hósdagur 11. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 239 - 11. desember 2008
- Tað vóru nógv ymisk
viðurskifti, ið viðvirkaðu til
mina avgerð, og ein partur
var fíggarliga stýringin av
kommununi. Eg føldi, at
stýringin ikki var nóg neyv,
og tá eg aftur og aftur gjørdi
vart við míni sjónarmið,
sum slett ikki vórðu hoyrd,
tók eg avleiðingarnar av
støðuni og trekti meg.
Hon sigur, at hetta var
ikki ein avgerð, hon tók
yvir eina nátt, men ein væl
umhugsað avgerð, sum eg
framvegis haldi var røtt.
- Býráðið tók eitt nú av-
gerð um at leggja 9 miljónir
krónur á Viðareiði, sum
slett ikki er partur av Klaks-
víkar kommunu – og sam-
tykt varð eisini at brúka
nógan pening í Svínoy, sum
nú kortini verður partur av
Klaksvíkar kommunu. Støð-
an við ætlaðu íløguni í Svín-
oy er tí eitt sindur øðrísi í
dag, leggur hon aftrat.
Gunvá var eisini ímóti
ætlanini at leggja fólkaskúl-
arnar saman og hava eina
einstreingjaða leiðslu, sum
er í stríð við lógina.
- Trupulleikin var, at míni
sjónarmið ikki vórðu hoyrd.
Eg eri ikki tann, sum leypir
frá orðum og ábyrgd. So-
leiðis, sum støðan var,
kendi eg á mær, at eg antin
mátti hanga í og onga
ávirkan hava – ella at eg
trekti meg, tí eg ikki kundi
standa “modell” til tað, sum
fór fram.
Órættvís viðgerð
Gunvá sigur, at seinastu 10
árini eru inntøkurnar hjá
Klaksvíkar kommunu tví-
faldaðar.
- Stýringin á útreiðslusíð-
uni hevur ikki verið nóg
neyv. Vit hava ikki í nóg
stóran mun sett okkum
spurningin, hvat vit í veru-
leikanum hava havt ráð til.
Hetta gekk so leingi, sum
lánistovnarnir
“spældu”
við. Tá teir ikki vóru við
meira, kom stýgur í.
Komandi
borgarstjórin
heldur kortini, at kommunan
kom í eitt keðiligt ljós
uppundir kommuvalið, tí
veruleikin er, at lánsskuldin
er ein álíkning, ið er tað,
sum kommununi er loyvt.
- Tað eru fleiri kommunur,
sum skylda eina álíkning,
og tí kunnu vit í dag siga, at
okkara kommuna uppundir
valið kom í størri “fokus”,
enn grundarlag var fyri.
Í trygga legi
Hon sigur, at seinast í níti-
árunum og fyrstu árini eftir
av ár 2000 gekk væl at
rinda niður á kommunu-
skuldini, men seinastu 6-8
árini er skuldi aftur bara
vaksin.
- Í sínari tíð skyldaði
Klaksvíkar kommuna uppí
fleiri álíkningar, men so-
leiðis er ikki í dag. Tí er tað
ikki rætt, at kommunan er
so illa fyri, sum mong
halda. Eg havi átikið mær
eina stóra og spennandi
uppgávu, og eg fari saman
við hinum í býráðnum at
gera mítt best fyri, at vit
skulu fáa kommuna í eina
trygga og skilagóða legu,
sigur Gunvá við Keldu.
SKF koyrir 2.500 fólk til hús
Svenska fyritøkan SKF, sum er kend um allan
heimin fyri sínar kúlulegur, boðaði fyrradagin
frá, at hon hevur sagt 2.500 av sínum
medarbeiðarum úr starvi. Grundgevingin er
víknaður marknaður, sum serliga kemst av, at
bilaídnaðurin hevur skrúvað blussið nógv
niður. SKF, sum er meiri enn 100 ára gomul
fyritøka, hevur deildir í nógvum londum, og
tilsamans arbeiða 43.000 fólk hjá fyritøkuni.
Tey, sum nú missa arbeiðið, arbeiða í USA, Fraklandi, Italia og í Ukraina.
Ríkisveitingin samtykt
í Fólkatinginum
Bara Edmund Joensen, fólkatingsmaður, tók orðið, tá ríkisveitingin til Føroya varð
einmælt samtykt í Fólkatinginum í morgun. Edmund Joensen segði millum annað, at
veitingin hevur sjáldan havt so stóran týdning fyri Føroyar sum nú svørt skýggj
hanga yvir búskapinum. - Í einari tíð, har undirskotið á føroysku fíggjarlógini kann
gerast størri enn 600 milliónir krónur, er ríkisveitingin á 615,5 milliónir krónur sera
týðandi. Var ríkisveitingin ikki, hevði holið á fíggjarlógini verið ovurstórt – meira
enn 1,2 milliardir krónur, segði Edmund Joensen. Viðgerðin av lógaruppskotinum
um ríkisveitingina fyri 2009 var hin 3. og seinasta. Fólkatingið samtyktið uppskotið
einmælt við 110 atkvøðunum fyri, ongari ímóti og ongari blankari atkvøðu.
Í nýggja býráðnum í
Klaksvíkar kommunu eru 11
fólk, harav tey sjey eru nýggj
- Eg haldi, at stemningurin í býráðnum at
fara undir hesi komandi fýra árini er góður,
og tað er við góðum treysti, at eg nú taki við
borgarstjórasessinum, sigur Gunvá við Keldu