Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2001 19 Hans Backe, sum vandi AaB, tá teir vóru á Tórsvølli, verður nýggjur venjari hjá Toda Jóns- son og liðfeløgunum í FCK VENJARASKIFTIÐ Jóannes Hansen Teir skifta venjarar nógv oftari, enn ein sluppfiski- maður skifti undirklæði. Í fyrradagin varð alment, at nú hevur felagið hjá Toda Jónsson fingið ein nýggjan venjara, og at talan hesa ferð verður um ein, sum teir ætla skal vera í felagnum næstu trý árini. Nýggi venjarin eitur Hans Backe. Hann er svenskari, og hann er ikki heilt ókendur í Føroyum. Tá almenni vígsludysturin av Tórsvølli varð spældur fríggjadagin 9. juli, var mótstøðuliðið hjá lands- liðnum AaB. Danska felagið vann 3–1, og venjari hjá teimum var hesin Hans Backe, sum nú skal venja Toda Jónsson og hinar í FCK. Stutt frammaundan at teir komu til Føroya høvdu teir í AaB vunnið donsku landskappingina. Ståle viðmælti Týdningarmiklasti lykla- spælarin í Aalborg í 1999 var norski Ståle Solbakken. Seinni flutti hann til FCK, og ivaleyst minnast tey flestu, hví hann noyddist at gevast við fótbóltinum. Í FCK hava teir spurt seg fyri hjá Ståle Solbakken, og hann hevur ikki ivast. Hans Backe er besti venjarin, sum hann hevur havt. Tað hevur FCK lagt stóran týdning í. Teir hava keypt svian leysan av sáttmálan- um, sum hann var bundin av í Eysturríki, og í kom- andi viku verður Hans Backe FCK venjari. – Hetta er eitt dreyma- starv, sigur sviin. Í annaðkvøld skal FCK spæla í UEFA Cup ímóti Obelic. Talan er um jugo- slaviska liðið, sum sendi GÍ úr kappingini. Í tí dystinum og aftur tá FCK sunnudagin fer at spæla landskapping- ardyst ímóti oddaliðnum Brøndby, fer Niels Christi- an Holmstrøm, ítróttarstjór- in í FCK, at hava ábyrgdina av liðnum, men so kemur sviin. Í umrøðuni av nýggja FCK venjaranum verður sagt, at hann hevur stórt innlit í fótbólt, og at hann er ein harður hálsur, sum kall- ar ein spaka fyri ein spaka. Hetta minnir nógv um tað, sum varð sagt um Roy Hodgson. Hann var virdur millum spælararnar, og hann megnaði at vinna DM. Tí verður roknað við, at tað fer at rigga væl við nýggja venjaranum, og í FCK leiðsluni og millum spælararnar verður vónað, at tað nú fer at verða friður – í hvussu so er tá tað snýr seg um venjaran! Aftur nýggjur venjari í FCK Niels Christian Holmstrøm fekk bara ein dyst sum FCK- venjari, men ivaleyst hevur hann einki ímóti, at Hans Backe nú hevur tikið yvir í heita sessinum Unga liðið úr Vejle var fyri ongum ímóti trongda heimaliðnum í Århus SUPERLIGA Jóannes Hansen Mánakvøldið hittust jysku feløgini, AGF og Vejle, í Århus. Í tíðini eftir 2. heimsbardaga vóru hesi bæði feløgini leingi millum tey størstu og mest vinn- andi og virdu í Danmark. Men síðstu árini hevur tað verið nógv upp og nið- ur. Hjá AGF hevur tað skor- ist so mikið illa, at teir onkra ferðina hava verið í næstbestu deildini, og fíggjarliga eru teir fram- vegis so mikið illa fyri, at hóttanin um húsagang ikki er heilt burtur. Vejle fór so logandi av knóranum fyrst í níti árun- um. Í summar megnaðu teir at spæla seg aftur í bestu deildina, eftir at teir høvdu verið eitt ár í næstbestu deildini. Fyrstu umførini í nýggja umfarinum hevur tað hiln- ast betur hjá Vejle, enn tað hevur hjá AGF, sum ongan- tíð hevur vunnið, men mánakvøldið var eingin ivi. AGF vann 3–0. Teir skor- aðu øll málini í 1. hálvleiki, og teir kundu havt skorað uppaftur fleiri mál. Vejle hevur eitt sera ungt lið. Mánakvøldið vóru tveir 16 ára gamlir dreingir á liðnum, og tað verður mett at felagið fer at eiga góða framtíð, um tað eydnast at halda upp á fólkið. Tað er so ein heilt annar spurning- ur. Toppskjúttin undan summarsteðginum, Bo Nielsen, legði AGF fram- um, tá sjey minuttir vóru farnir. Hini bæði málini skoraði Nocko Jokovic. Tað var kærkomið bæði hjá spælaranum og felagnum. Miðframherjin hevði ikki skorað síðani eina ferð í mai mánað. Og so var tað um reppið, at málskjúttin ikki fekk høvi at vísa, hvat hann dug- ur til. Í fyrstu minuttunum mánakvøldið var úti við síðulinjuna orðadráttur millum hann og venjaran, John Stampe. Tað var um reppið, at venjarin tók álopsspælaran av vøllinum. Ivaleyst vóru bæði venjarin og spælarin seinni mána- kvøldið glaðir um, at tað at enda tørnaði út, sum tað gjørdi! Eftir áheitan frá spælarunum hevur leiðslan heitt á Inga Rasmussen, ið hevur alt gott at bera venjaranum, sum nú hevur lagt frá sær Í SESSIN Jóannes Hansen Í kvøld verður tað Ingi Rasmussen, sum í Gøtu fer at hava ábyrgdina av HB liðnum. Saman við Sámal Erik Hentze, sum hevur havt ábyrgdina av næstbesta liðnum, skal hann standa fyri venj- ingini. Ætlanin er, at 1. og 2. lið skulu venja saman tað, sum er eftir av árin- um. Tað hevur ikki verið vanligt í tíðini hjá nú fyrrverandi venjaranum. Ingi Rasmussen hevði í 1999 saman við Peturi Simonsen ábyrgdina av næstbesta HB liðnum, men hann sigur seg ongantíð hava droymt um at gerast venjari hjá 1. deildarliðnum: – Yvirhøvur ikki. Leiðslan heitti á meg mánakvøldið. Teir søgdu, at spælararnir høvdu mælt til hesa loysnina, og so fara vit at gera okkara besta. Tað ræður um at fáa sum frægast burturúr teimum vikunum, sum eru eftir av kappingarárinum. Virðingin Ingi Rasmussen hevur í nógv ár verið stríðsmaður á HB miðvøllinum. Í fjør boð- aði hann frá, at nú fór hann at gevast í fremstu røð, tí tað var ov tíðar- krevjandi. Ingi var við, tá HB í 1998 vann FM og løg- manssteyp, og hann hev- ur alt gott at bera mann- inum, sum hann nú skal loysa av: – Tað er ein harmulig støða í ár. Men eg havi ongantíð ivast í, at HB hevur havt ein góðan venjara. Bæði persón- liga og fakliga havi eg sera stóra virðing fyri honum. Ion hevur spælt 24 landsdystir fyri Rum- enia, og hann hevur nógvar royndir á hægsta støði – bæði sum spælari og venjari. Eg havi ong- antíð upplivað ein venj- ara, sum hevur havt so nógv at oysa av. Tí er tað eyka harmuligt, at um- støður, sum venjarin ikki hevur verið harri yvir, hava verið við til at mynda veruleikan, sum hann nú er. Hóast tað enn resta tvey umfør í bestu kvinnudeildini, so hevur KÍ longu tryggjað sær gullmerkini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hetta gjørdist greitt, tá KÍ leygardagin vann ein syngjandi stórsigur suð- uri á Sandi, samstundis sum argastu kappingar- neytarnir úr B36 taptu 1- 0 fyri grannunum úr HB. Hóast tær sostatt í hes- um umfarinum fingu hjálp frá HB, so var tað tó helst bert ein spurningur um tíð, áðr- enn KÍ tryggjaði sær FM-heitið. Undan hes- um umfarinum vóru tær nevnliga trý stig framm- an fyri B36, og tá KÍ samstundis hevði vunn- ið báðar innanhýsis uppgerðirnar móti árs- talsfelagnum, skuldi nógv broytast hesi sein- astu umførini, um B36 skuldi hava møguleika at røkka gullmerkjun- um. Fult uppiborið Tá tikið verður saman um kappingarárið, er heldur einki at ivast í, at KÍ var rætti vinnarin av deildini. Kappingin í ár varð skipað soleiðis, at liðini fyrst dystaðust í einum grundspælið, og har varð avgjørt, hvørji lið skuldu dystast í 1. deild í heyst. KÍ vann leikandi lætt hetta grundspælið, men tá stig og mál vórðu nullstillað í summarfrí- tíðini, máttu klaksvík- ingarnir byrja av nýggj- um í august mánaði. Her vóru tær tíðliga fyri einum skelki, tá tær taptu greitt fyri VB, men síðani hevur bert gingið ein veg. KÍ hevur vunnið allar dystirnar upp í slag, og eiga tí væl og virðiliga uppiborið, at tær nú annað árið á rað kunnu rópa seg føroya- meistarar. Sum støðan er í løtuni tykist B36 at fara avstað við silvurmerkjunum, eftir at tær annars vóru vánaligasta liðið í grundspælinum, meðan steypavinnararnir úr HB helst vinna sær bronsu- merkini. KÍ meistari hjá kvinnum AGF vann fyri fyrstu ferð Ingi hevur ikki droymt um starvið 19 18 Nr. 175 - 12. september 2001 Leiðslan í HB er farin at leita eftir venjara fyri komandi kapp- ingarár UPPSØGN Jóannes Hansen Í blaðnum í gjár gjørdu vit burturúr vánaligu støðuni hjá HB. Nevndarformað- urin í Havnar Fótbóltur, Kaj Leo Johannesen, be- dýraði, at teir høvdu ikki hugsað um at siga venj- aranum upp. Blaðið var komið í onkrar leysasølur, men tað var so langt í frá komið til haldararnar, tá tað tíðliga mánakvøldið stóð á heimasíðuni hjá HB, sum uttan sammeting er besta føroyska fótbóltsheimasíð- an, at nú hevði Ion Geolgau sagt upp. Visti tú hetta, Kaj Leo Johannesen, tá tú segði okkum, at tit høvdu ikki hugsað um at siga venj- aranum úr starvi? – Nei. Ion segði upp mánadagin, og tað var ikki fyrrenn mánakvøldið, at vit tóku nýggju støðuna til viðgerðar, sigur Kaj Leo Johannesen, sum annars vísir til stjóran í felagnum, Steinfinn Mittelstein. – Vit harmast um, at Ion hevur lagt frá sær. Umstøð- urnar hjá honum hava verið ógvuliga truplar í ár. Vit ivast ikki um dygdirnar hjá honum. Úrslitini hava talað fyri seg, men í ár hevur tað ikki hepnast, og vit hava tikið til eftirtektar, at venjarin segði upp mána- dagin, sigur Steinfinn Mittelstein. Nevndin hevur heitt á Inga Rasmussen um at taka sær av venjingini tað, sum er eftir av hesum kapping- arárinum. Verður hann eisini venj- ari komandi ár? – Tað dugi eg ikk at siga. Sáttmálin hjá Ion var eisini galdandi fyri komandi ár, so tað er ein púra nýggj støða, sum hevur tikið seg upp aftaná at hann segði upp. Men vit arbeiða við komandi ári, sigur Stein- finn Mittelstein, sum legg- ur afturat, at í HB hava teir havt stóra virðing fyri nú fyrrverandi venjaranum. Vónbrotið Tað er kortini eingin loyna, at tað hava verið tey í HB, sum hava hildið, at tað var neyðugt at skifta venjaran út. Samstarvið hevði ikki borið í einum nýggjum ári, hevur verið mett. Og á almennu heimasíð- uni hevur tað ikki verið frítt, at tað í dystarum-røð- unum hevur verið funnist at venjaranum og mátanum, sum hann hevur sett liðið uppá. Er tað ikki óheppið? – Eg haldi ikki, at tað skal leggjast meiri í tað, enn at tað eru nógvir ør- kymlaðir HB arar, tí gongdin hevur verið so vánalig, sum ongantíð áður, heldur Steinfinn Mittel- stein. Stigatalvan Niðanfyri prenta vit støðuna í 1. deild undan dystinum í Gøtu mikukvøldið. Við- merkjast skal, at í uppgerðini í gjár var eitt mistak íkomið. KÍ hevur nevnliga vunnið báðar innanhýsis dystirnar móti VB, og eru tí framman fyri vágbingar á stigatalvuni, hóast VB hevur ein betri málmun. Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 15 13 - 1 - 1 51 12 39 40 2 GÍ 14 11 - 2 - 1 43 15 28 35 3 B68 15 8 - 2 - 5 30 20 10 26 4 KÍ 15 7 - 0 - 8 22 34 -12 21 5 VB 15 6 - 3 - 6 32 21 11 21 6 NSÍ 15 5 - 4 - 6 18 20 -2 19 7 HB 14 5 - 2 - 7 24 20 4 17 8 EB/Streymur 15 5 - 1 - 9 19 28 -9 16 9 B71 15 3 - 1 - 11 14 38 -24 10 10 FS Vágar 15 3 - 0 - 12 16 61 -45 9 Í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við Kaj Leo Johannesen um støðuna hjá HB. Sum vit hava skilt á lagnum, hevur tað ør- kymlað onkrar lesarar, vit tá nevndu Kaj Leo fyri formann í Havnar Bólt- felag. Vit skulu tí gera vart við, at bygnaðurin í HB at kalla er tvíbýttur. Í móð- urfelagnum, sum er Havnar Bóltfelag, er Birgir Enghamar formað- ur. Í P/F Havnar Fótbóltur, ið er partafelagið, sum tekur sær av fyrstudeild- arliðnum hjá HB, er Steinfinnur Mittelstein formaður, meðan Kaj Leo Johannesen er nevndar- formaður. - jm Í Gøtu er ein sigur á HB eitt krav, um tað skal eydnast teimum at vinna oddasessin aftur UPPTAKT Jákup Mørk Hóast bæði kreppa og venj- araskifti sveima í huga- heiminum hjá HB-leikar- unum, so skulu teir í løtuni royna at savna tankar sínar um torføru uppgávuna í Gøtu mikukvøldið. Tá hitta teir eitt GÍ lið, sum í alt ár hevur tókst at verið sera væl fyri, og sum eftir ein lítlan steðg í stiga- savnanini nú veruliga skal hava ferð á, um tað skal eydnast teimum at taka B36 á fremsta plássinum. Væl fyri Í Gøtu ásanna tey eisini, at tað ikki eru ráð at missa fleiri stig, um tað skal eydnast at vinna B36 aftur. - Vit fara sjálvandi altíð á vøllin fyri at vinna, og tú kanst eisini siga, at vit eru noyddir at vinna, heldur Magni Jarnskor, sum er liðskipari hjá GÍ. Magni heldur annars, at GÍ er so hampuliga væl fyri, nú teir gera seg til at avgreiða útsetta dystin. Bartal Eliassen hevur leik- bann, og enn er óvist, um tað fer at eydnast at fáa Pól Ennigarð upp til dystin. Hann er í løtuni í Danmark á Skúla, og hevur longu mist fleiri tímar orsakað av fótbóltinum. - Tað verður so í øllum førum ein missur, um hvørgin teirra er við, men eg rokni so undir øllum umstøðum við einari trupl- ari uppgávu. Tað hevur kanska ikki gingist so væl hjá HB seinastu dystirnar, men HB er HB, og eg ivist ikki í, at teir fyrr ella seinni fara at reisa seg aftur, sigur Magni Jarnskor at enda. Aftur broytingar Í HB er ivaleyst nógv annað dysturin móti GÍ, sum melur í heysunum á leikarunum, men í øllum førum kann tað vera ein lítil troyst, at hópurin tykist sterkari nú, enn hann var, tá liðið sunnudagin var á Sandi. Janus M. Joensen og Allan Mørkøre verða so báðir við aftur, men hin- vegin hevur Bárður Mortansson nú leikbann, eftir at hann varð rikin av vølli á Sandi. Jóhannis Joensen hevur eisini leik- bann, so tað er ikki óhugs- andi, at onkrir av veteran- unum, sum vóru við á Sandi, aftur verða við mikukvøldið. Mest nær- liggjandi er helst at taka Gunnar Mohr og Eyðun Samuelsen við, nú álopið aftur tykist skert, men held- ur ikki er óhugsandi, at Ingi Rasmussen verður við, og seinastu tíðindini benda í øllum førum á, at verður at síggja onkra staðni á beink- inum. Formenn og stjórar GÍ-HB: GÍ skal minka um munin Uppsøgnin kom úr bláum lofti Vit ivast ikki um dygdirnar hjá honum. Úrslitini hava talað fyri seg, men í ár hevur tað ikki hepnast, og vit hava tikið til eftirtektar, at venj- arin segði upp mánadagin, sigur Steinfinn Mittelstein. Gøtumenn rokna við einum torførum dysti, hóast HB ikki hevur staðið seg nakað serligt higar til í ár C M Y K 18