mikudagur 12. september 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr.175 • mikudagur • 12.september 2001 • 75.árgangur • www.sosialurin.fo
Liðskiparin hjá HB
roknar ikki við, at tað
fer at broyta stórvegis
upp á gongdina, at
venjarin nú hevur
sagt seg úr starvinum,
og hann leggur
áherslu á, at hetta ikki
var ein loysn, sum
leikararnir ynsktu
VENJARASKIFTI
Jákup Mørk
Mánakvøldið um seks-
tíðina frættist á heima-
síðuni hjá HB, at Ion Gaol-
gau hevði sagt seg úr starv-
inum sum venjari hjá besta
mansliði felagsins. Mein-
ingarnar um hesa avgerð
eru sjálvandi ymiskar, og
meðan summi halda hetta
vera eitt neyðugt stig, eru
onnur, sum helst vildu havt
Ion at hildið fram í
starvinum, hóast úrslitini
hava verið alt annað enn
góð seinastu tíðina.
Leikararnir á besta HB-
liðnum eru sjálvandi teir,
sum fyrst og fremst koma
at merkja hetta, og tá vit
týsmorgunin tosaðu við
liðskiparan, Rúna Nolsøe,
var heilt greitt, at hetta so
ikki var tann loysnin, sum
teir høvdu vónað.
- Eg kann bara siga, at
hetta so avgjørt ikki er
nakað, sum spælararnir eru
glaðir fyri. Ion hevur alla
tíðina verið sera væl dámd-
ur okkara millum, og tí
harmar
tað
leikararnar
almikið, at hann hevur valt
at tikið hetta stigið.
Spurdur, um hetta var
nakað, sum leikarahópurin
var kunnaður um framman
undan, sigur Rúni, at tað
vóru teir ikki.
- Eg haldi ikki, at nakar í
hópinum hevði ánilsi av, at
hetta fór at henda. Vit
vórðu
kunnaðir
mána-
kvøldið, eftir at hann hevði
tikið avgerðina, so tað er
ein avgerð, sum Ion hevur
tikið einsamallur.
Truplar umstøður
Sæð í ljósinum av úrslitun-
um í ár, sum í løtuni hava
leitt HB niður á eitt søgu-
liga vánaligt sjeynda pláss,
sigur liðskiparin, at hetta so
ikki er nakað, sum venjarin
kann lastast fyri.
- Ion hevur havt ómeta-
liga truplar umstøður at
arbeitt undir í ár. Skaðar og
leikbann hvørt oman á
annað, hava gjørt, at liðið
alla tíðina hevur verið fyri
broytingum, og aloftast
hevur tað vera av betra
endanum, at leikarar eru
falnir frá, sigur liðskiparin.
Og at nakað er um tosið,
er lítið at ivast í. Eitt nú
hava bæði Hans á Lag og
Andrew av Fløtum verið
skaddir mest sum alt árið.
Uni Arge gavst eftir nakrar
heilt fáar dystir, og eisini
hava Jóhannis Joensen,
Allan Mørkøre, Bárður
Mortansson, Bárður Jo-
hannesen, Jón Rói Jacob-
sen og Rúni sjálvur verið
skaddir í styttri og longri
tíðarbil. Allir hesir eru
leikarar, sum vanliga eiga
tryggan sess í hópinum.
Broytir lítið
At enda spurdu vit Rúna,
um hann heldur, at tað fer
at bøta nakað um, at venj-
arin er givin, nú bert fýra
dystir eru eftir at spæla.
- Nei, tað rokni eg sum so
ikki við. Ein nýggjur venj-
ari kemur í øllum førum
ikki at hava meira fólk at
arbeiða við, so liðið verður
neyvan nakað sterkari.
- Heldur ikki rokni eg
við, at eitt skifti kann hava
ta ávirkan, at stríðsviljin
ella stemningurin í hópin-
um verður øðrvísi. Hóast
vánaligu úrslitini, so hevur
stemningurin í hópinum
alla tíðina verið góður, so
har er einki at vinna, stað-
festir ein keddur liðskipari.
- Eftir mínum tykki vildi
tað besta so avgjørt verið,
at Ion í øllum førum helt
fram kappingarárið á tamb,
men nú hetta stigið er tikið,
vendst helst ikki aftur í so
máta.
Tá vit tosaðu við Rúna,
var enn ikki greitt, hvør fór
at verða nýggjur venjari hjá
HB. Tosað hevur verið um,
at fyrrverandi miðvallar-
stríðsmaðurin, Ingi Ras-
mussen, skuldi taka yvir,
men hetta var so ikki greitt,
tá hendan greinin varð
skrivað.
TÍÐINDASKRIV
www.hb.fo
Sagt verður við hesum
frá, at venjarin í 1. deild
Ion Geolgau hevur boð-
að felagnum frá, at hann
ynskir at verða loystur
úr starvi sínum sum
venjari frá ídag at rokna.
Nevndin í felagnum
hevur tikið hesa støðu til
eftirtektar.
Venjarin tók við starvi
1. februar 1998, og varð
felagið meistari tað árið.
Árið eftir var eitt 4.
pláss, meðan 3. árið var
felagið á 2. plássi og
bert ein javnleik frá
meistaraheitinum. Venj-
arin hevur mett, at
nýggjur íblástur tænir
liðnum best, og hevur tí
valt at steðga, hóast sátt-
málin eisini er galdandi
fyri komandi ár. Nevnd-
in vil nýta høvi til at
takka venjaranum fyri
hansara arbeiði sum
venjari, og annars fyri
sera gott samstarv hesi 4
árini.
Tórshavn, 10.
september 2001
Havnar Bóltfelag
Sum tað framgongur av
omanfyristandandi
tíðindaskrivi, so hevur
venjarin hjá HB, Ioan
Geolgau, valt at siga
venjarastarvið frá sær.
Vit royndu týsmorg-
unin at fáa eina við-
merking frá Ion, men
tíverri eydnaðist okkum
ikki at fáa orðið á hann.
-jm
Seinastu trý umførini
fer helst at bera til hjá
føroyskum sjónvarps-
hyggjarum at fylgja
við, hvussu dystirni í
fótbóltslandskapping
ini tørna út
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at hava havt ein lítlan
steðg í ítróttasendingum
sínum, fer Sjónvarp Føroya
nú aftur undir at senda
føroyskan fótbólt sunnu-
kvøld.
- Vit hava biðið um loyvi
frá Fótbóltssambandinum
at senda frá seinastu um-
førunum, og tað sær ikki út
til, at tey hava nakað ímóti
hesum, so vit fara væntandi
at
senda
frá
seinastu
umførunum í landskapp-
ingini.
Soleiðis
sigur
Øssur
Winthereig, tíðindaleiðari í
SvF, tá vit týsmorgunin
spurdu hann, um hald var í
tíðindunum um, at SvF nú
aftur fer at senda frá
heimligu
fótbóltslands-
kappingini.
Minst tríggjar dystir
Einki er at ivast í, at hetta
eru góð tíðindi hjá fót-
bóltshugaðum føroyingum.
Sjónvarpið hevur áður havt
slíkar sendingar, men í fjør
var talan bert um eina send-
ing frá seinasta umfarinum
í landskappingini, tá VB
varð meistari. Fleiri ítrótt-
aráhugað hava verið ikki
sørt ørg inná, at hesin
tátturin soleiðis hevur verið
spardur burtur, men nú fáa
hesi so aftur eitt høvi at
fegnast.
Øssur greiðir frá, at
Sjónvarpið ætlar at senda
myndir frá seinastu trimum
umførunum í landskapp-
ingini, og at sent verður um
níggju tíðina á kvøldi,
sama dag sum dystirnir
verða leiktir.
- Fyrst og fremst ætla vit
at satsa upp á dystirnar í
fyrstu deild hjá monnum,
har vit ætla at senda frá í
hvussu so er trimum dyst-
um, og so vóna vit eisini at
fáa okkurt við frá seinastu
dystunum í aðru deild hjá
monnum og fyrstu deild hjá
kvinnum.
Vertur í sendingunum
verður Leivur Hansen, og
umframt at brot verða víst
frá í øllum førum trimum
dystum, verða stigatalvur
og úrslit eisini at síggja.
Ion er givin
sum venjari hjá HB
SvF ætlar aftur
at senda fótbólt
Leivur Hansen verður ætl-
andi vertur, tá SvF sunnu-
dagin aftur fer at senda frá
føroysku fótbóltslandskapp-
ingini
Keddur um at siga farvæl
Skaðar og leikbann hvørt oman á annað, hava gjørt, at liðið alla tíðina hevur verið fyri broyt-
ingum, og aloftast hevur tað vera av betra endanum, at leikarar eru falnir frá, sigur Rúni
Nolsøe um umstøðurnar, sum Ion Geolgau hevur virkað undir í ár
17
16
Nr. 175 - 12. september 2001
TÍÐINDASKRIV
Krossfararin, prædiku-
maðurin, blaðstjórin og
ritstjórin Moses Hansen
úr Danmark vitjar Før-
oyar í døgunum frá 13.
september til 30. sep-
tember saman við einum
bønarhópi, sum telur 16
fólk.
Moses
er
vorðin
kendur sum ein sera av-
gjørdur og brennandi
persónur fyri tí kristna
boðskapinum.
Fortíð
hansara var ógvuliga
knortlut. Eftir at hava
fingið starv sum lærari,
fingið hús og heim,
rímdi hann frá øllum og
fór út í heimin at fjakka,
fyri at finna "lívið". Í
fleiri ár ferðaðist hann
um allan heimin sum
hippie og landastrok.
Hann arbeiddi í koparm-
inum við Reyða Havið,
ferðaðist tvørturum Sa-
hara oyðimørkina, bjóð-
aði
ísoyðimørkini
í
Alaska av, klatraði uppá
eina virkna vulkan í
Miðamerika og var vilt-
svína- og gimsteina-
veiðumaður í regnskóg-
unum í Suðuramerika.
Í hesum liviháttinum
gjørdist hann bundin av
rúsevnum og alkoholi,
og tað førdi til at hann
vildi gera enda á lívi
sínum, ásannandi at all-
ar royndir hansara at
finna "lívið" vóru mis-
eydnaðar. Royndin at
taka lív sítt miseydn-
aðist eisini, og ístaðin
møtti
hann
einum
persóni, sum broytti lív
hansara. Moses møtti
Jesusi Kristi á eini
strond í New Zealandi,
og hetta møti umbroytti
Moses. Øll misnýtsla
hvarv, og hann vendi sær
frá tí gamla liviháttinum
og gav seg heilt til at liva
fyri, og tæna, Jesusi.
Líka so avgjørdur, sum
hann var áður at finna
"lívið"
áðrenn
hann
møtti Jesusi, líka so
avgjørdur varð hann í at
liva eitt lív Kristusar,
eftir at hava møtt Jesusi.
Moses er kendur fyri
at bera kristindómin út í
tað dagliga lívið. Hann
hevur verið sokallaðar
bønarferðir tvørtur um
alt Danmark við sínum
3. metra langa krossi;
hann hevur fleiri ferðir
alment tala til mynd-
ugleikarnar, og ávarða
teir um at seta seg upp
ímóti
Guds
boðum;
hann hevur aktivt tala
ímóti donskum lima-
skapi í ES, og undir
síðsta danska valinum
viðv. ES helt hann bøn
og føstu í einum tjaldi
uttanfyri Christiansborg;
Hann hevur fleiri ferðir
tala á pornomessum í
Danmark og ávarða móti
siðloysi og porno. Hans-
ara persónur er tískil
komin nógv fram í
fjølmiðlunum; summi
hata hann og onnur
elska hann.
Moses er 60 ára gam-
al, giftur við ameri-
kansku Joy, og tey hava
saman seks børn. Moses
leiðir
felagsskapin
"Vægterne", og er blað-
stjóri á blaðnum "Blæs
Alarm". Hann hevur
eisini eina telefonandakt
sum eitur "Regnbuen",
sum er á tlf. 0045
97123000. Hann hevur
skrivað eina bók, sum
sigur
frá
hansara
dramatiska lívi. Bókin
eitur "På jagt eftir livet."
Haraftrat hevur hann
eina
heimasíðu,
har
meiri kann lesast um
virki hansara. Heima-
síðan eitur:
www.watchman.dk.
Á Føroyatúrinum vitj-
ar hann í Sandoy, Vágoy,
Havnini og Klaksvíkini,
har hann fer at hava eina
sokallaða
krossferð
saman við Christian
Hedegaard og fleiri.
Moses hevur krossin við
sær, og verður hann iva-
leyst at síggja á gøtun-
um í Havn onkran dagin.
Moses Hansen kemur
til Føroya!
TÍÐINDASKRIV
Hvussu skulu universitetini
laga seg til framtíðar krøv,
og hvussu skulu tey taka
við teimum avbjóðingum,
sum koma?
Hetta eru nakrir av teim-
um spurningunum, sum 6
rektarar fara at røða um á
verkstovu, sum rektarin á
Fróðskaparsetri
Føroya,
Malan Marnersdóttir hevur
boðið til.
Rektarnir, ið vera við á
verkstovuni eru: Ole Mar-
quard,
Ilisimatusarfik,
Guðmundur G. Haraldson
(vararektari), Háskóli Ís-
lands, Þórsteinn Gunnars-
son, Háskólin á Akureyri,
Tove Bull, Tromsø Uni-
versitet, Sven Caspersen,
Aalborg Universitet og
Malan Marnersdóttir, Fróð-
skaparsetur Føroya.
Fyrra dagin fara rektarnir
á teimum fimm universi-
tetunum í útnorðri at røða
um teirra viðurskifti, sum
ikki eru heilt tey somu sum
hjá teimum stóru universi-
tetunum á meginlandinum.
Rektarin á Aalborg Uni-
versiteti tekur í sínum parti
støði í kjakinum uttanfyri
útnorður, men kemur eisini
inn á møguleikar og krøv til
universitetini í útnorðri.
Landsstýrissmenn, løg-
tingslimir, starvsfólk á setr-
inum og umboð fyri út-
búgvingar- og granskingar-
stovnar í Føroyum eru
boðin við á verkstovuna.
Verkstovan verður fríggja-
dagin 21.9 og leygardagin
22.9 á Sjómansskúlanum í
Havn, báðar dagarnar verð-
ur byrjað klokkan 9.00.
Leikluturin hjá universitetinum í samfelagnum
C
M
Y
K
16
Reyði krossur Føroya
Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya
svarar mánad., mikud. og fríggjad.
frá kl. 1900 til 2100
212380