hósdagur 11. desember 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. desember 2008
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
SvF • Leygardag 13. kl. 20.00
»Star Wars: Episode I«
Jedimeistarin Qui-Gon Jinn og lærlingurin
Obi-Wan Kenobi eru sendiharrar fyri lítlu
gongustjørnuna Naboo, sum tann unga
friðarelskandi Amidala er drotning yvir.
Tá gongustjørnan verður kringsett av
harðrendu handilssamríkjunum, flytur
Jedi riddarin drotningina burtur til
oyðimarkargongustjørnina Tatooine, har hon
kann verða trygg, og her hitta tey skjótt unga
trælin Anakin Skywalker. Amr. framtíðar/
ævintýrfilmur frá 1999.
SvF • Sunnudag 14. kl. 20.00
»Soleiðis liva tey«
Vit eru á ferð við einum 7 flokki úr Hoyvíkar Skúla,
sum á vári 2007 vitjaði í Umanaq. Hesin fjarskotni
grønlendski býurin liggur langt norðanfyri pólkringin.
Har er lívið merkt av tætta tilknýtinum til náttúruna
og føroyingarnir uppliva tann heilt serliga túrin á
hundasletu tvørtur um grønlendsku ísoyðuna. Ferðin í
Grønlandi ristir seg fast í minni hjá teimum ferðandi.
Lagt til rættis: Zacharias Hammer.
Dr2 • Leygardag 13. kl. 21.50
»Autograf: Thomas Helmig«
Tað eru nú 25 árum liðin síðan Thomas
Helmig sendi eitt demoband til
plátufelagið Genlyd. Í sendingini, har
hann vitjar hjá Clementi snýr tað seg
ikki minst um sangskriving.