan. ­ Eg eri sera spent upp á hesa uppgávu, sum liggur fyri framman. Fíggjarligu útlitini tykjast eitt sindur ivingarsom, og hetta fer at krevja rygg til at standa á odda fyri kommununi. Á hinari síðuni er hugsandi, at krøvini gerast minni, tí fólk vænta sær kanska ikki so nógv. Hon vísir á, at tað sjálv­ andi kann vera stuttligt at stýra í uppgangstíðum, tá møguleikar eru at fremja nógv ting í verki og kanska seta út í kortið framtíðar­ ætlanir fyri eitt nú býin. ­ Slíkar tíðir hava vit havt nú í nøkur ár, og vit kunnu altíð røða um, hvussu vit hava dugað at brúkt teir møguleikar, ið góvust. Tað krevur so sanniliga eisini gott hegni og hepna hond at stýra í uppgangstíðum, tá mong vænta, at næstan eingi mørk eru fyri, hvat ber til. Ivingarsom útlit Komandi borgarstjórin sig­ ur, at samstundis, sum rakst­ urin av Klaksvíkar komm­ unu er tungur, eru útlit til minkandi inntøkur, nú virksemið í samfelagnum er stagnerað og helst verður nakað minni, enn tað er í dag. ­ Enn hava vit tó ikki staðfest, at inntøkurnar eru minkaðar nakað serligt, og vit vita ikki í løtuni, hvussu verður við virkseminum á Kósini og teimum seks skip­ unum, sum vóru heimahoyr­ andi her norðuri, men sum Føroya Banki nú eigur. Hon ásannar, at Kósin hevur stóran týdning fyri nógvar familjur í Norð­ oyggjum, og tað hava hesi seks skipini sjálvsagt eis­ ini. ­ Klaksvíkin er neyvt tengd at fiski­ og útróðrar­ vinnuni, bæði á sjógvi og landi, og her kunnu ting broytast eftir lutfalsliga stuttari tíð. Gunvá væntar tí ikki, at inntøkurnar úr fiskivinnuni kunnu veksa, soleiðis sum støðan er beint í løtuni. ­ Men eg meti, at vit hava aðrar møguleikar, sum kunnu gera, at vit varðveita og kanska kunnu styrkja um okkara inntøkugrundar­ lag. Hetta verður ein av spurningunum, sum vit í býráðnum fara at taka upp. Nýggir møguleikar Komandi borgarstjórin er varin við at siga, hvar hon heldur, at øktir inntøkumøgu­ leikar kunnu liggja, men hon heldur eitt nú, at havna­ lagið í Ánunum onkusvegna eigur at kunna kasta meira av sær. ­ Síðan vit fingu undir­ sjóvartunnil, er allur vøru­ flutningur farin eftir veg­ num – og ikki um havna­ løgini. Hetta merkir, at kommunan ongar inntøkur hevur av eitt nú teimum farmaskipum og vørum, sum áður komu og fóru. Gunvá heldur tað ikki vera rættvíst, at flestu havna­ og vørugjøld skulu enda í høvuðsstaðnum, tá hetta er útflutningur, sum kemur úr ymiskum økjum í landinum – eins og innflutt­ ar vørur enda í ymiskum økjum. ­ Eg dugi ikki at siga, hvat vit kunnu gera við hetta, og eg veit heldur ikki, hvat landspolitikarar halda um henda spurning. Sjálv kundi eg hugsað mær, at vit høvdu ein býtislykil sum segði, hvussu stórur partur av hesum gjøldum eiga at liggja eftir í høvuðsstaðnum, har skipingin fer fram, og hvussu nógv eigur at liggja, haðani vørurnar koma ella fara. Ferðamannavinna Av inntøkumøguleikum annars, sum kundu havt tilknýti til nýggju havnina í Ánunum, er ferðafólka­ vinna. ­ Vit hava gjørt eina at­ løgu, sum eisini Norrøna kann brúka. Skipið hevur verið her nakrar ferðir, men vit kunnu ikki siga, at vit hava sæð nógv til hana. Í aðrar mátar er hugsandi, at vit í størri mun og uppá longri sikt kundu fingið ferðamannaskip norður higar í summarhálvuni, men hetta er nakað, tú ikki byggir upp eftir stuttari tíð, men yvir nøkur ár. Gunvá heldur, at tað nytt­ ar so lítið í dag at røða um, hvørt íløgan í Ánunum er skilagóð ella ikki. ­ Íløgan er har, og nú eiga vit at gera tað, vit kunnu, fyri at fáa sum frægast burt­ ur úr. Málið má jú vera, at íløgan í framtíðini rindar seg aftur. Røtt avgerð Vit spurdu eisini Gunvá, hvør ítøkiliga orsøkin var til, at hon í januar mánaða í ár gjørdi av at taka seg aftur úr samgonguni? Fólk vænta sær minni í verri tíðum